mikudagur 5. november 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Metingar um
valið 8. november
Vit hava heitt á Ólav
Clementsen, sum við
hvert val ger prognosur
fyri Útvarpið, um at
gera eina meting um val-
úrslitið. Við prenta
meting hansara á hesi
bladsiduni.
Torfert er at spáa,
serliga um framtíðina,
men eg fari kortini at
meta um úrslitið av val-
inum hin 8. november.
Tekur ein landið sum
heild, so haldi eg, at sigl-
ingarmálið, har tað al-
menna av álvara er farið
upp í leikin, fer at hava
ávirkan á valið. Ikki tí at
meirilutans avgerðir í
siglingarmálinum eru
tær týdningarmestu, ið
tiknar eru í hesum val-
skeiði, men tí at einki
mál hevur fingið so stóra
umreðu i løgtingi, í blød-
unum og i útvarpinum,
sum hetta. Eg meti, at
førdi politikkurin í sigl-
ingarmálinum heldur
fer at draga atkveður frá
samgonguni enn
hinvegin.
Eitt annað fyribrygdi,
ið kanska fer at fáa stóra
ávirkan á valið, er tað, at
religiøsu bólkarnir, ið
hava gjert rættiliga
nógv um seg seinastu
árini, nú vilja sleppa
framat í politikki eisini.
Tað hevur eydnast
Adolfi Hansen at savna
stóran part av hesum
bólkum um sín flokk.
Hetta hevur borið við
sær, at eisini aðrir flokk-
ar, í hvussu so er Fólka-
flokkurin, hava sett
menn álista, ið eru fram-
standandi í religiøsum
bólkum.
Samanumtikið vænti
eg. at hetta fer at týða
eina bending til høgru og
tad fer helst at ganga
mest ut yvir Javnadar-
flokkin og Tjóðveldis-
flokkin. Nú hava
næmingar í Hoydelum
og aðrir gjert eina velj-
arakanning, og úrslitið
av henni peikar ikki á
nakra bending til høgru,
men grundarlagið er
veikt, ið henda kanning
byggir á, og nógv óvænt-
að er komið fram við
uppstillingini.
So ein meting av
valunum í teimum
einstøku valdømunum: |
1. Norðoya valdemi. I
1950-unum og 60-unum
vóru 3 stórir flokkar her,
men valið í 1978 javnaði
út, so at tað blivu 5
flokkar ið komu at gera
seg galdandi. Harum-
framt fekk tann nýggi
Framburðs og
fiskifinnuflokkurin fleiri
enn 250 atkveður. Nú er
tað jú hent, at býráðs-
limur hjá Javnaðarflokk-
inum og býráðslimur hjá
Tjóðveldisflokkinum eru
farnir á listan hjá F. F.
flokkinum. Hetta fer iva-
leyst at hava stóra
broyting við sær. Taka
Kári og Olvheðin nógvar
atkveður við sær, so
gongur tað fyrst og
fremst út yvir Javnaðar-
flokkin og Tjóðveldis-
flokkin. Nú er Vilhelm
Johannesen rættiliga
komin fram í politikki,
og sum
landsstýrismaður gjerdi
hann skjótt av í ølmålin-
um og sjúkrahúsmálin-
um. Tað er hugsandi, at
hann fær fleiri persónlig-
ar atkveður hesa ferð
enn seinast, og tað
kemur kanska at viga
nakað upp ímóti tí, at
Olvheðin er rýmdur.
Hvat ávirkar tað, at
Kári er rýmdur úr Tjóð-
veldisflokkinum ? Eitt er
vist, at tað skulu ikki
tær stóru broytingarnar
til fyri at tjóðveldis-
maðurin í Norðoyum er í
vanda.
2. Eysturoyar val-
demi. Í Eysturoy hevur
Sjálvstýrisflokkurin mø
guleika at fáa mann
valdan. Ein lítil
framgongd her í mun til
sjálvstýrislistan í Suður-
streymoy ella Norð-
oyum, kann gera hetta.
Skuldi Sjálvstýrisflokk-
urin fingið so stóra fram-
gongd, at honum lutast
3 tingmenn, so verður
tann eini úr Eysturoy.
Annars er ikki líkt til
stórvegis broytingar
verða í Eysturoy.
3. Norðstreymoyar
valdemi. Sambands-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin høvdu so mik-
ið meira enn hinir, at teir
fáa helst valdemisvaldu
tingmennirnar aftur.
Haraftur ímóti er fólka-
flokksmaðurin meira í
vanda. Ein lítil fram-
gongd hjá Fólkaflokk-
inum í Suðuroy, ella um
sami flokkur fær
valdemisvaldan ting-
mann í Vágum, kann
gera tað, at Ossur Dam
Jacobsen ikki verður
afturvaldur.
4. Suðurstreymoyar
valdemi. Atkveðutalið í
Suðurstreymoy er so
stórt, at um ávíst rák, ið
ikki er staðbundið,
verður, so sæst tað best í
Suðurstreymoy. Men
ikki vænti eg so stórar
broytingar, at býtið av
valdemisvaldum verður
broytt, t.v.s. at teir 4
stóru flokkarnir fáa hver
sínar tveir. Neyvan er ivi
um, at Framburðs og
fiskivinnuflokkurin fær
eykavaldan tinglim í
Suðurstreymoy. Meira
ivasamt er við Sjálv-
stýrisflokkinum, men
helst verður Hilmar
Kass afturvaldur. Fær
Sambandið ella F. F.
stóra framgongd, er tó
annar javnaðarmaðurin í
vanda.
5. Vága valdemi. Í hes-
um valdemi eru farnar
tær sterstu atkvødu-
broytingarnar fram frá
einum vali til tað næsta.
T.d. fekk Fólkaflokkurin
báðar mennirnar í 1943
og í 1970 ongan. Í 1974
fekk Sambandsflokkurin
ongan mann, og í 1978
var um reppið at hann
fekk báðar. At tað aftur
hesaferð fer at vera mun-
andi broyting, er lítið at
ivast í. Taka vit Fólka-
flokkin fyrst, so hevur
verið stríð um Vilhelm
Nielsen, líka síðan hann í
1966 sveik, tá ið
sjálvstýrismálini komu
til atkvødu á tingi. Hann
fall í 1970, men so í 1974
royndu Miðvingar at fáa
sín mann inn á fólka-
flokkslistanum. Hetta
miseydnaðist, men úr-
slitið varð, at Fólka-
flokkurin aftur fekk flest
atkveður í Vágum. Í
1978 vildu Miðvingar
ikki verða við, um Vil-
heim Nielsen varð upp
aftur stillaður. Úrslitið
varð har eftir, og nú
hevur Vilhelm tikið seg
burtur úr. Meguleikarnir
eru nú rættiliga stórir
fyri, at Fólkaflokkurin
aftur far annan mannin.
Hetta kemur eisini at
gera tað, at meguleikin
hjá Sambandsflokkinum
at fáa báðar mennirnar
helst er burtur. Leon
Joensen stillar ikki upp
aftur, og tað dregur
helst frá hjá Sambands-
flokkinum. Man ikki ein
partur av hansara at-
kveðum fara til F. F.
flokkin? Javnaðarflokk-
urin far tungt við at
bjarga manninum í
Vágum, eg vænta ikki at
tað eydnast. F. F. flokk-
urin fær helst munandi
framgongd, nú fleiri úr
„Kristus er svarið< stilla
upp hjá teimum, men
neyvan fáa teir mann í
Vágum.
6. Sandoyar valdemi.
Her er so stórur
meguleiki fyri broyting-
um av tí, at flokkarnir
vóru so javnir við valið í
1978. Tá hendi tað segu-
liga, at javnaðarmaðurin
fall fyri fyrstu ferð í 44
ár. Hetta hevði eingin
væntað. Tað stóra frá-
fallið var í Skopun, har
Javnadarflokkurin fór
næstan niður í helvt,
meðan Sambandsflokk-
urin fór nakað tað sama
fram. Tann harða kapp-
ingin millum Fólkaflokk-
in og Tjóðveldisflokkin
gjørdi so tað, at báðir
fóru fram um og fingu
mennirnar. Í Sandoynni
vænta teir, at Javnaðar-
flokkurin aftur fær
mannin valdan hesaferð.
Sambandsflokkurin hev-
ði stóra framgongd við
valið í 1978 soleiðis, at
ein nú ikki kann síggja
burtur frá meguleikum
hansara at fáa annan
mannin. Skuldi tað hent,
vil tað verða fyri fyrstu
ferð síðan polittiskir
flokkar vórðu stovnaðir í
Feroyum í 1906. Ein or-
sekin til, at Sambands-
flokkurin ongantíð er
komin fyri seg, er hon, at
Jóan Petur Davidsen, ið
valdur var fyri Javnað-
arflokkin frá 1936 til
1970, var sambandsmað-
ur burtur av.
7. Suðuroyar valdemi.
Í Suðuroy hevur Javnað-
arflokkurin víst stóran
stabilitet líka síðan
1958, men tað skulu bert
smáar broytingar til at
triðji maðurin fellur.
Seinast væntaðu bara
tvær atkveður hjá Tjóð-
veldisflokkinum í at teir
tóku hann. Javnaðar-
mennirnir á Tveroyri, ið
sita við leiðsluni í
býráðnum, hava verið
rættiliga nógv fyri
skotum. Hetta og so tað,
at Hergeir Nielsen og
Ove Mikkelsen fara at
kappast um atkveðurnar
hjá Tjóðveldinum, og
sum aftur kann geva
hesum flokki
framgongd, kann fera
við sær, at Tjóðveldis-
flokkurin fær umdemis-
valdan mann og Javnað-
arflokkurin tí bert tveir.
Sambandsflokkurin fær
sín mann afturvaldan
uttan iva. Fólkaflokkur-
in í Suðuroy hevur
meguleika fyri eykavald-
um manni, men úrslitini
hjá hesum flokki bæði í
Norðstreymoy, í Vágum
og í Sandoy avgera
hetta. Adolf Hansen
hevur fingið »høvuds-
prestin< hjá >Kristus er
svarið< at stilla seg upp
á F. F. listanum í Suður-
oy. So er spurningur um
hetta gevur framgongd
hjå teimum.
Burtur år hesum met-
ingum komi eg til hetta
úrslit:
1. Fólkaflokkurin.
Vænti at hann heldur
sína steðu. Maðurin í
Norðoyum, í Eysturoy
og 2 menn í Suður-
streymoy verða
valdemisvaldir. So
vænti eg eisini valdømis-
valdan mann í Vágum. 6.
fólkaflokksmaðurin fell-
ur í einum av hinum 3
valdemunum. Giti í
Sandoynni, men hetta er
ógvuliga ivasamt.
II. Sambandsflokkurin.
minni
Fær eina
framgongd í atkveðum
og ein tingmann aftur at.
2 valdømisvaldar í Eyst-
uroy, 1 í Norðstreymoy,
2 í Suðurstreymoy, 1 í
Vágum og 1 í Suðuroy.
Haraftur at 1 eykavald-
an i Norðoyum í 1 í
Suðurstreymoy. Tilsam-
ans 9 tingmenn.
III. Javnaðarflokk-
urin. Vænti hann sum
taparan í valinum. Val-
demisvaldu menn hans-
ara í Norðoyum, Eystur-
oy, Vágum, annar í
Suðurstreymoy og 3. í
Suðuroy eru allir í vanda
fyri ikki at verða valdir.
Verður hann óheppin í
hann missa tveir menn,
og eg giti, at tað hendur.
Fær mann í Norðoyum,
Eysturoy, Suðustreymoy
Sandoy og 2 í Suðuroy.
IV. Sjálvstýrisflokk-
urin. Tað tykist at vera
Ogjørligt hjá hesum
flokki at koma fyri seg í
Norðstreymoy, Vágum,
Sandoy og Suðuroy. Um
hann fær eina ávísa
framgongd í hinum
valdømunum, gevur tað
neyvan so mikið sum ein
mann afturat. Vænti
honum ikki framgongd í
Norðoyum, heldur hin
vegin. Ein ávís fram-
gongd í Eysturoy og
Suðurstreymoy fer at
geva teimum tingmenn
úr hesum ' báðum val-
demunum.
V. Tjóðveldisflokkur-
in. Vænti honum
afturgongd í atkvødum,
men ikki í tingmanna-
býtinum. Giti at hann
fær valdemisvaldar ting-
menn í Norðoyum, Eyst-
uroy, Norðstreymoy,
tveir í Suðurstreymoy
og ein í Suðuroy.
VI. Framburðs og
fiskivinnuflokkurin.
Vænti honum so stóra
framgongd, at hann fær
menn í Norðoyum, Eyst-
uroy og Sudurstreymoy.
Hetta er giting, og av
ti at vallógin, sum kom i
1978, er so óliðilig,
kunnu heilt smáar broyt-
ingar í atkveðutalinum
gera stórar broytingar í
býtinum av
tingmonnum.