mikudagur 15. oktober 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Fornermaður
í andstøðu
ODDAGREININ í Sosialinum herfyri, sum bar
heitið sjålvrannsakan, hevur ivaleysi rakt for-
mann Sambandsfloksins ógvuliga meint. Og
tað er ikki legið. Vit loyvdu okkum at sláa
fast, at einasta bragd hansara i føroyskum
politikki hevur verið at megna at hildið lands-
ins stórsta flokk — Sambandsflokkin —
uttan fyri alla politiska ávirkan, síðani hann
gjørdist formaður.
Í GREIN SÍNI í Dimmalætting seinasta leyg-
ardag gevur hann okkum sjálvandi rætt í
hesum, men orsøkina til, at eingin kann
samarbeiða við Sambandsflokkin, skilur
hann ikki enn. Í staðin fyri at lýða á góðu ráð-
ini frá okkum um sjálvrannsakan, letur hann
seg søkka enn longur niður í dýkið har hann
av øllum alvi roynir at spræna gor og gall
eftir teimum flokkum, sum seinastu seks
árini hava myndað landsins stýri.
SAMBÆRT POLITISKA úrmælingin Paula
Ellefsen hevur núverandi formaður Javnað-
arfloksins á sinni trokað seg fram at
formanssessinum. Í Fólkaflokkinum er fyrr-
verandi formaður kveistraður til viks og um
Tjóðveldisflokkin sigur hann at teir frá ting-
sins reðarapalli rópa ræðuskítar eftir
hverjum ødrum. Meðan menn í Sambands-
flokkinum altíð hava verið samdir.
FYRST ER at siga, at sjálvandi stinga
ósemjur seg upp innan allar politiskar
flokkar um loyvt er limum at hava eina sjálv-
støduga hugsan. (Soleiðis er ikki í Sambands-
flokkinum samb. P. E.) At Sambandsmenn
ongantíð eru ósamdir um sín egna politikk er
ikki so legið. Har er eingin politikkur og tí
ikki grundarlag fyri nakrari ósemju.
MEÐAN SAMBANDSFLOKKURIN frá teirri
tíðini hann var í neyvum samstarvi við m.a.
Javnaðarflokkin vanliga var roknaður sum
ábyrgdaflokkur og oddamenn flokksins fyri
hampamenn, er nógv broytt síðani núverandi
formaður tók ræði í flokkinum. Ásannast
skal at Sambandsflokkurin er vorðin størri
og tað møguliga formanninum at takka, men
at hann ikki veit hvat hann skal nýta sínar
atkvødur til, er so sanniliga eisini at takka
núverandi formanni floksins fyri.
OG HVOR HEVUR so skuldina harra Pauli
Ellefsen ? Hinir!?
MEDAN SAMGONGUFLOKKAR eftir bestu
sannføring hava roynt at styrt okkum burtur-
år øllum teim vandamålum sum hava leika å,
hevur formaður Sambandsfloksins sitid
fornermadur inn å seg sjålvan, i andstødu.
Hann skilti ongantíð — og hevur ikki skilt tað
enn — at tað krevst annað og meir í
føroyskum politikki enn at duga nóg nógv
ókvæmisorð, bera fram slatur og sleyg um
aðrar ella hava spískar albógvar. Fyrst av
øllum krevst av sambandsformanninum ein
gjøllug revision av sær sjålvum
SOSIALURIN
Hvar er tann alternativi politikk-
urin, Pauli Ellefsen???
Lika sidani tad frættist
um nyval hevur ein frå
mongum síðum hoyrt um
ferda politikkin hjá
teimum flokkum, sum
myndað hava landsins
stýri seinastu seks árini.
Í Dimmalætting hava
vit bert hoyrt um mistek
landsstýrisflokkana og
serliga Atla Dams, sim í
sama blaði er vorðin rótin
til alt ilt her á landi.
Men tað er eitt, sum vit
enn mugu eftirlýsa. Og
tað er, hver tann politikk-
ur er, sum sambandsflokk-
urin við Paula Ellefsen vil
seta í staðin? Er hann
sama hvervisjónin,
hann í orðaríku greinum
setir seg til talsmann fyri ?
Herfyri hevði Sosialurin
eina sera beinrakna odda-
grein, sum heitti á Paula
Ellefsen um at rannsaka
seg sjálvan. Hetta vóru
góð ráð, sum sambands-
formaðurin átti at tikið
sum
sær til eftirtektar. Men
ein, sum er so glaður fyri
seg sjálvan, og ikki dugir
at síggja nakað gott í
aðrum, tekur heldur ikki
ímóti góðum ráðum.
Hver er nú hesin alter
nativi politikkurin hiá
sambandinum? Higartil
hevur eingin fingið tað at
vita. Vit hava lisið
greinum Paulasar at hetta
er skilagóður politikkur
Hetta er greiður politikk-
ur. Sambandsflokkurin
hevur hug og hegni til
samarbeiði. Um hvat?
Hver er hesin politikkur?
Er hetta eitt loyndarmål?
Eingin hevur enn fingið
nakað sum helst at vita,
hver hesin politikkur er
Nei. Ein og hver feroy-
ingur, sum fer til valborð-
ið 8. november má gera
sær púra greitt, at tað at
velja sambandið er at fara
heilt aftur í miðeldina. Vit
mugu duga at síggja allan
tann framburð, sum farin
er fram í samfelagnum
hesi seks árini, vit hava
havt eitt landsstýrið, sum
hevur kunnað tikið
avgerðir fyri land og fólk
og sum vit hava haft álit
Vit
hava fingið eina
frálíka dagpeningaskipan.
Umsitingin av
skúlamálum, postverkið
og evnaveikaforsorgin eru
komin í okkara hendur.
Her eru mál, sum gleða
okkum øll, og harafturat
hevur okkara landsstýrið
kunna skapað arbeiði til
allar hendur. Tað er
nakað, sum merkist hvenn
einasta dag. Er hetta tað,
Pauli kallar
hvervisjónir ???
Spyr fólk hvat tey siga
til hetta. Er hetta ikki
nakað sum alt fólkið
fegnast um? Grannalond
okkara liggja ell í stórum
arbeiðsloysi. Vit hava enn
verið hetta
takkað verið
hepnari stýring.
Men vit, sum eru komin
nakað til árs, kenna
sambandið. Vit vita, hvat
teirra politikkur var fyrst
í hesi eld og langt upp í
árini. Her á landi skuldi
eingin framburður vera.
Og tað er júst hetta, sum
núverandi formaður sam-
bandsflokksins ger seg til
talsmann fyri. Júst, sum
ein av oddamonnum sam-
bandsflokksins á sinni
skrivaði niður til donsku
fyriuttan,
einari
stjórnina um eitt vega-
strekkið = sum skuldi
gerast í eini feroyskari
bygd: >Færingernes fod er
af en sádan beskaffenhed,
at den er bedre egnet til at
gá på ujævn terræn«.
Ju, sanniliga er sam-
bandspolitikkurin litid
broyttur!
e. k.
»Hvussu nogv kostar Oli Breck-
man skattaborgarunum«?
Herfyri skrivadi Oli
Breckmann i
Dagblaðnum, at hvert
starvspláss á Strand-
ferðsluni kostaði tí al-
menna 100.000 kr. um
árið. 14 dagar seinri hækk-
aði hann hetta tal til
150.000 kr.
Kann Oli Breckmann
ikki eisini siga lesarunum
hjá Dagblaðnum, hvussu
nógv hvert starvspláss á
studentaskúlanum og HF-
skeiðunum kosta skatta-
borgaranum, og kanska
hvussn nógv hann sjálvur
kostar tí almena í lærara-
løn, løgtingsløn og nevnd-
arløn v.m.
Forvitin
Wurmbrand og Utvarp Føroya
1
annar let
eisini eg upp tyri útvarp-
inum mánakveldið at
hoyra henda góða Wurm
brand. Væntaði at fáa eitt
kjak millum eitt
klandursamt tvertræ og
kvikar vitugar blaðmenn
Sendingin gjerdist eitt
vónbrot. Teir lótu bara
Wurmbrand prædika
Vevja fram
Sum mangur
livligt
aftur og
religiónini og sínum
blinda kommunistahatri
Prædika duga okkara
egnu prestar bæði meira
sidiliga og meira heviliga
Hví var t.d. ikki spurt,
hvaðani Wurmbrand fekk
pening til sínar bíbliur og
síni blød og ferðir víða um
lond. Ella um myndirnar í
Martyrernes Rest — ein
falsan, ið fullkomiliga
avdúkaði mannin
Ella Sakarav
hovringina á Christians
borg
Keypmannahavn
ov barnsliga hugsveimin.
Wurmbrand tvíheldur
um at kristin verða
jagstraði í Soviett. Tað er
trúligt. Onkur er helst
komin tvert fyri lógina.
Men líka síðan Osvald
Videre vitjaði har eysturi
stutt eftir kriggið og
skrivaði = hugtikin um
gudstænasturnar í russis-
kum kirkjum, hava onnur
vitjandi tosað um
tað sama
síðani
Í Soviett, sum í so
mongum eðrum londum
eitt nú í Fraklandi er
kirkja eg statur skild at.
Og rætt er tað. eitt land
kann ikki hava eina
religión. Atrúnaður er ein
hægst persónligur spurn-
ingur Hvat kann
standast av, at religión og
politikkur verða vavd
saman, veit segan syrgilig
dømi um. Og í dag nýtast
vit ikki at fara heilt til
lrans — til Norðurlrlands
'r nóg langt.
Í Soviettsamveldinum
nogvar religiónir, og
sanst tú ikki trúgva
um #11 } I
m u neidur
t, Kanst tu lata
i lovvt í
tta er elsin
Har er trúar-
rørovum!.
frælsi, men eingin åtrun-
adur hevur fyrimunin, og
eingin trúarbólkur sleppur
at virka politiskt. Man tað
ikki vera her okkara góði
Ormabrandur er komin i
trunkusmelluna ! Hann
sýnist at trúgva at kongar
eru settir av Guds náði, at
teir stýrandi í Soviett og
Romania neyvan eru
samdir við hann.
At seyrga tey fátæku í
tilafturskomnum londum
er ikki bert vakurt og
rætt, tað er hart fyri neyð-
ini. Men er tað annað, tá
saman um kemur, enn
plástur oman á sár ið
verða við at støkka upp
aftur, tí orsekin til
neyðina í hesum londum
er jú kapitalisman
Her má arbeiðast frá
grundini av. Og tað er júst
endamálið hjá sosialism-
uni, at fáa fátækrademi
burtur.
Seint og tverligt
gongur, og eru orsøkirnar
mangar til hetta.
Ein er tann áhaldandi
mótpropagandain frá
múgvandi kapitalistisk-
um kreftum.
Og ein redd í hesu
propagandu — ein týdn-
ingarleys — vrakað av
sínum egnu sum ov
barnslig — kann tó nýtast
langt av leið millum óupp-
lýst fólk — er Wurmbrand.
Og útvarpsmenninir
mestsum snakkaðu
honum eftir munni.
Janus Kamban
sigið tykkara meining í
sosialinum !
skrivið
stutt og greitt!