Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1980síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Fingu ikki matartuggu 5 ro i 10 timar! — Hvat var hent, um onkur sjúklingur ella veikur persónur var við, spyrja forfard ferðafólk Tá ferðafólkini frá flogfarinum týsdagin í síðstu viku endiliga lendu í Kastrup seint á kveldið, bíðaðu tey ein tíma, áðrenn tey sluppu til eitt hotel. Tá tey komu til hotellið við ellivu tíðina, kundu tey einki fáa at eta. Eina løtu seinri kundu tey tó fáa eina breyðflís til keyps fyri 20 kr. Tá høvdu tey einki fingið síðan kl. eitt um dagin! — Sjálvandi kann DAN- AIR ikki gera við, at toka var í Feroyum hendan dagin. Men DANAIR kundi skipað so fyri, at vit ferðafólk fingu eina betri og semiligari viðferð. Vit kundu t.d. sloppið undan at hingið í luftini í so nógvar tímar, og vit kundu fingið at etið, tá vit endiliga seint á kveldi komu til Danhotel. Nakað soleiðis taka tvey ferðafólk til orða í samreðu við Sosialin. Tey vóru við Feroya-flogfarin- um, sum týsdagin í síðstu viku ikki fekk lent vegna toku, og tí lá og fleyg aftur og fram, til tað endiliga lendi í Kastrup kl. níggju á kveldi. Í alla hesa tíðina — frá kl. eitt, tá tey fingu tann vanliga matpakkan og til tey vóru á hotellinum — fingu tey ikki eina matar- tuggu. Og tá tey spurdu um at fáa mat á hotellinum fingu tey svarið, at tað var ómeguligt. Einki hjálpti, hvat tey søgdu. Tokuætt var Ferðafólkini, sum Sosial- urin hevur tosað við, ivast ikki í, at nógv kundi verið gjert eðrvísi hendan dagin, um flogfarið í heila tikið átti at verið farið úr Kastrup, tí toka var dagin fyri og tokuætt var. Men flogfarið heit leið- ina til Feroya. Eftir at hava sveimað hálvan tíma, vendi flogfarið til Hebridurnar, har tað bunkraði. Steðgurin vardi í ein tíma og í meðan sluppu ferðafólkini í land. Veruligan mat kundu tey tó ikki keypa. So varð aftur farið til Feroya, men ikki bar til at lenda í Vágum. Eftir at hava flogið yvir Vágunum í ein hálvan tíma, fór flog- farið til Bergens. Eingin matur — sluppu ikki í land Á vegnum upplýstu flog- ternurnar yvir hátalaran, at eingin matur var eftir, men at ferðafólkini kundu keypa sær sprutt, meðan sodavatnið var ókeypis ! — Men í Bergen sluppu vit hverki úr flogfarinum ella fingu mat umborð, siga ferðafólkini, sum halda, at sjálvandi hevði tað verið rættast, um tey kundu sloppið at gist í Bergen. So kundi flogfarið komið eftir teimum dagin eftir og tey hevdu verið betur fyri. Men flogfarið helt leið- ina fram til Keypmanna- havnar. Nógv av ferða- fólkunum vóru tá so troytt og útlúgvað, at tey nóg illa orkaðu at halda fram ! Einki at vita — bíðaðu ein tíma — Í Kastrup tók eingin í móti okkum, og upplýs- ingarnir, vit fingu, vóru nærum eingir. Tað vóru fleiri, sum ikki fingu at vita, hvar tey skuldu gista, ella hvussu tey skuldu sleppa til hotellið, greiða ferðafólkini frá. Men eftir at ferðafólkini høvdu bíðað í Kastrup í ein heilan tíma, koyrdi ein bussur tey til Danhotel, sum helst einki hevði fing- ið at um ferðafólkini frammanundan. Tá so ferðafólkini einki kundu fáa at eta á hotell- inum, ringdi eitt teirra til tænastu-deildina í flog- havnini og gjerdi vart við óskilið. Men svarið gekk bara út upp á tað, at alt var latið aftur, og at eingin matur kundi skaff- ast ! Tá ferðafólkiai spurdu, um tey kundu fara á onkra matstovu og seta DANAIR fyri rokningini, fingu tey at vita, at tey í fyrstu atløgu máttu gjalda fyri matin, men at tey meguliga kundu fáa matrokningina aftur- goldna ! Tískil fóru fleiri av ferðafólkunum song uttan at hava fingið eina matartuggu. Tá hevdu tey verið á hotellinum í útvið ein tíma, fingu tey at vita, at tey kundu fáa breyð til keyps. Fyri eina hálva breyðflís skuldu tey lata 10 kr. ! Tá so eitt av ferðafólk- unum dagin eftir spurdi í floghavnini, um hann kundi fáa matrokningina endurgoldna, fekk hann at vita, at hann kundi royna á skrivstovuni, sum liggur aðrastaðni í Kastrup og ikki í floghavnini ! Ikki fullsettur Tað vóru ikki bara týsdags-ferðafólkini, sum skuldu avstað mikudagin. Ferðafólkini frá mána- degnum skuldu eisini avstað. Men hesin flúgvarin fór tíðliga á morgni — ikki fullsettur — Hví kundu vit ikki havt at fingið at vita, at nekur tóm pláss vóru, so nekur av okkum, sum hevdu skund, kundu verið sloppin við, spyrja ferða- fólkini. Onkur av ferða- fólkunum var av tilvild farin út í floghavnina um morgunin og var sloppin við, tí nógv tóm pláss vóru. Síða 3 fr da COPENHAGEN | anhotel Janhotel ADS Kástrur TTT før ør Pr "pøj A | í LL Ein rokning fyri eina breyðflís, sum ferðafólkini sjålvi noyddust at gjalda, og møguliga fåa endurgoldna Men við eitt—tvey tid- ina sluppu ferðafólkini frá týsdegnum so avstað. Stridir móti mannarættindunum Annað av ferðafólkunum vísir á, at hetta, at tey ikki fingu at eta 10 tímar, stríðir í móti mannarætt inda-yvirlýsingini hjá ST — Og hvat var hent um onkur sjúklingur — td. ein diabetikari, sum skal hava máltíðirnar til ásett- ar tíðir — var við hendan dagin? vísir annað av ferðafólkunum á. — Nei, tað var sum at renna pannuna móti einum múri. Hvat vit søgdu, fingu vit svarið »Vi kan ikke gøre noget, vi kan ikke gøre noget « — Okkara fatan er bara hon, at DANAIR skal tjena og tjena, og gremjir seg um allar ut reidslurnar. Eg skilju ikki, hví DANAIR ikki sleppur sær av við rættindini, soleiðis at onnur florfeløg, sum hava sagt seg hava áhuga, kunnu sleppa fram- at, sigur annað av ferða- fólkunum. Dara Sum dømi, visa ferða- folkini å, at å veg til Bergens fingu tey ein fyri- lestur frá flogskiparanum um, hvussu nógv brenni- evni flogfarið brúkiti, hvussu dýrt hetta var og hvussu nógv hetta kostaði flogfelagnum. Men einki im bilettprisin, siga ferða- varð sagt fólkini at enda. Sandoyar Javnaðarfelag Annar uppstillingarfundur til løg- tingsvalið í ungmannafelagshúsinum á Sandi sunnudagin 5/10 kl. 16,00. Nevndin Viðvíkjandi Dagpeningaskipanini Sambært grein 10, 3 stk. í dagpening- alógini er dagpeningurin frá 1. okto- ber 1980 í mesta lagi kr. 1.380,00 um vikuna. Almannastovan