mikudagur 1. oktober 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720. 118 20
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Aðalmunurin
UM TAÐ NÚ hevði eydnast
formanni Sambandsfloksins Paula
Ellefsen — hvat hann av ellum alvi
roynir — at fingið fólk at trú at
Feroya Javnaðarflokkur virkar fyri
kommunistiskum stýri í Feroyum,
var hann komin á mál við sínum poli
SJÁLVUR HEVUR hann ongantíð
havt nakra politiska leið at víst á, og
er tá sjálvandi einki annað at gera
enn at fáa sverta mótsteðumenn
sínar so nógv út sum gjerligt við ill-
gitingum og lygusegum. Tað er at
tosa og skriva so lítið um sambands-
politikk sum gjerligt, av teirri ein-
faldu orsøk, at her er als einki at
skriva um.
MEN HVOR ER so hesin ræðuligi
politikkur sum førdur er i Føroyum
hesi seinastu árini. Er tað dagpening-
askipanina hann hugsar um? Er tað
dagrøktina hann hugsar um? Er tað
eina rímuliga lærlingalen hann hugs-
ar um? Er tað eina útbygda og væl-
virkandi strandferðslu hann hugsar
um? Er tað eitt útbygt heilsuverk
hann hugsar um? Bert fyri at nevna
nekur av teim mongu akilagóðu til-
tøkum hjá landsstýrinum. Alt í trá
við virkisskrá og grundsjónarmið
Javnaðarfloksins. Sosialir batar,
sum gera tað betri — eisini hjá van-
liga lentakaranum — at liva og virka
í heimlandi sínum. Onkrar sosialar -
batar hevur javnaðarflokkurin enntá
framt saman við sambandsflokkin-
um, — men her er at virmerkja, at
hetta var áðrenn Pauli Ellefsen fekk
nakað árin á henda fyrr hampa flokk.
Í EINUM FØRI eru vit samdir við
formanni sambandsfloksins, tá hann
sigur, at veljarin hevur tvinnar lutir í
at velja. Annar er sambandsflokkur-
in og hin meguleikin eru hinir flokk-
arnir. Hevuðsmunurin er tó tann, at
meðan veljarin fullvæl veit hvenn
politikk hinir flokkarnir standa fyri,
so er tað eingin sum veit hvat sam-
bandsflokkurin við Paula Ellefsen á
odda, stendur fyri. Her er aðalmun-
urin.
SOSIALURIN
Ein rættleiðing til Sosialin, mikudagin 10. september 1980.
Tað, ið tú, Palli Reydal,
upplýsir fyri blaðnum, at
tú hevur koyrt rutu síðan
1957, so kann eg ikki lata
verða við at undrast á, at
nakar kann fáa seg til at
dríva beinleiðis uppá
ósannheitir. Frá 1965 til
1976 vart tú ikki at síggja
í teimum rutum, ið eg
koyrdi, og mær vitandi
vóru ongar aðrar rutur
enn tær vanligu.
Í einum brævi frá D. P.
Danielsen, dagfest tann
11/1—1977 skrivar hann,
at tú hevði biðið um lima-
skap í P/F Bil í Vágum.
Tað var tær noktað. Seinri
spurdi eg teg, hvat tú
meinti við hetta. Tú svar-
aði, at tú als einki visti um
nakað av hasum. Tá ein
ikki veit, nær hann sigur
satt, veit hann heldur ikki,
nær hann sigur ósatt.
Tað er einans eitt bræv
komið frá tær um lima-
skap, dagfest tann
28/6—1979, aftan á at
hava lagt okkum undir at
vera ránsmenn, so tað tyk-
ist mær legið at sekja um
limaskap í einum slíkum
felag.
Tú skalt hava liðið tort
og forgylgjan av okkum,
tí vit skulu hava jagstrað
teg, men so kann eg ikki
skilja hugtakið jagstran.
Tað eru óteljandi demir
um, at bilsteðin hevur
sent bilar í rutu. Bilurin er
komin tómur heim, tí at tú
ert komin óvæntandi, tik-
ið ferðafólkini og so hevur
man staðið har sum
Kánus. Men ikki nokk vi”
tað. So vendir tú tær til
dómstólin, og tað tragi-
komiska er, at tú fært
20.000 kr. í endurgjald.
Skiljið hetta, hver ið vil?
Palli Reyndal, eg havi
ongantíð skrivað undir
nakað skjal, ið gongur út
pá at forfylgja tær, men
harafturímóti havi eg
bæði munnliga og skrivl-
iga bjóða tær limaskap í
P/F Bil. Tað ið tú helst
hevur viljað, tað hevur
verið at fáa split í, og tað
hevur partvíst eydnast
tær. Nú hevur tú sjálvur
sent bræv til Servágs
kommunu um at fáa eink-
arrættin upp á alla rutu í
Vágum, og seta forboð
fyri meg at koma til
Servágs. Ja, vóru tað
smádreingir, ið funnu
uppá nakað líknandi, so
kundi man trú tí, men
fyri bert at nevna
tveir, so hava hesir ongan-
tíð haft nakað við rutu-
koyring at gera, og tann
eini er skiparin á rutu-
bátinum M/B Súluni, við
einari fastari innteku pá
ca. 120.-130.000 kr. frá tí
almenna, liggur nær upp í
móti pensiónsaldrinum.
Hin er fyrrverandi formað-
ur í Vága hondverksmeist-
arafelag, og hevur gott og
væl rundað tey sjeyti.
Tað kann vera, at tit
koma við onkrum mótál-
opi, sum leitað verður eftir
í onkrum dýki, men hervið
havi eg givið svar upp á
tiltalu.
P.S. Innast inni eri eg til
reiðar við eini fyrigeving.
Við heilsan
T. Nattestad
Ein framúr góð service!
Tað kann ikki sigast ann-
að enn, at nógvar av teim
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
almennu service-
institutiónunum hava
fram úr góða service.
Gjaldstova og skattadeild
lata aftur kl. hálvgun fýra
dagliga, uttan undantak.
Tær kommunalu skriv-
stovurnar lata aftur,
minnins meg rætt, klokk-
an trý!
Hetta ger so sjálvandi
tað, at skal ein tímalentur
eitt erindi á gjaldstovuna
t.d., ja, so spælir hann av
við eina timaløn.
Ikki hevði verið av
vegnum, um teir ymisku
stovnarnir antin høvdu
opiå eitt kvøld eitt sindur
longri, ella um teir høvdu
opið onkran degurðatíma,
soleiðis at fólk, sum ikki
hava fasta løn, kunnu
sleppa undan innteku-
missi, tí tey skulu á eitt
alment kontór.
Nú ein dagin hendi so
tað, at eg skuldi ringja til
eygnalæknan. Hetta hevði
eg roknað við at kunna
gjørt í degurðatímanum,
men til fánýtis. Tað vísti
seg, at man bert kundi
venda sær til hann millum
Bilisma í Føroyum
kl. hálvgun níggju og kl.
10 á morgni! Hvat við
teimum sum arbeiða úti
ella á arbeiðsplássum utt-
an telefon ?
Aftur eitt dømi um góða
service — fyri starvsfólk-
ini. Ikki fyri tey sum
skulu gera brúk av tæn-
astunum.
Tað hevði verið ynskil-
igt, um okkurt av hesum
ynskjunum kundi verið
gingið á meti.
Ein sum ikki hevur frí,
tá stovnarnir hava opið
Bilurin ella akfarið, sum
tað eitur á góðum fer-
oyskum, er so við og við
eitt uppfinnilsi, sum er
kent um alla jørdina, og
nógv eru tey, ið eru glað
fyri bilin, sum hentleika, '
men umsteðurnar kunnu
eisini vera soleiðis við bil-
inum, at ein kann fola seg
trongdan, sum fót-gang-
ari í einum býi sum
Tórshavn, har bilurin er
blivin eitt forbannilsi fyri
tey, sum bert hava beinini
at líta á, um tey skulu eitt-
hvert erindi í býin — ella
til og frá arbeiði.
Um vit skulu leita eftir
vansunum við bilismuni í
hevuðsstaðnum, og teim
sterru plássunum í Fer-
oyum, kunnu vit fyrst
taka erkymlingina av
privatferðsluni á fótgang-
aran, tað veri seg ung sum
eldri. Eisini er tað kent, at
stór ónegd er inn á tey
núverandi viðurskiftini
bilismuni viðvíkjandi, og
er tað á plássum sum
Tórshavn, Klaksvík, Vági,
Tvøroyri, Fuglafirði o.ø.
plåssum við.
Nevnast kunnu eisini
vansar sum umhvørvis-
dålkan, har hugsað verður
um ljóð — og luftdálkan
o.a. vansar s.t.d. yvirfor-
bruk å eigarana konti, og
harvið eisini á almennum
konti, burtursæð frá toll-
inum, sum innkemur við
ognan og nýtslu av bili.
Aðrir = vansar kunnu
nevnast men lat teir liggja
hesaferð. Lat okkum
heldur hyggja at teim
góðu síðunum bilinum við-
víkjandi.
Tað kann gerast nokk so
stutt og við at nevna, at
flutningurin úr einum
fjarum plássi ella bygd til
aðra, er vorðin fleiri
ferðir lættari. Tað var
nokk eisini her bilurin var
ætlaður; men tíverri alt
7
sýnist at blíva yvirdrivið
her hjá okkum, eisini bil-
inum viðvíkjandi, og her
haltar hjá eðrum tjóðum
eisini. Bilurin er eisini
góður fyri tey, sum vegna
sjúku, ikki kunnu koma
aftur og fram uttan bil-
flutning. Hettar vóru so
teir fordeilir eg kann
nevna fløtuni, kanska eru
teir fleiri.
Tá eg nú vil nevna eitt
sindur um lóggeving priv-
atbilismuni viðvíkjandi,
ætli eg mær ikki at fara í
smálutir, men bert nevna
menniskjaligar lógir.
Altso óskrivaðar, sum
tað eisini kann eita, og
kann nevnast so sum
órógv, hóttan, erkymling
av sínum meðmenniskj-
um, og kann hettar ikki
haldast at vera rætt.
At stýring frá almennari
síðu privarferðsluni
viðvíkjandi í Havn og
sterru plássunum absolut
sigast at vera neyðug, fót-
gangaranum til frama.
Hetta kann gerast við
neyvari lóggeving og
krøvum til privatferðsl-
una, sum nú als ikki er
neyðug nú kollektiva
ferðslan verður nýtt, sum
jú eisini varð meint til at
minka um privatferðsluna
men henda bert ekist, og
er til sterri ampa enn
nakrantíð.
Øll herverk á privatbilar
kann eisini hava rót í um-
talaða evni, ella er grundin
kanska ein onnur, politisk
kanska, sum jú eisini kann
gengjast saman við
privatbilismuni, hon ber
jú eisini á tað politiska
borðið.
Eftir er bert at vóna, at
hetta problem verður tikið
upp av rettu viðkomandi,
ráð ella nevndum í samfel-
agnum.
IH