Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Ídnaðar- útbygging OKT UTTANLANDSSKULD, hall á gjaldsjavnanum og arbeiðsloysi eru vanligastu sjúkratekini hjá flestu av londunum kring okkum. Hóast vit eisini komu í fíggjarliga trongstødu, kunnu okkara kreppueyðkenni als ikki metast javnt við tey í t.d. granna- londum okkara. VÍST HAVA vit hall á gjaldsjavnan- um, og tað hevur andstødan gjørt nógv burturúr. Men teir gloyma sam- stundis at siga fólki frá, hvar hesin peningurin er farin, sum vit hava lænt úr útheiminum. Hesin peningurin er ikki, sum hjá nógvum gðrum, farin til nýtslu, men til vinnuskapandi virki, og tað er júst tí, at vit í dag kunnu vísa á, at her í landinum er arbeiði til allar hendur. GJØGNUM sjeytiárini hevur Javnað- arflokkurin lagt til brots við at skapa møguleikar fyri øktari ídnaðarútbygging, og harvið skapan av fleiri arbeiðsplássum í landi okk- ara. At júst hetta hevur verið neyð- ugt, og er tað framvegis, sæst best í dag. SPYR TEG SJÁLVAN. Vildi tú verið flakavirki í heimbygd tíni fyriuttan. Vildi tú verið okkara fiskiskipaflota fyriuttan? Vildi tú verið teim virkjum annars fyriuttan, sum komin eru, takkað verið vilja og hegni frá eins- taklingum, og hjálp frá okkara poli- tisku myndugleikum ? UTTAN EIN tilikan virknan idnadar- politikk, sum fram er farin hesi sein- astu árini, stóðu vit ikki so stinnir. Hesin politikkur má halda fram, so- leiðis at vit kunnu tryggja okkum eitt enn betri staði við vinnumøguleikum og trivnaði í egnum landi. Tá hava vit meguleikan at framleiða okkum úr fíggjarligu trongstødu okkara. FOROYSKA SAMFELAGIÐ hevur brúk fyri javnaðarpolitikki. Til at fremja henda politikk hevur Javnað- arflokkurin brúk fyri tær. Vís flokkin- um tí álit valdagin. SOSIALURIN Syngur Gríma sítt seinasta vers? Soleiðis spyr »Svein Bjarti« í Dagbiaðnum fyri 15. oktobur i eini grein, ið er sett upp sum eitt slag av ummæli av teimum Dario Fo leikunum, ið Gríma ferðast við fyri tíðina. Tó — um sjálvt innihaldi í leikinum greiður sveinurin okkum ikki so nógv fra Endamálið við skriving hans- ara tykist at vera: At styggja fólk burtur frá at síggja leikirnar (slíkt ferir ofta til tað mótsatta úrslitið) og at oysa sítt innibyrgda gall og gor út yvir tær tríggjar kvinnurnar ið mynda sjónleikabólkin Tað hann sigur um leikirn ar er skjótt samanumtikið Laurusa leikpartur var merktur av alt ov lítlum stíli hon var fleiri ferðir við at detta um seg sjálva! Birita var so tolulig, men hevði mangan verið betri, Rosa í sínum leikparti hevði brúkt seg so ljótt. at sveinurin hevði fingið skelk. Síðani kemur hann til tað niður- stødu, at leikurin er óhósk- andi fyri allar føroyingar uttan kanska onkran »per- versan gamlan drong« og ti sær hann gjarna at allur fíggjarstuðul til Grímu heldur uppat og verður givin eðrum sjónleikarum ístaðin So kann ein so spyrja seg hverjum erindum er Svein Bjarti úti í? Er hettar ein liður í fólkaflokksagitatiónini nú uppundir val? Blaðstjórin á Dagblaðnum ferir seg jú eisini fram. Ammnesty International. Chilenevndin, Grima, perver- sir gamlir dreingir — nu mátti skjótt verið nóg mikið av syndabukkum hjá tykkum. At enda: Næstu ferð tú loypur á navngivin fólk, kalla teg so annahvert „Svein Svarta« ella enn betur set títt rætta millum sjónleikaáhug- aði vælkenda navn undir ! scorpio DANAIR eigur at missa einkarrættin! DANAIR eigur at vita, at tá ferðafólk spyrja um avslátt- arskipanir fyri innanlendis- rutur, fáa tey at vita, at Feroyarutan ér ein uttan- lendisruta. DANAIR eigur at vita, at tá ferðafólk spyrja um av- sláttarskipanir fyri uttan- lendisrutur, fáa tey at vita, at Feroyarutan er ein innan- lendisruta. DANAIR VEIT, at Feroya- rutan ber undirskotið av hinum DANAIR rutunum innanlendis í Danmark. DANAIR VEIT, at prísur- in pr. km. til Feroya er so himmalrópandi nógv hægri enn til Thisted, Stauning, Odensen, Tirstrup ella aðrar rutur, sum hetta felag rekir Og har eru hundrað ymiskar avsláttarskipanir, sum ikki eru galdandi til Feroya. Tí her er monopol og onki DSB at konkurrera við. Tað eiga vit at svíða fyri. OG DANAIR VEIT, at ongin DANAIR-ruta er so fullsett sum føroya-rutan. NÆR EIGA VIT AT LATA DANAIR VITA, hvat vi meina? Hvussu leingi eiga feroyingar at lata DANAIR hava monopol til Feroya-rutuna? Og fara við ferðafólki eins og teim lystir, tí teir hava monopoi ? VELKOMMEN OMBORD, Vi ønsker jer en god rejse, men tað er meiri lovad enn meguleiki er at yvirhalda teir tveir tímarnar sum tú skalt hava »service« har umborð Helst um tú ikki kann berja teg til annað sæti enn aftast ella í miðjuni á flogfarinum. So verður eingin hugsingur um »service«. Flog-minded BEWARE ME WELL! Nationalkapitalistiski flokk urin er nú farin i valhernað gjøgnum Bræk-mann i Dag- blaðnum, sum als ikki er nakað dagblad, men bert kemur út tvær ferðir um vikuna. Nú vil flokkurin knappliga alt í einum »undirgrundina á feroyskar hendur“, og td. eisini >fólkaflokkurin fyri pensionistarnar«. Ein freistast til at siga »Go-morin øksaskaft !<. Á aðrari síðu í blaðnum brúka teir Inga Mohr „lige til at folde ud« So nú er nationalkapitalist- iski flokkurin við Breckmanni á odda ein sosi- alur flokkur. Vil hjálpa teim minnu mentu. Beware me well. Men hann vil eisini styðja mentanina. Tí næsta objekt hansara er GRÍMA og DARIO FO. Óli B. roynir seg sum »ummælara«, men úrslit- ið gerst ein hetz-makara móti tí bólki, sum royndi at stríð- ast fyri at halda feroyskum sjónleiki uppi. Um Dario Fo hevur yvirskot til at taka sær av glepsum frá feroyskum smápolitikarum, kann lesarin gita sær til. Kanska líka so lítið sum Churchill hevði tímað at skeitt eftir sleikj- arum av handtakinum í Downing Street. nr. 10 Men lesið nú væl uppá >...mentamálaráðharrin, sum hevur víst vælvild, so sjón- leikarbólkurin hevur kunnað spælt idealistiskur, er borg- arligur politikari«. Ja, hann er borgarligur. Og so låturligan mentamálaráð- harra hava vit aldri upplivað ådur. Serliga tå hann grinur bytt at mentanarpolitiskum spurningum í útlendskum sjónvarps-sendingum. Tá skammast vit og vilja ikki viðganga at vit eru feroying- ar. Hann situr og grínir býtt at sínum egna óviti! Beware me well! Og hvar er »vælvildin«? Jú: ein tjóð, sum ætlar sær at eiga seg sjálva, metir ment- anina so hegt, at bert 2 (tveir) sjónleikarar kunnu gjaidast sum professionellir! Næstu ferð hin mentaði borgarligi grínibíturin fer á samfelags- goldna luxus-ferð til Íslands t.d. so kann hann kanna eftir um teir hava fleiri enn tveir sjónlaikarar á ríkis-kontoini Beware me well fyri mentan ! So endar Bræk-maðurin sitt »ummæli« við orðunum: >...eitt kenna vit okkum sannferd um: Fyri at onkur á leikpalli kann stuttleika sær við gykli, er neyðugt, at onkur í veruliga lívinum arbeiðir hart hvenn gerandis- dag«. HOYRT? Spurningurin er bara nu hver ið framferir meira dagligt »Gykl«, Óli ella Gríma. Og hver ið arbeiðir harðari hvenn gerandisdag, fólkaflokks-fleskið í sam- felagnum ella okkara einastu tveir goldnu sjónleikarar. A, denn skomm fyri okkara mentan. Beware me well fyri fólka- floks-mentamálaráðharran. Beware me well fyri fer- oyska samfelagið í mentanar- málum. Krippi Framferðingarháttur Sambandsfloksins í Sandoy: a ——————— 37 OKSINSI SANGOy Fyrst útspiltur — síðan biðin til stillara Harra blaðstjóri. Gevið mær innivist við hesum reglum. Tá ið man er komin sum kandidatur á ein lista, plagar man at savna mest meguligar stemmur. Men soleiðis er ikki í hesum føri. Nú ein dagin, um tað mundi, tá sambandslist- in bleiv gjørdur, bleiv eg gjøgnum telefonina út- vaskaður við grovum skuldsetingum, sum eg ongantíð í mínum lívi havi verið útifyri, og so av einum kandidati í mínum egna flokki — Sambandsflokkinum. Men tað løgnasta av øllum, sum hendi, var tað, at fimm dagar aftan á at eg var útdálkaður við tí útslitið at fáa meg úr flokkinum, bleiv eg av 4 einum biðin til stillara á listanum, sum eg eri vanur at vera stillari á. Er nú ikki alt hetta hol i høvdid, at hava slíkar kandidatar á einum lista, sum velja burturúr, hvor ið skal hoyra til flokkin, og hver ikki? Tað bleiv sagt nú ein dagin, at ein skal velja eina kvinnu. At velja eina kvinnu, bert tí hon er kvinna, geri eg ikki, men eina megnar kvinnu, sum bæði hevur forstand uppá politikk og eisini at nøra um flokkin, fari eg at velja. Hon er á javnaðarlist- anum og so fari eg hervið at lata okkara stemmur til Javnaðar- flokkin. Vónsvikin sambandsfólk í Skálavík