leygardagur 1. november 1980síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- Síða 10
Manið svartskygni
og ondsinni
i jørdina
At sáða ilt niður i fólk og
at leypa ræðslu á fólk, er
eitt tað mest
óndsinnaða, ein kann
gera sínum med-
menniskjum. Hvussu
ofta sigur segan ikki frá
slíkum spilluvættum,
sum av hatri og evund
hava lagt onkran undir
at vilja gera bæði ditt og
datt til stóran skaða fyri
tann einstaka ella alla
fjøldina, og eftir at hava
åtint sitt slatur at venda
øllum bakið og tváa
egnu hendur sinar.
Slikt kundi verid sagt
um ta óndsinnaðu skriv-
ing, teir borgarligu flokk-
arnir leggja javnaðar-
flokkin undir. Við hálv-
um lygnum og illgiting-
um hava hesir flokkar
trúttað niður í fólk, at
tað hesin flokkur ger og
stendur fyri, er av tí
ónda. Teir gloyma —
sjálvandi við vilja, sam-
stundis sum teir mála
hin svarta á veggin dag
og dagliga — at tað sjál-
vandi rínir við hjá summ-
um og ger tey mótfallin
yvirfyri øllum, sum
kemur av skafti, sjálvt
hvussu stórt virði tað
hevur fyri samfelagi.
Tá henda útspilling og
jabban upp í saman ikki
vísir seg at halda, verður
tað bert tveitt í gloymi-
kurvina, fyri síðani at
koma fram við onkrum
eðrum, sum tó eisini
skjótt verður tileinkis-
gjert av eini vælstýrdari
og vælmeinandi hond.
Eitt tey bestu demini
eru postverkið, sam-
ferðslan og Sovjet-sátt-
málin. Hvussu vórðu
hesi mál ikki útspilt
og kallað øråskapur i
skriving í »Dimmu« og
Dagbalðnum. Men hver
vildi í dag verði hesi fyri
Jógvan Martin Mørk
uttan.
Hver vildi latið post-
verkið av aftur hondum.
Hetta postverk, sum í
dag verður rikið við
stórum yvirskoti !
Hver vildi verðið
okkara vælútbygdu
samferðslu fyri uttan.
Ikki tey, ið dag og
dagliga gera nyttu av
henni, hverki tann
vanliga ferdandi, og ei
heldur handilsmaðurin,
sum kjótt og lætt kann
senda sínar verur
nærum allastaðni.
Hver av manningini á
teimum bátum, sum
hava roynt eystanfyri,
vildi verðið tann góða
vinning fyri uttan, har er
vunnin? Ongin, heldur
ikki teir, ið skriva í
>Dimmuc.
Men tað syrgiliga er
hent, at henda skriving
hevur fingið viðhald frá
alt ov nógvum. Og hví?
Jú! Tað er so nógv lætt-
ari at fáa fólk, sum
frammanundan ivast um
eitt nýtt tiltak, at fáa tey
at ivast uppaftur meira
við at jagla eirindarleyst
mótloysi ella
pessimismu niður í tey.
Tá fólk bert síggja
Hýruvognstollur
Teir, ið koyra hýruvogn,
vita hvussu tungt tað
mangan er at skula svara
hverjum sítt. Bensinið er
dýrt og avdregini og rent-
an eru dýr, so skal ein
hýruvognsmaður vinna
sær eina vanliga dagløn,
er als ikki nóg mikið við
einum 8 tíma degi, men
kanska nærri tí dupulta.
So er at spyrja hví ?
Ein stór orsek til hetta
er hin ovurhonds stóru
tollur, sum er lagdur oman
á hetta arbeiðsamboðið, —
Borgar Nybo
valevni
í Suðurstreymoy
SS)
hyruvognin. Eftir minari
hugsan er eingin meining i
at hetta arbeiðsamboðið
skal vera skattað so hart
sum tað er í dag. Fyri tey
ella teir, sum reka koyring
sum vinnu, eigur ein
munandi tolllætti at vera
givin
valevni
'í Suðurstreymoy
svart upp á alt, missa
tey trúnna upp á alt, seg
sjálvan við, og tá tað
fyrst er komið so langt
verður tað eitt stórt tak,
ið skal til, fyri at fáa tey
uppaftur á feti.
Man javnaðarflokkur-
in vil aldri missa mótið
upp á, at tað skal ikki
eydnast at fáa hesi aftur
á feti. Javnaðarflokk-
urin hevur altíð, og vil
altíð koma at standa fyri
einum slíkum politikki,
at trúgvin upp á seg
sjálvan, optimisman,
verður sett í hásætið,
hvussu so svartskygdur
aðrir eru og hvussu so
myrk skýggj reka fyri
framman.
Tí einki kann verða so
ringt sum at fella í mót-
loysi, og serliga tá tað
ferð eftir ferð er víst, at
eingin grund er fyri mót-
loysinum.
Var tað
sum sang:
„ein lítlan glotta
framman fyri stavn
at dýkja so á, til at
rógva upp havn«.
ikki onkur
Var hetta ikki akkurát
treystið vit kenna so
væl.
Og tá glottin er stórur,
og vit sjálvi eru trygt í
havn, skulu vit so ikki
øll mana illsinnisglepsini
og svartskygnið niður
har tey hoyra heima, og
meta upp tann 8. novem-
bur fyri at seta ein stór-
an kross fyri bjartskygn-
inum, javnaðarflokk-
inum.
Hesin flokkur, sum
ferð eftir ferð hevur víst,
at við treystið, sjálvsál-
itið og skilagóðum poli-
tikki, ber til at vinna á
ellum trupulleikum !
Setið tí tykkara
X við lista C
SOSIALURIN
Osatt at almenna
forðar ti privata!
—ella tekur åbyrgdina frå nøkrum
Leygardagin 8. november
fara vit at nyta demokrat-
iska rætt okkara, id gevur
okkum heimild at avgera,
hver skal stjórna landi
okkara komandi 4 árini,
vónandi verða tað 4 ár
Hesa ferðina fingu vit
bert 2 ár at arbeiða í, og
hóast nokk so fitt er
komið burturúr, so er so
nógv eftir — eisini nógv, ið
liggur avgreitt í Tinganesi,
og sum nýggja landsstýr-
ið kemur at taka steðu til,
og tí ræður um, at tað
verða flokkar, ið ikki eru
afturhaldandi og svart-
skygdir, ið koma at sita
har.
Allastaðni rundan um
okkum eru kreppur av
einum hverjum slagi, men
higartil hevur tað eydnast
okkum, Guð fái lov og
tøkk, at hildið okkum
uttanfyri. Stýrið okkara
hevur heldur ikki repað
seglini og lagt seg óvirk-
samt at bíða til óveðrið
náddi okkum — ein slík
bíðitíð vildi gjert tað
eskukals í meginpartinum
av landinum, men stýrið
helt áfram at uppbyggja
og útbyggja enn meira.
Tað hevur verið sagt, at
hetta valið m.a. snýr seg
um hver vítt tað privata
fyritaksemið ella tað al-
menna skal valda.
Men kunnu vit tosa um
nógvar fyritekur, ið bert
eru privatar? Í næstsein-
astu tingsetu segði ein
eldri, erfarin løgtingsmad-
ur — vinnulívsmaður
burturav og hegt í metur
hjå teimum borgarligu —
hann segði nakað soleiðis:
»at nógvar av teimum
privatu fyritøkunum
høvdu eina slangu niður í
landskassan«.
So bondsk og so kontant
vildi eg ikki málborið meg,
men eyðsýnt er, at tað
privata verður stuðlað við
veitingum og veðhaldum
so langt, tað almenna er
fert fyri tað.
Og tað er beinleiðis
ósonn tala, at tað almenna
forðar tí privata initiativ-
inum ella tekur ábyrgdina
frá nekrum. Vit liva í
einum frælsum samfelagi,
har ellum er loyvt at fáa
sær skip og virki uttan at
tað almenna trýstir veit-
ingar oman yvir tey, men
tað hevur ofta víst seg, at
tey, ið finnast mest at tí
almenna hjálpseminum,
eru ídnast at útvega alla
ta almennu hjálp, tey
kunnu fáa.
Tó ósannar javnaðar-
flokkurin, at har, tað priv-
ata ikki orkar ella røkkur,
har má tað almenna seta
inn, tí til sjeynda og sein-
ast, so er tað tað almenna,
ið hevur ábyrgdina av
landi og fólki.
Henda ábyrgd kann ikki
sigast var gingin upp fyri
Føroya Legtingið, tá
flokkur okkara fekk sæti á
tingi. Alt positivt polit-
iskt arbeiði lá á láni or-
sakað tjóðskaparligum
stríði : sjálvstýri-sam-
band. Vit vóru eftirbátar á
næstum ellum ekjum sam-
anborið við grannalond
okkara.
Javnaðarflokkurin setti
sær fyri at broyta hetta.
Og tað eydnaðist. Fyrst
tað tjóðskaparliga, síðan
fór flokkurin undir at upp-
byggja samfelagið. So við
og við komu framstigini
og í dag hava vit eitt væl-
útbygt samfelag, vælút-
býgt á so at siga øllum
økjum: sosialt — vinnu-
ligt — tjóðskaparligt —
mentunarligt.
Veljarar!
Fíggjarliga óveðrið,
sum leikar aðrastaðir,
kann eisini rekka okkum.
Hevuðsvinna okkara er
viðbrekini og haraftrat
bundin av ødrum londum
og teirra vidtøkum.
Vit mega ver alsamt á
varðhaldi at finna nýggjar
leiðir og skapa nýggjar
innan alla vinnu, soleiðis
at arbeið altíð verður til
allar hendur og vit verða
fer fyri at veita okkara
sjúku, brekaðu og gomlu
bestu semdir at liva undir.
Javnaðarflokkurin hev-
ur ma. í stavnhaldi
sínum: arbeið til allar
hendur, og hesum hava vit
av heilum huga stríðst
fyri, tí vit vita, at ein tann
Jona Henriksen
valevni
í Suðurstreymoy
—|— ||
ålvarsliga kreppan, ið
rakar lond og menniskju,
er arbeiðsloysi. Glað og
takksom hava vit verið
fyri, at slík kreppa ikki
finnst hjá okkum — og tó,
hóast vit eingi hagtøl eiga,
80 mega vit ásanna, at
millum ungfólkið, serliga
gentur, er arbeiðsloysi.
Vit hava givið okkara
ungu eina góða
skúlagongd.
Í virkisskrá flokksins
stendur: øll eiga rætt til
skúlagongd, og at skúlin
eigur at byggja á føroyska
samfelagið. Dentur verður
lagdur á, at skúlin í arbeiði
sínum hevur eitt neyvt
samband við tað
samfelag, bernini liva í, og
ger tey kunnug við tær
vinnur, sum eru grundar-
lagið undir samfelagshús-
arhaldinum, serstakliga
fiskivinnuni. Og víðari
stendur í skrá okkara: Við
sínum arbeiðshátti skal
skúlin, sum byggir á
kristnari grund, venja
bernini at liva og virka í
einum demokratiskum
samfelag, og skal samarb-
eiði vera millum heim og
skúla.
Og vit hava ein slíkan
skúla her á landi, og tá so
tey ungu aftaná drúgva
skúlagongd, har tað er
roynt at læra tey upp í
neyvum sambandi við
samfelagið, tá tey so skulu
út í hetta samfelag, so
hevur hetta sama sam-
felag ikki brúk fyri
teimum.
Ein vána, skaðilig og
syrgilig byrjan.
Og Hoydal floynir yvir
av næmingum, nógvir av
teimum eru farnir í skúla,
ikki av huga ella ætlan,
men tí arbeiðsleys — sum
tey eru, vilja tey hava
okkurt at takast við.
Her má av álvara setast
inn við at skapa nýggj
arbeiðspláss.
Og hetta fer at verða
eitt av teimum hjartamál-
um, sum flokkur okkara
má fara undirí næstu ting-
setu.
Veljarar.
Javnaðarflokkurin = er
fúsur at fara til verka
aftur og halda áfram at
arbeiða soleiðis, at vit
kunnu siga: Í Feroyum er
gott at búgva og balast.
Veljarar! Gevið okkum
meguleikan hin 8. novem-
ber.