mikudagur 3. desember 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 1 1820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
AFTANÁ
VALINI til býar- og bygdaráðini eru
av. lllveðurkendi valdagurin mundi
gera sítt til, at óvissa kendist um úr-
slitið, tí helst fór ein partur at sita
heima av illvedursorsøkum.
MEN valið gjørdist ikki vánaligt fyri
allar partar, hóast vit lítið hugsa um
politiskt val á stórt ødrum plássum
enn teim stóru, í Havn, í Klaksvík, á
Tvøroyri og í Vági.
Á HESUM plássum gjørdist valið í
ongum føri vónbrot fyri Javnaðar-
flokkin, hóast tey stæsiligu úrslitini
ikki kundu sannast aðrastaðir enn á
Tvøroyri, har flokkurin framvegis
hevur avgjørdan meiriluta, so av-
gjørdan at aðrir hava ilt við at fóta
sær. Her hendi tað, at ónærisligu
álopini frá Fólkaflokkinum vrakaðu
tann burturav svarta høgralitin úr
býráðnum.
VIT vistu at úrslitið í Klaksvík kom at
verða merkt av, at Olvhedin Jacob-
sen leyp — av hesi orsøk mista javn-
aðarlistin triðja mannin, í Vági og í
Havn helt flokkurin støðuna. Saman-
umtikið vístu kommunuvalini at
Javnaðarflokkurin ikki er viknaður,
men stendur sterkur í fólkinum.
EIN má siga at illa var at eingin
kvinna kemur at sita í nýggja bý-
ráðnum í hevuðsstaðnum. Óivað
hevði kvinnulistin sína misjón, men
valið sigur tó kvinnunum, at hollast
má vera at virka innanfyri flokk sín.
Javnaðarflokkurin hevur víst bæði á
tingi og í býráði, at tað ber til at velja
kvinnur, og hann er í hvussu er
einasti politiski flokkur, sum til hetta
val fekk kvinnu valda í býráð, í Vági.
MEN fyri Fólkaflokkin og Sambands-
flokkin gjørdist valið satt vónbrot í
hevuðsstaðnum á so mangan hátt,
eitt var at teir mistu hver sín mann.
Hesir flokkar sum annars eru í sam-
ráðing um skipan av landsstýri fingu
einki vælsignilsi frá veljarunum um
henda leik teirra.
AT Fólkaflokkurin setti alt inn upp á
at vraka sín borgarstjóra og Sam-
bandsflokkurin sín Sofus, sigur frá,
at tær burturav hóvligu kreftirnar í
hesum flokkum ikki hava ljósar
dagar fyri framman.
SOSIALURIN
Hvør er mistankin hjå Hanusi?
Í hesum máli hevur Før-
oya landsstýri og Feroya
landfúti alment úttalað til
Sosialin, at als eingin
skeivleiki og eingin orsek
til nakran mistanka var í
samband við brævatkvød-
urnar til løgtingsvalid á
Sandi.
Alíkavæl fastheldur
harra Hanus Johannesen,
valstýris- og valnevndar-
limur á Sani, at misteinki
hevur verið, ella er fram-
vegis til okkurt (eingin
veit hvat), sum skal vera
farið skeivt fram, og hesin
misteinki verður nú
vendur ímóti — umframt
sýslumanninum — eisini
»nøkrum
fólkum, sum
halda seg til Javnaðar-
flokkin« — og Hanus
skilur ikki, at sýslumaður-
in og hesi fólk heldur vilja
liggja undir mistanka, enn
verða reinskað.
Sum javnaðarfólk má
ein biðja Hanus Johanne-
sen gera so væl at greiða
frá:
a) Hver
hvenn í
valið?
b) Hvat sýslumaðurin
og hesi óneyndu javnaðar-
fólk er mistonkt fyri, og
sostatt skulu reinskast
fyri?
c) Hvar er valtrýsti
framt og móti hverjum ?
misteinkir
samband við
d) Um fólk, sum halda
seg til javnaðarflokkin,
hava ført ødrvisi valkamp
enn fólk úr eðrum
flokkum.
Umframt av sýslumað-
urin helst ynskir eina
greiða steðu í hesum máli
— tað greiðir sýslumaður-
in best sjálvur — so eigur
Sandoyar Javnaðarfelag
at taka málið upp, soleiðis
at hetta legna — av
Hanusi reista — mál kann
vera nærri lýst og upp-
klárað til fulnar.
Gjert verður vart við, at
limir í valstýri og val-
nevnd, sum deils fyrireika
og skipa fyri politiskum
valum, og deils fíntelja og
góðkenna uppteljingarnar
fyri sítt valdemi, eru vald-
ir sum álitisfólk, ikki bert.
fyri tann bólk, sum hann
ella hon hoyra til ella um-
boða, men álitisfólk fyri
okkum øll í valdøminum.
Tí må hesin limur val-
stýrisins og valnevndar-
innan gjella greiða frá,
hvat grundarlag hann
hevur reist hetta álvars-
liga mál uppá, soleiðis at
eingin ivi verður um,
hverjum endamáli ætlanin
var at tæna við hesi sek.
Ein av teimum 253 fólkun-
um sum valdi javnaðarfl.
í Sandoyar valdemi
Karráð fólkaflokskapitalisma
Ein lesari greiðir frá í Sosi-
alinum, at morgunin eftir
valið sendu fólkafloks-
menn arbeiðsfólk til hús
av flakavirki, tí tey ikki
hevdu valt fólkaflokkin.
Og hann ger vart við, at
slíka framferð kunnu vit
vænta, tá sambandið og
fólkaflokkurin í felag
skipa landsstýri. Hesum
skal eg ikki mótmæla.
Men tá nevndi lesari
heldur tað vera nakað
nýtt, at teir borgarligu
reka fólk út í vinnuloysi, tí
tey velja javnaðarflokkin,
má eg rætta hann eitt
sindur.
Fyri okkum, sum eru
komin eitt sindur til árs,
kom hetta ikki óvæntað.
Vit eru fleiri, sum hava
upplivað, at breyðið er
tikið úr munninum á
okkum, tí vit ikki valdu
rættan flokk.
Mitt í 70.unum var
sumt, sum kundi bent á,
at fólkaflokkurin hevði
broytt politiskt lyndi, og
hevði góðtikið, at skuldi
politisk úrslit fáast, var
neyðugt at sleppa tí
hatska og primitiva fram-
ferðarháttinum. Men tá so
fólkaflokkurin fekk nýggj-
an stavnamann, Óla
Breckmann, máttu vit
ásanna, at ilt er kynið í
kettu. Tað tók bert tvey
ár, so kendu vit tann
gamla fólkaflokkin aftur,
bert við tí muni, at nú skal
Jógvan Sundstein, í vón-
leysari desperatión royna
at fjala fólkafloksins
sanna andlit, tað hatska,
tað illkynjaða og ómenn-
iskjansliga.
Nei, okkum kom tað ikki
óvart, at frætta, at tær
góðu gomlu metodurnar
aftur eru tiknar í brúk.
Bert spell, at vanlig ar-
beiðsfólk skulu beta so
dýrt, áðrenn tað stendur
hverjum mannsbarni púra
greitt, hver politikkur
teirra borgarligu er. Fólka-
flokkur og Samband
hevur verið og er karráð
kapitalisma tá hon er
verst.
Ein, ið minnist vælmakts-
dagar fólkafl. alt ov væl
Suðringar og Dagblaðið
Tá eg nú eri farin í holt við
at rætta tykkara uppfatan
av statistiskum telum,
kann eg eins væl halda
fram, tí tit steðga ikki fyrr
enn allar misuppfatanir
eru av vegnum.
Eg havi satt at siga ilt
við at finna telini viðvíkj-
andi tí, sum av Dagblað-
num verður kallað »ikast
til landshusarhaldid«, tí eg
vildi meint, at ein slík ta-
bel skuldi verið undir
Tjóðarroknskapinum,
men har var hon íkki.
Talvan er at finna á síðu
115 í ársfrágreiðingini,
ídnaðarstovan stendur
fyri tølunum.
Talvan vísir samlaðu
seluna innan fiskiídnað,
annan ídnað og handverk
og tænastuvinnu, býtt
upp á økir. Eitt slíkt sølu-
virði sigur eitt sindur um
aktivitetin í einum eki,
men ikki nakað um íkasti
til landshúsarhaldið frá
økinum, tí virðið av råvør-
um og hjålpievnum ikki er
drigið frá. Um ein ís
lendskur bátur avreiðir til
Havsbrún, so kemur tað
at síggja út sum um sunn
ari partur av Eysturoy
hevur fiskað fiskin, tí tað
virðið, íslendingar
hava lagt í fiskin, telur við
í seluvirðinum. Tað sama
vil gera seg galdandi, um
ein bátur úr Suðuroynni
avreiðir aðrastaðni í landi-
num, so verður hetta virð-
ið talt upp í seluvirðið hjá
tí parti av landinum, har
fiskurin er avreiddur.
Tað sama er galdandi,
um ein orkukrevjandi
verksmiðja liggur í einum
parti av landinum, so fær
hesin parturin av landi-
num ein serliga stóran
part av seluvirðinum hjá
ídnaðinum, men harvið er
ikki sagt, at verksmiðjan
ekir munandi um íkastið
til landshúsarhaldið. Tað,
sum telur við til íkastið til
landshúsarhaldið, eru tey
virðini, sum verða skapað
í produktiónini, og ikki
hjálpi- og ráverur. Telini
eru sum sagt ikki serstak-
liga væl eftirfarandi, á
annan hátt enn at suðring-
ar áttu at fingið serstakar
studningsskipanir at upp-
byggja ídnaðin.
Viðvíkjandi talinum av
skattgjaldarum, so er tað
óivað rætt, at ikki er
skeivt roknað, men telini
passa ikki saman við
fólkatalinum 30.6.79.
Eftir hesum telunum verð-
ur talið av skattgjaldarum
í mun til fólkatalið fyri
Norðuroyggjar: 60,1% og
fyri Suðuroynna 58,9%,
og er hesin munurin ikki
verdur at umreða.
Blaðmaðurin á Dagblað-
num er lopin fram av, tí
skeivu útrokningarnar
hava passa so væl inn í
hansara fordómar um, at
suðringar á ein ella annan
hátt verða priviligeraðir.
Procentini eru farin til
hevdið. Suðringar eru eftir
hansara metan eitt ser-
stakliga dovi fólkaslag við
høgari inntøku, men eing-
in veit, hvadan hendan
inntøkan kemur, ti, sum
teir ávísa í somu grein, so
eru eingi virkir í Suður-
oynni. Blaðmaðurin kann
ikki vera so fávitskur, at
hann meinar, at almanna-
veitingarnar hækka með-
alinntøkuna upp um með-
alinntøkurnar i Norður-
oyggjunum ?
Ein blaðmaður skal ikki
grugga evnið hann viðger.
Um hann ikki skilir telini í
ársfrágreiðingini, so skal
hann fara til ein talkønan,
áðrenn hann varpar for-
dómar út í allar ættir.
Dagblaðið hevur ferð eftir
ferð prógvað, at teir eru
ikki talkgnir, so best er at
halda seg frá tølum.
Jens Dalsgaard
Sendið
lesarabrøv
til sosialin