Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-11-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 1980síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Demokratiska sosia- lisman skapt vælferðarsamfelagið Trygdin fyri framhaldandi tryggleika og persónligum frælsi Tað er víður munur á, hvussu menn, flokkar og bólkar skilja sosialism- una ella sosialistisku húgsjónina. Síðan sosia- lisman tók seg upp, er hon greinað sundur í sosialdemokratar, sosia- listar, fóikasosialistar, vinstrasosialistar, kom- munistar o.s.fr Kommunistarnir hava aftur greinað seg í ein russiskan og ein kinesisk- an bólk. Tað er rættuliga víður munur á, hvussu allir hesir bólkar skilja og vilja fremja sosia- lismuna. Í teimum neyndu bólkunum finn- ast aftur hegrasinnaðir og vinstrasinnaðir, men sum heild kunnu hesir í flestum ferum arbeiða saman um heildarmál, hóast teir ikki eru samdir í einstekum málum Tá vit síggja burtur frá Fraklandi og Italia, har kommunistaflokk- arnir hava stadir rættu- liga sterkir, so hevur kommunisman ikki havt góð gróðrarlíkindir Vesturheiminum. I Norðanlondum kommunistar staðið sera veikir og hava bert sjáldan átt úmboð á tingi í t.d. Noreg og Danmark. Serliga í Svøriki, Dan- mark og Noreg hava sosialdemokratisku flokk- arnir verið sterkir, og hava aloftast sitið við stjórnarvaldinum í hes- um trimum londum sein- astu 50 árini. Í dag eru hesir sosialdemokrat- isku flokkar ikki i so stóran mun sum áður stættarflokkar, tí veruliga hava teir við miðvísa fólksgagnsliga politikki sínum javnað út stættarmunin í so stóran mun. at teir meira eru vorðnir flokkar fyri alt fólkið, har fólk úr ellum stættum hava funnið og finna eitt gott, trygt og haldgott poli- tiskt steði Demokratiska hava sSOSIa- lisman hevur evnað at vælf Vilt tú kvala skapa vælferðar samfel- eg, ið veita øllum borg- arum samfelagsins slíkan tryggleika og slíkt menniskjaligt rætt- vísi og frælsi, at tað verur torfert — ja, vit halda ógjerligt, at finna eitt stýrislag, ið kann skapa enn sterri vælferð millum manna. Men tíðin stendur ikki í stað og tí verður altíð neyðugt at seta sær nýggj mál til tess at vinna hini stóru fjeldina av fólkinum enn sterri tryggleika, rætt- vísi og meira fullkomna vælferð. Hesir sosial- demokratisku flokkar hava saman við teimum sterku fakfeløgunum og eini sterkari og væl skip- sterr! aðari kooperatión ført hina fjøldina fram á eina leið, har einstakling- urin hevur fingið sín rættvísis avgerðarrætt í eilum samfelagsviður- skiftum, og er sostatt við til at skapa tað grundsteðið, sum hin dagliga tilveran byggir á. Hver dagur hevur síni nýggju krev, men hend- an mikla fylking á demo- kratiska, sosialistiska grundarlagnum veit skil á og eigur orku til at loysa dagsins krev og gera góðar tíðir enn betri. Hóast tað eru meira enn fýrati, ja nærri fimti ár síðani demokratiska sosialism- an bar við her á land, so hevur hon enn ikki fingið ta undirtøku í føroyska fólkinum sum sosial- arsamfela8 io Gunnar Staksá valevni í Suðurstreymoy A ——— | demokratisku flokkarnir hava fingið í okkara grannalondum Ein orsek til at so er, man vera tann, at tey foroysku verkmannafel- egini hava staðið so spjødd og veik, at tey ikki hava verið før fyri at stuðla sosialdemo- kratisku politikkinum í tann mun, sum ein skuldi vænta. Ein onnur orsek er, at kapitalistisk- ir gerindasveinar við rakstrarrópum um meira sjálvstýri og loysing hava erkymlað fólkið. Men, at tei ongantíð hava meint nakað við hesum rakstrarrópum, hava teir ferð eftir ferð prógvað, tá ið á hevur staðið. Men hesi rakstr- arróð hava tó maktað at skúgva orðskiftið um kapitalistiskan ella sosia- listiskan politikk í bak- grundina, og hevur hetta ivaleyst eisini verið ætlanin við mesni teirra. Feroyar eru sum skaptar til demokratiskt sosialistiskt stýrislag, og ikki er ónatúrligt at hugsa um grindabýtið, ið varð framt júst eftir sosialistiskari fyrimynd, tó langt áðrenn forfedrar okkara høvdu hoyrt um hetta hugtak. Tað er ein spurningur, um vit ikki eiga at kanna okkum hendan politikk sum okkara. . Tad er at véna, at al fleiri og fleiri koma til tað niðursteðu, at hin einasta gongda leiðin hjá føroyska fólkinum er hin demokratiska sosia- listiska leiðin, og at tað i framtíðini verður ein sterk fylking um demo- kratisku sosialismuna — Javnaðarflokkin! Fylk- Ist ti um javnaðarflokk- in. Gev javnaðarflokkin tína atkveðu til løgtings- valid 8. november! Síða 16 SOSIALURIN Er —" Wii ———niwwiwwiiininmeinnnennennnnn- SUSTALURIN Tað var ikki eiti á! Tjóðveldisflokkurin hevur sent valblað í hvert hús í Sandoynni, og tað skal sigast honum til rós, at hann als ikki er ósmæðin ! Í hesum blað, sum eitur »Ur Borgini — Í Rætt« fortelir hann fyri okkum, at hann hevur sitið í sam- gongu seinastu seks árini ! Hann gloymir tó at siga, hverjum hann hevur verið í samgongu vid! Hann sigur, at stórhend- ingar eru farnar fram hesi árini — men hann gloymir framvegis at fortelja, at hesar stórhendingar eru farnar fram, meðan hann m.a. hevur verið í sam- gongu við javnaðarflokk- in Somuleiðis gloymir hann at siga okkum, at hann hevur verið í sam- gongu fyrr — nevniliga í teirri seguligu sjálvstýris- samgonguni 1862—66 — men tá vóru kanska ongar stórhendingar at reypa av? Hann minnist heldur ikki til at siga okkum frá, at eingir javnaðarmenn vóru við í teirri sam- gonguni. Satt at siga er hetta ikki so legið — ti á royndar- stund sjålvstyrisflokkana avdukadi tann sam- gongan, at einki var aftan- fyri tey vøkru og hå- floygdu orðini um frælsa tjóð i frælsum landi ! Har var bara skregg — men tílík orð kunnu altíð nýtast til at vinna makt- sjúkum monnum vald. Javnaðarflokkurin hev- ur aldri blindað tjóðina við rakstrarrópum av hasum slag — hann arbeiðir ístaðin. Hansara endamál er menniskjansligt frælsi. Javnaðarflokkurin nýtir ikki tað dýrasta í tjóðini Jógvan Adolf Johannesen valevni í Sandoy A —————A——— til stovupynt ! Somuleiðis minnast tjóð- veldismenn heldur ikki til at fortelja at Feroyar eru gingnar fram í Bellum lutum, síðani javnaðar- flokkurin tók við leiðsluni í Tinganesi. Tað skuldi nevniliga javnaðarmenn til at fáa henda dreym sjálvstýris- flokkana at ganga út. Men, hóast minnið tyk- ist at bila hjá tykkum, so fara vit javnaðarmenn kortini at takka tykkum tjóðveldismonnum fyri, at tit ærliga viðganga, at tit hava havt tað munin betri undir veingjum javnaðar- floksins enn saman við eðrum ! Og vit kunnu vissa tykkum um, at javnaðar- flokkurin framvegis fer at stríðast fyri at Feroyar skulu ganga fram í øllum lutum, og at vit ikki hava mist orðini frælsi — javnaður — breðralag úr eygsjón Framhald av síðu 6 Í vár vórðu so sterv aftur lýst leys við skúlarnar, og var eg ein av umsøkjarunum til Vågs skula. — Eg og Magnus Hansen, sum høvdu virkað við skúlan, vórðu ikki settir í stervini aftur, tí onnur vórðu sett ístaðin. Eg fekk onga grundgeving og kravdi heldur onga, men fekk bræv um, at stervini vóru sett Men hægri myndugleikar frættu um hetta mál og heittu á Vágs skúlanevnd um eina frágreiðing og at gera okkurt við hetta, men tá onki hendi, fekk eg at enda bræv frá Landsskúlafyrisitingini sum segði, at eg var settur aftur sum vikarur við Vágs skúla. — Sostatt er tað held- ur ikki rætt, sum Sosialurin nr. 82 vil vera við, at tá Landsskúlafyrisitingin gav loyvi til fleiri tímar, fekk hesin lærarin (undirritaði) kortini starv«. — Nei, tað sum síðan hendi var, at hini. sum høvdu mist størvini, sum skúlanevndin hevði lovað teimum, fingu tey aftur, nú fleiri tímar vóru játtaðir til skúlan Lat meg enda við, at henda frágreiðing ikki er ætlað sum álop á nakran hverki »foreld- ur« ella Vágs skulanevnd. — Eg ynski bert sått og semju undir øllum umsteðum og vóni inniliga, at allir Vág bingar taka hesa frágreiðing við allari vælvild. Virðingarmest John í Skemmuni Friarm <naphu bredder. De selv kan er så stærk, at den fa aldrig springer et at sy i design og kunnen Straks kan klare al De Syning næsten som e kr Vit hava nyggja Hans Brekkugøta Térs DP Gg Nyttesømme - 4 trins SINGER 6105 syr zig-zag Den syr den elastiske SINGER s-t-r-æ-k-søm. der SINGER 6105 har automatisk 4-trins knaphui. der gør det den størrelse. De ønsker SINGER6105er så avanceret seymimaskinur frå bert kr. 1 798,- SINGER 6 indbyggede stræk- i ndstille Kt:SK perfekte knaphuller at De es Nn leg 2.598- r friarms zig—zag Nybo 20, tif. 12122 havn