leygardagur 10. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Málið, ið skapti orr-
ustuna millum Tór-
bjørn Jaocbsen og
løgmann fyri ólav-
søku, snýr seg um
pengar, sum Anfinn
Kallsberg sum bók-
haldari hjá Frostvirk-
inum í Norðdepli
flutti til partafeløg-
ini»Rivið« og »Sam-
ogn«, har hann sjálv-
ur var stjóri og parta-
eigari
STRÍÐ UM LØGMANN
Eirikur Lindenskov
Anfinn Kallsberg flutti í
árunm 1977-1982 912.000
krónur frá P/F Frostvirki-
num til feløgini P/F Rivið
og P/F Samogn – bæði fel-
øg, har hann sjálvur var
stjóri og partaeigari. Hetta
vísa skjøl, sum Sosialurin
hevur fingið innlit í.
Hóast Tórbjørn Jaocbsen,
løgtings- og fólkatings-
maður Tjóðveldisfloksins á
ólavsøku tók aftur skuld-
setingarnar móti løgmanni,
so hevur hann kortini gjørt
greitt, at hann ikki hevur
tikið aftur skuldsetingina
um, at »løgmaður og Jørg-
en Niclasen ikki kenna mun
á sínum og annara«.
Málið fekk nógva við-
gerð í fjølmiðlunum fyri
ólavsøku, og tað kom eisini
fram, at Tórbjørn Jacobsen
sipaði til júst hetta málið,
sum snýr seg peningaflyt-
ingar millum Frostvirkið í
Norðdepli,
har
Anfinn
Kallsberg var bókhaldari og
kassameistari, og feløgini
Rivið og Samogn, har An-
finn Kallsberg sjálvur var
stjóri og eigari.
Tað er ein kanning hjá
Grannskoðarafelagnum
Carl Vilhelm Weihe, sum
staðfesti, at óregluligar
peningaflytingar vóru farn-
ar fram.
Kanningin er gjørd í
samband við uppsetan av
roknskapi hjá P/F Frost-
virkinum í 1982. Grann-
skoðarafelagið hevur kann-
að millumrokning við P/F
Samogn og P/F Rivið fyri
árini 1977-1982. Teir hava
eisini kannað tey í rokn-
skapinum uppførdu virði av
goymslu.
– Henda kanning er farin
fram á tann hátt, at Niels
Dann West, sum tá var
rakstrarleiðari á Frostvirk-
inum, fyrst hevur gjøgn-
umgingið skjalatilfarið hjá
P/F Frostvirkinum, síðani
hava vit gjøgnumgingið
skjalatilfar hjá P/F Samogn
og P/F Rivið. Úrslitið av
hesi kanning er, at feilir
hava verið í roknskapinum í
status pr. 31.12.81, siga
Carl Vilhelm Weihe og
Árni Absalonsen, grann-
skoðarar í einum uppriti um
mál-ið, sum er dagfest 9.
januar í 1984.
Pr. 31. desember í 1981
sær feilurin hjá Anfinni
Kallsberg soleiðis út:
(sí talvu)
Sostatt er feilurin, at An-
finn Kallsberg hevur flutt
feløgunum, har hann sjálv-
ur var stjóri og partaeigari,
912.183 krónur og 36 oyru,
sum hann ikki átti at gjørt.
Í einum innslag í Degi og
Viku, sum varð sent 26.
mars í 1993, og sum sjón-
varpið endursendi herfyri,
sigur Anfinn Kallsberg, at
hann sum bókhaldari hevur
gjørt fleiri hundraðtúsund
bókingar, og tí heldur hann
tað ikki vera so løgið, um
onkur bóking er komin
skeivt fyri. Men tað sum
spurningurin kann setast
við er, hví hann sum bók-
haldari hjá Frostvirkinum í
eitt fimm ára skeið bara
hevur tikið feil, tá hann
hevur flutt pening skeivt til
tey feløg, har hann sjálvur
var stjóri…
Grannskoðarafelagið hjá
Carl Vilhelm Weihe sigur í
uppritinum, at teir hava lagt
úrslitið av kanningini fyri
Anfinn Kallsberg, sum
gjøgnumgekk skjalatilfarið
viðvíkjandi hesum feilum.
– Hann segði seg ikki
duga at síggja annað enn, at
hetta eru ting, sum mugu
rættast, stendur í uppriti-
num.
Ein fundur verður hildin
um málið hin 9. januar í
1984. Á hesum fundi eru
Niels
Pauli
Danielsen,
nevndarformaður í Frost-
virkinum, Absalon í Buð,
Anfinn Kallsberg, Carl Vil-
helm Weihe og Árni Absa-
lonsen.
Á hesum fundi verður
semja gjørd um, at upp-
skotið til roknskap 1982
varð broytt sambært oman-
fyristandi, og at saldoin við
P/F Samogn og P/F Rivið
verður útlíknað á tann hátt,
at Frostvirkið keypir tann
laks, sum bátarnir hava
landað seinast í 1983.
Um hetta ger tað neyðugt
hjá bátunum at útvega fígg-
ing til hýrur og aðrar út-
reiðslur, so vil P/F Frost-
virkið á nevndarfundi í
1984 viðgera, um virkið
kann leggja út fyri bátarnar,
so hvørt sum teir fiska, í-
móti at bátarnir binda seg
til at avreiða til Frostvirkið,
tá túrurin er av.
Anfinn Kallsberg sum bókhaldari á Frostvirkinum 1977-82:
Flutti 912.000
krónur til egin feløg
Sum bókhaldari á P/F Frostvirkinum í Norðdepli flutti Anfinn Kallsberg 912.000 krónur til
feløgini Rivið og Samogn, har hann sjálvur var stjóri og partaeigari. Sambært semju 9. januar
1984, vórðu pengarnir goldnir aftur
Feilflytingarnar sum Anfinn Kallsberg hevði gjørt vegna Frostvirkið til Rivið og Samong vóru
tilsamans 912.183 krónur og 36 oyru í eitt fimm ára skeið frá 1977-1982
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi,
verpápi og abbi okkara
Bent Rubek Rubeksen
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar
og gávur til Giktafelag Føroya.
Og ein tøkk til tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóna
Hósdagin 1. august 2002
andaðist Kári, ikki ár aftaná
at han misti Maritu konu
sína. Saknurin og tómrúm-
ið eftir Maritu vóru nívandi
fyri Kára, sum var so tætt
knýttur Maritu. Men alt ov
tíðliga fór eisini hann, bert
66 ára gamal.
Kári varð føddur 11. jan-
uar 1936 á Velbastað, sum
elstur av trimum systkjum,
sonur Napoleon Nolsøe
Petersen úr Sørvági og
Annu Sofíu Dalsgaard av
Velbastað. Fyrstu árini búði
hann í Sørvági. Av tí at páp-
in starvaðist sum lærari,
búðu tey eitt skifti á Slætta-
nesi og á Velbastað. Kári
fór til Havnar at ganga í
skúla og tók præliminær-
prógv í 1952 og students-
prógv í 1954.
Hann tók løgfrøðiligt
embætisprógv á Køben-
havns Universitet á sumri
1964. Eitt árið starvaðist
hann tó sum læraravikarur í
Fámjin. Í 1964 byrjaði Kári
sum advokatfulltrúi í Es-
bjerg, og árið eftir tók hann
við starvi sum advokat-
fulltrúi í Keypmannahavn.
Advokatviðurkenning frá
løgmálaráðnum fekk hann í
1967.
Í 1968 flutti Kári við
húski aftur til Føroya og tók
við starvi sum løgfrøðiligur
fulltrúi í landsstýrinum, og
hevði har um hendi máls-
økini kommunumál, ídnað-
arviðurskifti og havrættar-
mál og fekk tá høvi lands-
stýrisins vegna m.a. at lut-
taka á minniríkum havrætt-
arstevnum í Venezuela og
New York. Kári varð í 1969
settur sum nevndarlimur og
skrivari hjá nevndini, sum í
1972 legði úr hondum
dygdargott álit um komm-
unuviðurskiftini og gjørdi
uppskot til nýggja komm-
unuvallóg og kommunulóg.
Hetta álitið gjørdist grun-
darlag undir nýggju komm-
unuvallógini og kommunu-
lógini í 1972. Eisini var
Kári eitt skifti formaður í
landsskattanevndini.
Tann 1.oktober 1976
stovnsetti Kári egið advo-
katvirki í Havn, fyrst í Bók-
bindaragøtu og flutti seinni
í N. Winthersgøtu. Hann
byrjaði í smáum, men eitt
skifti hevði hann tveir
advokatar og trý skriv-
stovufólk í starvi afturat
sær, og var hann ein so sera
lagaligur og fittur arbeiðs-
gevari, sum altíð vildi
starvsfólki sínum tað besta.
Kári var ein góður advo-
katur. Góð analytisk evni,
vælformuleraður,
gott
minni og eina breiða vitan.
Hann gjørdist lættliga eld-
hugaður og dugdi væl at
føra sjónarmið síni fram.
Og honum dámdi eisini væl
at sleppa at føra tey fram –
ivaleyst eisini tí at hetta lá
so sera væl fyri hjá honum.
Hesin eginleiki gjørdi uttan
iva sítt til, at honum dámdi
so væl at møta í rættinum
og verja áhugmál. Serliga
væl dámdi honum at vera
verji í revsimálum. Ikki
bert at hava henda leiklutin
at vera tann, sum ansar
eftir, at samfelagið ikki
fremur órætt móti einum
ákærdum, men eisini at
vera sálarhirði. Var ein
klientur hansara varðhalds-
fongslaður, vitjaði hann
trúliga í varðhaldinum, og
fleiri eru tey, sum støðugt
vendu aftur til hansara at
biðja hann verja seg. Tey
høvdu álit á honum, og
komu ivaleyst tætt inn á
tann Kára, sum ikki altíð
var so lættur at koma inná,
men kortini í løtum var so
nær.
Kári var rættiliga privatur
til dagligt. Men tær løturnar
vóru eisini, tá hann opnaði
seg og veruliga vísti,
hvussu kensluborið menn-
iskja hann var. Og í góðum
vertskapi komu fram nógv-
ar av teimum síðum hans-
ara, sum hann til dagligt
meira og minni fjaldi, og
hann var tá so charmerandi
sum fáur. Fyri ikki at tosa
um, tá hann tók fiólina
fram.
Kári var ein sera evnarík-
ur maður. Hann hevði
nógvar gávur. Ikki bert var
hann skjótt- og vælhugs-
andi og las bøkur við somu
skjótu ferð. Hann hevði
sum nevnt eitt gott minni,
sum kom honum til gagns í
arbeiðslívinum, og tá hann
leitaði aftur í bókmentir og
farnar hendingar og uppliv-
ingar, og væl dámdi honum
at siga frá.
Listarligar gávur hevði
Kári góðar og brúkti tær
bæði til gamans og álvara.
Hann spældi fiól, eitt nú í
Tórshavnar musikkskúla og
Føroya symphomiorkestri.
Eisini spældi hann orgul og
var eitt skifti organistur í
Kvívíkar kirkju. Sang í kóri
og sjónleik spældi hann
eisini, og var eitt skifti
nevndarlimur
í
Havnar
Sjónleikarfelag og Megin-
felag Áhugaleikara. Ættar-
gransking hevði hansara
stóra áhuga.
Tekniskt snildur var hann
eisini. Hann treivst so sera
væl, tá hann smíðaði og
skrúvaði, og tá Marita og
hann fyri ikki so ógvuliga
langari tíð síðani innrætt-
aðu sær húsini av nýggjum,
var lagið gott. Og síðst í
80’unum tá ið javnaldrandi
og
yngru
starvsfelagar
hansara nærum ikki enn
vistu, hvussu ein telda
skuldi tendrast ella enn
minni brúkast, var Kári
longu førur fyri at broyta
uppsetingarnar í stýrisskip-
anini í telduni hjá sær. Gáv-
urnar vóru nógvar og
áhugamálini eisini.
Eitt politiskt menniskja
var hann eisini. Politikkur
kom at hava stóran leiklut í
lívi hansara – ivaleyst ov
stóran viðhvørt. Kári var
konu síni Maritu ein dygg-
ur stuðul, tá hon var virkin í
politikki, eins og hann
eisini var Javnaðarflokkin-
um ein dyggur stuðul.
Miðskeiðis í 90’unum
gjørdi Kári av at rigga av
advokatvirkið sítt, og tók tá
við starvi sum løgfrøðiligur
ráðgevi í Mentamálastýrin-
um, har hann starvaðist nú
hann doyði.
Kári giftist Maritu f.
Johansen úr Vági í 1962.
Hon var útbúgvin lærari og
sálarfrøðingur og var løg-
maður í 1993/94. Hon
doyði 26. august 2001.
Saman fingu tey synirnar
Atla, Una og Búa. Tey settu
búgv uppi undir Varða í
Havn. Marita og Kári
suppleraðu hvønn annan
væl, og var Kári ein góður
konumaður. Altíð er ringt at
missa hjúnafelaga, og hjá
Kára tyktist, sum at hetta
gjørdist honum ein óvan-
liga harður smeitur, og eftir
at Marita doyði mestsum
fánaði hann burtur.
Tankar okkara leita til
synirnar sum við so stuttum
millumbili hava mist bæði
móður og faðir.
Turið, Ida, Sjúrður
og Poula
Tað verður gjørt kunnugt fyri ætt og vinum,
at okkara kæra kona, mamma, vermamma
og omma
Poula Sólrun Toftum, f.Vestureið
fødd 10. august 1941 í Vági
doyði 8. august.
Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi
leygardagin 10. august kl. 18.00.
Jarðarferðin verður sunnudagin 11. august
kl. 13.30 úr Vágs kirkju.
Vegna tey avvarðandi
Johan
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður mín, sonur, pápi, verpápi
og abbi okkara
Jógvan T. Jacobsen
Skála
andaðist hóskvøldið 01. august, 59 ára gamal,
umborð á West Ekspress, fyrr nevndur Lupus,
ávegis til Fraklands.
Jarðarferðin verður úr Skála kirkju
leygardagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Jonna
Tey, ið vilja minnast Jógvan kunna lata eina peningagávu til Skála kirkju,
konto í peningastovnunum.
Kára Dalsgaard Petersen til minnis
2
Nr. 151 - 10. august 2002
Nr. 151 - 10. august 2002
3
C
M
Y
K
3
2
Restorffs Gentur
Sølan av
framleiðslum er støðugt
økjandi.
fer í
næstum at bjóða fram eitt
samlað tilboð uppá
skonking í sambandi við
veitslur, brúdleyp,
samkomur osfr., Tað er
okkara ætlan at henda
service skal verða góð,
professionel og karmurin
um ta perfektu veitsluna.
Í hesum sambandi hava vit
tørv á nøkrum gentum.
Hesar skulu verða yvir 18
ár, fryntiligar og service-
mindaðar og gjarna
musikalskar
Komið og hjálpið
okkum við tí góða
lagnum !
R
i
n
g
i
á
t
l
f
:
3
1
4
7
2
8
Tað góða Lívið !