Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 1980síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN - Vit halda her fram við greinarødini »Pråt við løgmann«. Í dag viðgera vit støduna hjá fiskivinnuni og tann politikk, sum javnaðar- flokkurin hevur fert á fiskivinnugkinum tey seinastu 10 árini. Framtíðar útlitið hjá fiskivinnuni. Meiri stýring og troyta nýggj- ar moguleikar — Hvussu metir tú útlitið hjá føroysku fiskivinnuni í 80-unum ? — Tað er í dag ógjerligt at siga, hvussu stórt tal av skipum vit í framtíðini fara at hava innan ymsar veiðuhættir og til at veiða tey ymsu fiskaslegini. Men við at byggja hugs- anina á tað farna — har vit hava sæð, hvussu skjóti føroyingar hava loftað sær, og hvussu nógvir nýggir meguleikar hava stungið seg upp so hvert sum summir fóru — so er givið, at okkara fiskivinna fer at hava meguleikar at útvikla seg í 80-unum. Hetta verður ikki innan toska-, hýsu- ella upsa- stovnarnar, har áherðslan verður legd á at viðgera fiskin enn meira. Men tað eru aðrir stovnar, sum ikki eru fult troyttir, eitt nú veiða eftir svartkjafti og ávís eking av veiðuni á djúpum vatni. So eg meti, at gongdin í fyrru helvt av 80-árunum kemur at líkjast ógvuliga nógv gongdini í seinnu helvt av 70-árunum við stýring í sterri mun enn fyrr og við initiativum frá privatum og tí al- menna ella báðum saman til at troyta teir nýggju møguleikarnar. Eydnast tað so okkum haraftrat í samráðingum við EEC at fáa frægari tollsemdir, so er givið, at víðari viðgerð av matver- um kemur at vinda uppá seg. Og haraftrat mugu vit ikki gloyma tann týdning, sum aling av laksi, sílum og skeljadjórum fer at fáa í 80-árunum. Aðrir siga at politikkurin er skeivur — men teir hava einki at seta ístaðin: Føroyaleidirnar størstan tydning — men rætt at varðveita onnur oki — Fert hevur verið fram, at vit í sterri mun eiga at leggja dent á heimasjógv- in. Heldur tú, at vit hava lagt ov stóran dent á veiduøkini aðrastaðni ? Atli Dam: — Viðvíkjandi fiski- vinnupolitikkinum sum heild hevur javnaðarflokk- urin lagt dent á at varð- veita flest meguleikar alla staðni ístaðin fyri bert at satsa uppá eitt eki sum t.d. Feroyagkið. Vit hava roynt at út- vega kvotur á øllum leiðum, har, sum roynt hevur verið fyrr eins væl og á nýggjum leiðum — fyri á henda hátt at varð- veita liðiligheitina í vinnu- meguleikum. Og valmegu- leikarnar hjá einstaka skipinum. Tað er eingin loyna, at ávís eki roynast ikki eins væl hvert ár. Tí er so stórur dentur lagdur á at fáa sáttmála við: Noreg og Sovjet fyri kraftblokka- og saltfiska- trolaraflotan — við Ísland fyri kraftblokka- og fesk- fiskaflotan, bæði við línu snellu og troli — við Gren- land fyri svarkalvaskip við línu og trolarar til rækju — við Canada — við USA — í Norðsjónum — við EEC og nú eisini við strandalond í Suðurame- rika og Afriku. Fyri allar veiðuhættir, soleiðis at skipini hava avlopsmegu- leikan at velja í. Tað er mín trúgv, at sjålvt um hetta veiðugkið undir Feroyum kundi givið tað, sum er neyðugt til at halda samfelagsbú- skapinum gangandi, so er tað skilagott og rætt fram- haldandi at varðveita meguleikar hjá eðrum og at lata eðrum meguleikar hjá okkum. Tað gevur tað bestu liði- ligheitina. Henda fiskivinnupolitikk er tað eisini eydnast at fremja hampuliga væl — hóast kvoturnar steðugt hava verið minkandi og hesin fiskivinnupolitikkur var hin einasti møguligi. Hvat er betri — Serliga sambandsmenn tosa um, at tað er ein skeivur fiskivinnupoli- tikkur, sum førdur er. Men hevur tú varhugan av, hvat teir hava at seta ístaðin ? — Tað er ongastaðni sagt hverki frá tjóðveldis- monnum ella frá sam- bandsmonnum, hver politikkur hevði roynst betur. Tað er ikki nóg mikið at siga, hvat skal setast ístaðin fyri — og hetta er ikki gjert. — > Utviklingurin vil sjålvsagt bera i sær, at meira og meira veråur veitt undir Føroyum, og at minni verður veitt aðra- staðni, men kortini meini eg, at hesin politikkurin, sum førdur er, er tann, sum gevur okkum longst tíð til at fremja hesa um- reddu umlegging og sum í longdini eisini kemur at roynast best. praktisk Síða 5 Um framtíðar samstarvið | við grannatjóðina Grønland. Gronlendingar og foroyingar koma at hava brúk fyri hvørjum øðrum — Hvussu metir tú okkara meguleikar í Gren- landi í framtíðini ? — Tað er ógvuliga torfert at siga. Eins lítið og okkara rættindi sum ríkisborgarar til at veiða í donskum ella grenlendskum sjógvi og teirra at veiða í okkara eru avkláraði. Eins lítið kunna vit í dag meta um hverji heft EEC kemur at leggja á ríkisins part í framtíðar rættindum Eisini er leiðin sum grønlendingar fara at velja framyvir, óviss, um teir framhaldandi verða limir í EEC ella fara út. Hesin spurningurin vil fáa avgerandi týdning fyri meguleikarnar fyri fer- oyskari og grenlendskari samvinnu í framtíðini. Persónliga trúgvi eg, at báðir partar framyvir í ávísan mun vilja fáa brúk fyri hverjum eðrum uttan mun til um Grønland er limur í í EEC ella ikki. Men tað er givið, at vera teir uttanfyri, so er tað neyðuga í eini tílíkari samvinnu meira átroðk- andi. Eg vænti at meguleikarnir i Grenlandi verða rúmari — um ikki endiliga viðvíkjandi rækjunum í Eysturgrenlandi, so viðvíkjandi eðrum fiska- sløgum so hvert sum stovnarnir mennast. Men um hetta verður næsta år, 1982 ella 1983 er tað eingin sum kann siga nú Hetta sama er galdangi viðvíkjandi sild í Norð- sjónum, viðvíkjandi meira toski í Barentshavin- um og sterri kvotum undir Íslandi. Tað fer at vera ein óvissa, til tann endaliga legan viðvikjandi fiskabýrinum gerst veruleiki, og til endaliga steðan fyri norðurlendskari samvinnu ella limaskapi fyri partar av útjaðaraskjum í Norður- atlantshavi er avklárað. Men, vit kom at spæla eina sentrala rollu í hesi telving komandi ár, og tí er so avgerandi at menn sum hava skilt samanhangið í uttanríkispolitisku mynduni, sleppa at åvirka Føroya leiklut. SV så per) á SEK A ost » ná +, x ge Frovin -* 3 Pi R & > mør" £ N F 2380 bú , md ER go p "| - » Fx Q På * sgá - ør > ' . M . 2 pa mi ; r % % Á Jog mn A NI Da "- + N < te] » - R i i - anX - , as a . - j and % avik 489% vers Vig" „Á . Prøvent | bú Á Konna < > e f ate Jar F: a ” OK SS er i. Hø. í afjórðu KOM X li að er eið“. Reyk tali. Yo 3 <3 > gMINGER På h SÁ nar po ÞRÁ Er S ET 16 »/ B = ge <epá = Kap Cørt Adelae ar 9 Vigtufe -Narssan, y se.“ i * 4754 jag a ad á +