Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. Síða 4 Atli Dam, løgmaður: Skilagóð útbygging er farin fram í fiskiidnaðinum og i fiskivinnuni — Føroyska fiskivinnan er útbygd ómetaliga nógv hetta seinasta 10 ára skeiðið. Onkur vil halda ov nógv. Hevur tað verið ov lítil stýring frá almenn- ari síðu, tá talan er um at gera ílegur í m.a. fiski- skip? — Tað er meguliga rætt, at ílegurnar hava ikki verið so nógv stýrdar. Hetta kemst tó fyrst og fremst av, at tað valla hevur verið nakað eki, har full útbygging er framd. Eitt nú kunnu vit taka útbyggingina av fiski- ídnaðinum á landi. Har hevur ikki verið nekur til- rættalegd stýring — tían- betur — tí hava vit í dag arbeiðspláss í nógvum bygdum. Seinast í 50- unum varð farið frá hugs- anini um at byggja eini tvey ella trý stór flaka- virkir. Ístaðin valdu menn at skapa arbeiði, har sum fólkið búði heldur enn at skula flyta fólk. Umleið 20 flakavirkir Tá varð tí eisini greitt, at tað máttu fremjast stórar ílegur kring alt landið. Tann stýring, sum hevur verið av ílegunum, varð, at ein hevur roynt at tryggja teimum einsteku projektunum nóg sterkt steði í kravinum til egin- pening, rakstarfígging og til útvegan av fiskiførum, sum skuldu tryggja virkj- unum ta neyðugu ráver- una. Í dag eru umleið 20 flakavirki — og kann væl væntast, at ikki mong koma aftrat. Kortini eru pláss í landinum, har n áttúrligt grundarlag skuldi verið fyri annað- hvert einum flakavirki ella einum fiskavirki av øårum slag ti viðgerð av nýggjum ráverum og til at viðgera vanligu ráveruna meira enn higartil. Stórt tal av skipaslegum Um stýringina av sjálvum ílegunum í fiskiskip, sigur Atli Dam víðari, at hon hevur fyri tað mesta verið framd igjøgnum sonevnda jåttanarpolitikkin: við studning- og stuðulslán- um og veðhaldum frá tí almenna — men eisini tí ein hevur hildið, at tað galt um at fjøltåtta veiðu- meguleikarnar so nógv sum gjerligt — og at vit harvið noyddust at fremja ílegur í eitt ógvuliga stórt tal av skipaslegum: línu- skipum til bæði ísfisk og saltfisk, frystiskipum til svartkalva, hemara og rækjur, trolarum til fesk- fisk og saltfisk, kraft- blokkaskipum og einum heimaflota av sterri og minni førum. Tá ein nú skuldi gera ílegur innan so nógv eki — fyri at varðveita nóg stóra liðiligheit í vinnu- meguleikunum — varð tí ikki hildið rættiliga nógv aftur á hesum økjum — ikki fyrr enn nú tey sein- astu trý til fýra árini aftaná at lond fóru at flyta fiskimarkini út og aftaná, at kvotabýtini komu í lag. Avmarkandi tiltøk — Men hevur einki verid gjørt fyri at forda eini alt ov tilvildarligari útbygg- ing av veiðuflotanum ? — Tað hava verið gjørd avmarkandi tiltek. T.d. var tað rættiliga tíðliga í sjeytiárunum at hildið varð uppat at stuðla traditionell kraftblokka- skip, sum vóru kraft- blokkaskip burturav — og farið varð yvir til at stuðla skip, sum hevdu fleiri vinnumeguleikar, eitt nú til at trola eftir svart- kjafti. Í 1976 steðgaði lands- stýrið játtanum til fleiri rækjuskip enn tey 17, sum tá vóru játtað. Sum kunn- ugt hevur tað eisini síðani 1978 verið torfert at fáa loyvi til at byggja ella keypa skip uttanlands uttan so, at ein visti um skip, sum fóru úr flotan- um ístaðin — ella tað vóru skip, sum vórðu bygd til heilt ávísar meguleikar sum nýliga eru íkomnir. Meiri stýring Men framyvir eru væl allir menn greiðir yvir, at tað verður neyðugt við eini ávísari stýring. Um einum líkar hetta ella ikki, so er kortini semja um, at hon gerst neyðug m.a. av kvotabýtinum, og tí tað er vorðið meira greitt at náttúrutilfeingið er ikki ótemandi, og at tey ávísu fiskaslegini bert kunnu veiðast upp til eitt ávíst mark, skal framhaldandi veiða verða megulig — so tað er givið, at framyvir má ein tilrættislegging og styring av ílegunum i fiskivinnuna verða framd meira enn hon hevur verið higartil. Skifta og skifta — Men Atli Dam! Vórðu tað ikki kortini gjerdar ov stórar ílegur í ávís fiski- skip, sum vit vistu ikki fóru at hava meguleika at veiða í fremmandum sjógvi í rættiliga nógv ár aftrat? — Tað er einki nýtt hjá føroyingum, at tær fløg- urnar, sum vit mugu fremja í ein ávísan møgu- leika, sjáldan fáa nóg langa tíð til at gera av- skrivingar í. Eg hava ávíst fleiri ferð- ir, at okkara lutur hevur verið at finna nýggjar veiðumeguleikar alla tíð- ina — fara frá einum veiði- hátti til ein annan — frá einum veiðueki til eitt annað og frá einum fiska- slag til eitt annað. Hver einstakur av hesum meguleikum hevur vanliga havt eina góða av- skrivartíð uppá fýra, fimm ella seks ár — áðrenn nýggjar ílegur máttu ger- ast í tey somu skipini fyri at gera tey fer fyri at leggja um til aðra veiðu. Tað sama varð fyri so vítt neyðugt viðvíkjandi rækjuflotanum. Skuldi tann góða tíðin, sum var frá 1970 til dagin í dag, nýtast soleiðis, at virði blivu skapt til hetta sam- felagið, so máttu vit hava ein nóg stóran flota til at taka okkara rímuliga part av hesi veiðu. Stórt seluvirði Tey flestu av hesum skip- um eru í dag avskrivað. Tey seinastu og tey dýr- astu skipini eru kanska ikki heilt undan komin, men hetta eru eisini tey skipini, sum í dag hava stersta seluvirði. Tey kunnu øll seljast fyri mun- andi meira, enn tey blivu bygd fyri. Ja, nærum fyri tað sama, sum tað kostar at byggja eitt líknandi skip í dag. Eg haldi ikki, at búskap- arfrødingar vilja skriva undir uppá, at her hevur verið gjørd ein skeiv iløga. Tverturímóti hava vit við alla tíðina at gera iløgur í tað mest nútímans sam- stundis tryggjað okkum, at vit í dag hava eitt vinnutól, sum annaðhvort lættliga kann leggjast um til aðrar veiðuhættir ella verða selt við munandi vinningi, sum síðani aftur kann verða nýtt til ílegur til aðrar veiðumeguleikar. Dapurt útlit — men royndist best — Heili 17 rækjuskip eru í flotanum. Varð tað ikki nóg mikið við teimum 10? — Avgjert ikki. Hevdu vit ikki sett pening í hesi 17 rækjuskipini, so høvdu vit ikki havt vunnið tær eina til tvær milliardirnar, sum vunnið er við rækju- skipunum hesi árini. Ein kundi kanska í fjør siga, at útlitið fyri 1980 varð dapurt hjá rækju- skipunum, men kortini hevur 1980 roynst tað besta árið yvirhevur hjá okkara rækjuflota. Tað fara at verða veidd umleið 11.000 tons av rækjum, hóast kvotan við ársbyrj- an bert var 1880 tons. Vit vita eisini, at oll hesi skipini kunnu nýtast til aðrar meguleikar — og vera — møguleikarnir í rækjuveiðuni minni, so ber til at veiða rækjur ein part av árinum og vera í aðrari vinnu ein annan part av árinum. Her er serliga talan um tey seinastu og mest nú- tímans skipini, ið m.a. lætt kunnu nýtast til svartkjaftaveiðu til matna — har veran verður vidgjørd umborð, og til svart kalva — ella konga- fiskaveiðu har råvøran verður fryst umborð. So lat meg taka upp- aftur. Tað er eingin skeiv ílega farin fram á hesum økinum. Vit vita eisini, at tey 10 rækjuskipini, sum vóru til i 1975, hevdu ongantíð verið før fyri at veiða tær negdir, sum í dag verða veiddar og sum hava verið veiddar tey seinnu árini. : SOSIALURIN Heimaflotin — Men taka vit so heima- flotan — hevur uppbygg- ingin av hesum flota ikki verið óheppin við m.a. teimum skeivu skipunum ? — Hetta alla tíðina at skula umleggja skip, sum eru bygd til ein ávísan meguleika, til nýggjar — hetta at skula verða út- gjørdir uppá at leggja veiðuna um, soleiðis, at skip, sum eru bygd til eina veiðu, mugu gerast før fyri at troyta ein annan veiðumeguleika — alt tað ger, at vit hava ikki tey skip, sum eru best egnað í tí nýggja meguleikanum. Her er heimaveiðan eitt týðuligt demi. Vit hava nokk fingið eitt ov stórt tal av trolarum, sum ikki hava meguleika at troyta tað djúpa vatnið. Her mugu vit leggja okkum eftir at fáa skip, sum í nógv sterri mun kunnu veiða á djúpum vatni. Eisini má talið av skipum, sum troyta toska- og hýsustovnararnar av- markast. Men har hevur kortini ikki verið annað at gera enn at gera ílegur í ver- andi flota. Tað hevði verið ov kostnaðarmikið bert at gjørt nýbyggingar til veiðumeguleikarnar undir Føroyum og lagt hin partin av flotanum. Tað er tó givið, at uppá longri sikt, so verður neyðugt við meiri stýring á hesum ekinum bæði, hvat viðvík- ur stongdum og opnum leiðum, økjum til ávísar vinnuhættir og viðvíkj- andi veidunøgd av hvørjum einstøkum fiska- stovni. Og hesar avmark- ingar koma at galda allar veiduhættir — bædi vid húki og eðrum amboðum.