leygardagur 10. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 151 - 10. august 2002
Nr. 151 - 10. august 2002
5
NS Open rógvikapping verður í septembur
Nevndin í Klaksvíkar
Róðrarfelag hevði
fund týskvøldið og á
fundinum bleiv av-
gjørt, at innandura
kappingin skal verða
leygardagin 21. sep-
tembur, og sum navn-
ið sigur, so kann ein
og hvør luttaka
KAPPRÓÐUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: NS Open inn-
andura rógvikappingin er
tann fyrsta av sínum slagi
nakrantíð í Føroyum, og
nevndin í Klaksvíkar Róðr-
arfelag vónar, at undirtøkan
fyri henni verður góð.
- Nú er hetta fyrstu ferð,
at tað verður skipað fyri
eini tílíkari kapping, so
hetta verður allarhelst sum
ein frumframførsla, har
væntast kann, at onkrir feil-
ir verða og byrjunartrupul-
leikar. Men tað kunna vit so
vónandi læra av og harvið
bøta um, tá ella um vit fara
at skipa fyri eini Føroya-
meistarakapping í innan-
dura rógving.
Hetta sigur Kristian Eli
Zachariassen, formaður í
Klaksvíkar
Róðrarfelag.
Hann leggur afturat, at um
hendan kappingin eydnast
væl, so verður tað avgjørt
skipað fyri eini føroya-
meistarakapping í innan-
dura rógving.
Hann heldur, at ein før-
oyameistarakapping í rógv-
ing á maskinum kann verða
við til at halda lív í kapp-
róðrinum í vetrarhálvuni
eisini, tí sum er, er kapp-
róðurin ein summarítróttar-
grein, sum ikki er nógv at
hoyra til um veturin. Hóast
mong feløg byrja rættiliga
tíðliga at venja til summar-
ið.
Kappingin
Eftir at hava kannað nøkur
viðurskifti um, hvussu ein
tílík kapping verður skipað
uttanlanda, so hevur nevnd-
in avgjørt, at luttakararnir í
kappingini verða býttir í
seks bólkar.
Ein verður fyri gentur
undir 18 og ein fyri dreingir
undir 18. Tey yvir 18 ár
verða bólkað í tveir vektar-
bólkar í sama kyni. Tað vil
siga kvinnur lættvekt og
tungvekt og tað sama fyri
menn. Vektarmarkið er fyri
kvinnur 61,5 kilo, meðan
tað fyri menn er 75 kilo.
Tað vil siga, at um ein
kvinna vigar 61,5 kilo ella
minni, so hoyrir hon til
lættvekt.
Kristian Eli sigur, at
hvussu longi kappingin
kemur at vara henda leygar-
dagin, veldst fyri tað fyrsta
um, hvussu nógvir luttakar-
ar verða. Felagið hevur sett
eitt minsta mark upp á
tríggja luttakarar í hvørjum
bólki. Um tað verða færri
enn tað, so verður tað ikki
róð í tí bólkinum.
Luttakararnir koma at
rógva 2.000 metrar eina-
ferð upp á tíð, og tann besti
vinnur. Ein rógvari ger sum
hann vil, hvar hann stillar
mótstandin á maskinuni,
tað veri seg lágt ella høgt
ella bara í miðjuni. Men ein
rógvari kann ikki broyta
mótstandin eftir, at hann er
byrjaður at rógva.
Rógvimaskinurnar, sum
talan er um, eru tær so væl-
kendu Concept 2 rógvi-
maskinurnar, sum fleiri og
fleiri róðrarfeløg í landi-
num hava útvegað sær sein-
astu árini.
Kristian Eli sigur, at hon-
um vitandi, so eru tað sjey
feløg í landinum, sum hava
Concept 2 maskinur, og
skuldi tað kunnað givið
eina rímuliga góða og
breiða undirtøku til kapp-
ingina.
- Fyribils hava vit av-
gjørt, at kappingin skal
verða í venjingarhølunum
her í neystinum, men um
tað verða ov nógvir luttak-
arar, so hava vit møguleika
til at flyta kappingina niðan
í fimleikarhøllina, greiðir
hann frá.
Hann sigur, at eitt tíð-
indaskriv verður orðað
fyrsta dagin, og lagt út á
heimasíðuna hjá Klaksvík-
ar Róðrarfelag og tað verð-
ur eisini sent út til fjølmiðl-
arnar.
Í tíðindaskrivinum fara
allir upplýsningarnir um
kappingina at standa. Tað
vil siga, nær og hvar ein
kann tekna seg, evsta mark
fyri tilmelding, kostnaður
og annað tílíkt, sum ein lut-
takari hevur brúk fyri at
vita.
Tað fer at bera til at tekna
seg umvegis teldubræv til
Klaksvíkar Róðrarfelag og
so eisini hjá tveimum av
nevndarlimunum.
NS Open
Kappingin ber heiti NS Op-
en. Norðoya Sparikassi er
høvuðstuðul í kappingini.
Og tey, sum gera seg gald-
andi í kappingini fara ikki
tómhent heimaftur. Numm-
ar eitt, tvey og trý í hvørj-
um bólki fáa heiðursmerkir,
umframt at vinnarin í
hvørjum bólki fær 1.000
krónur.
- Hetta er gjørt fyri, at tað
skal verða okkurt serligt til
vinnaran. Og tað er ongin
loyna, at hetta møguliga
kann føra við sær, at kapp-
ingin verður sera hørð og
harvið enn meiri spenn-
andi, heldur Kristian Eli,
sum at enda leggur afturat,
at Klaksvíkar Róðrarfelag
vónar, at rógvarar kring
landið fara at taka væl und-
ir við tí fyrstu innandura
rógvikappingini av hesum
slagi her á Føroya landi.
Innandura rógvikappingin,
sum Klaksvíkar Róðrarfelag
skipar fyri verður
leygardagin 21. septembur
Mynd: KRF
Sannur stevnuhýrur
valdaði eina løtu í
Klaksvík hóskvøldið,
tá manningarnar á
seksmannaførunum
og tíggjumannafør-
unum hjá Aith Row-
ing Club úr Hetlandi
og Klaksvíkar Róðr-
arfelag róðu kapp á
1.000 metrateininum
í Klaksvík
STUTTLEIKAKAPPING
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Í allarfagrasta
summarveðri fóru mann-
ingarnar skúmandi inn eftir
vágni, meðan mong fólk
stóðu á keiunum báðu meg-
in og hugdu at. Eisini
mundu tað vera mong, sum
hugdu at kappróðrinum út
gjøgnum vindeyguni hetta
kvøldið.
Fyrst róðu seksmanna-
førini við monnum. Het-
lendingarnir høvdu tvær
mannfólkamanningar, so
nakrir av manningini á
Klaksvíkingi róðu fyrst við
Páll Fanga, so at báðar
manningarnar
hjá Aith
kundu fáa høvi til at rógva.
Páll Fangi við Klaksvík-
ingamanningini vann tann
fyrsta róðurin, meðan tann
hetlendska manningin vann
á Páll Fanga monnunum,
sum róðu beint aftan á hin-
ar.
Síðani róðu kvinnurnar á
seksmannaførunum
og
vunnu Klaksvíkskvinnur-
nar hendan róðurin. Seks-
mannafarið hjá hetlending-
unum eitur Rippek. Hann
líkist ikki serliga nógv ein-
um føroyskum seksmanna-
fari.
At enda róðu so tíggju-
mannaførini. Tann nýggi
Klaksvíkingur
móti
tí
gamla, sum í dag ber navn-
ið Svartbakur. Klaksvíking-
ur vann hendan róðurin.
Nógvir bátar stimaðu aft-
an á bátunum, meðan teir
róðu kapp. Sjálvt skúla-
skipið Dragin sigldi aftur
og fram millum róðrarnar.
Hetta gav eitt gott høvi til at
fylgja øllum róðrunum.
Tað var, sum sagt, heilt
fitt av fólki savnað til at
hyggja eftir kappróðrinum,
og onkur helt skemtandi
fyri, at Klaksvíkar Róðrar-
felag átti at kravt inn, tí so
høvdu tey fingið meira
pengar inn enn á Norðoya-
stevnu í ár. Tí, sum fólk
flest minnast, so var veðrið
Norðoyastevnuaftan í ár út
av lagi vánaligt við nógv-
um vindi og regni.
Eftir kappróðurin savn-
aðust rógvararnir og onnur
til eina lítla hugnaløtu í
neystinum hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag til eitt kapp-
róðrarprát.
Vónin hjá báðum feløg-
unum er, at tað kann fara at
verða samband millum tey,
so limirnir kanska kunnu
vitja hvønn annan í fram-
tíðini.
Stevnuhýrur í Klaksvík hóskvøldið
Hetlendingar draga her
tíggjumannafarið Svartbakur
upp á land eftir venjing
hósdagin á middegi
C
M
Y
K
5
4
Eftir at býráðið hevur
samtykt broytingar í
byggisamtyktini fyri
økið úti á Reyni í
Havn, er eigarin av
teimum nógv
umtalaðu
sethúsunum, sum
standa á eini
neystagrund, aftur
farin til verka. Jan
Christiansen,
borgarstjóri, fegnast
um, at samtyktin nú
endaliga er broytt, og
at fólk kunnu seta
búgv í økinum
BYGGING
Stefan í Skorini
Menn eru nú aftur farnir í
gongd við at byggja eini
sethús á eini neystagrund
úti í Bakka. Hetta er eitt ár
eftir, at farið varð undir
byggingina
upprunaliga.
Ein klaga frá grannum
hevði við sær, at byggingin
steðgaði, men nú er líkt til,
at eigarin endiliga kann
flyta inn í húsini. Arbeiðs-
menn eru í øllum førum
farnir undir at gera húsini
liðug.
Grannarnir vístu á, at
hetta økið sambært byggi-
samtyktini hjá Tórshavnar
Býráð varð kannað almenn-
um stovnum og skrivstov-
um, og tí kundi býráðið
ikki lata einum privatum
persóni økið, so at hann
kundi byggja sær eini
sethús har.
Býráðið vísti á, at tað
hevði gjørt eitt smávegis
undantak frá byggisam-
tyktini, og tað var í lagi.
Hesum vísti kommunu-
deildin í landsstýrinum
aftur og kravdi, at bygg-
ingin skuldi steðga. Byggi-
samtyktin fyri alt økið
skuldi broytast, um bygg-
ingin skuldi halda fram,
segði kommunudeildin.
Fútabann varð síðani sett
ímóti byggingini. Endin
var, at Johan Mac Donald,
eigarin av húsunum, var
stevndur fyri rættin av bý-
ráðnum, sum sjálvt hevði
givið honum loyvi at byrja
við. Endamálið var at
steðga byggingini.
Broytt samtykt
Nú hevur Tórshavnar Bý-
ráð endiliga broytt byggi-
samtyktina fyri økið, og tí
hevur eigarin fingið loyvi
aftur at fara í gongd við at
byggja.
– Maðurin hevur fingið
loyvi at fara í gongd aftur,
og landsstýrið hevur eisini
góðkent broytingina í sam-
tyktini, sigur Jan Christian-
sen, borgarstjóri.
Hann fegnast samstundis
um, at samtyktin er broytt,
so at fólk eisini fáa møgu-
leika at seta búgv í økinum.
Broytingin í samtyktini
sigur, at økið C4, har
neystagrundin liggur, nú
eisini kann fevna um bú-
staðarendamál.
Jan Christiansen sigur, at
broytingin í samtyktini
hevur ligið frammi til hoyr-
ingar hjá almenninginum,
og at býráðið ikki fekk
nakra beinleiðis klagu um
tær. Tó fekk býráðið nakrar
viðmerkingar frá grannum í
økinum. Hann vísir á, at
málið hevur tikið ómetaliga
langa tíð, og tað er sera
harmiligt.
– Ætlanin hjá okkum
hevur allatíðina verið, at
fáa fólk út í hatta økið at
búgva, og tí er tað gott, at
vit hava fingið broytt sam-
tyktina, sigur borgarstjórin.
Sethúsini úti í Bakka:
Byggingin farin í gongd aftur
39 ára gamli
maðurin, sum
leygardagin 13. juli
hótti løgreglumenn
við eini byrsu, skal
fyri rættin
fríggjadagin 16.
august
RÆTTARMÁL
Stefan í Skorini
39 ára gamli maðurin hev-
ur í samráð við sakførara
sín góðtikið, at varðhalds-
fongslingin av honum
verður longd til fríggja-
dagin 16. august.
Varðhaldsfongslingin
var annars úti í gjár,
fríggjadagin, men av tí at
kanningararbeiðið hjá løg-
regluni framvegis ikki er
liðugt, er neyðugt at hava
mannin sitandi í arrestini í
eina viku afturat. Hetta
góðtók maðurin uttan at
fara í rættin fyri at
mótmæla varðhaldsfongs-
lingini.
Skotið móti
løgregluni
Tað var leygardagin 13.
juli, at maðurin ringdi til
vakthavandi
á
politi-
støðini. Hann hótti við at
skjóta eftir fólki í granna-
lagnum og at taka lívið av
sær sjálvum. Maðurin var
ávirkaður av rúsdrekka, tá
hendingin fór fram.
Tá løgreglumenn komu
á staðið, hótti maðurin við
byrsuni, hann hevði í
hondini. Hann skal sam-
bært ákæruritinum hava
latið skot av móti polit-
inum.
Maðurin er ákærdur fyri
tvey brot á grein 252 í
revsilógini, tí hann hevur
sett lívið hjá fólki í
grannalagnum í vága við
at hótta við byrsu.
Harumframt er hann
ákærdur fyri at hava hótt
løgreglumenn í tænastu og
at hava latið skot av ímóti
teimum.
Maðurin noktar seg sek-
an í ákærunum, tí hann
sigur seg ikki minnast,
hvat fór fram henda dagin.
Løgtingið hevur
møguleika sambært
grein 19 í
stýrisskipanarlógini
at seta eina nevnd av
tingmonnum at
kanna viðurskiftini
viðvíkjandi Anfinn
Kallsberg og
Frostvirkinum til
botns
LØGMANSMÁLIÐ
Eirikur Lindenskov
Hóast málið um peninga-
flytingarnar hjá Anfinn
Kallsberg langt síðani er
fyrnað, og tí ikki verður
tikið upp sum politimál, so
eru ikki allar súður syftar
enn.
Løgtingið hevur sambært
grein 19 í stýrisskipanar-
lógini møguleika at seta
nevnd »av tingmonnum at
kanna alment umvarðandi
mál«,
sum skrivað stendur í
grein 19 í stýriskipanarlóg-
in. Víðari stendur, at
»nevndirnar hava rætt at
krevja skrivligar ella munn-
ligar upplýsingar frá ein-
skildum borgarum eins væl
og frá almennum embætis-
monnum«.
Ger løgtingið av at seta
slíka nevnd, so kann mis-
tankin, sum reistur er um
flytingarnar hjá Anfinn
Kallsberg greiðast einaferð
med alla.
Sosialurin hevur spurt
Tórbjørn Jacobsen, sum
hann fer at skjóta upp fyri
tinginum at seta slíka
nevnd.
– Hatta hava vit ikki við-
gjørt, men kemur eitt slíkt
uppskot fram á ting, so fari
eg sjálvandi at atkvøða fyri
tí, og tað vænti eg eisini, at
allir hinir tingmenninir
gera, sigur Tórbjørn Jacob-
sen.
Tjóðveldistingmaðurin
heldur, at tá ivi verður reist-
ur um habilitetin hjá fólki í
landsins hægstu sessum, so
eigur tað at verða viðgjørt
og avgreitt.
– Fólkið hevur krav upp á
at fáa at vita, hvør tað er,
sum stýrir landinum, sigur
hann.
Um stríðið millum seg og
løgmann sigur Tórbjørn
Jacobsen seg harmast um,
at løgmaður brúkti løg-
mansembætið at verja seg
við.
– Málið var eitt persón-
ligt stríð millum meg og
løgmann – og Jørgen Nicla-
sen, sum kortini kom eitt
sindur í bakgrundina. Men
løgmaður
brúkti
løg-
manssessin til at taka alla
samgonguna sum gísla við
at siga, at hetta var eitt álop
á løgmansembætið. Tað var
tað als ikki talan um, sigur
Tórbjørn Jacobsen.
Hann heldur, at løgmaður
sambært
stýrisskipanini
hevur alt ov stórt vald.
– Hvat skuldi eg sum
einsamallur
tingmaður
gera, tá løgmaður á henda
hátt ger eitt persónsmál
politiskt og tekur alla sam-
gonguna sum gísla? Vit
høvdu júst gjørt eina
nýggja samgongu, og hana
vildi eg sjálvandi ikki offra,
sigur hann.
Verður uppskot lagt fram
á ting, so er hugsandi, at tað
verður samtykt. Javnaðar-
flokkurin og Sambands-
flokkurin hava sagt, at mál-
ið eigur at verða loyst. Tek-
ur
Tjóðveldisflokkurin
undir við at seta eina grein
19 nevnd, so verður málið
helst samtykt – og so fæst
greiða á, um løgmaður
gjørdi nakað skeivt, tá hann
flutti pengar frá Frostvirk-
inum til egnu feløg síni.
Byrsumaðurin á Sundsvegnum:
Fongslingin
longd
Menn eru aftur farnir til
verka at gera nógv umtalaðu
sethúsini úti í Bakka úti á
Reyni í Havn liðug. Eitt ár
er liðið, síðan farið varð
undir at byggja hesi
sethúsini
Grein 19 nevnd kann kanna pengaflytingarnar hjá Anfinn Kallsberg:
Tingið kann avgera lagnu løgmans
Maðurin, sum leygardagin
13. juli hótt løgregluna við
eini byrsu, skal fyri rættin
fríggjadagin 16. august, og
tá hevur maðurin sitið í
fongsli í meira enn ein
mánað
Við eini grein 19 nevnd ber
til hjá løgtinginum at koma
til bonts við skuldsetingun-
um, sum Tórbjørn Jaobcsen
reisti móti løgmanni um
pengaflytingar hjá Frost-
virkinum