fríggjadagur 9. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Gamli prestagarðurin
úti á Reyni verður í
hesum døgum endur-
nýggjaður og um-
vældur, og ætlanin er,
at Løgmálaráðið skal
nýta sethúsið sum
arbeiðspláss, tá tað
eftir ætlan verður
liðugt í vár
HØLISVIÐURSKIFTI
Heini í Skorini
Í hesum døgum verður
dúgliga arbeitt við sethús-
unum úti á Reyni, har prest-
arnir í sínari tíð húsaðust.
Gamli prestagarðurin er eitt
gamalt sethús, sum ikki
hevur verið hildin við líka í
longri tíð.
Men sambært Løgmans-
skrivstovuni er ætlanin nú
at umvæla og endurnýggja
gamla
prestagarðin,
so
Løgmálaráðið kann nýta
húsini at starvast í. Løg-
málaráðið hevur í løtuni
síni hølir í ovara partinum í
Tinganesi, og hóast tað ikki
er beinleiðis plásstrot niðri
í Tinganesi, fær Løgmála-
ráðið væntandi brúk fyri
fleiri hølum at starvast í
komandi tíðina.
Liðug í vár
Sambært Løgmansskriv-
stovuni verða fleiri starvs-
fólk væntandi sett í starv í
framtíðini, og tískil verður
arbeitt uppá gamla presta-
garðin, við tað at ov trongt
verður í Tinganesi fyri
Høgna Hoydal og hansara
fólk.
Tó er tað ikki so, at set-
húsini verða umvæld til
beinleiðis skrivstovuhølir.
Prestagarðurin
verður
endurnýggjaður og um-
vældur til eitt vanligt set-
hús, men í arbeiðinum
verður tó støði tikið í, at
fólk úr Løgmálaráðnum
koma at starvast har.
Tað verður tó ikki í
bræði, at húsini verða tikið
í nýtslu, tí nógv arbeiði er
eftir at gera. Innan er so at
siga alt eftir at gera hjá
timburmonnunum úti á
Reyni. Sambært Løgmans-
skrivstovuni er ætlanin, at
húsini skulu vera liðug
móti vári, og tá verða hús-
ini eftir øllum at døma tikið
í nýtslu av Løgmálaráðn-
um. Við tað at húsini eru
sera gomul, verða, umframt
timburmenn og handverk-
arar, eisini fornfrøðingar
inni í myndini í arbeiðin-
um.
Lofti í Skansapakk-
húsinum tøkt
Í niðasta húsinum í Tinga-
nesi, Skansapakkhúsinum,
eru eisini fleiri møguleikar
hjá Løgmansskrivstovuni.
Lofti í hesum húsi verður
nevniliga ikki nýtt til nakað
ávíst í løtuni, og eru tey
hølini tøk at nýta.
Tankin
hevur
verið
frammi at inrætta hølini til
sjálvan løgmann burturav,
men tó eru endaligar av-
gerðir ikki tiknar hesum
viðvíkjandi. Grundlógar-
nevndin hevur hildið til í
hesum hølum, men í løtuni
hevur eingin fast hølir á
loftinum í Skansapakkhús-
inum, og tískil umhugsar
Løgmansskrivstovan í løt-
uni, hvat skilabest er at nýta
hesi hølir til í framtíðini.
Løgmálaráðið inn í gamla prestagarðin
Gamli prestagarðurin úti á
Reyni verður í hesum døgum
umvældur og
endurnýggjaður, og
Løgmálaráðið fer at starvast í
hølunum, sum eftir ætlan
verða tikin í nýtslu í vár
Mynd Finnur Justinussen
4
Nr. 150 - 9. august 2002
Nr. 150 - 9. august 2002
5
– Hetta er ein roynd
at formalisera ognar-
viðurskiftini í Føroya
Banka, áðrenn bankin
verður privatiseraður.
Fólkið bjargaði bank-
anum við 2,7 milli-
ardum krónum, sum
landskassin rindaði.
Við at geva hvørjum
føroyingi 5.000 kr í
partapeningi sum
endurgjald, kunnu vit
samstundis fremja
eitt sosialpolitiskt
tiltak, sum fær allar
skattalættar at blikna,
heldur Jóannes Eides-
gaard, formaður
Javnaðarfloksins
PRIVATISERING
Eirikur Lindenskov
– Javnaðarflokkurin hevur
sum so ikki broytt støðu til
privatiseringar, men vit
kunnu bara staðfesta, at
stórur meiriluti er á tingi
fyri, at almennar ognir
skulu privatiserast. Hetta er
eisini staðfest í samgongu-
skjalinum. Vit kundu sakt-
ans livað við, at bæði Før-
oya Banki og Fiskavirking
framvegis vóru almenn
ogn.
Hetta
sigur
Jóannes
Eidesgaard, sum undir við-
gerðini av løgmansrøðuni
mánadagin vegna Javnaðar-
flokkin skjeyt upp at geva
øllum føroyingum lut í
privatiseringini av Føroya
Banka.
– Vit kundu sjálvandi
framhaldandi sitið og sagt
nei og stríðst til síðsta
mann ímóti privatisering-
ini. Men vit vilja heldur
vera konstruktiv og gera
okkara ávirkan galdandi.
5.000 krónur til hvønn
føroying
Uppskotið hjá Javnaðar-
flokkinum snýr seg um, at
allir føroyingar skulu fáa
hvør sítt partabræv upp á
1.000 krónur sum gávu um
árið – fimm ferðir.
– Tað fall okkum fyri
bróstið, at politikarar vildu
selja bankan, sum lands-
kassin – ella rættari sagt –
sum fólkið bjargaði við 2,7
milliardum krónum. Vit
halda so avgjørt, at fólkið
eigur at fáa hetta endur-
goldið á onkran hátt, og
skjóta vit tí upp, at hetta
verður gjørt við at lata
hvørjum einasta føroyingi
5.000 krónur í partapen-
ingi, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Formaður Javnaðarfloks-
ins vísir eisini á, at hetta í
veruleikanum er at for-
malisera eigaraviðurskiftini
hjá bankanum, áðrenn hann
verður privatiseraður.
So er spurningurin, um
allir føroyingar gera eitt
kvetti við hesum partapen-
ingi.
– Tað gera teir, um
bankin framhaldandi verð-
ur eins væl rikin, sum hig-
artil, og hava vit eina
møguliga oljuvinnu í huga,
so er tað nógv sum bendir á
tað, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Skattalættin bliknar
Síðani tekur hann dømið
um eina familju við trimum
børnum. Tey fáa tilsamans
25.000 krónur í partapen-
ingi. Verður kursurin 400,
sum hann var fyri nøkrum
árum síðani, so kunnu hesi
partabrøv
seljast
fyri
100.000 krónur.
– Tað er í øllum førum
eitt sosialpolitiskt tiltak,
sum vil nakað – tá blikna
allir
skattalættar,
sigur
Jóannes Eidesgaard.
Spurdur, um hetta ikki
kann føra til økta nýtslu, so
sum Jørn Astrup Hansen,
bankastjóri,
og
Sigurð
Poulsen, landsbankastjóri,
hava ført fram í útvarpinum
fyrr í vikuni, sigur Jóannes
Eidesgaard, at tað heldur
hann ikki.
– Tú kanst ikki fara inn í
ein radiohandil og keypa
fyri eitt partabræv. Tað má
fyrst umsetast til pengar.
Eisini forðar skattalógin
fyri hesum, tí sambært
henni, so verður vinningur
av partabrøvum, sum verða
seld innan trý ár, skattaður,
sigur hann.
Hann leggur eisini dent á,
at tað ikki er so umráðandi
fyri Javnaðarflokkin, at
partapeningurin verður til-
lutaður eftir fimm árum.
Skapar hetta ov stórar bú-
skaparligar trupulleikar, so
kann hetta gerast yvir eitt
longri tíðarskeið – enn er
hetta bara eitt uppskot,
leggur Jóannes Eidesgaard
dent á.
Javnaðarflokkurin hugsar
sær, at 25% av partapening-
inum í Føroya Banka verð-
ur latin føroyingum. Lands-
kassin skal eiga 30%, og
hini 45% kunnu so seljast á
virðisbrævamarknaðinum.
– Á henda hátt forða vit
fyri, at t. d. allur partapen-
ingurin fer av landinum, tí
tá verða bara 45% seld á
marknaðinum
í
fyrsta
umfari,
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
J av n a ð a r f l o k k u r i n
skjýtur eisini upp, at eingin
annar partaeigari, enn land-
ið, kann eiga meira enn 5%
av partapeninginum.
Fólkslig bond
Jóannes Eidesgaard vísir á,
at Jørn Astrup Hansen so
ofta hevur víst á týdningin,
tað hevur, at bankin hevur
eitt tilknýti til fólkið – eina
»fólksliga
forankring«,
sum hann plagar at siga.
Hann heldur, at við hesum
tilknýti kanst tú rættuliga
gera Føroya Banka til
fólksins banka.
– Men kann hetta ikki
skaða virksemið hjá spari-
kassunum, at tit so leiðis
skapa Føroya Banka eitt
breiðari grundarlag við tað,
at allir føroyingar skulu
eiga bankan?
– Eg skilji væl, um onkur
vil siga hatta. Men eg hugsi
ikki, at kundarnir hjá Spari-
kassunum fara at rýma yvir
til Føroya Banka, fyri tað,
um teir fáa partabrøv í
bankanum.
Spurdur um Javnaðar-
flokkurin eisini fer at skjóta
upp, at allir føroyingar fáa
partabrøv í eitt nú Fiska-
virking,
sigur
Jóannes
Eidesgaard, at tað als ikki
er hugsandi:
– Fólkið hevur bjargað
bankanum, og fólkið eigur
endurgjald fyri tað. Hetta
skal vera sum ein tøkk fyri
bankabjargingina og alt tað
svára stríðið, sum allir før-
oyingar máttu ígjøgnum í
kreppuárunum, har nógv
vóru rikin frá húsi og
heimi, frá arbeiði, og har
fleiri máttu rýma av land-
inum.
Góða undirtøku á
tingi
Uppskotið hjá Javnaðar-
flokkinum fekk góða mót-
tøku í løgtinginum undir
viðgerðini av løgmansrøð-
uni. Hetta fegnast Jóannes
Eidesgaard sum vera man
um.
– Fólkaflokkurin var sera
positivur. Teir eru óivað
glaðir fyri, at Javnaðar-
flokkurin gloppar dyrnar
fyri privatiseringum, tí eyð-
sæð er, at tað hevur týdn-
ing, at ein breiður politisk-
ur meiriluti stendur aftan
fyri ta avgerð, sum verður
tikin um framtíðina hjá
Føroya
Banka,
heldur
Jóannes Eidesgaard.
Hann helt eisini móttøk-
una frá Sambandsflokkin-
um bera tann positiva veg-
in.
– Men Sambandsflokkur-
in hevur eitt annað fyri-
varni, tí flokkurin hevur
fyrr havt uppskot frammi á
tingi um, at fyrilit verður
tikið fyri gomlu partaeigar-
unum, tá bankin verður
privatiseraður, sigur Jóann-
es Eidesgaard.
Men hann undraðist eitt
sindur á tað, sum Tjóð-
veldisflokkurin førdi fram,
at hetta var ein forering.
– Tað er tað ikki, hetta er
sum sagt ein formalisering
av eigaraviðurskiftunum,
áðrenn
bankin
verður
privatiseraður, sigur Jóann-
es Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin:
Bankin aftur til fólkið
Uppskotið um at geva
øllum føroyingum
partapening í Føroya
Banka kann føra til,
at vinnulívið í
framtíðini í størri
mun verður
eginpeningsfíggjað
heldur enn
lánifíggjað, heldur
Kári á Rógvi,
løgfrøðingur
PRIVATISERING
Eirikur Lindenskov
– Uppskotið hjá Javnaðar-
flokkinum um at privatisera
Føroya Banka við at geva
øllum føroyingum 5.000
krónur í partapeningi ljóðar
áhugavert.
Tað heldur Kári á Rógvi,
løgfrøðingur. Hann heldur
tað vera áhugavert, at Javn-
aðarflokkurin, sum hevur
verið sera afturhaldandi
viðvíkjandi privatisering-
um, nú kemur við eini heilt
aðrari dimensión í hesum
máli. Hann vísir á, at hetta
kann fáa rættuliga stóra
ávirkan á vinnulívið í Før-
oyum.
– Tá allir føroyingar eru
partaeigarar
í
Føroya
Banka, so fáa allir føroy-
ingar eitt forhold til tað at
eiga eitt partabræv – sum
kanska kastar nakað av sær
eisini. Hetta kann elva til,
at størri áhugi verður fyri at
seta partapening í vinnulív-
ið annars, sum aftur kann
føra til, at vinnulívið í størri
mun verður eginpenings-
fíggjað heldur enn láni-
fíggjað, sigur Kári á Rógvi.
Hann heldur, at hetta kann
føra til, at vinnulívið fer at
líkjast meira vinnulívinum
í USA, sum í nógv størri
mun er sett saman av
smáum partaeigarum, með-
an
ognarviðurskiftini
í
vinnulívinum í Evropa í
nógv
størri
mun
eru
konsentrerað á fáum hond-
um – færri, men størri
partaeigarum, og í størri
mun lánifíggjað.
– Hetta er so ein nýggjur
formur fyri ognardemo-
kratii, sum kann føra til, at
bankin skal skipast øðrvísi,
so vanligi partaeigarin hev-
ur betri møguleika at koma
til orðanna, eitt nú gjøgnum
eitt umboðsráð.
Kári á Rógvi vísir á, at í
80’unum lænti fiskivinnan
sera nógvar pengar. Hetta
vóru pengar, sum fólk
høvdu í bankunum. Fólkið
misti ikki pengarnar, tá
skrædlið kom, tí bankarnir
vórðu bjargaðir. Fara fólk
nú at seta pengar beinleiðis
í vinnulívið, so eru tey
sjálvandi meira útsett, men
tey fáa tað eisini ávirkan á,
hvussu vinnulívið verður
rikið.
Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkurin vilja hava bankan aftur til fólkið. Flokkurin er vanliga
afturhaldandi, tá talan er um at privatisera almannar ognir, men hann kann ganga við til at
privatisera Føroya Banka, um fólkið fær sín part, sum sambært uppskoti floksins er 25% av
partapeninginum, sum skal býtast javnt millum allar føroyingar
Mynd: Finnur Justinussen
Kári á Rógvi, løgfrøðingur:
Kann fáa stóra ávirkan á vinnulívið
– Tá allir føroyingar eru partaeigarar í Føroya Banka, so fáa
allir føroyingar eitt forhold til tað at eiga eitt partabræv – sum
kanska kastar nakað av sær eisini. Hetta kann elva til, at størri
áhugi verður fyri at seta partapening í vinnulívið annars,
heldur Kári á Rógvi, løgfrøðingur
C
M
Y
K
5
4