Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 151 - 10. august 2002 Nr. 151 - 10. august 2002 9 Bart av brimi fjart í villum Atlantshavi Í Sumba royna tey enn sum fyrr at verja seg móti briminum, sum ár undan ári hev- ur tikið alt meira burtur av fjøruni. Nýggi verjugarðurin tykist tó at halda. Og nú verður eisini um- vælingararbeiði gjørt á Pollinum. Eisini er í umbúna at byggja skúlan í Sumba mun- andi út KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Sumba: Teir arbeiða fram- vegis við bakkaverjuni í Sumba, eins og nú eisini er farið undir at umvæla lend- ingina á Polinum. Í Lopra, sum eisini hoyrir til Sumb- iar Kommunu, er væl av fiskaarbeiði, sigur borgar- stjórin. Í góðveðrinum hendan dagin vóru menn í ferð við at stoypa dekk við lending- ina úti á Pollinum í Sumba. Teir umvælka slíkt, sum farið er av brimi, siga teir. Orðini hjá kenda sumb- inginum, Poul F. Joensen, renna til hugs, tá ein sær, hvussu tey her suðuri alla tíðina royna at verja seg móti tí briminum, sum berj- ir bygdina her fjart í villum Atlantshavi. Metur eftir metur hevur tað máað burt- ur av bakkanum. Og her úti á Pollinum sleingir tað grótið heim við bakkanum, upp um garðin, og sorar so fyri sær, tá tað kemur niður aftur á plattin heimanfyri. Úrslitið er, at bátavognar- nir, sumbingar nýta, tá teir skulu á flot, fáa ikki koyrt eftir óslætta dekkinum. Bakkaverjan fyrst Høvuðsarbeiðið hjá Sumbi- ar Kommunu er bakkaverj- an greiðir Jacob Vester- gaard, borgarstjóri frá. Hann sigur, at seinasti vetur var hampiligur at koma ígjøgnum, men kort- ini hendi tað seg, at brimið kom niðan undir húsini. Malargrót lá og rakst upi í bygdini at kalla, tá várið kom, og neyðugt var at rudda burtur við maskin- um. Eini tveir metrar ella so mundu fara av bakkanum seinasta vetur, metir Jacob Vestergaard. –Ikki var tað veri enn so kortini, enn at onkur fekk eitt sindur burtúr, flennir hann. Tí grunnbrotini tóku bæði brosmu og tosk við sær, so summi fingu rætti- ligt kók burtur úr brimi- num. Sumbiar Kommuna hev- ur sett pengar av til bakka- verjuna í fleiri umførum. Málið verður ikki loyst á landsplani, so kommunan noyðist at bera allan kostn- aðin. Í ár verður umleið ein hálv millión brúkt til bakkaverjuna. –Tað kostar pengar at gera hetta, sigur borgar- stjórin. Men tað er neyðugt, og tað hevur víst seg higar- til, at tað, sum gjørt er, hjálpir. Ymiskt er, hvussu undir lendið er, men vanliga hev- ur borið til at stoypt niður á hellu. Tá komið verður longri út, enn teir eru í dag, er møl fyri, og so kann verða eitt sindur ivasamt við undirlendinum. Men onkur loysn man fara at finnast har eisini, heldur borgarstjórin. Pollurin Lendingin í Sumba er úti á Pollinum, og har standa eis- ini bátarnir í neysti nakað niðan frá sjálvari lending- ini, sum vitiligt er á brim- plássi. Í dag verða teir ikki drig- nir á lunni, sum fyrr, uttan koydir á vogni, sum einir tveir mans klára einsamall- ir. Men tað krevur ordiligt undirlag at koyra á, tí vogn- arnir ganga á hørðum nylonhjólum, sum ikki hava dekk við luft í. Tá er rættiliga skjótt, at teir standa fastir, um eier koma í eina rivu ella eitt hol. Og júst platturin, teir koyra eftir, hevur verið illa farin av brimi, so neyðugt hevur verið at umvælt hetta eisini, sigur borgarstjórin. Tað er ikki tann stóri út- róðurin úr Sumba. Men onkur flotar tó regluliga Serliga um summarið. Men nú havhestatíðin fer at koma, vænta teir nógvan aktivitet í Pollinum, sum vanligt hevur verið. Og so er gott, at umstøðurnar hjá bátunum eru í lagi. Jacob Vestergaard, borg- arstjóri sigur, at tá liðið er nakað út í august, kann al- tíð henda seg, at brim kem- ur, og tá er neyðugt at vera liðugur við tað, sum gerast skal av slíkum arbeiði í fjøruni. Hetta arbeiðið, sum gjørt verður á Polinum, fer vænt- andi at kosta einar 100.000,- krónur, sigur borgarstjórin. Hann sigur, at av øðrum stórarbeiðum hjá Sumbiar Kommunu, er tað skúlaút- byggingin, sum fyrst liggur fyri. Enn er tað arbeiðið ikki komið longri enn á skrivi- borðið, men verður tó væntandi boðið út nakað skjótt. Turrur trupulleiki Fýra bygdir Sumbiar Kommuna. Bygdirnar Akr- ar og Lopra hoyra eisini við til kommununa. Umframt er so Víkarbyrgi. Í Lopra er væl av fiska- arbeiði á virkinum í Óna- vík, greiðir Jacob Vester- gaard frá. Har munnu arb- eiða eini 20-30 fólk. Talan er um vanligt flakavirki, sigur hann. Men í Lopra hava tey ein løgnan trupulleika at drag- ast við. Tað er eitt við tíðini útvatnað mál, talan er um. Málið um vatnið úr Sumb- iartunlinum. Á fiskavirkinum í Lopra gramdu tey seg um, at tey manglaðu vatn, tá nógv arbeiði var. Tað gjørdi kommunan so nakað við og legði teimum eina nýggja vatnleiðing, greiðir borgar- stjórin frá. Hetta kom væl við. Men beinanveg, íbundið varð, var telefonstormur á kommunuskrivstovuni, tí vanligu húsarhaldini í Lopra klagaðu um turk. Virkið fór nú við øllum vatninum. Hóast roynt verður at spara, og samlað verður upp aftur í brunninum um náttina, kemur fyri, tá nógv arbeiði er, og arbeit verður seint á kvøldi, at fólk í Lopra ikki fáa vatn úr krananum. Og tað ber so ikki til, heldur borgarstjór- in. Hann heldur tað vera burturvið, at fólk í Lopra skulu mangla eitt so grund- leggjandi og lívsneyðugt ting sum vatn, samstundis tum túsundvís av litrum av fínasta og reinasta vatni av verðini renna millum húsini í bygdini og beint út á sjógv. Jacob Vestergaard sigur, at Sumbiar Kommuna hev- ur biðið um at sleppa at brúka burtur av vatninum úr Sumbiartunlinum, men hevur fingið noktandi svar frá Vinnumálaráðnum. Grundgevingin haðani hevur verið, at tað skal lat- ast onkrum til gagnnýtslu. Men hvat ið kann vera størri gagnnýtsla enn at lata vanligu húsarhaldunum i bygdini reint vatn, dugir borgarstjórin illa at ímynda sær. Teir eru lidnir at fylla í og slætta nú dekkið við vibratori. Umvælingararbeiðið á Pollinum fer at kosta einar 100.000,- krónur, heldur borgarstjórin Mynd: Edvard Joensen Árliga bygdarstevnan hjá Eiðis Bóltfelag verður um vikuskiftið BYGDARSTEVNA Á Eiði kalla tey bygdar- stevnuna fyri EB dagar. Tað er Eiðis Bóltfelag, sum skipar fyri, og tiltøkini vera slík, sum oftast eru á slík- um stevnum. EB dagarnir byrja í kvøld klokkan 20.00 tá tombola letur upp á Vaglinum. Klokkan 21.00 hevur sam- koman í Mizpa, Brøðra- samkoman, útimøti, og klokkan 23.00 verður skip- að fyri fundi við felags- sangi á Vaglinum. Har fer Edmund Joensen, løgtings- formaður, at halda røðu. Eftir felagssangin og røð- una hjá løgtingsformanni- num, fara tey at selja ein veðr á uppboðssølu. Tað plagar at verða skipað sum ein sonevnd meksikansk uppboðssøla, har til ber at bjóða 20,- krónur hvørja ferð, sum verða inngoldnar beinanveg. Tann, sum eigur seinasta boðið, tá hamarin fellur, eigur veðrin. Á miðnátt veðru føroysk- ur dansur í EB húsinum, har Dansifelagið á Látinum fer at luttaka. Seinni verður enskur dansur út á náttina. Sunnudagsskráin fer fyri tað mesta fram á fotbólts- vøllinum Niðri á Møl. Tó er bygdarsavnið á Latrinum opið frá klokkan 14.00 til klokkan 18.00 Klokkan hálvum eitt sunnudagin byrjar fótbólt- urin. Tá spæla unglingarnir hjá EB/Streymi og VB. Klokkan 15.00 verður landskappingardystur í fyrstu deild, har EB/- Streymur tekur í móti B68. Tá fyrstudeildardysturin er liðugur umleið klokkan 17.00, fara børn og foreldur at hugna sær á Mølini. Almenna skráin fyri EB dagarnar heldur fram mánadagin, tá bingo verður í EB húsinum klokkan 20.00. ej EB dagar um vikuskiftið Karsten Hansen: Ein persónligur blokkur –Ætlanin hjá Javnað- arflokkinum hevur einki við frítt initiativ at gera. Nú skulu øll tvingast til at gerast partaeigarar, sigur Karsten Hansen, sum persónliga heldur lít- ið um ætlanina at geva øllum føroying- um partabrøv í Før- oya Banka BÚSKAPUR Heri á Rógvi Karsten Hansen er í hesum døgum staddur í Danmørk. Hann var fríggjadagin á fundi við danska økonomi- ministaran Bendt Bendtsen. Fundurin teirra millum er ein árligur fundur, har tosað verður um ymisk peninga- lig viðurskifti, tí talan í stóran mun er um danskt málsøki. Vit fangaðu Karsten Hansen á fartelefonini í hýruvogni á veg til fundar við Bendt Bendtsen. Persónligur blokkur Spyrt tú Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjar- málum, so er ætlanin at privatisera Føroya Banka á tann hátt, sum Javnaðar- flokkurin hevur skotið upp, við at geva øllum føroying- um partabrøv eitt vánaligt hugskot. –Teir kunnu fyri sovítt hava rætt í tí, at tað eru allir føroyingar, sum eiga Før- oya Banka. Hendan ætlanin hevur tó einki við frítt initiativ at gera, sigur Kar- sten Hansen. Hann kallar ætlanina hjá Javnaðarflokkinum fyri at »forera«, geva burtur, Før- oya Banka. –Nú skulu tvingast øll tvingast til at eiga parta- brøv, sigur Karsten Hansen. Fíggjarmálaráðharrin sigur, at tey ikki enn hava viðgjørt málið innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum, men hann er persónliga ikki fyri ætlanini hjá Javnaðarflokkinum, sum Fólkaflokkurin eisini hevur víst seg at vera positivt inn- stillaður yvirfyri. –Vit eru í gongd við eina búskaparliga menning. Vit arbeiða við at minka um blokkin úr Danmark, men við hesari ætlanini, so fáa allar føroyingar sín egna persónliga blokkstuðul. Afturat hesum koma so eis- ini møguligar oljuinntøkur, sum kanska eisini skulu deilast út, so verður tað ikki gott at vita, hvat tað endar við, sigur Karsten Hansen. Vera á varðhaldi Í Sosialinum í gjár sigur forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, at klár tekin eru um byrjandi ovur- hitan av búskapinum. –Eg eri samdur við hon- um í tí, at tekini eru til stað- ar. Tað er av stórum týdn- ingi, at vit eru á varðhaldi, sigur Karsten Hansen. Hann vísir á, at teir í longri tíð hava fingið ábendingar um, at búskap- urin kann gerast ovurupp- hitaður. Fíggjarmálaráð- harrin tekur hesin tekini í stórum álvara, og hann er til reiðar at taka neyðugt stig. Talan er verður kortini ikki um nakra skattahækk- ing í næstum. Hann heldur somuleiðis, at íløgurnar hjá tí almenna eru varðisliga lagdar til rættis, og tær eru ov stórar, metir Karsten Hansen. Hann nevnir í sama viðfangi, at í tráð við royndarnar ikki at ovurhita búskapin hava kommunur- nar eisini fingið álagt eitt íløguloft, hóast fleiri teirra kanska eiga fleiri pengar tøkar, men tað er týdningar- mikið, at nýtslan ikki gerst ov stór. –Vil man samstundist lækka skattin, brúka meiri pening til íløgur og forera fyritøkur burtur, so fara vit skjótt á húsagang, sigur Karsten Hansen Hvat skulu vit so vænta, at fíggjarmálaráðharrin fer at gera? –Man skal vænta tað, at hann fer at tryggja, at dag- ligdagurin ikki skal broyt- ast hjá føroyingum. Tað verður einki populistiskt, sigur Karsten Hansen. Karsten Hansen heldur einki um ætlanirnar hjá Javnaðarflokkinum at geva øllum Føroya fólki partabrøv í Føroya Banka. LISTASTEVNAN Tíðindaskriv Í kvøld – fríggjakvøld - verður leikurin “Elektra” sýndur í Høllini í Norðurlandahúsinum. Tað er Uppsala Stadsteater úr Svøríki, sum sýnir leikin í sambandi við Norður- lendsku Sjónleikaradagar- nar, sum í ár er partur av Listastevnuni. »Elektra« er klassiskt drama, men í hesum føri er sett í fløkta nútíð. Framførslan vísir okkum á, hvussu tað er at liva við fyrndargoml- um mentanarkrøvum mitt í nýmótans, vesturlendskum samfelagi. Hetta er ein leikur um heiður, hatur og hevnd, morð og moral. Ein leikur um eina familju. Leikurin hevur ungdóm sum mál- bólk. Leikstjóri er Birgitta Englin og leiklutin sum Elektra hevur Alexandra Rapaport, sum er kend úr sjónvarpi. Afturat henni er hesir leikarar: Maria An- toniou, Affe Ashkar, Anna Sise, Frida Hall- gren, Peter Perski, Livia Millhagen,Christer Olsson og Leonard Terfelt. Leikur- in varir 75 minuttir og er uttan støðg. Leygarkvøldið verður annar leikur sýndur, sum eisini tekur støði í somu søgu hjá griska Sofokles. Tað er íslendska Tjóleik- húsið, sum á Meiarínum sýnir »Hóvliga, Elektra«. Hetta er sermerktur og óvanligur leikur í skapi eftir Hrafnhildur H. Guð- mundsdóttir. Leikstjóri er Viðar Eggertsson, sum er kendur í Føroyum fyri leik- uppsetingar í Klaksvík og í Havn. Evnið í leikinum er viðurskifti millum kvinnu- ligar sjónleikarar, móðir og dóttir. Vit fylgja teimum á palli og á stórskíggja, har tær so við og við missa tamarhaldið á støðuni teirra millum. Leikarar eru: Edda H. Backman, Steinunn Ó. Orsteinsdóttir og Steffán Karl Stefánsson. Leikurin varir tveir tímar og er uttan støðg. Tvær ferðir Elektra Alexandra Rapaport spælir høvuðsleiklutin í svensku útgávuni av Elektra. C M Y K 9 8