Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LÝSING Við valið 1. december 1980 til Tórs- havnar býráð og Tórshavnar skúlaráð verða 3 atkvødingarøki, nevniliga: 1. Kaldbak og Kaldbaksbotnur (norð- valheli í anfyri Fjarðará) Kaldbak. 2. Kaldbaksbotnur (sunnanfyri Fjarð- ará), Sund, Hvítanes, Hoyvík og Ternuryggur eystanfyri Hoydalsá við valhøli í Hoyvík og 3. Gamla Havnar kommuna og Mjørkadalur við valhøli í Tórshavn. Vallistar til býráðsvalið tann 1. december 1980 verða framlagdir tann 3. november 1980 til alment eftirlit á skrivstovu fólkayvirlitsins í gamla kommunuskúla á Vaglinum. Herumframt liggur avrit av vallist- anum yvir teir veljarar ið velja í Hoyvík, frammi í gamla skúla í Hoyvík, og yvir teir veljarar, ið velja í Kaldbak frammi í skúlanum í Kaldbak. Listarnir verða liggjandi frammi til og við hin 17. november 1980. Kæra um, at onkur av érøttum er komin upp á listan, ella onkur rætt- komin ikki er tíkin við skal í seinasta lagi hin 24. november 1980 verða send valnevndini, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum. Var verður gjørt við, at valrætt til býráðsvalið hevur hver tann, sum a. lýkur treytirnar fyri valrætti til Føroya Løgting, b. er tilmeldadur fólkayvirlitinum í Tórshavn í seinasta lagi 31. juli 1980 c. og sum hin 1. december 1980 fram- vegis er búsitandi í Tórshavnar kommunu. Eingin, sum stendur íkki í vallistan- um, kann útinna valrætt. Um onkur er komin á vallistan, men sum ikki longur er fastbúgvandi í kommununi, hevur hann ikki rætt til at velja. við Tórshavn, hin 24. oktober 1980. Valnevnd Tórshavnar Býráðs Skrivstovur fornminnis- savnsins Verða afturlatnar frå månadegi 27/10 til og vid friggjadagin 31/10. Føroya fornminnissavn Grønt ljós til kræklingaalarar [dnadargrunnurin jåttar lån Nú kunnu teir fyrstu før- oysku kræklingaalararnir fara í gongd av álvara at gera fyrireikingar til at byggja tvær alisteðir ávíkavist í Funningsfirði og í Kaldbaksfirði. Ídnaðargrunnurin hevði fund í vikuni, har teir við- gjørdu eina umsókn frá Jan Beck á Skála og eina frá Atlantic Shellfish. Samtykt varð at ganga báðum umsóknunum á meti og játta lán til 1 byggistigini av tveimum kræklingaalistødum. Tað eru annars meira enn 10 ár síðani, at teir tríggir undangongumenn- inir á hesum aliøkinum, Jan og Jens Beck og Knút Nolsee fóru undir at gera miðvísar royndir at ala krækling á feroysku firðunum. Hesar royndirnar hava prógvað, at vit eiga eina kostnaðar- mikla og kappingarfera matveru í kræklingi, sum til ber at ala til fulla stedd nógv skjótari enn í lond- unum rundan um okkum. Atlantic Shellfish, sum varð sett á stovn nekur ár herfyri við tí endamáli at Knút Nolsee og Jan Beck sum nú fara undir at byggja kræklingaalisteðir í Funnings- firði og í Kaldbaksfirði AAA AAA Framhald av s. 2 190 mió. kr., sum endur- nýggjaðu okkara fiski- skipaflota, ið bygdu tey arbeiðsskapandi virkini, sum settu gongd á havna- og vegagerðina, ið settu gongd á ravmagnanina av landinum, sum settu gongd á útbyggingina av telefonverkinum, * av heilsuverkinum, skúla- verkinum o.s.fr. Uttanlandaskuldin, sum við árslok 1979 var uppá 763 mió. kr. liggur sum nevnt í vegum, havnum, skúlum, í ravmagnsút- byggingini, í telefonverk- inum, heilsuverkinum, skúlaverkinum, í skipum og virkjum, í byggningum og vinnutólum annars. Og alt hetta er ein treyt fyri, at vit framhaldandi kunnu liva og virka á hesum oyggjum. Ein niðurskurð- ur á onkrum ella á fleiri av hesum økjum, vildu gjørt livilíkindini verri. Og hvar skuldu vit framt megulig- ar niðurskurðir? Hetta vilja sambandsflokkurin og andsteðan onki svar geva uppá Tá javnaðarflokkurin bæði í 1959 og síðani, hevur verið við til at sett okkum í skuld uttanlanda fyri at fáa neyðugan pen- ing til vega, soleiðis at vit kundu byggja landið út og soleiðis at vit kundu fremja iløgur í vinnutól, so kemst hetta av, at flokk- urin hevur havt og fram- vegis hevur álit á okkara fólki. Teir flokkar og politikk- arar, sum ikki hava tað álit á okkara fólki, at tað er ment at taka hesi lán uppá seg, tá tey eru neyðug, og ikki hava álit á, at okkara fólk er ment at framleiða virðir, ið kunnu rinda hesar neyð- ugu lántekur aftur, teir eiga heldur ikki at fáa fólksins álit á valinum 8. november. Javnaðarflokkurin hev- ur álit á feroyska fólkin- um. Tí eiga feroyingar eis- ini at hava álit á javnaðar- flokkinum. Og tað sýna teir við at seta krossarnar við javnaðarflokkin á valinum tann 8 november Vilhelm Johannesen reka aling við skeljadjór- um, hevur eisini selt nakað av aldum kræklingi til keyparar í m.a. Dan- mark. Hesir keyparar hava verið stak væl negdir við kræklingin og bjóðað hegan prís fyri hann. Freðir okkum Vit hava biðið Knút Nolsee, stjóra í Atlantic Shellfish um eina við- merking, nú fíggingin er komin undir land. Hann sigur: — Vit hava munnliga fingið at vita, at umsókn- Irnar eru gingnar á meti — og hetta gleðir okkum. Nú er so mikið av peningi tekur frá Ídnaðargrunn- inum og Menningargrunn- inum, at byrjast kann uppá byggingina. Knút Nolsee sigur víð- ari, at teir hava tó ikki fingið allan peningin, sum teir sektu um, játtaðan. Hetta er helst tí, at grunn- arnir meta, at meiri egin- peningur skal skaffast. — Tað verður tí hildið áfram at skaffa pening og eisini studning, leggur Knút aftrat SOSIALURIN — Nær kunnu vit vænta, at fsroyskur kræk- lingur aldur á alistaðum verður klárur at útflyta? — Sannleikin er tann, at tað er einki at vænta, tí tað er longu hent. Vit hava regluliga gjøgnum øll hesi árini, har royndir hava verið gjørdar selt kræk- ling av landinum. — Tað sum nú ræður um, er at koma uppá tær nøgdir, sum mugu og skulu framleiðast fyri at prógva, um her er nakað hjá føroyingum í framtíð- ini. Tað hava vit ongan meguleika at finna fram til, uttan at hesi bæði projektini kunnu fara í gongd. Tað fara so at ganga eini tvey til trý ár áðrenn vit síggja tey fyrstu úrslitini. — Nú hevur tú fleiri ferðir nevnt í bleðunum, at tað hevur gingið so striltið at sleppa í gongd. Heldur tú, at myndugleik- arnir í Føroyum eru ov varnir, tá talan er um nýggj projekt? — Hatta er ein spurn- ingur, sum sjálvandi kann svarast uppá tveir mátar Myndugleikarnir hava góða grund til at vera varnir við at fara undir projekt, sum eru fremm- and, og føroyingar hava altíð borið orð fyri at royna nakað nýtt og vera millum teir fyrstu við nýggjum projektum. Tí mugu myndugleikarnir vera eitt sindur varnir Men tað hevur nógv at siga, hvussu tílík projekt eru løgd upp, og á hverjum eki tey eru ætlað. Knút Nolsee sigur at enda, at tað merkisverda við at ala krækling er, at hetta er ein framleiðsla sum lítil og eingin rakstr- arpeningur skal til. — Her er talan um at brúka eitt produkt frá náttúrini, sum í hevðuðsheitinum skal rekjast eins og ein røkir seyð á landi.