leygardagur 25. oktober 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 1 1820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Utgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Bladmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Frí og fræls
SO HVORT valdagurin nærkast verður tað
att tíðiligari hvat komandi løgtingsval stend-
ur um. Her verða tvinnir lutir í at velja: Borg-
arligur afturhaldspolitikkur við tilvildarligari
vinnulívsútbygging og stórum sosialum
afturstigum ella framtakshugaður sosial-
demokratiskur politikkur. Á borgarliga
veinginum standa Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin sum hava ilt við at semjast
um hver teirra er hin mest borgarligi. Hinu-
megin stendur Javnaðarflokkurin.
OG HVAT vil hetta so siga. Borgarligu flokk-
arnir standa fyri eini sokallaðari frælsari út-
bygging av vinnulívinum har kapitalkrefturn-
ar fáa fríar ræsur, uttan at samfelagið sum
heild hevur nakra sum helst ávirkan á gongd-
ina. Tað verður ikki gjørdar fløgur har tær
tæna landi ella fólki sum best, men við tí eina
endamåli, at hver einstøk fyritøka fær mest
burturår. Um tad ikki »loysir« seg at halda
eini vinnu gangandi í eini ávísari bygd, verður
hendan nidurløgd uttan at hugsa um tær
óhugnaligu fylgjur hetta kann hava við sær.
Ein tílíkur politikkur skapar sentralisering og
stórt arbeiðsloysi. Einum stórum arbeiðs-
loysi er júst tað borgarliga systemið hevur
brúk fyri. Tá vera fleiri um boðið um at fáa
arbeiði, og tess størri eftiespurningurin er í
mun til útboðið, tess „bíligarik kann fyri-
tøkan koyra. — Borgarliga paradísið — har fá
eru fræls og nógv eru trælir.
HETTA VIL javnaðarflokkurin ikki. Vit kunnu
í dag vísa á mong dømi sum bert eru rokkin tí
hitt almenna — tú og eg — so dyggiliga hevur
lagt til rættis. Hitt almenna hevur stuðla,
veitt trygd og tikið initiativ á øllum samfel-
agsekjum har hitt privata ikki hevur rokkið.
Júst fyri at sleppa undan teirri álvarsligu
kreppu sum flestu av grannalondum okkara
eru komin í við t.d. stórum arbeiðsloysi. Júst
fyri at skapa livilíkindi og trivna hvar í landin-
um ein býr. Júst fyri at skapa frí og fræls
menniskju.
Styðjið føroyskt
MÁLGAGNIÐ hjá Fólkaflokkinum hevur grátið
síni seltu tár yvir at ferðaætlanin hjá Teistanum
ikki hóðar øllum heilsslumonnum okkara. Mál av
stórpolitiskum týdningi. Vit hava als einki ímóti
heilsslumonnum okkara, men vit duga tó at
síggja. at tað ikki skulu vera teir aleina, sum stýra
skulu føroyska samfelagnum. Hevur
heilsølumadurin útlendska veru at selja, leggur
hann líka í um hetta gongur útyvir ta føroyskt
framleiddu veruna. Tað er ikki hansara uppgáva.
Men hetta er harafturímóti ein samfelagsupp-
gáva. Styðja vit ikki føroyskt tryggja vit heldur
ikki verandi arbeiðspláss og enn minni skapan av
enn fleiri. Styðja vit ikki føroyskt, beta vit ikki um
gjaldsjavnan. Tí gongur Javnaðarflokkurin heil-
hjátaður inn fyri eini skilagóðari planlegging av
vinnulívsútbygging okkara, og vil av ollum alvi
stuðla føroyskum ídnaði.
AT TYGGJA útlendskar fløtakaramellur livir hitt
føroyska samfelagið ikki leingi av.
Aftursvar til Olaf Frits:
SOSIALURIN
Torført at halda vektini
tá sambandið kemur til!!!
Olaf Frits skrivar í Dimmu
21. okt. — 80, hvussu týdn-
ingarmiki!l liberalisman er
Hann nevnir eisini, at Svør
fki nú hevur valt høgra-
stjórn aftaná, sum hann
tekur til orða, at hava livað í
almennum sosialistiskum
oyðslusemi í eitt manna-
minni.
Hvussu kann Olaf Frits
loyva sær at taka soleiðis til
orða, tå ið øll vita, hvussu
frammarliga Sveríki er
mentanarliga, sosialt og
ikki minst økonomiskt.
Grundin til at Svørfki er so
frammaliga er nevnuliga, at
Svøriki er tað land í heim-
inum, har javnaðarmenn
hava sítið longst við ræðið
Javnaðarstjórnin megnaði
nevniliga at útbyggja og
mekanisera ídnaðin uttan
at skapa munandi arbeiðs-
loysi. Síðani borgarliga
stjórnin kom til valdið
hevur alt bert gingið niður
av brekku. Hetta veit Olaf
Frits eisini, um hann hevur
fylgt við í blødum og sjón-
varpi.
Hegraflokkar hava altíð
sama framgangshátt. Teir
skulu spara, sum jú øll
royna. Men tey ið noyðast
at beta fyri sparingina, eru
altíð tey minnu mentu. Her
er aðalmunurin millum javn-
aðarpolitikk og sokallaða
liberalismu.
Olaf Frits sigur eisini, at
teir sambandsmenn
vilja ikki hjálpa narkotika-
vrakum og letidýrum, sum
er hansara orðing um
arbeiðsleys og sosialar tap-
arar. Hetta sleingir hann út,
uttan at hugsa um, hví hesi
eru vorðin arbeiðsleys og
sosialir taparar
Eitt er vist, at sambands-
flokkspolitikkur fer aldri at
beta um arbeiðsloysið, tí at
teir siga altíð, at teir ætla at
arbeiða fram ímóti at fáa
uttanlandsskuldina niður á
null, og síðani skal lands-
kassin fyllast. Hetta ljóðar
ógvuliga gott. Men hyggja
vit rundan um okkum, so
síggja vit, hvar uttanlands-
skuldin er farin. Hon er
Gullkorn år Dimmu
nevniliga í flakavirkjum,
skipum, byggivirksemi
0.s.fr. altso stuttsagt í ar
beiðsplássum. Um henda
skuld skal niður á null, sær
ein og hver, at tað verður
stórt arbeiðsloysi her á
landi, og tað verður ikki
stuttligt hjá teimum
arbeiðsleysu, tí sum Olaf
Frits sjálvur tekur til orða:
»Vit ætla ikki at hjálpa leti-
dýruma.
Tá ið hetta verður veru-
leiki, verður svangligt at
vera føroyingur. Tá verður
torført at halda vektini,
sjálvt hjá monnum sum
Olaf Frits.
SU-arar
Aftaná at hava lisið grein O
F. Joensens í Dimmu 21. okt.,
munnu sambandsveljarar
kenna seg í villareiði. Greinin
sær sjálvum hevur onga
beinagrind, og mótsigur O. F
Joensen sær sjálvum í fleiri
førum
Einastaðni skrivar hann
um at hava virðing hver fyri
eðrum, meðan hann nærum í
sama andadrátti kallar illa
fyrikomin fólk vrak (narko)
og dýr
Eitt gullkornið var tó, har
g
hann sigur: »Søsialisman er
góð i tilafturskomnum
londum og til at fáa slik at
koma uppundan fátækra-
déminum«. Sostatt skuldi
sosialisman verið einasta
loysn her á landi, sambært
sjabbið frá sambandsflokk-
inum um at Feroyar eru
komnar fíggjarliga á gravar-
bakkan.
Hóast hettar mælir hann
fólki at velja liberalismuna
Skiljið hver ið skilja vil.
Ein ið ikki skilur
Aftursvar til Sverra Midjord
Sverri, hver ið er meira per-
sónligur í álopum okkara,
kunnu lesarnir sjálvir avgera
— eg skal í hvussu so er ikki
sammeta teg við aðrar per-
sónar — hverki livandi ella
deyðar
Tú sigur, at sannleikin
verður duldur, og tað vil eg
geva tær rætt í, men hver í
dylur, verða vit valla samdir
um. Tað, sum eg segði við 14
september, og tú tókst tær
tykni av, var bert sannleikin
um nakrar av teimum segun-
um, ið ganga millum fólk.
Hevuðsorsekin til at ment-
anarnevndin, ið var vald
bygginevnd, ikki vildi hanga
við ábyrgdini av øllum, ið
fyrifórst, var tann, at tú
Sverri åvisti pening (fleiri
hundrað túsund krónur),
uttan at bygginevndin visti
av tí — hetta veitst tú eisini.
Svimjihell skulu vit sjálv-
andi hava og semja er um at
leggja eki av til hana, men
hetta er ikki tað sama sum at
biða um projekt fyri 18—20
mill. kr. nú uppundir val. Eg
haldi, at slíkt má ikki nýtast
til valagn — tað kostar
skattagjaldaranum ov nógv
Vit koma í øllum førum at
gjalda fyri tað, ið vit hava
biðið um — spurningurin er
bert — hvat hava tit í meiri-
luta býráðsins biðið um ?
Tað danska projektið er
eitt luksusprojekt, ið uttan
iva takniskt er ófera gott,
men tað er ónýtuligt hjá
okkum av teirri grund, at
vit hava ikki ráð at nýta tað.
Tú sigur, at hetta er tað pro-
jektið, ið arbeitt verður eftir
Enn eitt demi uppá, hvussu
lítið tú veit um tað, sum fyri-
ferst (ella ert tú ósannferur)
— útgravingin verður nýtt, tí
hon var jú har og annars er
tað í báðum førum talan um
eina hell
Nei Sverri, eg ætli mær ikki
at krúpa undan ábyrgdini av
tí ið eg havi verið við til at
samtykt í býráðnum — eg
havi arbeitt við hallarmálin-
um við stórum áhuga og
haldi tessvegna tað vera sárt,
um hetta mál skal koma
soleiðis fyri (eftir minari
metan av ólíkindum).
Og svara mær uppá eitt
Sverri — hvar í gerðabók
býráðsins stendur samtykt
at senda sendinevnd (delegat-
ión) til Danmarkar at hyggja
at skúlum — eg kann
hvussu so er ikki finna tað ?
Samtyktir eru nógvar
gjørdar í hesi fýra árini, eg
havi verið í býráðnum, men
nógvar eru ongantíð komnar
longur enn í gerðabókina,
hví?
Tað var t.d. samtykt fyri
hálvumeðrum árið síðani at
gera nýggja vegafering niðan
undir Hválin, men har er
einki gjørt enn — projektið
hevur ligið klárt alla tíðina og
landið skal gjalda 75% av
kostnaðinum — so peninga-
spurningur kann tað ikki
ver a. Fleiri við mær loyva
okkum at spyrja, hvat er or-
sekin ?
Lat hetta verða nokk fyri
hesa ferð. Eitt má eg tó verða
samdur við tær í Sverri,
at mangur fæst við boga, ið
ikki er mentur at toga.
Øravik, 20. okt. 1980
Hermund Michelsen
býráðslimur á Tvøroyri
Sjófari svarar Paula Ellefsen:
Gevið teimum, sum bera byrðarnar,
medåvirkan og medognarrætt
Pauli Ellefsen skrivar, at
eg havi sagt í Sosialinum,
at Póland var eitt sosia-
listiskt land. Tað er lygn. Í
greinini stóð: >Póland er
eitt sentraliserað, sosia-
listiskt samfelag og tað vil
siga eina koordinerað,
diktatorisk organistatións
-stýring av samfelagshjól-
unum«. Hetta samanlíkn-
aði eg Paula Ellefsen og
Sambandið við — tey fáa
við teimum mongu miðl-
unum. Í sama viðfangi
vísti eg á ta politisku ring-
rásina, har diktatorar —
konservativir og kommu-
nistiskir — stóðu lið um
lið!
Eg minnist eitt lesar-
bræv frá einum reiðara í
Dimmu. Í tí stóð, at hann
hevði hjálpt mongum við
at fingið egið hús, við tað
at teir fingu hýru hjá
honum. Í brævinum stóð
bert einki um, hvussu
nógv hann hevði vunnið
av peningi av arbeiðsmeg-
ini hjá hesum monnunum.
Her er tann grundleggj-
andi munurin í okkara
fatan av virði menniskj-
anna.
Tað fría intiativið, sum
Dimma heldur sum eina
gularót frammanfyri fólk-
inum, er grundað á eina
hvervisjón — eina illusión
— at øll kunnu gerast
skiparar, læknar, stats.
aut. grannskoðarar ella
fáa eitt annað »feitt«
|
Í
Í
H
Í
;
i