Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 151 - 10. august 2002 Nr. 151 - 10. august 2002 11 Ofta má ásannast, at føroyska lógarverkið er ikki fullkom- ið. Eisini mugu vit ofta seta spurnartekin við, hvussu framkomið føroyska samfelagið er. Harafturat hava vit á hesum plássi eisini staðfest, at nógv vantar í føroyska væl- ferðarsamfelagnum. Seinastu dagarnar hava vit hoyrt í fjølmiðlum – í Útvarp- inum – tað loyvir seg betur at vera ógiftur fyri at kunna fáa forsorgarhjálp. Tað dømi, sum hevur verið frammi, snýr seg um ta støðu, sum summi koma í, tí tey fáa ikki barna- ansing. Tá hava tey einki annað í at velja, enn at annað av foreldr- unum sigur seg úr starvi, og fyri at kunna klára seg dúva tey so upp á forsorgarhjálp frá Almannastovuni. Í øllum førum so leingi, sum hon fæst, ella til eitt ansingarpláss er í eygsjón. Men nú er so staðfest alment, at henda møguleika kunnu bara foreldur, sum eru ógift troyta. Tey, sum eru gift, kunnu ikki fáa hesar sømdir, tí tann »gifti« pápin hevur forsyrgjaraskyldu, og so ber ikki til at fáa forsorgarhjálp. Her verður gjørdur munur á giftum og ógiftum, og tað kann ikki vera rætt. Í teimum liberalistisku tíðum, vit liva í, eru tað kanska ein triðingur av øllum foreldrum, pørum, sum ikki eru gift. Tey búgva saman ella eru sambúgvar, sum sagt verður. Í fleiri førum hava tey ein frammihjárætt, sum tey giftu hava. Hetta ger, at tað eru nógv, sum avgera ikki at gifta seg, og í ringasta føri eru tað gift, sum umhugsa at lata seg skilja fyri at fáa nøkur samfelagslig rættidi, sum ógift hava. Líka mikið hvørja etiska áskoðan fólk hava um hjúna- bandsskipanina ella sambúgvaskipan, so kann ikki vera rætt, at munur verður gjørdur á fólki, so her eigur at verða ruddað upp skjótast gjørligt. Í tí aktuella døminum varð eisini nevnt, at støðan hjá ein- um pari var vorðin so trupul, at tey vóru um at missa hús- ini, tí tey kunnu hvørki fáa barnaansing ella forsorgar- hjálp! Í vælferðarsamfelagnum Føroyar!!! Ella??? Tað ein ólukksálig líkasæla, sum ger seg galdandi millum bæði kommunu- og landspolitikkarar okkara. Í fleiri ár, ja, líka síðani kreppan so smátt fór at hæsa av, hava vit ásanna, at barnaansingin fór at gerast ein stórur trupul- leiki. Og havt síggja vit í dag. Í høvuðsstaðnum meira enn 500 fólk á bíðilista. Fólk missa arbeiði, tí tey fáa ikki børnini ansað. Og nú hoyra vit um familjur, sum eru um at missa húsini, tí tey fáa ikki ta neyðugu hjálpina, sum onnur kunnu fáa! Føroyskar familjur kunnu ikki flyta aftur til Føroya, tí støðan á ansingarøkinum er so út av lagi vánalig, at hon er at samanbera við støðuna í menningarlondum. Støðan á ansingarøkinum er einki annað enn ein vælferðarskomm! Álvaratos - kommunu- og landspolitikkarar - takið tykk- um saman, setið tykkum saman og fremjið nakrar brá- feingis loysnir, so vit sleppa úr hesi mannminkandi støð- uni, sum rakar so nógvar familjur, at gleðin at fáa børn í staðin skapar ampa, trega og óloysligar trupulleikar! DAGSINS MEINING Sosialurin Ein vælferðarskomm Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Ragnhild Ellingsgaard ragnhild@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktíonin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Lagnunnar ríggir kann ongin samlýsa fyrr enn aftaná hending, og tá er lýsingin ikki »eftirrationalisering«. Løgið at hugsa um, at ein samstarvsfelagi, tú hevði meginpartin av virkna lívi tínum, fór undir ferðina so stutt eftir, at unnusta hansara á fold var farin undan. Innanfyri 12 mánaðir hava vit mist Maritu og Kára Petersen, tvey fólk, sum vóru virkin á so mongum økjum, men á politiska vígvøllinum serliga gjørdu vart við seg. Kára vegir og mínir runnu saman í 1954, tá hann eftir lokna studentaskúlagongd byrjaði løgfrøði lestur við Keypmannahavnar Universitet. Vit lærdu skjótt hesa nýklaktu pisu at kenna sum eina sera livandi menniskju, sum tók lut í øllum føroyskum felagslívi, serliga í Studentafelagnum og í Føroyinga- felag, har hann altíð var góður at vera saman við, góður vertskapsmaður sum hann var. Tað var her, at undiritaði og Kári funnu út av, at polit- isku hugsjónir okkara gingu á sama borð. Kári hevði eitt sterkt samfelagsligt medvit – engagement tey siga – og hann hevði holla vitan um hugsjónarlig grundsjónarmið og eina sterka rættvísis- kenslu. Tað var nokk avgerandi fyri, at hann valdi løgfrøðina, heldur enn at løgfrøðin skapti hansara politisku sann- føring. Men lesnaðurin bleiv so løgfrøði burturav, hóast tey, ið kendu hann, longu tá vóru varug við allar hinar streingirnar, hann kundi spæla uppá, ella útbúgva seg eftir. Hann var ein sera livandi menniskja – og, sum tað eitur á modernaðum máli – ein musisk menniskja, sum ikki smæddist at lata sítt kensluliga fjølbroytni koma til sjóndar. Fulltrúa tíðina, sum er neyðug fyri at kunna virka sum sakførari, fekk hann sær í Keypmannahavn og eitt stutt skifti í Esbjerg, har Marita virkaði sum lærari, og seinast í sekstiárunum var hann so tilreiðar at fara heim at virka, sum jú oftast er málið hjá teim, ið útbúgva seg úti í heimi. Hann fekk sær starv í landsumsitingini, sum tá fram- vegis var eftirbátur viðvíkjandi løgfrøðiligum førleika og vitan, og har munti hann væl, ikki einans tí ein av trimum/fýra er stórur brotpartur, men sanniliga eisini tí at førleikin hjá landsumsitingini mentist so munandi á mongum økjum. Hann hevði virkað umleið eitt ár í landsfyrisitingini, tá eg sjálvur í 1970 kom í Tinganes at arbeiða á politisku hálvuni. Okkara samarbeiði, sum áður kanska kundi skírast »studentakent«, var nú uppafturtikið í einum umhvørvi, har talan var um raman álvara. Í Tinganesi snúði tað seg um at geva politiskum hugskotum, avgerðum og vilja frá løgtinginum og til løgtingið forsvarligar løgfrøðilig- ar karmar. Í flokshøpi, sum í javnaðarlandsstjórnini og javnaða- rfeløgunum snúði tað seg um at upplýsa, skipa fyri kjaki og sannføra og soleiðis geva politiskum hugskot- um hold. Sum eg nevndi í minningarorðunum um Maritu, var heim hennara og Kára og umhvørvi teirra ein savning- ardepil, har ætlanir vóru fostraðar, viðgjørdar og førdar í penn. Har stevnuskráir, arbeiðssetningar og sam- gonguskjøl komu upp at venda, og ikki minst, har vit, sum vóru vald í álitisstørv, kundu styrkja okkum av kjaki um veikleikar og styrki í teim ymsu politisku tættunum uppi vóru. Summi speirekandi, onnur skemtandi í góðari mein- ing, hava skýrt Kára chefideolog javnaðarfloksins. Hugsi ikki hann smæddist við hetta, tí hann var veruliga ein av okkara frægu arkitektum-skaparum. Kári var soleiðis, saman við mær, við til allar samráðingar um øll tey samgonguskjøl, eg havi virkað eftir í mínum politiska lívi. Tí eigur hann sjálvsagt drúgvan part av teimum orðingum, har eru gjørdar. Kári hevði sjáldan góð evni at leggja fram sera log- iska og løgfrøðiliga sergreining, og serliga sannførandi tá hann aftaná sundurgreining tók samanum og lat okk- um sína niðurstøðu – konklusión. Kári er helst tann løgfrøðisligi tulkarin, sum eina best hevur dugað at lagt mær juridiska tekstin út, bæði í arbeiði og privat, soleiðis, at eg nærum altíð mátti siga· »jú soleiðis má skrivaða lógargreinin vera at skilja«. Saknaði hann tí almikið í gerandisdegnum, tá hann fór úr Tinganesi og stovnaði egið advokatvirki. Nevndi musiska strongin í persónsmensku Kára, hann sóu vit meira og meira sum árini gingu. Hann nýtti nógva tíð til venjingar í violinspæli og hevði tí fastan sess í Føroya Symfoniorkestri og nú seinast tók hann tøk sum urguleikari í Kvívíkar kirkju og skilji eg, at honum líkti sera væl hesa uppgávu. Leggja vit so afturat hvussu framúr hann tulkaði ymsar leiklutir á sjónleikarapalli, eru vit sannførd um, at eitt veruliga gávuríkt listafólk ikki longur er okkara ímillum. Fari veruliga at sakna møguleikarnar fyri at søkja ráð frá Kára ella hugna mær saman við honum. Flokkurin missir ein íbirtara og framherja. Samfelagið gerst fátækari. Eitt gott fólk í orðsins sanna týdningi hevur lagt árar inn. Friður verið við honum og minninum um hann. Atli P. Dam Minningarorð um Kára D. Petersen Hósdagin lat upp framsýning við kendum listamonn- um í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Preben Boye og Zakarias Heinesen stilla út ávíkavist høggmyndir og oljumálningar. Til ferniseringina var framførsla av tónleiki og ein hin mest væleydnaða sýningin í Gallarí Oynni higartil hevði latið hurðarnar upp LISTAFRAMSÝNING orð/myndir: Dagfinn Olsen Í dýrdarveðri hósdagin, lat upp ein listaframsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Oyggin lat upp fyri nøkrum árum síðani. Palle Julsgart rekur gallaríið og samstarv- ar við Norðurlandahúsið. Til listastevnuna í ár er forvitnisliga listaframsýn- ingin sostatt partur av Listastevnuni. Og góðveðrið kom rætti- liga til sín rætt, tí longu í aldingarðinum, áðrenn ein trínur innar í sjálvt gallarí- ið, er hópur av list at síggja. Garðurin er á tremur við myndum av alskins slag, ið eigarin av gallarínum sjálv- ur letur úr hondum. List úr bæði rekaviði, steini og jarni. Og eisini verk eftir høgg- listamannin Preben Boye prýða í garðinum, so ein fekk ein bita av listarliga upplivilsinum, áðrenn ein trein innar í sjálv framsýn- ingarhølini. Boye og Heinesen Til ferniseringina hósdagin var, umframt list, eisini tónleikur á skránni. Arn- finnur Thomassen og dótt- urin Johanna sungu og leiktu. Kent tilfar, sum t.d. Dýpi av dýrari tíð eftir J.P. Heinesen og Elini Heine- sen, men eisini var annað meira forkunnugt á skránni, so sum egin løg til ymsar yrkingar, og framførslurnar eydnaðust væl. Gurðun Jacobsen sang síðani ymsar yndisligar sangir, m. a. hjá Enekk og Poul F. Guðrun hevur áður vunnið ársins songrødd- kapping og hví so er, prógvaði hon til fullnar hósdagin. Við sær hevði hon guitarleikaran Trúgva Strøm, ið er dugnaligur leikari og sum heldur ikki er heilt ókendur. Eisini sera væleydnað framførsla. Preben Boye er føddur í Íslandi. Hann býr í Dan- mark og er útbúgvin verk- frøðingur, men hevur altíð fingist við listina. Hann hevur vitjað í Føroyum áður. Hann fæst við høgg- list og tað er mest svenskur steinur, hann arbeiður við. Tó er eisini ein føroyskur steinur við á sýningini, og nevnir hann verkið »Ein biti av Føroyum«. Hann ar- beiðir mest við, at verkið skal vera ein heild, ein steinur, hóast tað ofta kann tykjast, sum er talan um fleiri samansettar steinar. Preben Boye er kendur listamaður og hevur prýtt eitt ótal av bygningum og plássum í Danmark og aðrastaðni. Preben Boye ger ofta høgglist, ið kann fáa smílið fram. Og hann sigur, at hann metir so avgjørt, at list kann vera stuttlig. Preben Boye verður mett- ur sum ein hin fremsti á høgglistarliga økinum í Danmark. Zakarias Heinesen hevur nógvar oljumálningar á sýningini. Hann hevur sín eyðkenda stíl, sum føroy- ingar flestir kenna. Hann skuldi einaferð áður sína fram í Gallarí Oynni, men ymsar forðing- ar komu fyri, so hann tá bert var umboðaður við nøkrum fáum myndum. Zakarias hevur tí glett seg til hesa framsýning, ið sum so er hansara fyrsta í Oynni (bæði so og so), og Zakarias sigur, at hann hevur arbeitt fram ímóti hesi sýning. Stílurin er eyðkendur. Litríkt og flótandi. Tó kann tykjast, sum er onkur mynd heldur døkkari, enn vit hava sæð áður, men tó uttan at fara av eyðkendu leiðini. Framsýningini í Gallarí Oynni á Tvøroyri er sýning við tveimum úrmælingum, hvør á sínum øki. Men tað er eisini so, at sýningin tykist ein heild, tí væl er sett upp og verkini hóska væl saman. Listamenninir eru eisini væl nøgdir og hava eisini góð orð at bera framsýning- arumstøðunum. Bæði aldingarðurin, full- ur av list, og innanveggaja, er sýningin avgjørt verd at vitja. Bátastevna er á Tvøroyri um vikuskiftið, so óivað vitja mong innar at hyggja at list og kanska fáa sær ein kaffimunn í Café Art, ið er knýtt at gallarínum. Talan er í øllum førum um eina framsýning av teimum góðu, við list á hægsta støði, og tað er nú einaferð so, at útjaðarin hevur ikki slíkt at bjóða hvønn geran- disdag í árinum. Tí er at fegnast og fregnast, tá møguleikin er til staðar. Framsýningin í Gallarí Oynni heldur fram til tann 2. september. Arnfinnur og Johanna Thomassen framføra Listamenninir Zakarias Heinesen og Preben Boye, ið sýna fram í Gallarí Oynni á Tvøroyri til tann 2.september Ein Biti av Føroyum, nevnur Preben Boye hetta verkið úr føroyskum steini. Í baksýni síggjast verk eftir Zakarias Heinesen Trúgvi Strøm og Guðrum Jacobsen framføra Listastevnan kring landið: Fjølltáttað list á Tvøroyri C M Y K 11 10