Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 151 - 10. august 2002 Nr. 151 - 10. august 2002 7 ALV letur dyrnar upp Tann fyrsta septemb- er lata nýggju hølini hjá ALV í Smiðjugerði upp. Har í fyrsta um- fari tveir verkstaðir, og byrjað verður við at taka umleið 20 fólk inn VERKSTAÐUR Ingrid Bjarnastein Í stóra hvíta bygninginum við síðuna av Bilfríðkuni í Havn luktar nýtt. Inni eru hvítt, grátt og reytt teir afturvendandi litirnir. Fleiri fólk eru inni, og tað er eitt sindur rokaligt. Tað síðsta skal fáast upp á pláss áðr- enn latið verður upp um umleið tríggjar vikur. Vit eru stødd inni í nýggju hølunum hjá ALV í Smiðju- gerði. Bygningurin liggur beint við síðuna av Bil- fríðkuni. Leiðarin á ALV, Kristina Larsen, tekur ímóti okkum og bjóðar okkum innar í nýggju skrivstovuna. Eisini har luktar nýtt. Enn er alt ikki komið upp á pláss. Telefon, teldupostur og annað vantar enn, men nú verður ein seinasta hond løgd á tað arbeiðið. – ALV er ein gamal stovnur. Stovnurin umfatar skúlan við Áir og verkstað, umframt sølubúðina og pylsuvognin á Vaglinum, greiðir Kristina Larsen frá. Kristina Larsen varð sett sum leiðari á ALV í januar 2001, og var hennara fyrsta uppgáva at gera eina verk- ætlan. Henda verkætlan gekk út uppá at fáa nýtt virksemi til arbeiðstarnað. Og í 2002 er ALV komið á fíggjarlógina. Játtanin er áljóðandi 4,76 mió. krónur. Margfaldsstova Eftir ætlan verður byrjað tann 1. september við virk- seminum hjá ALV. Tá verð- ur byrjað við Vinnuskeiði og Verkstaði. Vinnuskeiðið umfatar tvey verkstøð. Hetta vinnu- skeiðið er fyri arbeiðstarn- að, sum eiga at klára seg úti á arbeiðsmarknaðinum. – Um ein roknar við, at fólkini kunnu klára seg á arbeiðsmarknaðinum ella í skúla, so koma tey á hetta skeiðið. Og á hesum vinnuskeiðnum fara vit at hava tvey verkstøð, sigur Kristina Larsen. Hesi bæði verkstøðini verða margfaldsstovan og køkur. Á hesi sonevndu marg- faldsstovu verður skipað fyri arbeiði, sum umfatar teldur, kopimaskinur og øðrum hesum líknandi. Fólk kunnu so koma innar og bíleggja kopi, tekstir, uppseting av sangum og so framvegis. Her koma tey arbeiðandi at læra at fáast við teldu, taka ímóti bílegg- ingum og øðrum sum hoyr- ir hesum arbeiði til. – Hetta verður eitt rætti- ligt arbeiðspláss, men sjálvandi á teirra støði, sig- ur Kristina Larsen. Hin verkstaðurin verður ein køkur. Her koma fólkini at fáast við matgerð. Ætlan- in er at gera matpakkar og lættari máltíðir, sum síðani skulu út av húsinum. Har- afturat verður undirvíst í mat og kostvegleiðing. – Hetta er ikki ætlað bara sum ein tænasta úteftir, men hetta er eisini skúling fyri tey arbeiðstarnaðu. Tey, sum koma at vera á hesum vinnuskeiðnum, fáa eisini møguleika fyri at fara á skeið í føroyskum, bræv- skriving og øðrum, sum hoyrir til arbeiðið, tey fáast við. Eisini skulu tey í starvsvenjing á einum van- ligum arbeiðsplássi í um- leið ein mánaða, greiðir Kristina Larsen frá. Ætlanin er, at eftir eitt ár, skulu fólkini verða klár at fara víðari. Tó verður tað helst ikki júst so í byrjanini. Roknað verður við, at nú í byrjanini fer hetta at longri tíð. Avlamisarbeiði Hitt virksemi, sum byrjað verður við á ALV, er klædna- og sniðverkstaður- in. Hetta er fyri fólk, sum ein ikki væntar klára seg á arbeiðsmarknaðinum. Tað verið seg avlamispension- istar og fólk, sum ikki hava útlit til at klára seg – rørslu- tarnað ella lættari sálarliga sjúk. – Hesi koma at gera vør- ur til sølu, eisini út av húsi- num. Vit levera síðani til sølubúðina á Vaglinum, og eisini verður møguleiki fyri at Soleiðis fáa vit eisini at vita, hvussu eftirspurning- urin er. Og vit eru spent uppá at byrja uppá hetta, og sleppa at stýra einum parti av hesum virkseminum sjálvi, sigur leiðarin. Hon vísir á, at tað eru fleiri, sum longu hava biðið um træverk, so tað kann væl hugsast at verkstaðurin fer at framleiða borð og hylla og aðrar størri lutir. Seinni í heyst ella í vetur verður eisini avlamisarb- eiði fyri pensjionistar á ALV. Hetta er fyri fólk, ið eru verri fyri, og talan er meira um hugna og lættari handverk. Í fyrsta umfari er pláss fyri umleið 20 fólkum á ALV, og seinni verða fleiri tikin inn. Tey, ið eru áhuga, kunnu venda sær til sín sosialráð- geva og biðja um eitt um- sóknarblað. Ella ber til at seta seg beinleiðis í sam- band við ALV. Eisini vísir Kristina Larsen á heimasíð- una, sum liggur undir www.alv.fo Enekk aftur á pallin LISTASTEVNUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Bólkurin Enekk man vera ein hin mest nýskapandi bólkurin, sum plátufelagið Tutl hevur givið út, síðani felagið varð til fyri 25 árum síðani. Eitt nú hevur bólk- urin útgivið fløguna »Ver sterk mín sál«, sum byggir á yrkingar eftir J.H.O Djur- huus. Í hesum verki verður fólkatónleikur úr ymsum londum settur á ein heim- ligan klangbotn, sum ger Enekk til eitt serligt upp- livilsi, bæði á fløgu og kon- sert. Stílin nevna teir fólka- jazz, ið er runnin av heims- fólkatónleiki, skjaldraløg- um og kvæðum. Aðrar útgávur hjá Enekk eru »Andlit hins tigandi« og »Fýra nætur fyri jól«. Fyrstu ferð bólkurin var at hoyra alment, var við sanginum »Eru vit til« í sangkappingini hjá Am- nesty International. Tað er langt síðani Enekk seinast varð á palli, men nú er tíðin komin. Listastevna Føroya hevur sett bólkin á skránna í samband við 25 ára haldið hjá Tutl. Tvær konsertir verða við Enekk. Onnur er í høllini í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 12. august klokkan 19.30, og hin verð- ur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, leygarkvøldið 17. august klokkan 21. Á konsertunum verður møguleiki at hoyra nýtt verk frá bólkinum. »Meðan vit nærkast jørðini« er eitt av nýskrivaðu løgunum, sum verður at hoyra. Enekk hevur, síðani bólk- urin varð stovnaður í 1991, altíð spælt egnan tónleik, bæði í Føroyum, og í so fjarskotnum londum, sum eitt nú Bulgaria. Bólkurin Enekk verður mannaður av Kára Sverri- syni á sang og kassagittara, Óla Olsen, sum spælir Fly- gil, ljómborð og harmon- iku, Mikael Blak á kontra- bass og elbass, og Rógvi á Rógvu skal mýkja trummu- skinnini. LISTASTEVNUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Danska Paprika Steen er tilnevnd at fáa virðislønina, European Film Awards, fyri leiklutin í filminum »Okay«. Tað er tann meinigi borg- arin, ið hevur tilnevnt Pap- riku hendan heiðurin, tí at- kvøðugreiðslan er farin fram á alnetinum, og er hon í sonevnda »People´s Choi- ce« bólkinum. Paprika Steen er dóttir Niels Jørgen Steen, sum fleiri ferðir hevur verið og spælt jazz í Føroyum. Í fjør var tað franski filmurin »Amelie«, sum vann Peop- le´s Choice-virðislønina og fyrstu virðisløn fyri besta film og bestu leikstjórn. Hesir báðir filmarnir, »Okay« og »Amelie« verða sýndir í Havnar Bio í sam- bandi við Listastevnuna. Danski filmurin »Okay« verður sýndur leygardagin, sunnudagin og mánadagin. Í gjár varð filmurin »I am Sam« sýndur, og verður hann aftur á skránni í dag, leygardag. Hann er um menningartarnaða Sam (Sean Penn), sum umframt at vera bergtikin av The Beatles, stríðist fyri rætti- num at hava dóttrina Lucy Diamond hjá sær. Ein hjartarørandi filmur fullur av Beatles-sangum. Paprika er Okay ALV letur upp fyrsta september í nýggjum hølum í Smiðjugerði í Havn. Her er tað leiðarin, Kristina Larsen, ið er avmyndað í nýggju hølunum Mynd: Finnur Justinussen Bólkurin Enekk við Kára Sverrisyni á odda fer nú aftur á pall eftir langan steðg. Hetta er í samband við Listastevnuna - Vit taka fyrilit fyri náttúruni og royna at fjala nýggj grótbrot so væl sum gjørligt, men vit kunnu ikki av okkara einslistum fara at brúka eyka pening til at gera bygningsverk burturúr einum grótbroti, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur Rúnar Reistrup Slóðirnar eftir grótinum, sum hevur verið nýtt til teir mongu alneyðugu brim- garðarnar og vegirnar í Føroyum, síggjast nógva- staðni sum ljót sár inn í før- oysku náttúruna. Í blaðnum í gjár eftir- spurdi arkitekturin Eyðun Eliasen eina meira byggi- listarliga og burðardygga tilgongd til grótspreinging- ararbeiði. Hann metti, at grótbrot eins væl kundu verið spennandi og nýtilig rúm, sum ljót sár í náttúr- uni. Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, er samdur í, at summi grótbrot skemma náttúruna nógv og kundu verið betur fráging- in. Men hann metir tó, at ein stór broyting longu er farin fram hesum viðvíkj- andi. – Longu í 1970'unum byrjaði man at hugsa um at gera grótbrot so lítið skemmandi sum gjørligt. Har man fyrr vanliga hevði gjørt ein beinan skurð inn í fjallið, fór man undir at gera smærri op inn í annars stór grótbrot, og í heila tikið at fjala grótbrotini betri. Men tað eru so nógv fyrilit, ið skulu takast, tá farið verður undir at taka grót, og hóast æstetisk fyri- lit eru umráðandi, so eru tey bert eitt av nógvum, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur og leggur afturat, at tá man fór undir at gera vegir í 1950'unum, hevði man ikki útgerð til at flyta grót yvir langar avstandir, og at hetta helst er ein av høvuðsor- søkunum til, at man ofta tók praktisk fyrilit framum hvat sá penast út. Byggilistarlig fyrilit Í grein í blaðnum í gár, førdi Eyðun Eliasen, arkit- ektur, tað sjónarmið fram, at vit í framtíðini eiga at hugsa um grótbrot sum meira enn bara eitt stað, har grót verður heintað. Hann segði, at við í størri mun at taka byggilistarlig fyrilit, kundu summi grótbort verið gjørd til spennandi rúm og tænt einum enda- máli, heldur enn at ligið sum opin sár. Sjálvur stend- ur arkitekturin handan eina verkætlan um at gera rúm burtur inn í grótveggin í Álvagjógv, sum hevur vunnið sær altjóða viður- kenning sum náttúruliga burðardygg byggilist. Oyvindur Brimnes hel- dur hesar tankar vera spennandi og tekur undir við, at man saktans kann fáa nakað gott burturúr einum grótbroti. – Men okkara uppgáva er í stóran mun eisini at hugsa um tann fíggjarliga partin av einari verkætlan, og vit kunnu ikki av okkara eins- listum brúka pening til at gera eitt bygningsverk burt- urúr einum grótbroti. Skal nakað slíkt gerast, so má tað vera ein politisk avgerð og eitt politiskt ynski um, at umframt til dømis ein brim- garð, vilja vit eisini hava eitt bygningsverk, har grót- ið verður tikið frá. Skal man gera nakað burturúr grótbrotinum er soleiðis talan um tvær ymiskar verkætlanir, sigur Oyvindur Brimnes. Hann leggur tó dent á, at tey æstetisku fyrilitini eiga at viga tungt, tá farið verður undir nýggj grótbrot. Friðingarnevndin avger Tað er tann lokala friðing- arnevndin og yvirfriðingar- nevndin, sum í hvørjum einstøkum føri skulu geva loyvi til nýggj grótbrot. Ivan Klein Olsen, formaður í friðingarnevndini fyri Streymoyar sýslu, sigur, at tá friðingarnevndin tekur avgerðir, byggja tær fyrst om fremst á fyrilit fyri ávirkanini, sum ein verk- ætlan hevur á náttúruna. – Vit halda okkum til lóg- ina um náttúrufriðing, har sligið verður fast, at einki skal gerast, ið kann skaða ella skemma náttúruna, sig- ur Ivan Klein Olsen, for- maður í friðingarnevndini fyri Streymoyar sýslu. Arkitektar við Tað næsta nýggja grótbrot- ið, sum landsverkfrøðing- urin fer undir, verður helst eitt grótbrot, har tilfar skal fáast til nýggja samferðslu- havn í Suðuroy. Oyvindur Brimnes sigur, at tá hendan verkætlan verður projekter- að, fara fyrilit at verða tikin fyri náttúruni, soleiðis at grótbrotið ikki fer at skemma meira enn neyð- ugt. Men talan verður ikki um at gera nakað serligt burturúr sjálvum grótbrot- inum. Á landsverkfrøðings- stovninum varð ein arkit- ektadeild sett á stovn við ársbyrjan í fjør, í sambandi við at landsverkfrøðingurin yvirtók røktina av øllum landsins bygningum. Sam- bært Oyvindi Brimnes er ætlanin, at arkitektadeildin eisini skal koma við tilráð- ingum, tá verkætlanir um vegagerð og grótarbeiði verða projekteraðar. – Higartil hava vit havt verkfrøðingar og byggi- frøðingar at meta um tað æstetiska í einari verkætl- an. Og meðan ein góður verkfrøðingur kann duga betri at taka æstetisk atlit enn ein vánaligur arkitekt- ur, so er tað enn eitt stig á leiðini ímóti minni náttúru- skemmandi verkætlanum, at vit nú hava arkitektar við í projekteringini. Hann heldur tó ikki at so illa hevur staðið til seinnu árini. – Tak til dømis grótbrotið á Gomlurætt. Tað kundi verið nógv ljótari, enn tað er, heldur Oyvindur Brim- nes, landsverkfrøðingur. Rúnar Reistrup Fjarskiftisfyritøkan Kall, sum fyri góðum ári síðan fór undir at veita uppringt internetsam- band, hevur síðan byrjan havt eina skipan, sum kannar allar mailar, sum sendir verða um post- servaran hjá Kalli, fyri virus, soleiðis at einki e- mail borið virus sent um postservaran hjá Kalli kemur fram til móttak- aran. Í hósdagsblaðnum skrivaðu vit um, at Før- oya Tele nú tekur stig til at basa teirri teldubornu farsóttini, sum er versn- að nógv seinasta árið, og hevur verið til ampað fyri nógv, bæði vanligar teldubrúkarar og fyri- tøkur. Føroya Tele ar- beiðir við einari teldu- skipan, sum skal kanna allar mailar, ið fara um p o s t s e r v a r a n post.olivant.fo, og vænt- andi skuldi hendan skip- an setast í verk longu í hesi brátt farnu viku. Í hesum sambandi hevur Kall gjørt vart við, at viðskiftafólkunum hjá Kalli eisini verður veitt hesa tænastu. Soleiðis skuldu útlit verið fyri, at virustrupulleikin fer at vera til minni ampa komandi tíðina. Kall viruskannar eisini postin Landsverkfrøðingurin: Ger ikki bygningsverk burturúr grótbrotum C M Y K 7 6