Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

JAVNAÐARFLOKKURIN Javnaðarlistin í Sandoy Sandoyar sýslu Javnadarfelag heuði seinasta upp- stillingarfund sín næstseinasta sunnudag. Val- evnini eru hesi Oddvør Johannesen úr Dali. Joen Adolf Jo- hannesen, Skopun. Tørålvur Mohr Olsen, Sandur og Axel Skoubo, Sandur. Javnadarlistin i Eysturoy Eysturoyar Javnadarfelag gjørdi valevnislistan til løgtingsvalid lidnan mikukvøldid. Stillad er upp inummarrød og er listin hesin: | Olavur Heinesen, skipari, Lorvík Oli Jacob Jacobsen, lærari, Fuglafirdi. Arne Veihe Joensen, politistur, Runavik. Eydun Johannesen, fiski- maður, Oyrabakki. Richard Johansen, lærari, Strendur. Hans Jacob í Pálsbyrgi, Eiði. Niclas Mikkelsen, maskinmeistari Gøtu. Jørgen Thomsen, løgtingsmadur, Gøtu. Carl Weihe, bók- haldari, Toftum. Javnadarlistin í Suðuroy Listin til logtingsvalið í Suðuroynni er liðugur Hann sær soleiðis út Hilmar Bech, lærari, Porkeri. Atli P. Dam. løgmadur, Tvøroyri. Andreas P. Jacobsen. lærari, Vágur. Karin Johansen, húsmóðir, Hovi. N. P Midjord, sjómaður, Sumba. Sverri Midjord, deild- arleiðari, Tvøroyri. J. P. Poulsen, arbeiðari, Sand- vík. Niclas P. Thomsen, arbeiðsform. Hvalba. CA [ff [ [ff [ [ff [ff [ [AAA É[É[ [ff [ff [ff ff [f[ Af Af ff ff AA ff Af [ff A Af AA [Af [ff f[f[f[fyfyfyf fy [ff SOSIALURIN Hvat er alternativið Tónin í føroyskum poli- tikki hevur altíð verið harður, og agitatiónin upp undir val hevur oftast verið ósaklig og bondsk. Hesin harðendi tóni stavar heilt frá klandurs- árinum 1906, tá sam- bandsflokkurin legði út við hesum tóna. Endamál- ið hjá sambandsflokkin- um tykir at vera, at fáa eitt hvert valstríð at standa um óviðkomandi spurningar og reint per- sónlig viðurskifti. Í 1906 vóru mótsteðumenn sam- bandsflokksins kallaðir »brændevinspartiet« og »skilsmissepolitikkere«, hóast teir hvørki vóru váttligari enn sambands- menn ella vóru loysingar- menn. A okkara degum er agitatiónsmátin hin sami gamli — bert innihaldið er broytt eftir umstødunum. Agitatión sambands- flokksins er í fyrsta lagi vend í móti formanni Javnaðarflokksins persón- liga. Hetta er væl skilligt, tí Pauli Ellefsen veit, at flest allir feroyingar, so ósamdir teir annars eru, kenna seg tryggar við Atla til róðurs. Hetta geldur ikki minst teir, sum hava við fiskivinnu at gera. Henda vitan má sjálvsagt vera beisk at taka hjá einum borgarlig- um politikara sum Paula, og hansara valstríð verður sostatt hareftir. Í ødrum lagi er agitati- ónin vend í móti Javnaðar- flokkinum og tí politikki, sum undir hansara leiðslu er førgur tey seinastu árini. Sambært ta agitati- ón, ið sambandsflokkurin við formanninum á odda ferir, hevur alt verið galið í Feroyum tey seinastu 6 árini og einki hevur verið gott. Búskaparpolitikkurin, serliga lántekan uttan fyri Feroyar, hevur koyrt okkum á húsagang. Físki- vinnupolitikkurin hevur einans havt til endamáls at innlima Feroyar í Eysturblokkin. Millum- landasiglingin hevur bert til endamáls at skaða tey neyðars fáu privatu feløg t.d. DFDS, sum av berari idealismu sigla upp á Feroyar. Hvussu nógv er so um alt hetta og hver er veru- leikin ? Veruleikin er tann, aim tað er eydnast Javnaðar- flokkinum við tí buskapar- politikki, sum hann hevur verið forsprákari fyri at halda arbeiðsloysinum frá durunum og at halda skipum og virkjum gang- andi. Hetta enntá meðan øll grannalond okkara líða undir teimum ræðuligu fylgjunum av tí heimsum- fatandi búskaparkrepp- uni ! Lántekan uttan fyri Føroyar er ikki farin til forbrúk, hon er ikki etin upp. sum hjá so mongum eðrum. Hon er við fáum undantøkum brúkt til framleiðsluamboð á sjógvi og landi og til almennar byggingar t.d. skúlar og sjúkrahús. Fiskivinnupolitikkurin hevur verið lagaður eftir teimum skiftandi megu- leikunum soleiðis, at vit í dag hóast trupuleikar hava betri og fleiri megu- leikar enn flestu aðrar veiðutjóðir. Millumlandasiglingin er ein vinnulig nýskapan á einum øki, har eingir privatir royna í letuni og hon gevur stórar megu- leikar fyri nýggjum arbeiðsplássum og góðum vinningi. Alt hetta er eftir sambandsflokksins met- ing galið og tað er tað kanska eisini mett við einum so stokkkonservat- ivum borgarligum sjónar- miði, sum tí Pauli Ellefsen umboðar. Eftir er nú at spyrja, hvat annars skuldi verið gjørt og hvussuleiðis tað annars skuldi verið fyriskipað hesi árini. Hvat høvdu sambandsflokkurin og hansara atfinningar- sami formaður sett í staðin ? Tað er nakað, sum vit ongantíð hava fingið at vita! Vit hava enn ongantíð, hverki í skrivt ella talu sæð ella hoyrt nakað íteki- ligt alternativ til tann politikk, sum er ferdur undir Javnaðarflokksins leiðslu hesi árini. Sostatt veit eingin — sjálvt ikki tann trúgvasti sambandsveljari og allar- helst heldur ikki Pauli sjálvur — hvat fyri búskaparpolitikk og hvat fyri fiskivinnupolitikk, ið Feroyar fara at reka, um sambandsflokkurin skuldi komið til ræðið ! Tað einasta vit hava fingið, har vit kundu vænta uppskot um ein annan búskaparpolitikk, er tað gamla ógrundaða brigslið og illgitingar um kommunismu og heiðinskap. Hetta brigslið og hesar illgitingar skrivt og manna millum eru vissu- liga eitt syndarligt kapitul i Føroya politisku segu. Ein tilik agitation so óheiðurlig, so ósaklig og so ábyrgdarleys sum hon er, prógvar, at tann ella teir flokkar (sambands- flokkurin er ikki einsa- mallur her), sum nýta hana eru púra serir fyri konstruktiv uppskot. Hon prógvar, at sam- bandsflokkurin er líka hugsjónarliga innantómur Tað er ve at undir landsstýrinum, tá P. M. Dam var legmað- ur og Johan Nielsen sam - stundis var fólkatings- maður, varð alt gjørt greitt til útflyting av 12 fjórðinga fiskimarkinum ! (Hetta hendi í tingsetuni 1958—62). at við javnaðarlegmanni og javnaðar-fólkatings- manni eydnaðist tað at fáa hina miklu sosiallóggáv- una framda ! at við javnaðar- legmanni og javnaðar- fólkatingsmanni eydnað- ist tað at fáa »egnaudvik- lingsloven« at galda fyri Feroyar. at sambært hesi lóg eru ell stórvirki í Feroyum komin í lag — øll flaka- virkini, Skála skipasmiðja, sildaverksmiðjan í Fugla- firði, ell ídnaðarvirkini og onnur virkir, sum eru tíggjarligu grundstuðlarn- hjá sambandsflokkinum ! í dag, sum hann var í 1906, og síðst men ikki minst prógvar hon, at sambandsflokkurin og teir flokkar, sum leggja honum eftir í hesari ódámligu illgitingar- kampagnu, einki hava at brúka vald sítt til, um tað skuldi hent, at teir komu til ræðið aftan á 8. novem- ber í ár. Jóannes Dalsgaard ir undir samfelagnum. at tað var ein javnaðar- maður í landsstýrinum, feroyska sum fekk lógina um Idnadargrunnin og Menningargrunnin å føtur! at tað var tann sami landsstýrismaðurin, sum fekk lógina um heima- hjálpina, arbeiðsverndina og dagpeningahjálpina framda ! at tað var ein javnaðar- fólkatingsmaður, sum einsamallur slóðaði fyri okkara limaskapi í Norð- urlandaráðnum ! at tað stendur upp til tín, um vit framvegis velja eina framburðsleið ella eina afturhaldsleið ! at velur tú framburðs- leiðina — velur tú javnað- arflokkin ! javnaðarmaður ruleiki... SÍUR