Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LOGTINGSVALIÐ | Í NS 80 - + i N ' JAVNADARFLOKKURIN Mann og mann imillum verður tosað um, at hatta var eitt lítið mál at fara til val uppá, ein ferðaætlan. Fyri Javnaðarflokkin var hetta meira enn ein ferðaætlan, tað vistu hinir báðir stjórnarflokkarnir eisini. Tá ið Smyril varð keypt- ur var tað til at flyta ferða- fólk, bilar og frakt innan- oyggja og millum Føroyar og utheimin. Tað vísti seg skjótt, at hetta kom ikki at bera til í longdini, tí varð tosað m at keypa annað betri hósk- andi skip til uttanlands- sigling, sum var størri enn Smyril, og varð útvegað tilboð uppá eitt sera gott skip til bíligan prís. Hetta vildi fólkaflokkurin íkki vera við til. Ti fall hetta keyp niðurfyri; tá kom tann fyrsta stjórnarkrepp- an So bleiv nýggj semja gjørd, hon innibar, at ann- að skip skuldi útvegast, og bleiv tað Teistin. Hetta í stjórnarkreppu var ikki nekur góð loysn. Tað skal beinan vegin vera sagt, at tá ið eg gekk við til at keypa Teistan, so var tað við ti endamáli, at hann skuldi sigla, tað var eisini sagt tá beinan veg- in, og ikki sum fólkaflokk urin seinri kom til, at ann- að skipið skuldi liggja við teym tann stærra partin av árinum. Í summar hevur Smyril siglt Feroyar—útheimin burturav. Hetta hevur vist seg at gingið sera væl, hann hevur havt stórt yvirskot, men eisini er tað sligið fast, at skipið er nógv ov lítið. Um vit hevdu havt Lassa II i summar, so meta teir á Strandferðsluni, at yvir- skotið hevði verið dupult so stórt. Tá ið vetrarsiglingin skuldi byrja, reisti fólka flokkurin seg upp á bak- beinini og segði, at so skuldi ikki vera, hann skuldi leggjast fyri teym, ja teir kundu til neyð SOSIALURIN ganga við, at hann ikki sigldi uppa Feroyar Hetta kundu vit ikki góð- taka, tí tá ið hann skuldi skifta manning bleiv tað ógviliga dýrt at flyta fólk- ið ímillum. Hendan sigling, sum Smyril nú fer í, verður ein roynd, men hon er væl til- rættalegd. Teir, ið stíla fyri á Strandferðsluni, eru skila- menn, vit hava fult álit á teimum, og vit hava eisini fult álit á teimum, ið sigla við skipinum. Tað hevur altíð vist seg at føroyingar eru kappingarferir á sjó- num, og eg ivist ikki í, at teir eisini verða tað í hesi sigling, bara teir fáa tey rettu skipini at sigla við. Javnaðarflokkurin held- ur at her er ein stórur meguleiki, sum vit eiga at byggja víðari uppá, soleið- is, at vit um stutta tiå hava fleiri stór skip í inter- nationalari sigling, ein nýggjur vinnuvegur, sum vit so harðliga hava brúk fyri. Tað, sum fólkaflokkurin mest kærir seg um, er, at hetta verður ein kapping við tey verandi skipafeløg- ini. Her hava vit gjert teim- um greitt, at vit eru til reiðar at gera eitt partafel- ag, hvar tað almenna eig- ur 50% og privatu 50%. Henda sigling, sum her er talan um er byrjað av tí al- menna og er hetta fult í tráð við stevnu floksins, at har, ið einki privat fyri- takssemi er, har eigur tað almenna at taka initiativ- ið. Tað er ein royndur lutur tá nakað nýtt verður roynt, er afturhaldið kom- pakt ímóti, og soleiðis eis- ini hesaferð, men vit í Javnaðarflokkinum vilja blíva við framhaldandi at útbyggja okkara vinnuliv, ikki bert á sjónum men eisini á landi. Poul J. Olsen Mugu minka um hallið á gjaldsjavnanum Í longri tíð hevur hallið á føroyska gjaldsjavnanum verið nógv umrett í blød- unum. Í hesum sambandi eiga vit at hava í huga, at gjaldsjavnhall er ein hin størsti trupulleikin hjá okkara kreppuraktu grannalongum, men samstundis megu vit gera vart við, at eitt gjalds- javnahall í sjálvur sær ikki er nakar vandi fyri samfelagsbúskapin, so leingi hetta hall kann fíggjast. Ein vandi er tó við einum gjaldsjavna- halli, og tað er, at um hallið framhaldandi veksur og onki verður gjert fyri at tálma hesum vekstri, kunnu teir út- lendsku lángevararnir fara at seta treytir fyri framhaldandi lángeving. Í slíkum føri kunnu landsins politisku myndugleikar missa meguleikan fyri at reka sjalvstoðugan búskapar politikk. Hjá Feroyum hevur gjaldsjavnin verið ógvuliga svingandi. Í 1976 var hann negativur 1977 pos tivur og 1 1978 aftur negativur. Í til undanfarin ár lángevandi londini framvegis hava álit á okkum, mega vit longu nú seta tiltok verk, sum kunnu minka um hallið á gjaldsjavnanum. Feroyar eru eitt land við stórum uttanríkishandli Nógv tann stersti parturin av framleiðslu- orkuni verður lagdur í at framleiða verur til útflut- nings. Hetta ferir við sær, at vit innflyta at kalla alt tað, vit nýta. Spurningur- in er tí, hvussu vit, við tí búskaparliga mynstri vit hava, kunnu minka um hallið á gjaldsjavnanum Javnaðarflokkurin metir, at í hevuðsheitinum eru meguleikarnir tveir: 1 Við at ekja um virðið av okkara útflutningi. Hetta kann verða gjert við at tilvirka ávís fiska- sløg meira, sum i dag frar ótilvirkað av landinum, og 4 1 her hugsa vit serstakiiga um upsa og kongafisk ) 2. At minka um innflut- ningin. Hetta kann verða gjørt vid, at avmarka innflutningin av óneyðug- um og luxuskendum vørum. Hin møguleikin fyri at minka um hallid å gjalds- javnum er, at vit sjålvir fara undir at framleida fleiri av teimum verum, sum vit í dag innflyta. Tað er greitt, at meguleikarnir til tess at beta um gjalds- javnan við ektari innlendis framleiðslu eru avmarkaðir men teir meguleikar vit hava, eiga vit at troyta til fulnar. Av teimum verum og veru- bólkum, sum í dag tyngja gjaldsjavnan rættuliga munandi, vilja vit serstak- liga vísa á triggjar bólkar, sum vit sjálvir kunnu framleiða her heima. Vit hugsa um matvørur, klædnavørur og um sethus og innbúgv. Javnaðarflokkurin vil mæla til, at tað almenna planleggur landbunadin, Vit 1 nog og stuðlar soleiðis at sterri mun framleiða mjólk, kjøt, grønmeti og aðrar búnað- arverur, og at tað almenna eisini planleggur og studl- ar aðra matverufram- leiðslu. Tað almenna mi eisini planleggja og stuðla idnadarvirkjum, sum framleiða klædnaverur, sethús og innbúgv Vísandi til, at skipakeyp og skipabygging uttanlanda í rættuliga stóran mun hava ávirkað gjaldsjavnan, vil javnað- arflokkurin leggja herðslu á, at planleggingin av okk- ara framtíðar fiskiveiðu- flota og umleggingin til meira rationell og rantabul fiskiskip, verður lagað so, at henda sam- stundis kann tryggja fer- oysku skipasmiðjunum sáttmálar fleiri ár fram í tíðina. Vid skilagóðari planlegging og stýring letur tað seg gera at strekkja eina endurnýgg- ing yvir eitt longri áramál, soleiðis at vit sleppa undan at gera byggisátt- málar uttanlands. J. Lindenskov