Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-11-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 1980síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Sáttmálin millum fiskimenn og reiðarar ikki sagdur upp — Tað kann neyvan rokn- ast við nekrum úrsliti, um vit siga sáttmálan upp við Reiðarafelagið nú — og tí er sáttmálin heldur ikki sagdur upp í ár. Nakað so- leiðis tók formaðurin í Feroya fiskimannafelag, Óli Jacobsen til orða á aðalfundinum seinasta leygardag. Hann vísti á at tað er ikki stórt meira enn eitt hálvt ár síðani, at fiski- menn og reiðarar samráddust. Óli Jacobsen legði aftrat, at Reiðarafel- agið hevur heldur ikki sagt sáttmálan upp. — Okkurt verður tó at tala við reiðarafelagið um, so onkrar tingingar verða óivað seinni. Hann greiddi síðani frá teimum torferu sáttmála- samráðingunum, sum vórðu við Reiðarafelagið í fjor. Tá segði Reiðarafel- agið sáttmálan upp. Aftaná samráðingar, har eisini semingsmaðurin var uppi í varð sáttmálaloysi veruleiki frá 25. mars í fjør. Reiðarafelagið setti limum sínum forboð at mynstra fyrrenn nýggjur sáttmáli varð gjerdur og Fiskimannafelagið sýtti limum sínum at mynstra uppá annan sáttmála enn tann, sum var í gildi til 24 mars. Hetta stríð endaði kortini við semju og einum nýggjum sáttmála. — Samanumtikið kann sigast, at hetta er eitt tað harðasta sáttmálastríð vit hava verið í í nýggjari tíð, segði Óli Jacobsen. Hann vísti á, at tann stóra upp- bakkingin frá fiskimonn- um hevði havt stóran týdning fyri steðu FF's í samráðingunum. Nýggi sáttmálin bar fyrst og fremst við sær, at verandi bruttosáttmálar hildu fram. Tað var annars grundgeving fyri upp- segn av sáttmálanum, at reiðararnir ynsktu at broyta býtisprosentið vegna tær hækkandi olju- útreiðslurnar Her vísti Fiskimannafel- agið á, at tað kundi ikki góðtaka tílíka broyting, tí inntekurnar hjá fiski- monnum í flestu førum hevdu verið fallandi í 1979, og har var tí einki at taka burturav. Dagpeningaskipanin hevur Orimilig brek Formaðurin í Fiski- mannafelagnum kom eisini inn á spurningin viðvíkjandi trygdarvið- urskiftunum hjá fiski- monnum. Hann greiddi frá, at um maður gerst sjúkur umborð á skipi, aftaná at hann er mynstraður, eigur hann upp til 3 mánaðar mins- tulen úr lenjavningar- grunninum. Koma menn til skaða skulu teir um- framt fáa frá vanlukku- tryggingini. Um maður gerst sjúkur í landi skal hann fyrst og fremst venda sær til dagpen- ingaskipanina. Hagani fæst 80% av vanligari tímalen. Tó treytað av, at viðkomandi hevur havt fulla innteku sein- astu 5 vikurnar. Er inn- tekan minni verður dag- peningurin lutfalsvís minkaður. Teir. sum eru limir í FF, verða so undir eilum umsteðum tryggj- aðir minstulen í upp til 3 mánaðar. Tað er Trygd- argrunnur FF's, sum rindar munin millum minstulen og útgoldnan dagpening Óli Jacobsen ivaðist ikki í, at dagpeninga- skipanin er eitt stórt framstig fyri ikki-fast- lent, men samstundis hevur hon heilt órímilig brek. Hann nevndi m.a.: 12 daga freistin Treytin fyri at fáa fullan dagpening, t.v.s. dag- pening frá 3. degi av óar- beiðsferinum, er at um- sókn um dagpening er inni á almannastovuni seinast 12 fráverudag. Men landsstýrið kann undir serligum umstød- um gera frávík inntil 8 vikur frá tí sjúkan byrj- aði. Henda regla um frá- vík hevur verið nýtt inntil nú, tá umsókn ikki hevur verið inni til tíðina. Men herfyri frættist at almannastov- an var farin at »Stramma« reglurnar, so- leiðis at var umsókn ikki inni seinast 12. fráveru- dagin, var bert dagpen- ingur latin frá tí degi umsókn kom inn. Vit hava saman við Feroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs- mannafelag mótmælt hesum. Víst varð á, at henda regla kom at av- skera nógvar limir frá tí dagpeningi, sum teir eiga. 12 arbeiðsdagar er als eingin freist at greiða eina slíka umsókn, tá hugsað verður um fólk á bygd, sum skulu hava fatur í oyðublað, fáa undirskrivtir og váttanir og síðan senda aftur til Havnar við postinum. Felegini vildu ikki góð- taka slíka mannagongd. Tað kundi bert vera ein orsek til hana og tað var at »spara«, og vit kundu ikki góðkenna at spart varð í hesum endanum. Í fyrsta lagi vildu vit skjóta upp, at lógin verður broytt, soleiðis at teir 12 dagarnir verða longdir munandi, og í eðrum lagi vildu vit krevja, at landsstýrið nýtir sína heimild at geva undantaksloyvi, so frestin verður 8 vikur. 5 vikur reglan Endurgjaldið er 80% av mistari løn, og grundar- lagið er inntøkan 5 vikur áðrenn sjúkuna. hugsað verður um, hvussu skiftandi inntek- urnar kunnu vera í Fer- oyum, og tað serliga á bygd, er hetta ein heilt órímulig regla. Tann sum verður sjúkur aftaná eina »slakka peri- odu< kann verða við nærum sviðið soð, sama hvussu nógv hann missir, meðan hann er sjúkur. Hóast heimild er fyri at gera undantek. Annað demi um hvussu órímilig henda reglan er, at dømi eru um fólk. sum kenna seg sjúk. Tey mugu leggja dagar burturúr millum, men royna annars at hanga í Tey missa kanska eisini daglenir við at fara til lækna, men halda annars á at arbeiða sum longst. Hetta verða tey straffað fyri. Tí nú verður inntøkan, sum dagpeningur skal rokn- ast av, minni enn hon átti at verið og dagpen- ingurin verður minkaður tilsvarandi. Um viðkom- andi hevði lagt seg í songina fyrst hann feldi sær mein hevði hann kunnað fingið fullan dag- pening í staðin. Víst varð annars á í seinastu ársfrágreiðing, at ivasamt var um al- mannastovan hevði eina rætta tolking av endur- gjaldinum uppá 80%. Goldið verður 80% av vanligari arbeiðsmanna- løn uttan at taka hædd fyri frítíðarlen. Sum hetta er ætlað at vera praktiserað verður endurgjaldið tí í veru leikanum bert 80% av 109,5%, ella 73% av mistari inntøku. Vit hava fyri meira enn ári síðani saman við Feroya Arbeiðarafelag skrivað til landsstýrið og almannastovuna og gjørt vart við, at vit meta tað at vera heilt upplagt, at skal talan vera um 80% endur- gjald, so má hetta endur- gjald eisini umfata fritid- arlen. Sum sagt er meira enn ár farið síðan hetta bræv varð sent, men einki hava vit frætt aftur enn. Tá menn gerast sjúkir longri tíðarskeið eiga teir at søkja bygdaråd og landsstýri um skatta- lætta. Skrivstova FFs er altíð til hjálpar í slíkum málum, segði Oli Jacobsen. SOSIALURIN Vit fara á hesum síðunum at gera ein saman- drátt av nekrum av tí, sum Óli Jacobsen, formaður í Feroya Fiskimannafelag segði í ársfrágreiðing síni á landsfundinum hjá Fiskimannafelagnum. Fundurin varð hildin í Havn seinasta leygardag Sjómenn nú limir í FF Óli Jacobsen segði eisini í ársfrágreiðing síni, at nú kunnu sjómenn tvs. dekk- arar á farmaskipum ger- ast limir í Fiskimanna- felagnum. Tað hevur verið eitt ynski frá hesum sjómonn- um at fáa limaskap í FF, soleiðis at FF kann arbeiða við áhugamálum teirra. Dekkararnir hava higartil ikki verið limir í nekrum felag. Fyri at kunna gerast limir í fel- agnum var Fiskimannafel- agið tí noytt at broyta lógina, soleiðis at hon eis- ini kom at fevna um eina sjómannadeild. Atkvett varð um hetta í august mánað. Ein stórur meiri- luti var fyri at geva sjó- monnunum innivist í Fiskimannafelagnum. Oli Jacobsen vísti á, at tað fer at taka nakað av tíð at uppbyggja hetta ekið. Hann heit, at fremsta treytin má vera, at teimum nýggja deildin er ætlað, verunliga taka undir við hesum og tekna seg sum limir í FF. Uttan slíka undirteku kann einki gerast. pr BP" 0 9 T fh ll 8 A