mikudagur 29. oktober 1980síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
JAVNAÐARFLOKKURIN
Ernst Hansen
valevni
í Suðurstreymoy
Lat sambandsmenn
træta — vit gera tað
praktiska arbeiði
Til eli val síðan 1958
hevur javnaðarflokkur-
in fingið góða undir-
tøku frá veljarunum.
Henda undirteka
hevur givið flokkinum
meguleika at verið í
eilum landsstýrum við
undanteku av tí sokall-
aða sjálvstýrislands-
stýrinum.
Javnaðarflokkurin he
vur sostatt samstarvað
við allar flokkar á tingi.
Vit minnast, at javn-
aðarflokkurin leingi
var í landsstýrissam-
gongu við sambands-
flokkin og sjálvstýris-
flokkin.
Í hesum samstarvi
blivu framd mong
framstig fyri land og
fólk, eftir fastløgdum
sáttmála — samgongu-
skjali — millum hesar
flokkar.
Tað blivu framdar
stórar sosialar ábetur
Stórar íleggingar til
fiskivinnuna eins og til
vegir og havnir. Men
legið nokk. Tað
blivu framdar tvær
yvirtøkur
Við valið í 1974 slitn-
aði hetta samarbeiði,
og síðan hevur trúttan
og trætan rátt millum
sambandsflokkin og
javnaðarflokkin
Bleðini hava verið í
tremur síðan við »for-
klåringum« Nakað
klókari? — Nei! Út-
varpið hevur ofrað
fleiri kilometrar av
bandupptøkum. Nekur
forkláring ? — Nei!
Lat okkum taka
nekur demi fram. >Ég
havi lisið upp fyri javn-
aðarmonnum í fleiri
teinar. Eingin vildi
lurta eftir mær. Eg
havi bankað uppá
dyrnar í tingrúmi javn-
aðarmanna kl. 10 — kl.
2 og kl. 4. Eingin lat
mær upp. Vit bóðu um
fund við javnaðarflokk-
in. Tað metti bert ein
tingmaður-.
Ein slík trætan kann
vera sera skemtingar-
som sum ítriv, men
hetta dugir bert ikki í
praktiskum arbeiði.
Mær vitandi er tað so
við samráðingum mill-
um tveir partar, at
krev og ynski verða
gjøgnumgingin saman
og síðan lati hverjum
eðrum skrivliga. Eg
fari tí at heita á javnað-
arflokkin um alment at
kunngerða samgongu
uppskot sambands-
floksins. Og til
sambandsflokkin um
alment at kunngerða
samgonguuppskot jav-
naðarfloksins.
Viðmerkjast skal, at
her er talan bert um
uppskotini við ongum
viðmerkingum.
Tær hava vit fingið
so nógvar av við
ongum úrsliti
Útreiðslur til flutning
skula kunna dragast frá
Flest ell royna at ogna sær
ein bil fyri at kunna nýta
teir fyrimunir, sum skapt-
ir eru við tí útbygging av
vegum her í landinum
Asannast má, at bilurin
verður nóg so nógv brúkt-
ur til ónyttu. Men mong
eru tey ið eru noydd at
hava bil, fyri at kunna
vera við á einum arbeiðis-
plássi.
Framman undan sein-
asta løgtingsvali fingu vit
broyting í skattalógini.
Henda varð gjørd sum eitt
stig ímóti kelduskattinum,
og má hann fáast at virka
skjótast gjerligt. Við
teirri broytingini, sum
varð gjerd, varð gjørt eitt
mistak, tykir mær
Broytingin ferdi millum
annað við sær at megu-
leikarnir fyri frádrátti av
tí peningi, ið arbeiðisfólk
brúka fyri at koma til
arbeiðisplássini, fullu
burtur. Har er bert loyvt
einum festum frádrátti
uppá umleið 4000 kr. og í
teimum leiðbeiningum, ið
fylgja við sjálvuppgávu-
skjalinum stendur
tíðuliga og greitt, hvat
hesin frádráttur er
ætlaður til, millum annað
so sum peningur fyri flut-
ning til og frá arbeiði.
Nú er tað ikki óvanligt,
at fólk í festum størvum
og arbeiðisfólk hjá tí al-
menna, fáa slíkar útreiðsl-
ur endurgoldnar, og mong
eru tey, ið fáa nakað gold-
ið fyri hvenn kilometur
tey førka sín egna bil í
samband við arbeiði.
Hetta er rætt og rímuligt,
men tað er ikki rætt, at
fólk ið brúka túsundir av
krónum fyri at koma til
arbeiðisplássini ikki skulu
kunna draga hetta frá
sjálvuppgávuni. Til dømis
her í Eysturoy, her koyra
fólk í allar ættir at ar-
beiða, summi til flakavirk-
ini, sum til skipasmiðjuna,
onnur at egna og til út-
róðrabátarnar ella verk-
smiðjurnar. Næstan alt
arbeiðislag okkara hevur
við skip og sjóvinnu at
gera, og verður tí í
mongum førum uttan fyri
vanliga arbeiðis tíð, so illa
betist hetta við at sam-
skipa flutningin við buss-
um.
Fyrr hava lokalu mynd-
ugleikarnir loyvt ein ávís-
an frádrátt fyri koyring.
Hetta átti og burdi verði
praktiserað nú, tí hetta, at
fólk skulu gjalda skatt av
peningi, sum tey ongantíð
hava tjent, tað kann íkki
SOSIALURIN
vera rætt og allar minst
hin vanligi arbeiðismaður-
in og arbeiðiskvinnan.
Hesi viðurskifti megu
A—m—TT———
Jørgen Thomsen
valevni
í Eysturoynni
havast álvarsliga í huga
við tí nýggju skattaskip-
anini.
Eitt væl
stýrt land
Ólavur Heinesen
valevni
í Eysturoynni
— > ———
Vit føroyingar eru ósamd-
ir í so mongum, tað eigur
so at vera. Hetta vísir jú,
at vit tora og kunna vísa
okkara hugsan alment, og
hvat skuldi verið meira
sjálvsagt enn júst hetta.
Javnaðarfólk hava altíð
hildið og trú upp á, at okk-
ara stýrisskipan var góð,
ja kanska hin besta. Sam-
anber framburðin undir
leiðslu javnadarfloksins,
ella har flokkurin hevur
havt eina hond við í spæl-
inum. Tú kanst ikki annað
enn geva mær rætt, at
henda hond hevur verið
heppin, sera heppin. Fólk
aðra staðni frá, ið koma
higar, undrast yvir, at tað
skal hava verið okkum, so
lítlari tjóð, gjerligt at
koma sær fram á fremsta
rað eftir so stuttum ára-
máli. Grundin fyri hesum
er eitt væl stýrt land, har
javnaðarflokkurin hevur
átt sín stóra og avgerð-
andi lut.
Vit, ið rekja sjógvin og
tí av sjónum kemur, fola
okkum tryggari, tá vit
vita, at vit hava eitt stýri,
við eini leiðslu, sum vil
sikra okkara veidiøki og
sikra okkum veiðigkir
aðrastaðni, í tann mun
hetta letur seg gera. Vit
kunnu seta fingurin á
okkurt, sjálvsagt kunnu
vit tað, men heildarúrslit-
ið speglast í samfelagnum
sum heild. Hetta vísir eis-
ini, at her býr rakst og
ágrýtið fólk. Vit eystring-
ar eru komnir nakað væl
áleiðis á vinnuliga
økinum, og hetta fegnast
vit ell um, hetta, tí vit
hava kravt nakað av
okkum sjálvum, men so
sanniliga eisini kravt
nakað av okkara politisku
umboðum, eitt nú Øre-
gaard, sum saman við
eðrum góðum javnaðar-
monnum, var við at íbirta
lív og geva fólkinum trúgv
upp á, at tað nyttaði at
stríðast. Hetta kveistraði
uppgávulindið smátt um
smátt úr hinum
flokkunum.
Nevnt varð, at vit eru
komin væl áleiðis her,
hetta var ikki meint sum
ein koddi, men heldur
mótsatt.
Góðu veljarar, góðu
eystringar, tit vita eins
væl og eg, at javnaðar-
flokkurin altíð vil standa
við ábyrgdina, tá boð eru
eftir honum, og tað er ikki
ein so lítil borgan í sjálv-
um sær. Vit skulu hava
nýtt legting. Tit gera bein-
ast í at velja javnaðar-
flokkin. Tað hava tit vita,
og tað fara tit eisini at
gera hesa ferð.
Valfundir
til legtings-
valið 1980
í Eysturoynni
Mikudagin, tann. 29.
oktober 1980
Valfundur í Getu
kl. 19,30.
Hósdagin, tann 30.
oktober 1980
Valfundur í
kl. 19,30
Fríggjadagin,
31. oktober 1980
Valfundur í Leirvík
kl. 19,30
Mánadagin, tann 3.
november 1980
Valfundur á Eiði kl.
19,30
Týsdagin, tann 4.
november 1980
Valfundur á
Toftum kl. 19,30
Mikudagin, tann 5.
november 1980
Valfundur á Oyra-
bakka kl. 19,30
Getu
tann
IN