Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 1980síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| 0 ER ER sn g : F Eee SOSIALURIN Ikki sæð ljótari bil — Eg havi ongantíð sæð ein bil, sum er so illa farin. Hetta segði vakthavandi á politi- steðini í Rúnavík um ein nýggjan persónbil, sum fór niðanav vegnum við Brúnar- enda við Fuglafjerð. Óhappið hendi um fýra-tíðina sunnumorg- unin, men bleiv ikki meldað fyrr enn 12 tímar seinni. Ongin fólkaskaði hendi, men bilurin fór í smæsta smildur, sigur politiið. 40 daga fongsul fyri at leypa á politiið 40 daga fongsul. Hetta hava tveir feðgar í Saltan- gará fingið fyri at leypa á tveir politistar. Faðirin fekk óbetingaðan dóm, men sonurin fekk beting- aðan dóm, tí hann var 17 ára gamal, tå hendingin fór fram. Umframt fongs- ulsrevsingina fekk sonurin eisini eina bót uppá 1000 kr Hendingin fór fram í túninum heima hjá feðgunum.Politiið vildi sleppa at kanna eitt prutl, sum sonurin koyrdi á, men bleiv álopið av feðgunum. Tveir politistar blivu slignir, tann eini m.a. í ryggin við einari jarn- stong. Feðgarnir, sum eru ávikavist 52 og 18 ár. blivu seinni ákærdir fyri harðskap móti tænastu- monnum í arbeiði og eru nú dømdir fyri hetta. BYARBÓKASAVNIÐ Filmir um kvinnur og kor teirra Mikukvøldid tann 15. oktober kl. 20,10 verða hesir filmir vístir á Býar- bókasavninum: Allah være lovet — det blev en dreng Om kvindeliv í Mangaland. Kvinder í Afganistan. Filmirnir eru um viðurskiftini hjá mus- limskum kvinnum. Ókeypis atgongd. Býarbókasavnið Niels Finsensgøta 7 3800 Térshavn Ein tøkk til Argja bygdaråd 25. september var reisu- gildi i Argjum. Skúlaheimið, sum skal brúkast at hýsa børnum, avbygdabørnum, sum ganga á skúlanum á Treðni, er komið undir land. Tað kemur at liggja í avbera vekrum landslag og alt talar fyri, at skúla- heimið fær best hugsandi umsteður. Staturin figgjar hesa bygging við 75% og landskassin við 25%. Tá málið um bygging av verkstaði til VÓN og einum skúlaheimi var í umbúna, varð hildið, at hesir stovnar skuldu liggja í Havn. Men tað gekk ikki bara illa, tað var vónleyst at koma ígjegnum, tí einki grund- eki fekst. Tað var her, at Argja kommuna bjargaði hesum stovnum, kundu vísa á Seinasti uppstillingarfundurin Annar og seinasti uppstillingarfundurin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag til býráðsvalið verður hóskveldið kl. 19,30 í METTUSTOVU Nevnd Suðurstreymoyar Javnaðarfelags hóskiligt byggilendi og jåttadi byggiloyvi. Vit stóðu fyri ti at missa peningajáttanina, um byggingin ikki varð framd tá. Statsmyndugleikarnir skiltu ikki, hví tað gekst 30 illa at fáa byggilendi. Formanninum í bygda- ráðnum á Argjum, Carl Erik Mortensen, veiti eg tekk fyri stórt beinasemi, tá eg ringdi hann upp úr Tinganesi morgunin eftir, at málið um byggiloyvi í Havn varð felt. >Ég skal gera, hvat eg kann, vit skulu hjálpa tykkum“, svaraði Carl Erik, og lyftið heit. Tað var skjótt allir formalitetir vórðu greiddir. Nu ér skúlaheimið komið undir tak, og verk- stadurin VON er eitt gott arbeiðspláss á Argjum. J. Lindenskov Tit ringja — vit skriva Síða 5 Ringið telefon 118 20 ella 147 20 FM í svimjing — ikki eitt orð i Utvarpinum! Eitt vikuskifti herfyri var Føroyameistara- kappingin í svimjing hildin í Klaksvík. Kunn- gerðir vóru í Utvarpin- um um kappingina og sunnukveldið setti tú teg spentur at hoyra úrslitini. Kappingin var kunngjerd i Utvarpinum, so teir hava vitað av henni. Men, har kom ikki eitt orð — ikki eitt úrslit. So var at seta seg aftur mánadagin og vóna. Men har kom heidur onki. Hetta vóru hóast alt 55 kappingar. og ikki eitt orð um tær í Utvarpinum. Ein, ið hevur áhuga fyri ðrum ítrótti enn fót- bótti. Jógvan Arge í Utvarp- inum sigur, at tað er ein avtala millum [SF og Utvarpid, at ISF åleggur øllum ítróttar- feløgum at lata Ut varpinum úrslit av kappingum. Hetta skal tað felag, sum skipar fyri kappingini, gera. Orsekin til, at úrslit- ini frá FM í svimjing ikki eru komin í Ut- varpið, er helst hon, at felagið, sum skipaði fyri kappingini, ikki hevur latið Utvarp- inum tey Spurdur um, hvussu hendan avtalan millum ISF g > Utvarpid annars virkar, sigur Jógvan Arge, at hon yvirhevur virkar væl. Men tað er svíkur viðhvert. Sleppa heimkomnir útisetar at velja? Í blaðnum leygardagin høvdu tit okkurt um valrætt og valbæri, sum onkur hevði spurt um. Men eg saknaði nakað í svarinum. Og tað var um valrætt og valbæri hjá fólki, sum flytur til landið stutt fyri vaiið. Hevur td. ein, sum kemur til Føroya sjålvan valdagin valrætt eins og onnur? Og sleppa danir at velja í Féroyum? Útiseti Valevnislistarnir skulu vera formanninum í avvarðandi legtings- valnevnd í hendi í sein- asta lagi kl. 18,00 tríggjar vikur framm- anundan valdegnum. Tann, ið flytur til Feroya eftir, at henda freist er farin, hevur Í sostatt ongan | meguleika at sleppa å nakran lista Viðvíkjandi valrætt »r freistin nakað num um styttri, ella 7 dagar frammanundan val- degnum sambært grein 8 stk. 2 i legtingslógini um val til Føroya løgting: »Striking av vallista ella upptøka å tilflyt- aralista kann tó ikki fara fram minni enn 7 dagar áðrenn valið=É. Tann, ið ikki stendur á vallista, sleppur ikki at velja. Vallistarnir verða ikki broyttir seinastu vikuna fyri valið, so tann, sum í hesi vikuni flytur til Feroya, sleppur sostatt ikki at velja. Hetta ber eisini í sær, at flytur ein úr einari kommunu í aðra í júst hesu vikuni, so skal ein velja í teirri kommununi, hann flutti ur. Har stendur hann å vallist anum. | Allir = ríkisborgarar F t.v.s. eisini danir og grønlendingar hava valrætt og valbæri førovum. Teir skulu ert lúka somu tre sum ørovingar