Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-11-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- Síða 8 Alternativir vinnu- vegir stóran týdnin Dag og dagliga kunnu v't lesa og hoyra um eina kreppuna fyri og aðra eftir, sum herja kring knettin og hótta við at koyra samfeleg á húsa- gang. Vit hoyra um hall á handilsjavnaðum og valutaundirskot. Vit hoyra um vaksandi út- reiðslur og minkandi inn- tekur, og eitt stødugt vaksandi arbeiðsloysi, ið ríður øllum samfeløgum sum ein marra. Vit hoyra um sam- feløg, sum dragast vid hækkandi oljuprisir, sum hava óútrokniligar avleidingar. Vit hoyra um inflation, manglandi kappingarføri, yvirprod- uktión, marknadartrup- uleikar o.s.fr. Alt saman vansar, sum vit her heima i hvussu er ikki røkka at åvirka, men sum hin vegin åvirka okkara gerandisdag i stóran mun. Tað er tí rós vert og undrunarvert, at vit hava verið ferir fyri at rikið ein politikk, sum hevur latið okkum so nekunlunda snikkaleys- an í hesum internation- ala ruðuleikanum. Men vit vita at trupu- leikarnir partvíst liggja og lúra og partvíst gera vart við seg. Okkara stásiligi og ný- mótans fiskiflotið, sum er útbygdur hesi sein- astu árini, má berjast ivð allar hugsandi trupuleik- ar, so sum veiðuav- markingar, veiðibann, kvoteringar og hvert av sínum. Vit uppliva, at vinnu- meguleikarnir verða tiknir frá skipum, so at dýrar umleggingar og umbyggingar mega fara fram fyri at try kunnu tillaga seg heilt nýggjum veidifyritreyt- 'm Am Martin Joensen valevni í Suðurstreymoy Hesum veruleikum vil javnaðarflokkurin hver- ki krógva seg fyri ella smoyggja seg undan, men vil hann — sum hann altíð er vanur, av fullum huga stuðla hesi vinnu so langt sum til ber. Javnaðarflokkurin he- vur altíð verið forsprák- ari, og hevur altíð barst fyri eini vinnulívsút- bygging, sum til hevuðs- endamál hevur at skapa arbeiði til allar hendur, og ásannandi, at tað eru arbeiðshendurnar, sum eru grundarlagið og fyri- treytin fyri allari vælferð og trivnaði, vil hann framvegis berjast fyri so góðum arbeiðsumsteðum og arbeiðsmeguleikum, sum hugsast kunnu. Javnaðarflokkurin me- tir, at tað hevur alstóran týdning at útbyggja alternativar vinnuvegir og arbeiðspláss. Tað var í samband við hesa stremban — um at skapa eina 1Yggja vinnugrein, sum eingin hevði sæð seg føran fyri at fara undir — at landsstýris- samgongan slitnaði, og nýval varð útskrivað. Spell kanska ! Spurningurin, sum veljarin nú skal taka steðu til, er, um vit skulu lata afturhalds- flokkarnar sleppa fram- at, sum við minkandi ella ongum ílegum — og harvið fylgjandi arbeiðs- loysi — vilja hungra okkum burtur úr trupul- leikunum, hvat annars er ein harður >kurur<, men sum hinvegin hevur ein ivasaman effekt. Ella, um vit skulu fáa loyvi til at halda fram við teirri vinnulívsút- bygging, sum verið hevur seinastu árini, so- leiðis at vit á tann hátt kunnu framleiða okkum burtur úr okkara fíggjar- ligu trongsteðu. Hjá vanligum fólki skuldi hetta ikki verið trupult at tikið dagar ímillum, og vilja tygum hjálpa okkum í hesi stremban, seta tygum sjálvandi kross tygara fyri javnaðarflokkinum ella eitt av valevnunum floksins. Vilja tygum tað ikki, er sjálvandi hin meguleikin eftir Men javnaðarflokkur mm avvisir blankt at hvussu er nýta arbeiðs- loysi, sum våpn at loysa kreppur við SOSIALURIN Hanna Lisberg valevni í Suðurstreymoy A ————————2 Royna vil eg lyfta tjaldið, tað sum skilir millum tað, sum er, og tað, sum var Lyfta søgutjaldid svarta, tað, sum fjalir ættirnar, fedrarnar, sum undan okkum fóru Valevni fólkafloksins í Klaksvík, Jógvan Ósá, hevur fingið sín vilja framdan, tá hann hevur ynskt at fingið endurprentaða eina segu, sum ein dani einaferð hevur skrivað og m.a. givið Hákuni Djurhuus, tá hesin var fólkatingsmaður. Jógvan man halda hesa segu vera so geniala, at kanska onkur javnaðarmaður, sum lísið hevur seguna, verður bangin og heldur velur at fara upp í fólkaflokkin, tí so sleppur hann kanska undan, tí ræðuliga, sum hendi í seguni. — Álvaratos, Jógvan, teir allarflestu føroyingar kenna so væl segu okkara — Før- oya fólks, at okkum ikki nýtist leita til danskan fólka- tingsmann at gera okkum nakra ræðslusegu. Tað eru tey, sum vísa á Lots hústrú í Halgubók. Tað kundi verið, at onkur helst sá nógv óskrivað av tí, sum er farið fram í søgu okkara. Fyri at nýta talið í donsku seguni um teir 5 fiskarnar, so plaga menn frá slupptíðini ofta taka til, at teir máttu fyrst draga 4 fiskar til reiðaran, áðrenn teir fingu tann 5 sjálvir. Umframt alt tað skemtiliga, Tummas Nopoleon Djurhuus, sáli yrkti, liggur eitt stórt rikidømi av øårum yrkingum eftir hann, har í millum ein yrking til Havnar arbeiðsmannafelag á fimti ára stovningardegi felagsins. Har sigur hann m.a.: Tær daga fram tær myndirnar úr tíðarinnar kavi: Har kemur bátur rógvandi søkkladin inn av havi, so troyttar eru hendurnar, ið tungar árar halda, tær drógu fisk, tær slegdu fisk tann vetrardagin kalda. Eg beri kensl á menn, ið veiddu farmin dýra, tað eru tit, ið rógva har — í rong sæst bóndin stýra! Tit skipa upp, tit draga bát, so sum tit hava lært — men tá so veiðan verður býtt, tit fáa ongan part ! Og upp úr tíðarmjorkanum fram aðra mynd eg kalli: Heystarmorgun, frost og høgætt, bóndin er á fjalli; menn hómast undir homrunum, um sýnir, kamb og heyg, tað eru tit við sveittabroti sauna bóndans seyð. Hygg rættin er av seyði full, nú er bóndin kátur. Tit fegnast við, um enn tit eru deydgivnir og vátir at sveitta, sum tit tuskaðust, vátir inn at skinni: Tit fáa rós frá bóndanum, tí at alt er inni! Tit róku alt í rættina úr fjøru hægst av kambi, tit fáa saktans æruna — bert bóndin hann fær lambið ! Tit geva honum 99, so sum tit hava lært, tað eina tók hann sjálvur — tit fáa ongan part ! Hetta vóru bert nekur fá erindi úr hesi skaldaperlu, men nóg mikið fyri at minna okkum á, at nú er henda tíð farin aftur um bak, og Feroya Javnaðarflokkur vil altíð hava fólk, sum vilja leggja alla orku í, at tað ikki bert verða nakrir heilt fáir, sum skulu nýta gott av ágóð- anum. Vit vita, at hverja ferð, vit eru komin á mál við onkrum, so hava nýggjar tíðir nýggjar avbjóðingar, og her eru vit fús at fara til verka. Í dag stendur val fyri durum, og valevni Javnaðar- floksins eru aftur fús at taka dystin upp. Men fyri at fáa enn meira burtur úr og loysa enn fleiri uppgávur, mugu vit fáa dygga undirtøku frá Føroya fólki. Vit heita á allar góðar kreftir um at gera sítt til, at flokkurin kemur enn sterkari burtur úr hesum vali. Eingin má sita heima valdagin. Eru fólk sjúk ella ikki orka at meta á valstaðnum, hava øll rætt at velja heima, men hetta má gerast í so góðari tíð, at atkverðurnar eru komnar á valstaðið, áðrenn upp verður latið sjálvan val- Tær atkveður, sum koma eftir at latið er upp, verða ikki taldar við Sjálvi vanta vit góða undirteku, tí givið er, at ikki var komið so langt ávegis, um ikki Feroya fólk hevði havt ein so dúgligan løgmann, sum vit hava havt í Atla Dam, og sum saman við landsstýrismonnum sínum, so ójavnir teir eru í politiskari áskoðan, hava fingið so væl burtur úr, hóast tíðirnar hava verið truplar, serliga tá hugsað verður um, at so trongligt er vorðið á ellum fiski- leiðum. Tá samgongan ikki kundi halda, so vóru tað helst ikki landsstýrismenninir, men ávísir bólkar í onkrum av flokkunum, sum hava »pressad« so nógv á hesar, at tað var óhaldbart í longdini. Vit vita jú, at tveir fólkaflokks- menn ikki atkvøddu fyri sínum egnu partamonnum, tá landsstýrismenn skuldu veljast. Ikki tí, tað varð ikki væl móttikið av ellum javnaðar- fólki, at samgonga varð gjerd við fólkaflokkin. Og fyri at sleppa undan, at hetta endurtekur seg, má veljarin vera við at seta ein so sterkan Javnaðarflokk á ting, at hetta ikki gerst neyðugt aftur. Nú stendur tað upp til Føroya fólk, hvønn tey vilja hava at sita við róðrið tey næstu 4 árini. Skal eg siga mína persónligu hugsan, so vildi eg, og fleiri við mær, heldur sitið í andsteðu, enn í samgongu við orðloysing- um (sum einaferð talaðu um trúverdugheit). Gott val. Útbygd heimarókt vil lætta um Nekur ár eru liðin, síðani lógin um heimahjálp varð skipað í Foroyum. Skipan- in hevur roynst væl. Henda skipan ber í sær, at tey gomlu í samfelagn- um í væl sterri mun enn áður kunnu verða longri heima og har vera undir góðum umsteðum og fáa ta hjálp teimum terva. Soleiðis kunnu vit rokna Tað er við hesi skipan við, at vit á 1981 fáa íalt sum í so mongum, at ávís 27 1/2 starv sum heima- brek kunnu taka seg upp. sjúkrasystrar, skúla- og soleiðis er eisini, men smábarnaheilsusystrar, hetta er ein skipan sum sum skulu umfata alt. allatíðina er undir At brúk er fyri fleiri menning og tí treingir til ábót so hvert. Vit fela at ein samskip- an er kravd, ein samskip- an sum má fáast í lag við sjukarøktina — og tað eru øll líkindi til at her kemur annað og betur lag á, eftir tí vit nú vita longu frá komandi ársbyrjan. Sonja á Argjaboða valevni í Suðurstreymoy rektarheimsplássum, røkt- arheimum, er eingin ivi um, tí tað eru fleiri, sum ómeguliga kunnu hjálpast nóg væl heima. Men ein vælútbygd heimarektar- skipan vil gera tað munin lættari og hentari hjá teimum flestu at kunna vera heima, í egnum um- hvervi, enn við ongari heimahjálp. Og so megu vit eisini biðja eftir, at tað ikki má ganga alt ov long tíð, áðrenn vit kunnu síggja teir fyrstu vardu bústaðirnar standa uppi.