leygardagur 1. november 1980síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
A TU———— 0
SOSIALURIN
Vinnuliv sum verður
stuðlað av ti almenna
hevur åbyrgd og skyldur
— Meginparturin av før-
oyska vinnulivinum er å
privatum hondum, og
somuleiðis eru tað einstak-
lingar. feleg og onnur,
sum hava tikið tey fyrstu
stigini til tey virki og
arbeiðspláss, sum eru í
landinum.
Tað verður mangan
kastað javnaðarflokkinum
fyri, at hann vil taka
skapanarhugin frá hesum
monnum. Er tað so, at
hesir einstaklingar hava
betri kor at virka undir
borgarligum heldur enn
sosialdemokratiskum stý-
ri?
— Tað er rætt, at vinnu-
lívið virkar eftir sokallað-
um: kapitalistiskum treyt-
um. Ognarviðurskiftini
eru i hondum å felags-
skapum og hjå einstak-
lingum. Hesir
felagsskapir fevna tó oft-
ani um stórt tal av van-
ligum fólki, fiskimonnum,
arbeiðsmonnum, kommun-
um, fakfeløgum og við
almennum kapitali í.
Hetta er tað vanliga
mynstrið.
Eg haldi, at tann útvik-
lingur, sum hevur verið,
serliga síðani 1958, tá
javnaðarflokkurin = kom
við í landssins stýri, hevur
sýnt, at karmarnir hava
verið rúmari.
Korini hava verið betri og
hava hugskot hjá einstak-
lingum verið serliga væl
móttikin og stuðlað undir
stýrum, har javnaðar-
flokkurin hevur luttikið.
Spyr fremstu vinnulívs-
menninar í okkara sam-
fslag um teir hava kent
seg darvaðar í at gera
skilagóðar hugsjónir til
veruleika — undir javnað-
arstýri !
Eg haldi, at tað er beint
tvørturimåti, soleiðis sum
spurningurin er snæraður.
Teir hava vissuliga havt
vetri semdir undir sosial-
demokratiskum stýri enn
undir borgarligum.
Samanber bert tíðar-
skeiðið frá 1950 til 1958
við borgarligum stýri við-
tíðarskeiðið aftaná. Eg
hugsi, at ein tílík saman-
bering vil ræða fólk frá at
ynskja eina reint borgar-
liga samgongu aftur.
Semdur og skyldur
— Mangir vinnulivsmenn
kava gjørt seg galdandi
undir javnaðarstýrinum.
Men høvdu vit ikki havt
enn fleiri tílíkar, um teir
GGE = 2
hevdu arbeitt undir reint
borgarligum stýri — og tá
havt betri rásarúm ?
— Munurin á hugsanini
aftanfyri at veita stuðul
hjá einum borgarligum og
einum javnaðarstýri er
tann, at samfelagsognin er
ikki skapt bert til hesar
menn at skapa sær
sjålvum størri rikidømi.
Hon er eftir okkara
hugsan skapt til at verða
nýtt til frama fyri alt sam-
felagið. So tá ið menn
hava fingð góðar semdir
frá tí almenna, so hava
teir eisini skyldur móti-
vegis tí almenna. Eisini
má tað almenna hava eft-
irlit við, hvussu ágóðin av
einum initiativi og stuðl-
inum verður býttur út
aftur til fólkið
Treytaleysur stuðul
— Men leggja tá teir borg-
arligu minni dent á hesa
skyldu mótvegis tí samfel-
ag, teir liva í ?
Tað er eins og teir borg-
arligu flokkarnir leggja
minni dent á hesa ábyrgd
mótvegis samfelagnum.
Og lat meg siga, at tá ið
vinnulívsmenn, sum
kanska hava verið
javnaðarmenn, tá tiltøk
teirra eru framd og
stuðlað, hava hug til at
fjeppast uppi í tí teir
nevna »frælsi til fyritaks-
semi undir borgarligum
styri« — tå liggur oftani
aftanfyri, at stuðulin skal
verda givin meira treyta-
leyst — og at ikki skal
verða ansað eftir, at sam-
felagið eisini skal hava av
ágóðanum.
Samanumtikið haldi eg,
at karmarnir, sum eru
skaptir hesi árini, hava
verið so rúmir, at
eitthvert skilagott
initiativ hevur kunnað
verið framt.
Vinnulívsmenn
og politikkur
— Men fyri at venda aftur
til spurningin. Hvussu ber
tað tá til, at mangir av
okkara fremstu vinnulivs-
monnum tá atkveða fyri
borgarligum flokkum ?
— Eg veit einki um, at
okkara fremstu vinnulívs-
menn halda seg til borgar-
ligar flokkar. Vit hava
loyniliga atkveðugreiðsiu.
Men tað er givið, at ein
stórur partur av hesum.
monnum greiða atkvødu
fyri javnaðarpolitikki.
Haraftrat eru mangir
frægir vinnulivsmenn
kendir sum javnadarmenn.
Eisini er tað føroyska
vinnulívið fyri ein stóran
part grundað á initiativ,
sum eru tikin av vanligum
fólkum: fiskimonnum og
arbeiðsmonnum, síðani
fakfelagsrerslum, komm-
unum og almennum kapi-
tali.
Tekur tú tá tann partin
av vinnulívinum burtur,
sum vit kenna frá næstan
øllum bygdasamfeløgum í
Føroyum, so verður lítið
vinnulív eftir í landinum.
So eg meini, at hasin pá-
standurin um, at flestu
vinnulívsmenn halla til
borgarligar flokkar er
skeivur.
Teir av vinnulívsmonn-
unum, sum hava hug til at
fara frá javnaðarflokkin-
um, sum stuðlaði teir, og
yvir til borgarligar flokkar
— mugu so heldur fara.
Teir hava gjert nyttu.
Styrkin hjá javnaðar-
flokkinum er, at fyri
„hvenn ein av teimum, sum
fer, standa hundrað og
bíða eftir tí tjansi, sum
teir fingu frá tí almenna.
Hesir hundrað stuðla
javnaðarfloksins skapandi
politik, og tað er styrki
okkara.
Hvat drívur verkið!
— Fert verður oftani
fram, at sosialisman drep-
ur skapanarhugin hjá tí
einstaka og sagt verður,
at undir sosialismu skulu
øll vera eins — eingin má
hava ov nógv.
Er tað rætt, at henda
skapanartrongd . verður
køvd undir javnaðar-
stýrum ?
— Nú veldst um, hvat
tað er, sum drívur verkið.
Tað er ivaleyst samansett
av mongum lutum:
ynskinum um at gera
okkurt fyri sítt samfelag
og fyri sína bygd — ella
hinvegin, ynskinum um at
fáa ávíst vald og skapa
sær meguleikar fyri at
vinna pening.
Um einstakir vinnulívs-
menn halda, at teirra
meguleikar at virka eru
betri undir borgarligum
stýri enn undir javnaðar-
stýri, so kann hetta
kanska botna í, at tær
meira grundleggjandi
hugsjónirnar, sum“ at
byrja við lógu aftanfyri
initiativið, kámast burtur
til fyrimun fyri bert hetta
at skapa sær sjálvum
vinning. (Profitmotivið).
Og tá ið tað er greitt, at
borgarlig stýri leggja
minni í at áleggja slíkum
monnum skyldur til m.a.
at lata aftur til samfelagið
og til tey virkandi í vinn-
uni, sum eiga eins stóran
og sterri part í skattavirð-
inum — og leggja minni í
at hava eftirlit við hesum,
tá er greitt, at hesir vinnu-
lívsmenn kenna seg at
hava betur meguleika fyri
at virka við sínum kapitali
til bert eins egna fyrimun.
Tað eru tó mong demi
um, at vinnulívsmenn
framhaldandi hava grund-
leggjandi ætlanina
frammaliga í huga: ikki
einans at hugsa um egnan
vinning, men eisini at
rekja sínar samfelags-
skyldur og skyldurnar
mótvegis teimum, sum
eru við til at skapa virðini.
Hesir menn stuðla javnað-
arpolitikkin.
Frí og fræls
kapping !
— Koma vit ikki her inná
tað grundleggjandi
millum liberalismu og
sosialismu !
— Tá vit tosa um, hvat
tað er, sum drívur verkið,
so er væl eisini talan um
ein grundleggjandi mun í
filosofi.
Liberalisman byggir jú
á, at tað er tann frælsa
kappingin, sum skal lata
teir mest effektivu klára
seg víðari, meðan sosia-
lisman byggir á, at samfel-
agsorkan best kann nýt-
ast í skilagóðari samvinnu
aftaná skilagóða tilrætta-
legging til fyrimuns ikki
bert fyri vinnulivsharran
men eisini fyri øll tey virk-
andi í vinnuni.
— Men Atli Dam, er
liberalisma veruliga fri og
fræls kapping ?
— Tað er eingin, sum
fylgir hesi liberalismu
longur. Liberalisma í dag
er ikki frí kapping, tí um
30 var — var ein stórur
partur av okkara vinnu-
lívsmonnum farin á húsar-
gang í innanhýsis kapping
og í kapping við onnur
lond.
Har hava hesir so-
nevndu liberalu ístaðin
valt eina leið, har sagt
verður, at menn skulu
hava loyvi at gera sum
teimum listir, men
ábyrgdina ber lands-
kassin.
Undir eftirliti
— Skal landskassin tá
altíð vera til reiðar at
hjálpa?
— Skal lokið á lands-
kassanum altíð vera opið,
soleiðis, at eisini tað fyri-
takssemi, sum ongan
tjans hevur at klára seg
framyvir, verður uppi-
hildið við stuðli — ella skal
bert tað virksemi, sum
varandi ger samfelags-
gagn og sum framyvir
kann standa á egnum
beinum eiga stuðul.
Her er lindi til hjá borg-
arligum flokkum at stuðla
uttan at greina sundur —
bert menninir eru sokall-
aðir vinnulívsmenn. Tað
kann gerast neyðugt og í
styttri tíð at stuðla fyri-
tekum, sum ikki koma at
liva, men tá bert fyri at
fáa tíð at seta annað
ístaðin.
— Her er so aftur unur
í steðutakanini.
Javnaðarflokkar = vilja
stuðla vinnulívið og hava
principielt einki ímóti at
nýta samfelagsorku til at
halda hjólini í gongd. Men
Prát vid løgmann
Í hesum partinum av greinarødini „Prát við
løgmann« nema vit við steðuna hjá privata
vinnulívinum. Hvussu hetta virkar,
hverji kor tað hevur at virka undir ávíkavist
borgarligum og sosialdemokratiskum
styrum. Vit spyrja eisini legmann um kom-
promipolitikkin, sum ferdur verður.
og
ikki
vit
vilja
monnum undan åbyrgdini
at vera undir samfelags-
eftirliti og at lata aftur til
samfelagið.
Og Atli Dam heldur
fram: — Skulu vinnulívs-
sleppa
menn sleppa undan
ábyrgd, tá eru teir við at
taka steðið undan sínum
egnu hugsjónum — libera-
lismuni — har tað jú er
kappingin, sum ger, at tað
effektiva sleppur at liva,
og tað veika doyr.
— Men hava hesi vinnu-
livsmenn tá ikki havt ov
gott rásarúm undir javn-
aðarstýrum ?
— Jú kanska ov nógv í
ávísum førum. Eitt nú
hevur eftirlitið við avskr-
ivingarreglunum verið ov
lítið. Har hevur verið eitt
hol, sum hevur gjørt, at
menn ístaðin fyri at binda
avskrivingina til at
tryggja virki móti ringum
tíðum og tryggja út-
viklingsmeguleikar, hava
brúkt hesa avskriving til
privata nýtslu. Hetta
haldi eg tó, at menn hava
fingið eyguni upp fyri og
ynskja tað broytt.