Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 150 - 9. august 2002 Nr. 150 - 9. august 2002 3 LISTAFRAMSÝNING Eirikur Lindenskov Fríggjadagin 16. august let- ur upp listaframsýning í Galleri Arleth á Falster í Danmark við myndum hjá Frits Johannesen, Øssuri Mohr og Heðini Kambsdal. Framsýningin, ið nevnd er »Fra Færø til Falster« er í sambandi við mentunar- tiltakið, »Kulturhøst«, og verður sýningin opin fram til 29. september. Í skránni fyri framsýn- ingina stendur, at náttúran í Føroyum er dramatisk, og at hetta endurspeglast í verkunum hjá listarmonn- unum av firðinum, líðun- um, himmalinum, fjalla- tindunum og av teimum smáu bygdunum. Sagt verður um Øssur Mohr, at ein er »ein nýggj stjørna á himmalhválvinum«. Heðin Kambsdal verður skírdur »Føroya størsti ljóslistar- maður«, og Frits Johanne- sen hevur serligan forkær- leika fyri tónleikinum í verkum sínum. Tey, ið vilja vita meira um mentanartiltakið, Kul- turhøst, kunn lesa um tað á www.kulturhost.dk Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at Kári Dalsgaard Petersen Tórshavn andaðist hósdagin 1. august 66 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin 10. august kl. 13.00. Familjunnar vegna Atli, Uni og Búi Tøkk Hjartans tøkk øll somul, sum gjørdu mær 80 ára dagin so hugnaligan. Takk fyri fjarrit og uppringingar. Kristoffur Joensen Fra Færø til Falster: Frits, Øssur og Heðin sýna fram á Falster Besta adressan í Havnini So avgjørdur er stjór- in í Tryggingarfelag- num Føroyar, tá spurt verður, hví alt virk- semið hjá felagnum skal flytast av Hálsi og oman á Konga- brúnna, har felagið annars eisini hevur virkað í mong ár. Men ein trupulleiki er parkeringin, men hetta er ikki ein størri trupulleiki, metir stjórin BÝARMYND Dagfinn Olsen - Hetta er besta og sjónlig- asta adressa í Havnini, sig- ur Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Før- oyar, tá spurt verður, hví alt virksemi felagsins nú flytur oman á Kongabrúnna. Felagið hevur stóran bygning á Hálsi, har par- keringsviðurskiftini eisini eru góð. Tí kann tykjast løgið, at felagið nú flytur alt virksemið í nýumvældu bygningar sínar á Konga- brúnni. Umframt, at Konga- brúgvin er góð adressa, ella ein hin besta í Havnini, so metir Gunnar í Liða eisini, at parkeringstrupulleikn er ikki størri, enn áður. - Vit hava Skálatrøð, Glaðsheygg og økið við Musikkskúlan. Og tað er ikki so langt at fara. Eg nýti sjálvur Glaðsheygg, sigur Gunnar í Liða. - Vit verða eisini færri fólk nú, enn tá Gjaldstovan eisini húsaðist her, sigur Gunnar í Liða. Sostatt er trýstið á Kongabrúnna kanska held- ur minkað, enn vaksið. Annars fegnast stjórin í Tryggingarfelagnum Før- oyar um nýggju umvæling- arnar á Kongabrúnni. - Tað var ikki vakurt. Nú hava vit fingið eina nýggja býarmynd. Vit hava i 3 bygningar sum tosa við hvønn annn. Vit vildu ikki gera eina stóra flatu, tí so hevði tað iki verið so vak- urt, sigur Gunnar í Liða um loysnina við at varðveita skipanina við trimum bygn- ingum. Hvat gerast skal við stóra bygningin á Hálsi, er støða ikki tikin til. Hann kann leigast ella seljast. - Vit eiga bygningin enn og fleiri fyrispurningar hava verið, sigur Gunnar í Liða. Tryggingarfelagið Føroyar hevur umvælt bygningarnar á Kongabrúnni, so ein nýggj býarmynd er komin fram í Havn Mynd: D. Olsen Atgongumerkini til Listastevnuna 2002 kunnu fyri mong tykjast heldur dýr. Tilboðini eru nógv og góð, men kostnaðurin fyri upplivingarnar er kanska eisini eitt sindur høgur. Fyri- reikarnir fyri Lista- stevnuna siga, at tað ber ikki til at gera atgongumerkini bílig- ari, og at sum nú er, eru tey væl bíligari enn í londunum kring okkum LISTASTEVNAN 2002 Ingrid Bjarnastein Listastevnan 2002, sum fór av bakkastokki leygardag- in, hevur mangt forvitnis- ligt at bjóða uppá. Møgu- leikarnir eru nógvir og fjøl- broyttir, men fleiri eru, sum finnast at teimum høgu prísunum. Prísirnir fyri tey størru tiltøkini liggja eina- staðni ímillum 125 – 250 krónur. Tó við undantøk- um, sum filmir og onkur sjónleikur, sum kosta um 60 krónur. Tað eru fleiri, ið halda, at prísirnir fyri tey ymsu til- tøkini er í so høgur, og spyrja hví, hvat peningurin verður nýttur til. Vit hava spurt stýrisformannin og stjóran í Norðurlandahúsin- um, Helgu Hjørvar, sum er fíggjarligur stjóri fyri Lista- stevnuna, hvat tey siga til prísirnar. – Listastevnan hevur eitt fastlagd budgett, sum hon skal halda seg til. Har hava vit runt roknað, hvat vit væntað at fáa inn, og fyri at fáa tað nøkunlunda at mala runt hava vit sett hasar prísirnar á. Og hatta eru teir lægstu prísirnir, sum vit yvirhøvur kunnu seta á, sigur Birgir Kruse, stýris- formaður. – Um vit hyggja eftir líknandi tiltøkum á sama støði í londunum rundan um okkum, so eru prísirnir ofta væl hægri. Vit hava tosað um prísleguna, og um prísirnir skuldu verið broyttir, so hevði talið ikki farið niðureftir. Og til at- gongumerkini hava vit lagt sponsorpengar í umframt eginpening, so tað ber ikki til at seta prísin longur niður. Birgir Kruse vísir á, at í New York kostar eitt atgongumerki til ein sang- leik umleið 900 krónur, og um tú skalt til eina konsert í Danmark við einum lík- inda navni, so noyðist tú av við eini 4-500 krónur. – Útreiðslurnar eru eisini nógvar. Tá tað eru útlend- ingar, so kostar tað fyrst at fáa tey til Føroya. Útgerðin hjá teimum skal eisini fáast hendavegin og tey skulu gista onkrastaðni. Umframt hetta so skulu tey eisini hava eina samsýning fyri sjálva framførsluna, greiðir Birgir Kruse frá. Hann sigur eisini, at tey eru væl varug við, at prís- irnir kunnu tykjast høgir, men hetta er einaferð so lágt sum til ber at seta teir. Listastevnan er fyri øll Av tí, at prísirnir eru so høgir, kann tað tykjast sum Listastevnan bert er fyri tey ríku í Føroyum, men hesum vísir Helga Hjørvar aftur. – Í fjør vóru 9600 føroy- ingar á Listastevnu, so Listastevnan er ikki bara fyri tey ríku. Hon er fyri øll. Vit royna at hava so nógv fjølbroytt tiltøk sum møguligt, og bjóða tað sama, sum onnur bjóða. Um vit vilja menna listina kunnu vit ikki vænta, at tað almenna skal gjalda meira her enn aðrastaðni, sigur Helga Hjørvar, sum stendur fyri tí fíggjarliga á Lista- stevnuni. Men treyðugt so. Stýris- formaðurin vísir á, at um hugt verður, enn einaferð, eftir grannalondum okkara, so eru Føroyar tað landið, sum letur fægst krónur pr. íbúgva til mentanarlig og listarlig endamál. Saman- borið við onnur lond er krónutalið ógvuliga lágt. Og tá brúkarin ikki vil gjalda, og tað almenna ikki vil gjalda, botnar tað í, at tað eru listafólkini, sum í seinasta enda líða undir hesum. Listastevnan 2002: Atgongumerkini kunnu ikki gerast bíligari Fleiri hava hug at finnast at prísinum til tey ymsu tiltøkini á Listastevnuni, men bæði Helga Hjørvar og Birgir Kruse, siga, at tað ber ikki til at gera atgongumerkini bíligari, og samanborið við grannalond okkara, so eru atgongumerkini nógv bíligari Savnsmynd C M Y K 3 2 Okur Suðuroyingar eru sum oftast eitt sindur frammanfyri restini av landinum. Fyrsta bedingin í Føroyum "Færøernes Ophalingsbedding" var sjálvandi á Tvøroyri. Henda myndin er tikin umleið ár 1900 tá skip nr 100 var komið á bedingina. Menn hava nettað seg, farnir í pussið og undir føroyska húgvu, bowlarar og sixpencar, glitrandi gull-urketur og stívaðar manchettir. Hesir vælklæddu gentlemenn styrkja seg sjálvandi við einum køldum bjóri sum allarhelst er frá Stílurin hjá Tvøráfólkið fornoktar seg ikki og okur Tvøráfólk hava altíð dámt gott at hugna okum í vertsskapi við góðum lagi og góðum bryggi. Tad verður tað eitt rimmar vikuskifti nú Róðrar og Mentanarstevnan fer av bakkastokki.