Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN husateigurin v/ Bjarka Højgaard møbla- og innrættingarark. DMI I teimum fyrru pørtunum havi eg nevnt eitt sindur um, hvussu ið eitt sethus (ella ein íbúð) í dag verður bygt upp, hvat tilfar ið vanliga verður nýtt, og um onnur tekn- isk viðurskifti. Í hesum partinum og nakað framyvir skal eg koma inn í oki, ið hava eina meiri abstrakta ávirkan á, hvussu ið umhvørvid verður í einum sethúsi ella eini íbúð at liva undir. Her hugsi eg fyrst og fremst um innrættanina av sethúsunum ella íbúðini, um fast og leyst innbugv og amboð, um ljós og lamp- ur, og um aðrar umsteður hesum vidvikj- andi. Hvussu var fyrr Tað er eyðsæð, at bæði tann fysiska ramman, sum er húsið ella íbúðin, og inn- rættanin av henni, hevur eina ávirkan á manna- kroppin á ein eila annan hátt. Í gomlum døgum búðu fólk ofta í køldum og fuktigum húsum, og við innbúgvi, sum tey skuldu nýta at arbeiða við, gera mat, hvíla seg í og sova í, ið oftani var ikki serliga væl hóskandi og viðhvert beinleiðis skaðiligt fyri heilsuna. Her hugsi eg um ov heg eila ov lág borð og stólar, ov stuttar og trong- ar sengur o.a., ið førdi til óneyðugt og ov skjótt slit upp á ymsar likamslutir, ið síðani góvu bæði gikt og onnum sliteyðkenni, oft- ani í einum ungum aldri. Kanningararbeiði Frá hesi áðurnevndu tíðini og til dagin í dag, er eitt stórt og umfatandi kann- ingararbeiði farið fram hesum spurningi viðvíkj- andi, samstundis sum ramman uttanum tað eink- ulta menniskja er vorðin munandi betri við støðugt turrari, líggjari, ljósari og reinari íbúðum og húsum. Kanningararbeiðið hevur sýnt, at góður innrætting- ur, gott innbúgv og amboð og rett nytsla av teimum bæði heima og á arbeiðs- plássinum, hevur stóra ávirkan á hvussu skjótt eila seint ið mannakropp- urin verður slitin. Arbeiðsrerslur Nógv úrslit av hesum kanningum eru givin út á prenti, og „Statens Hus- holdningsråd« t.d. hevur givið út ein bókling undir heitinum: »Arbejdsbe- vægelser«. Hesin bókling- ur sigur m.a,, at tå kropp- urin undir einum arbeiði verður åvirkadur meira enn hann tolir, er hetta oftani orsakað av eini skeivari arbeidsstødu — at man ikki hevur lært eila er varðugur við, hvussu man eigur at nýta kropp sín á ein rættan hátt undir einum arbeiði eila í eini hvilistødu, — at innbúgv og amboð í stødd og skapi ikki passa til persónin, — ella at umhvervið sum so frammanundan íkki er ílagi, so sum ov myrkt eila ov ljóst, ov turrt eila ov vátt, ov heitt eila ov kallt, eila uppaftur okkurt annað. Eitt fremmant orð nevn- ist »Ergonomi« og tað merkir læran um, at laga arbeiðspláss, amboð, maskinur og umhvervi til menniskjuni, eila sagt við nøkrum ødrum orðum — læran um hvat ið eitt menniskja tolir likamsliga og sålarliga. Kroppurin Uttan at koma alt ov nær inn å læknavisindina, kann eg lika nevna eitt sindur um „sjálvan kroppin og hverja ávirkan, ið nakrar ávísar rørslur og stødur hava å hann. Kroppurin er bygdur upp kring eina beinagrind, id telur okkurt um 200 lutir. Har hvør luturin nertur vid ein annan, er eitt lid, og tad eru lidini sum gera, at kroppurin kann rørast. Liðini eru ógvuliga við- brekin og tey slítast lætt, av tí at liðbróskið ógvuliga seint letur seg endur- nýggja aftur. Tað er gott fyri liðini, at tey dagliga, t.d. við fimleiki, fáa loyvi at strekkja seg heilt út. Men undir einum arbeiði hevur liðið tað best, um tað fær loyvi at virka í eini millumstødu, har ið tað tolir mest. Lidini eiga ikki at overvast tá ið tey eru í síni ytstu-stødu. Lyftur tú t.d. ein tungan lut upp frá gólvinum við boygdum ryggi, verða ryggjageisl- Síða 7 Arbeiðsrórslur arnir overvaðir og hetta kann td. føra til ein discosprolaps ella okkurt annað. Ep Veddarnir, ið eru festir til beinagrindina, hava til arbeiði at røra liðini, og man skilur í millum tvey sløg av veddaarbeiði: »dynamiskt« og »statiskt« arbeidi. T.d. eru allar rørslur dynamiskt arbeidi, medan eitt stat- iskt arbeiði er tað, tå id ein ella fleiri vøddar verða hildnir í eini åvisari stødu í longri tíð í senn, uttan at teir fáa loyvi at hvíla inn ímillum. Kroppurin er førur fyri at gera eitt ávíst dyna- miskt arbeiði í upp til fleiri tímar í senn, um tað bert fer fram á ein hóvligan og ikki ov skjótan og meðis- miklan hátt, sum t.d. tá id »dynamiskt« arbeiði vit renna okkum ein túr, ella leika okkurt bóltspæl. Eitt statiskt arbeiði har aftur ímóti, letur seg sjáld- an gera í eitt longri tíðar- skeið í senn. Td. um tú heldur á eini bók við strektum armi. Mødin vil tá skjótt merkjast í herðum og ormum, inntil tú íkki orkar at halda longur. Tey flestu arbeiði eru tó ein samanblanding millum statiskt og dynamiskt arbeiði. T.d. ein innkeyps- túrur við einum beriposa í hverjum armi, tá gera beinini eitt dynamiskt arbeiði, meðan armarnir gera eitt statiskt arbeiði. »statiskt« arbeiði Standandi støda Í standandi stødu skulu veddarnir halda kroppin í javnvág, og hetta er tí meiri krevjandi, enn tá ið man sítur eila liggur. | standandi stødu hevur tað stóran tydning, at man » Tað hevur eisini tydning, at man ikki stendur ov leingi í somu stæðu, men hvílir seg inn ímillum. Undirlagið, sum man stendur á, hevur eisini sin stóra týdning. Herð evni so sum grót, betong, kera- mik eru ikki so góð fyri stendur so upprættur sum møguligt og at man hvílir javnt á báðum beinum, annars verða ávís lið og veddar overvaði og hetta kann føra til pínu og slitskaðar sum frálíður meiri bleyt evni sum træ, linoleum, teppi og líkn- andi. Í næsta partinum skal eg koma inn á hvenn týdning alt hetta, eg havi nevnt, hevur í samband við um- hvervið í húsinum eila íbúðini. kroppin at standa á sum KUNNGERÐ Tað verður her gjørt kunnugt, at val fyri 4 ár av 13 limum til Tórshavnar býráð 5 limum til Tórshavnar skúlaráð fer fram mánadagin 1. december 1980. Tid og stað verður kunngjørt seinri. Vaievnislistar skulu verða formann- inum fyri valnevndini í hendi á býráðsskrivstovuni áðrenn ki. 12 á middegi mánadagin 10. november 1980. Vart verður gjørt við, at valevnis- listar bæði til býráðið og skúlaráðið kunnu hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av ivikavist býráðslimum og skúlaráðs- limum, ið skulu verða valdir. Eisini verður gjørt vart við, at er tað, tá val- evnislisti verður latin inn, greitt, at eitt valevni lýkur treytirnar fyri at sleppa undan vali, skal váttan frá av- varðandi valevni um at taka við vali fylgja við. Valevnislisti skal verða undirskriv- aður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og skal ein stillari flýggja inn listin saman við einum serligum lista yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi og bústaði. Tórshavn, 9. oktober 1980 Vainevnd Torshavnar býráðs