Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 1980síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

nn ASS SOSIALURIN Kirkjudagarnir halda fram Kirkjudagarnir í Klaksvík halda fram í dag og í morgin. Í morgin verður byrjað við benarhaldi kl. 9,15, sum Jákup Magnus- sen, prestur í Kvívík, hevur. Kl. 10 verður hevi at síggja framsýningina hjá E. Lund Pedersen um til- far til sunnudagsskúla- arbeiðið. Og kl. 11 hevur hann framsýning við til- fari til kristniundirvísing- ina í fólkaskúlanum, ætlað lærarum og eðrum áhug- aðum. Kl. 14 í dag hava Amundi Berthelsen og onnur barnatima. Aftanå veråur ein stuttur filmur syndur i kirkjukjallaran- um. Kl. 16 heldur Johs. Aagaard fyrilestur um kirkjuna i dag. Kl. 20 verður veitsla við m.a. felagskóri, kirkju- spæli og upplestri v/Carl Andreasen. Sunnudagin kl. 11 hevur Ejvind Vilhelm, bispur, gudstænastu við altar- gongd og ki. 14 hevur Lisbeth Michaelsen barna- gudstænastu. Kl. 16 tosar Johs. Aagaard um kirkjuna i morgin og kirkjudagarnir enda við gudstænastu kl. 19. Henning Bagesvang prædikar og Klaksvikar hornorkestur spælir. Gykl og gerardisdagar Á Oyra- bakka Nú um vikuskiftið verður Gríma á Oyra- bakka við Gykl og ger- andisdegum. Sýningar verða í dag kl. 20 og í morgin, sunnudagin, kl. 17. Gykl og gerandis- dagar er felagsheiti fyri tveir leikir, Nývaknað og Innilæst, eftir hjun- unum Dario Fo og Franca Rama. Teir eru um tvær kvinnulagnur. Leikirnir eru higartil sýndir í Klaksvík og Sandavági og ætlanin er at byrja sýningar í Havn tann 2. november. Nýggjur vegur:* Framvid berginum ut å molan Nýggi vegurin millum Kongabrúnna og J. Broncks getu skal ferast víðari framvið berginum út til havnarskrivstovuna. Farið verður undir hetta arbeiði, so skjótt tey gomlu pakkhúsini hjá Balslev og Timburhandl- inum eru beind burtur og ekið ruddað. Såttmålarnir millum báðar fyritøkurnar og Tórshavnar havn áleggur fyritskunum at lata aftur ekið í sama standi, sum tær tóku við tí í 1930. Báðir sáttmálarnir fóru úr gildi í summar. Bygningurin, sum Balslev hevði, er tikin niður, og byrjað er at taka hann hjá Timburhandlinum niður. Tað verður ikki í fyrsta umfari bygt á økinum, upplýsir Høgni Mohr, havnarmeistari. Tað skal brúkast til at seta veru, kontainarar og annað tílíkt á. Tað verður ikki bygt aftur á økinum, so nú verður Skansin ikki so innibyrgdur longur Húsið hjá Balslev er tikið niður og teir eru farnir undir tað hjá Timburhandlinum. Eldur í á Velbastað Um try-tiåina hósdagin kom eldur í nakað burtur- kast, sum lá við skúlan á Velbastað. Slekkiliðið í Havn fór vesturum, men eldurin var longu slektur, tá tað kom á staðið. Nýtt parta- felag á Strondum Eitt partafelag, hvers endamál er at reka handil, íðnað og fiskivinnu, er stovnað á Strondum. Tað er P/f Stranda trolarafel- ag. Teknaði partapening- urin er 1.156.000 kr. Í nevnd felagsins eru Ingálvur Pállson, formað- ur, Hans Egon Jacobsen, Sune Jacobsen, Jóhannes Poulsen og Sofus í Sel- vindi. Sofus í Selvindi er eisini stjóri felagsins. P/f Stranda trolarafelag skal keypa ein ísfiskatrol- ara úr Fraklandi til at avreiða til flakavirkið Bátafisk á Strondum. Sum oftast fæst semja „Sum oftast hevur tað eydnast okkum at fáa partarnar at semjast, báðum at gagni, men í tveimum førum mæltu vit brúkaranum til at venda sær til advokat«. Tað er Brúkarafelag- ið, sum kann vísa á hetta úrslit av arbeiðin- um í farna ári. Felagið viðgjerdi tá 53 mál. 20 av hesum vóru mál, felagið av sínum ein- tingum tók sær av Hini 33 vóru klagur ella fyrispurningar. Málini, Brúkarafel- agið vidgjørdi í farna ári, vóru m.a. vánaligt handverk, framleiðslu- brek, og hegir prísir, villeiðandi verulýsing- ar, óprísmerktar verur og ov vánalig tænasta. Aloftast hevur tað verið nóg mikið at geva brúkaranum eina leið- beining, men í 11 førum hevur Brúkara- felagið átikið sær at royna semju. Og tað eydnadist í flestu førum. Fimm år Tað eru nú fimm ár, síðani Brúkarafelagið varð stovnað. Hetta var tann 8. oktober 1975. Felagið hevur nú 174 limir, men nevndin vónar, at fleiri tekna seg, tí limagjaldið er einasti peningur, felagið hevur at arbeiða við. Brúkarafelagið hev- ur aðalfund nú mána- kveldið kl. 20 á Lands- bókasavninum. Har gevst hevi at fáa meira at vita um arbeiði fel- agsins og Marjun Hanusardóttir, cand brom., heldur fyrilestur um góðskueftirlit og verumenning i føroyska fískiíðnaðin- um. Tit ringja — vit skriva Á Bo: Kantarnir verða lækkaðir Síða 5 Ringið telefon 11820 eta 14720 óhegligt tað er at sleppa út á gonguteigin. - Vit mugu viðganga, at kantarnir eru alt ov hegir. men arbeitt verður við at fáa teir lækkaðar sigur Trygvi Guttesen á teknisku deild Ætlar tekniska deild eila feråsiunevndin hjá býráðnum í Havn einki at gera við gonguteig- arnar tvørturum vegirn- ar, har ein hegur betongkantur skilur at vegin og gongubreyt- ina? Tað er nærum ógjer- ligt at sleppa niður á gonguteigarnar við barnavogni til demis fyri ikki at tosa um at sieppa uppá aftur gongubreytina hinu- megin. Gongumaður Trygvi Guttesen á tekn- isku deild býráðsins sigur, at teir har á deild- ini eru vitandi um teir trupulleikar, sum standast av teimum Bert spurningar, ið hava almennan áhuga, verða vidgjørdir i | Í | | Hetta er í Bøkjarabrekku. Týðiliga sæst, hvussu høgu kantunum við gonguteigarnar Men tað verður arbeitt við at fáa kant arnar lækkaðar. So seint sum týsdagin hevði feråslunevndin fund um spurningin. Feråslunevndin er ráð- gevi hjá teknisku deild og skali nú eftir áheitan frá henni gera sitt til- mæli um gonguteigarn- ar í býnum. Nú teir skula merkjast av nýggjum, skal tað fyrst gerast ein ætlan um, hvar teir skula vera. Onkur skal takast burt- ur og onkur skali flyt- ast. Tá hetta er avgjørt, verða allir kantarnir sum eru ov hegir, lækk aðir Hetta er tó sjálvandi treytað av, at býráðið játtar pening til arbeiðið.