Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-11-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Veljið politiskt MÁNADAGIN KOMANDI skulu vit aftur til valborðið. Hesaferð at velja álitisfólk til all by- og bygdaráð kring landið, og harafturat til skúlanevnd- irnar. Sumstaðni verður stillað upp politiskt, aðrar staðir ikki og aftur í gðrum fórum eru privatlistar umframt teir politisku. Í ØLLUM KOMMUNUM, har politisk- ir flokkar stilla upp, er eisini Javnad- arlistan at finna teirra millum. Og sjálvandi er hann tað. Tað verður mangan sagt, at býráðs- og bygda- ráðsval hava einki við politikk at gera. Hetta er tíverri ein ógvuliga útbreidd hugsan, men hon er íkki rættari av teirri orsøk. Tad hava vit alt ov nógv syrgilig dómi um. HERVIÐ ER íkki sagt, at tað íkki kunnu vera skilagóð fólk á privatum listum, men høvudsmunurin millum ein privatan og ein politiskan lista er, at meðan privatlistamaðurin ikki á nakran hátt stendur til svars fyri nøkrum flokki ella felagsskapi, umboðar politiski umboðsmaðurin eina politiska stevnuskrá. Hetta vil aftur siga, at við at atkvøda »privat«, veist tú ikki hvørjum tú tænir við at- kvødu tíni, meðan tú við tíni politisku atkvødu, ikki er í iva. By- og bygda- ráðsval eru av minst líka so stórum týdningi sum nakað løgtingsval og ti má eingin ivi vera um, at rætt er at velja politiskt. HETTA HEVUR Javnaðarflokkurin við øllum sínum valfeløgum kring landið alia tíð lagt alstóran dent á. Eitt og hvort kommunustýri — lítið ella stórt — hevur skilagóða leiðslu fyri neyðini, og tað er við hesum í hyggja at valevni Javnaðarfloksins bjóða seg fram. LAT HETTA Ti vera ein áheitan á all javnaðarfólk — og onnur við — um ikki at sita heima valdagin, men fara mannsterk á val og velja javnaðar- fólk at stíla fyri í heimbygd síni. Javnaðarflokkurin keypir ikki sínar atkvødur við at lova privatar fyrimun- ir, — grundøki til ein, asfalt til annan og høsnarungar til hin triðja, men hann bjóðar seg fram til at tryggja tær ein skilagóðar og ærligan politikk, sum kemur øllum til góðar. Javnaðarflokkurin mælir til hóvligan figgjarp SOSIALURIN olitikk: Målini mugu prioriterast og fremjast eftir fastlagdari tíðarætlan Nógvar milliónir kundu verið spardar, um vit bygdu minni svimjihell og vit kundu spart milliónir, um Havnin var farin upp í felags kommunal renovatiónsskapin Mangir veljarar rista við høvdinum og spyrja seg sjálvan og onnur við, hvussu ætlar hasin flokk- urin ella hatta valevnið at fremja ell hasi málini, sum hann agiterar við, sam- stundis sum viðkomandi flokkur ella valevnið mælir til ein hóvligan fíggjarpolitikk. Tað er ein sjálvfylgja, ja, ein treyt, at flokkar ella valevni siga seg vilja virka fyri tí og teimum málum, sum ofta eru í tráð við stevnuskráirnar hjá viðkomandi flokkum. Men sum stundis er tað øllum greitt, at alt verður ikki framt eftir einum, tveimum ella trimum árum, men eftir kanska einum ella kanska fleiri valskeiðum Alt eftir hvussu umfevnandi málini eru. Hóvligan fíggjar- politikk Javnaðarflokkurin mælir til ein hóvligan fíggjar- politikk í Tórhavnar kommunu, tí flokkurin ásannar, at skattatrýstið má ikki gerast sterri, men eigur heldur at minkast. Javnaðarflokkurin mæl- ir tí til, at uppgávurnar — tey sterstu málini — skulu prioriterast í nógv sterri eftir eini tíðarætlan Men fíggjarpolitikkurir má ikki hava eina sosiala órættvísa slagsíðu, soleiðis at hann fær avleið- ingar fyri íbúðar- og bú- staðarpolitikkin, skúla-, menta- og frítíðarpolitikk- in, heilsupolitikkin og annan andi politikk. trivnaðar-fremj- Hevuðsábyrgdina hevur figgjarnevnd- arformaðurin Tórshavnar kommuna hevur í dag eina skuld, sum er útvið 130 mill. kr. Tað hevur ljóðað, at skal fíggjarætlanin halda, skulu einar 20—25 mill. kr. takast í lánum afturat. Hevuðsábyrgdin av hesi gongdini má í fyrstu syftu leggjast á formannin í figgjarnevndini, sum er borgmeistarin, og í aðru syftu á meirilutan. Eitt dømi um fíggjarliga ábyrgdarloysi er svimji- hallarmálið Borgmeist- arin, Petur Christiansen, undirskrivaði sáttmálarn- ar uttan fíggingin var í lagi og uttan um fíggjar- nevndina. Henda dáragerð kemur at kosta skattaborgar- unum nógv, tí fíggingin fyri hetta risaprojektið fæst ikki á vanligan hátt frá ríki og landi. TTT ———— LS Jóhann Mortensen valevni til Havnar býráð Nakað annað er so tað at svimjihallarætlanin er ov dýr og stór fyri okkum 14.000 íbúgvar. Øll eru samd um, at vit skuldu hava eina hell, men vit hevdu klárað okkum við eini minni hell, sum eisini hevði verið bíligari í rakstri Men fólkaflokkurin, sum altíð sigur seg vera varnan í fíggjarmálum pressaði málið í gjøgnum. Felags rusksteð bíligari Ein onnur ætlan, har býr- áðið eftir mínum tykki eis- ini hevur borið seg skeivt at m.a. figgjarliga, er loysnin av renovatións- spurninginum. Ein stórur meiriluti í býráðnum valdi at standa uttan fyri felags kommu- nala renovatiónsfelags- skapin, og valdi í staðin at byggja eina brennisteð fyri Havnina. Hendan avgerðin fer í fyrstu atlegu at kosta fleiri mill. kr. meira í byggi- ílegum, og harafturat verður raksturin dýrari sambært álitinum, sum varð gjørt av einum arbeiðsbólki. Ja, nógv dýr- ari fyri hvønn ruskposa. Sakkunnleikin mælti í tí drúgva og gjølliga álitin- um, sum hann arbeiddi við í langa tíð til at byggja í felag, tí tað var bíligari og betri fyri allar partar. Hesum gekk nærum eitt fullmannað býráð í móti, men leggið til merkis, at eingin límur grundaði stødutakan sina út frá álit- inum ella tverrandi upp- lýsingum í tí. Harafturímóti vóru grundgevingarnar sera jánkasligar: — Vit vilja ikki hava bygdarusk til Havnar, — vit hava ov lítið at skula sagt, vit vilja hava 51 pst. av atkvød- unum, — vit blivu snyttir tt av SEV á sinni ! Meiri enn neyðugt Í hesum báðum málum hevur sitandi býráð av- gjørt at brúka meiri pen- ing enn neyðugt — bæði til byggiílegur og til rakst- ur. Harafturat var býráðið ikki sinnað at lyfta eina uppgávu í felag, men av- gjørdi at brúka meiri resourssir enn vit hava ráð til í hesum tíðum. Her eru nevnd tvey dømi, har bíligari loysnir kundu verið tiknar ! Afturímóti er spart — ella einki brúkt — á økjum, sum hava grund- leggjandi týdning fyri at býurin og hansara íbúgvar kunnu trívast. Hóast undirritaði, sum valevni á javnaðarlist- anum, mælir til ein hóvlig- an fíggjarpolitikk, so mæli eg kortini til at kommun- an fer at reka ein miðvísan íbúðarpolitikk nú megu- leikin er til tess, og ein menta- og frítíðarpoli- tikk, tí eg eri sannferdur um, at tað er neyðugt, um øll, sum búgva her á pláss- inum. skulu trívast og mennast. Kvinnulistin í Vági! Vágs Kvinnufelag, sum varð stovnað av framtaks- hugaðum kvinnum í 1956, hevur nú ein og í 1958, stillað upp ein kvinnulista til Vágs býráð. Um valið verður listan- um til vildar, vilja vit fyrst samarbeiði við kvinnum og monnum. taka upp hesi fyri okkum øll so åtrokandi mál sum higartil hava lútað fyri eðrum stórmálum. Eitt týdningarmikið mál er kloakkviðurskift- ini, sum ikki lúka tær fyri- treytir, ið ásettar eru. Vandamálið er serliga, tá børn spæla í opnum klo- akkum og burturkasti. Somuleiðis er við reno- vatiónini. Øll eru vit veru- liga komin í rasshaft av hesi dálking, sum hevur vanda við sær á sjónum, og sum skemmir náttúr- una á versta hátt. Hesi mál eiga at verða loyst sum skjótast og frá byr- janini fullfíggjað. Eitt triðja mál er terv- urin á arbeiðsplássum — serliga til kvinnur og ung- fólk. Á hesum eki er alt ov lítið gjørt, men vit duga at síggja meguleikar í smá- idnadinum. Í fyrsta um- fari verður sjálvandi hugs- að um klædna- og mat- framleidsiu. I einum samfelagi i vøkstri vil tørvurin å barnagarði økjast. Hetta er eitt mál, ið Vágs Kvinnufelag hevur, og framvegis vil virka fyri. Vit biðja tí tey, ið hava somu hugsan sum vit í hesum málum, um at styðja okkum at gera tað vit kunnu við at seta X við Kvinnulistan.