mikudagur 8. oktober 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Nógvar orsøkir at velja
Javnaðarflokkin
TAÐ VÓRU GÓÐ tíðindi at frætta um
úrslitið av Vesturtýska valinum, tá
greitt var, at vesturtýski veljarin
hevði givið javnaðarstjórnini eina
dygga álitisváttan, og samstundis
givið borgarligu andstøduni ein so
dyggiligan frammaná, sum tei íkki
hava fingið síðani beint eftir seinra
heimsbardaga.
OG HVAT SIGUR hetta so okkum.
Hví velur vesturtýskarin javnaðar-
menn at stýra landi sínum. Júst av
somu orsøk, sum í ødrum framkomn-
um demokratiskum londum. Taka vit
Norðurlond, so eru tey eitt talandi
dømi um skilagóða
samfelagsstýring, har demokratiið er
sett í hásæti. Í hesum londum hava
vit talu- skrivi- trúar og samkomu-
frælsið. Í hesum londum hava vit góð
og rættvís samfelagsviðurskifti.
Í STYTRI tíðarskeiðum hava borgar-
ligir flokkar roynt seg á stjórnar-
pallinum, men skjótt hevur aftur
verið boð eftir javnaðarmonnum, tí
tað hevur víst seg. og tað ikki bert
hevur verið í Føroyum, at torført
hevur verið at skipa stjórn uttanum
Javnaðarflokkin.
EITT ANNAÐ EYÐKENNI er eisini í
teimum londum, har javnadarflokkur-
in er sterkur. Har er ein kommunista-
flokkur altíð veikur. Samanberð við
t.d. Vesturtýskland nú
kommunistarnir als ikki blivu umboð-
aðir í nýggja samveldistinginum.
EISINI HETTA ER galdandi í
Føroyum. Hví reikaðu okkara heim-
ligu kommunistar undan seinasta vali
oyggj úr oyggj — bygd úr bygd, og
mæltu fólki frá at velja Javnaðar-
flokkin? Just tí teir vistu, at um Javn-
aðarflokkurin kom sterkur til ræði,
var eingin gróðrarbotnur fyri teimum.
Teir mæltu ongum frå at velja t.d.
Fólkaflokkurin ella Sambandsflokk-
in av teirri einføldu orsøk, at fingu vit
aftur eitt borgarligt stýri í Føroyum,
sum vit høvdu tað í fimtiårunum, sóu
teir sín stóra møguleika.
SOSIALURIN
Dupultmoralur
Eg hoyri ikki til tey, ið hava
ráð at fara út at ferðast. Men
ein dagin í summar slapp eg
inn á dekkið á Smyrli at
vinka farvæl. Tá mundi eg
fingið sjokk, tí har á dekkin-
um, við tvisti upp úr reyva-
lummanum, rokaðist Johann-
es M. Olsen løgtingsmadur,
og forvitin sum eg eri, fekk eg
at vita, at hann sigldi har
sum maskinmeistari
Kann hetta vera tann sami
J. M. Olsen, sum arbeiddi við
hond og fót í móti at Smyril
skuldi koma til landið, sum
var við at fella >lassamáliðÉ
sum arbeiddi móti at vit
fingu Teistan
Nu smyrlasiglingin aftur
skuldi fyri,
honum tí sera væl at biða seg
frí frå tinginum
Tad hevði verið eitt sindur
keðiligt at farið niðan í tingið
og atkvett í móti smyrlasigl-
passaði tað
ing, og síðan farið umborð
aftur, vundið motorin í
gongd, og siglt víðari.
Hetta má vera dupultmor
ur við lit, men óivað sam-
stundis góður sambandsmor
alur
Glámur
Frá armóð til vælferð
Aðrenn javnaðarflokkurin
kom upp í føroyskan politikk,
lógu sambandsmenn og sjálv-
stýrismenn og klandraðust
akkurát sum óvitar um tann
tjóðskaparliga spurningin.
Men so kom javnaðarflokk-
urin inn á ting í 1928 og segði
við smábernini: Nú mugu tit
uppfera tykkum sum vaksin
fólk! Men tá spann illsinni
uppaftur meira í teimum, og
teir lovaðu hevnd yvir javn-
aðarmenn, og rakstrarróp og
ókvæmisorð vórðu slongd
eftir okkara partamonnum.
Men, sum tit
nyttaði tað lítið !
Tað, sum lá mær at hjarta,
var at siga nakað um tað
mótsteðu, sum ell uppskotini
hjá javnaðarflokkinum
mettu á tingi í 1930-unum
Fyrst sosiallóggávan. Tá
javnaðarmenn legdu hetta
uppskot fram á ting, segdu
okkara andstødumenn, at
hendan lóg vildi ryggbróta
allar førovingar, og at vit
síggja, so
høvdu ikki ráð at gjalda hesa
lóggávu.
Nei, sannleikin var, at tey
gomlu, og onnur, sum ongan
góðan áttu, skuldu ofrast á
altarinum til frama fyri merg-
súgvararnar — kapitalistarn-
ar — reiðaran, keypmannin,
arbeiðstakaran og aðrar
Tað vóru hesir, sum áttu
fyrsta prioritet til pengarnar
Hvat teimum viðvíktu. sum
livdu á skuggasíðu lívsins,
gjørdist lítið annað enn at
halda munn, tí so kundi tað
sama hent, sum hendir
teimum lægstlentu í Uganda,
Chile, Suðurafrika, Amerika,
tuslandi og aðrastaðni í
teimum kommunistiskt og
fasistiskt styrdu londunum !
Í 1938 kom fyrsta uppskotið
um minstulen fram á ting-
borð. Sjálvandi frá javnaðað-
flokkinum !
Í 1940-unum legði sami
flokkur til brots fyri forskots
rindan og prísviðbót, men alt
teir antisosialistiksu spírarn-
ir royndu at fella hesi sosial-
stisku uppskot, so meðkað-
ust teir og góvu skarvin yvir
I 1948 skipaðu javnaðar
sambandsmenn og
sjálvstýrismenn samgongu,
men hendan samgongan sat
bert í tvey ár. Og hví, jú tí tað
kom til skarpskeringar mill-
um javnaðar- og sambands-
menn, tí sambandsmenn vóru
heilt ómeguligir at arbeiða
saman við, og tí er tað einki
annað enn mjørkatos, tå
hesir siga, at teir altíð hava
havt so gott samstarv við
okkara flokk.
Saman við tjóðveldisflokk
inum, undir leiðslu av táver
andi fiskimannafelags-
formanninum Erlendi Paturs-
son, vóru sambandsmenn við
at gera svikagerðir móti fólk-
inum og fiskimanninum —
teir avtóku landshandilin og
teir syrgdu fyri, at minstalen-
in minkaði !
So roynast álitismenn !
Feroya fólk, her síggja tit
muruna í afturhaldinum.
Slíkar gerðir samsvara við
menn,
———————— ——————%——
allan borgarligan politikk
Tað seinasta nýggja er. at
teir borgarligu fara at leggja
alt stilt — eitt nú Smyril, sum
skal takast úr uttanlandssigl-
ingini, tá sambands- og fólka-
floksmenn koma til, sum teir
ætla. Ferðasambandið skal
leggjast lamið, fiskiflotin
skal seljast av landinum.
Stutt sagt verður stødan
akkurát hin sama sum í tíðar
skeiðinum 1950 —58.
Í allar dagar er lagt eftir
javnaðarflokkinum frá øllum
síðum, men tað er hann, sum
hevur skapt treytirnar fyri tí
vinnuliga og sosiala
framburðinum, sum hevur
verið i Førovum hesi seinastu
20 árini. Tað er javnaðar
flokkurin, sum hevur skapt
fortreytirnar fyri vælferðar
samfelagnum.
Veljarar, gerið javnaðar
flokkin enn sterkari tann 8
november
SOSIALISTUR
Til Paula Ellefsen og Uffe Elleman Jensen:
Tað er ein last at læra
onnur út frá síni óvitan
Ovitan er ikki altíð ein last,
men so tá man ætlar at læra
onnur út frá síni óvitan við
tápuligum nonsens, og tá
man harafturat kallar seg
fyri ein åbyrgdar-politikkara,
er tað ikki bert ein last, men
pínligt. Bæði fyri persónin
sjálvan, og harafturat er tað
ein miskredittur til teir
gomlu veljararnar !
Umreddi persónur
avdúkaði seg við at saman-
bera seg sjálvan og tað, hann
umboðar, við teir polsku
arbeiðararnar og tað, teir
stríðast fyri. Sjálvur rokni eg
við, at polsku arbeiðararnir
frábiðja sær hesar
»samhuga«-kvødurnar. Póll-
and er eitt sentraliserað, sosi-
alistiskt samfelag og tað vil
siga eina koordinerað, dikta
torisk organisatións-stýring
av samfelagshjólunum I
hesum kann umrøddi persón-
ur sammeta við seg sjálvan
tey fáu við teimum mongu
miðlunum
Tað, sum teir feroysku
sosialistarnir vilja, er júst tað
sama sum teir polsku arbeið-
ararnir — nevnliga at desen-
tralisera og at geva teimum,
sum bera byrðarnar. åvirkan,
ábyrgd og vinning
Meg minnist, at eg longu
sum barn lærdi um ta
politisku ringrásina, har teir
konservativu og kommunist-
isku einaræðisharrarnir
stóðu lið um lið. Her kundi
kanska ein »litil« Óli Breck
mann verið potaður inn í
millum. Já, her er skútan
bundin at ein óhjálpiligari
kós á gyrokumpassini !
Ein annar av somu skuffu
sum áður umreddi persónur
er Uffe Elleman Jensen, sum
fyri stuttum skrivaði ein
kronikk í Jyllandsposten, og
sum Dimmalætting klipti út
og setti í. Hesin kronikkurin
var ikki einum »åbyrgdar«-
politikkara til heiðurs.
Harra Uffe Elleman Jensen
hevur annaðhvert ikki tímað
at gjert seg kunnugan við tey
veruligu viðurskiftini, ella
hevur keldan (sum man av
royndum ofta hevur
ásannað) givið skeivar upp-
lýsingar um Smyril.
Fyri tað fyrsta, so hevur
Smyril ongatíð itið Mikkel
Mols og harafturat hevur
hann ikki kastað minni og
minni av sær, men tvertur í
móti meira og meira !
Ja, tað man hava argað og
harmað Uffe Elleman Jensen,
at tann seinasta búskapar-
liga frágreiðingin frá OECD
gevur teimum sosialdemo-
kratisku, búskaparligu
krepputiltøkunum æruna fyri
eini betran av tí danska tjóð-
arbúskapinum. Og hetta eftir
at borgarligu »bjargingar-
royndirnar« fyrst í sjeytiát
unum, men tað er vandamik-
ið at brúka boomerang, tá
man ikki dugir at brúka hana.
Vit vita, hvat Uffe Elleman
Jensen hevur í ætlan og vit
lata okkum ikki imponerað.
Honum tervar bæði format
og úrslit at kunna leggja
fram — altso á »pluss-siåuni«.
Nú tá trúlovingin hjá Vinstra
við teir konservativu, varð
tikin til endurskoðan, og man
ætlar at friggja til sosial-
demokratarnar, hevur Uffe
Elleman Jensen trupulleikar
við at finna út av, hverjum
hann skal venda bakið. Tí
brúkar hann ósjálvbodnu
»tonki«-pausuna til at blanda
seg í eina duet saman við
Paula Ellefsen í Dimmu. Men
tað skal man helst ikki gera,
tå man syngur falskt ! !!
Sjófari
Akurskriftin hjá Paula E.
Orða- og lygusmiðjur hjá
Sambandsflokkinum Pauli
El
jefsen, er nú aftur av álv
ara farin til verka. Hesaferð
kom tað líkasum óvæntað á
harn, at skula framleiða
ættisoppalesnad, nú val varð
skrivað út í úrtíð. Ráðini eru
eittans: at grípa langt
umskuna og sum
ein ávísur maður fyri hálvari
eld síðani dúgliga endurtaka
sínar egnu lygisegur. Hesin
seinni var tó bara so reiðilig-
ur, at hann boðaði frá, at
»metodan« var: áhaldandi
endurteka av lygnini. Tí kann
hesin sambandsmadur av
rettum kallast ein profession
r, organiseraður lygnari
ellu
Hann fær ju løn fyri sin
»politikk«
Hesaferð er programmið ella
uppskriftin: at sáða lygn og
ræðslu niður í fólkið um, at
javnaðarflokkurin skal gera
Feroyar til eitt sosialistiskt
ella kommunistiskt samfelag
(jfr. Ovggjatidindi nr. 68). Tá
Pauli sigur »ella«, ja so
meinar hann at sos. = kom.
Enn hevur hesin klóki — men
tó býtti maðurin ikki skilt, at
javnaðarflokkurin er ein sosi-
aldemokratiskur flokkur, ja
eins og flokkurin hjá Willy
Brandt, og ikki en sosialist
iskur flokkur
Í »Dimmu« nr. 111 skrivar
RA
A
TT Em