leygardagur 10. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 10. august 2002
13
13
Magni Laksáfoss
Í triðja parti av frágreið-
ingini frá Búskaparráðnum
verður løgd fram »ein
nýggj tilgongd til lýsingar
av føroyska búskapinum«±.
Búskaparráðið vísir á, at øll
onnur enn limirnir í bú-
skaparráðnum hava misfat-
að føroyska búskapin og
búskaparfrøðina. Sjálvt um
kjakið er rættiliga teoretiskt
og tekniskt, vil eg tó royna
at geva eitt ílegg til kjakið.
Vónandi er mítt innlegg
ikki alt ov torskilt.
Innleiðandi í triðja part-
inum í frágreiðingini greið-
ir Búskaparráðið frá, at
flest allir føroyingar hava
eina skeiva uppfatan av
øllum búskaparligum við-
urskiftum. Støðið verður
tikið í Hvítubók, men víst
verður á at misfatanin er
sera útbreidd:
»Av tí at búskaparliga
grundhugsjónin í Hvítubók
ikki er eitt einsamalt mis-
tak, men heldur ein vanlig
misfatan av búskaparligum
samanhangum, verður evn-
ið tikið til viðgerðar. Eftir
okkara tykki er hetta sama
slag av misfatan, sum við-
gjørd er frammanfyri í sam-
band við vinnupolitikkin,
og sum so mangan er
grundarlagið undir búskap-
arpolitiskum
avgerðum,
sum politisku myndugleik-
arnir taka. Hetta er eisini
sama misfatan, sum skínur
ígjøgnum, tá tíðindatænast-
an og fólk flest viðgera
føroyskan búskap.«
Sostatt metir eitt samt
Búskaparráð, at flest øll:
Vinnumálaráðið, búskapar-
frøðingar, politikkarar, em-
bætisfólk, tíðindafólk og
fólk annars, hava eina
skeiva uppfatan av búskap-
inum. Eg skal ikki her fara
longur enn bert at konstat-
era, at eg ikki eri samdur í
áskoðanini hjá Búskapar-
ráðnum.
Sannleikin?
Hvat er so sannleikin sam-
bært Búskaparráðnum?
Ráðið hevur sítt boð uppá
sannleikan, nevniliga ein
ástøðiligan javnvágsmynd-
il, og ráðið gevur sínum
sannleika hetta skoðsmál:
»Við tí nýggja myndlin-
um ber haraftrat til at fáa
nakrar heilt aðrar og rættari
forsagnir um ávirkanina av
ávísum broytingum í bú-
skaparliga umhvørvinum,
enn tær sum vanliga verða
førdar fram í almenna kjak-
inum.«
Sostatt metir ráðið seg
hava funnið sannleikan,
meðan flest øll onnur hava
misskilt alt.
Nú kundi ein freistast til
at trúð, at talan einans er
um at búskaparfrøðingar
eru ósamdir og at tjakið so-
statt snýr seg um eina bú-
skaparfrøðiliga
ósemju,
men hetta avvísir Búskap-
arráðið.
Fyri at gera øllum greitt
at talan er ikki um tvær
ymiskar uppfatanir av bú-
skapinum, men um eina
rætta uppfatan og so eina
misfatan, verður tískil slig-
ið fast:
»Uppfatanin løgd fram
her og uppfatanin í Hvítu-
bók eru ikki tvær ymiskar
búskaparfrøðiligar uppfat-
anir. Her er sostatt ikki
spurningur um tveir sokall-
aðar »skúlar« av búskapar-
frøði. Í Hvítubók verður
hagfrøði uttan haldgóðan
botn í búskaparfrøðini út-
givin fyri at vera skilagóð
búskaparfrøðislig
skil-
greining – tilætlað ella
ikki."
Búskaparráðið
hevur
funnið sannleikan – Orakl-
ið talar! Øll onnur hava
mistikið seg og mugu
boyggja seg í dustinum!
Kanska ikki heilt óvænt-
að eri eg ikki heilt samdur í
hesum.
Eg vil tí royna stutt at
grundgeva fyri mínum hug-
sjónum og vísa á munin
millum tilgongdina hjá Bú-
skaparráðnum og tilgongd-
ina sum bleiv nýtt í Hvítu-
ók.
Vinarlig kapping
Vanliga er ein vinarlig
»kapping« millum økono-
metriskar myndlar, har m.a.
økonometriski
myndilin
EMFI varð nýttur í Hvítu-
bók, og javnvágsmyndlarn-
ar (General Equilibrium),
sum Búskaparráðið sigur
seg leggja fram í 3. parti av
frágreiðingini.
Javnvágsmyndlar
hava
eisini fyrr verið nýttir í Før-
oyum, m.a. bleiv ein eisini
nýttur í Hvítubók – tey so-
kallaðu íslendsku tølini.
Harumframt bleiv ein javn-
vágsmyndil eisini uppstill-
aður og nýttur í sonevnda
Caragata-álitinum.
Vanliga verða økono-
metriskir myndlar sagdir
best at kunna lýsa stutt-
tíðarárin á búskapin, meðan
javnvágsmyndlarnir
best
kunnu lýsa langtíðarárin.
Av tí at talan er um tvey
ymisk
analysuøki,
liva
myndlarnir ofta lið um lið
og verða ofta nýttir av
somu búskaparfrøðingum
til at gera analysur við. Við
at nýta báðar myndlarnar
kann ein búskaparfrøðingur
bæði geva eitt boð uppá
stutttíðarárin og langtíðar-
árin av einhvørjum spurn-
ingi.
T.d. hevur danska bú-
skaparráðið nýtt økono-
metriska myndilin SMEC
og
javnvágsmyndilin
GESMEC. Eisini hevur
Danmarks Statistik økono-
metriska myndilin ADAM
og
javnvágsmyndilin
DREAM.
Við at nýta bæði myndla-
sløgini kann analysan víðk-
ast og úrslitið gerst vónandi
betur. Hetta er eisini orsøk-
in til at Hvítabók bleiv býtt
upp í stutttíðarárin, har
økonometriski
myndilin
EMFI bleiv nýttur, og lang-
tíðarárin,
har
m.a.
íslendsku tølini blivu nýtt.
Tveir skúlar
Tá talan er um myndla-
bygging er talan er um tveir
ymiskar skúlar av búskap-
arfrøði.
Økonometriski
skúlin
hevur m.a. sum grundfatan,
at vit kunnu læra av fortíð-
ini gjøgnum hagtølini, og
roynir tískil at nýta makro-
teoriina til at seta myndlar
upp sum kunnu lýsa veru-
leikan. Datamanipulatión,
har hagtølini verða tillaga
til teoriina, er forboðin í
økonometriskum myndl-
um. Hetta út frá grund-
fatanini, at hagtølini vísa
veruleikan, meðan tað er
teoriin sum má vera skeiv
um hagtøl og teori ikki
passa saman. Tískil verður
støðugt testað um hagtøl og
teori passa saman.
Javnvágsmyndlarnir har-
afturímóti taka støði í
mikroteoriini og royna at
tillaga veruleikan so at
hann passar til teoriina.
Datamanipulatión er tískil
ein vanligur partur av javn-
vágsmyndlum.
Javnvágsmyndlarnir eru
sostatt, eftir míni fatan, sera
teoretiskir myndlar, har
gingið verður meiri út frá
hvat búskaparteoriin sigur,
heldur enn eftir hvussu
veruleikin sær út.
Myndilin hjá Búskapar-
ráðnum er tó ikki ein mynd-
il har tøl verða sett á, men
einans
ein
ástøðiligur
(teoretiskur) myndil, har
ongin roynd er gjørd fyri at
síggja um myndilin sam-
svarar við hagtølini.
Eftir míni fatan livir Bú-
skaparráðið tískil sera væl
upp til kenda skemtiliga
orðatakið millum myndla-
byggjarar: »Hvat skulu vit
við veruleikanum, tá vit nú
hava eina góða teori?«
Økonometriskir myndlar
Hugsanin aftan fyri at
skapa
økonometriskar
myndlar er, at tað er sera
torført at finna hvør teori
passar uppá júst tað samfel-
agið, sum talan er um og tí
kunnu vit, við at nýta bú-
skaparfrøði saman við hag-
tølunum fyri eitt langt tíð-
arskeið (uml. 30 ár), finna
út av hvørjir partar av bú-
skaparfrøðini eru galdandi í
Føroyum.
Her kunnu vit sostatt fara
eitt fet longur enn einans
nýta teoriirnar frá búskap-
arfrøðini. Vit kunnu nevni-
liga kanna eftir, hvør teori
passar best uppá júst okk-
ara samfelag. Hetta er ein
stór styrki, eftir míni
áskoðan.
Við at byggja ein økono-
metriskan myndil, fæst at
vita, hvørjar teoriir als ikki
passa í Føroyum og eisini
um eitthvørt týdningarmik-
ið øðrvísi er við føroyska
búskapinum, sum ein eigur
at taka hædd fyri tá búskap-
aranalysur verða gjørdar.
Øðrvísi
arbeiðsmarknaður
Eitt sera áhugavert fyri-
brigdi í føroyska búskapin-
um, sum bleiv analyserað
undir myndlabyggjanini av
økonometriska myndlinum
EMFI, var arbeiðsmarkn-
aðurin.
Vanliga verður sagt, at
um nógvur aktivitetur er í
einum landi – og onki
arbeiðsloysi, tí øll arbeiðs-
megin verður brúkt – verð-
ur lønin trýst upp og kapp-
ingarførið gerst so vánaligt,
at
kappingarvinnurnar
byrja at missa marknaðir.
Hervið missir landið fram-
leiðslu av ringa kappingar-
førinum.
Á
føroyska
arbeiðs-
marknaðinum er henda
mekanisman sjálvsagt eis-
ini galdandi, men tó spæla
aðrar mekanismur eisini
inn – serliga fólkaflytingin.
Um nógvur aktivitetur er í
Føroyum flyta fólk til land-
ið og harvið gerst arbeiðs-
útboðið størri. Hetta hevur
við sær minni trýst á løn-
irnar og tískil gerst kapp-
ingarførið ikki so vánaligt
sum annars.
Í búskaparfrøðini verður
hetta rópt fyri at Crowding
Out mekanismurnar ikki
eru eins sterkar í Føroyum
og í øðrum londum.
At føroyski arbeiðsmark-
naðurin er øðrvísi enn aðrir
er sera áhugavert og tískil
er hetta fyribrigdið viðgjørt
í eini vísindaligari grein,
sum undirritaði og Martin
Windelin hava útgivið í
N a t i o n a l ø k o n o m i s k
Tidsskrift nr. 139.
Tá tað verður nevnt her,
er tað bæði tí at tað vísir, at
myndlabyggjanin
gevur
nýggja vitan og tí at hetta
sera
týdningarmikla
crowding out fyribrigdið
hevur avgerandi leiklut í
javnvágsmyndlum, men er
tíverri heilt gloymt í myndl-
inum sum Búskaparráðið
leggur fram í 3. parti í
frágreiðingini. Tískil eru
fleiri av niðurstøðunum
beinleiðis skeivar í frá-
greiðingini, sum eg vil
koma inn á.
Myndilin
hjá Búskaparráðnum
Við
myndlinum
frá
íslendsku tølunum og Cara-
gata-álitum í huganum,
kann tann einfalda skitsan,
sum verður teknað í síðu 76
í frágreiðingini hjá Búskap-
arráðnum, eftir míni fatan,
neyvan kallast fyri ein
myndil, men átti kanska
heldur at verið kallað ein
skitsa.
Tá javnvágsmyndlar, sum
áður nevnt, ikki er nakað
ókent fyribrigdi í føroysk-
ari búskapargransking, má
man undrast á, at Búskap-
arráðið ikki er komið long-
ur við sínum myndli enn til
at tekna eina einfalda skitsu
av tí sum møguliga eina-
ferð fer at vera ein myndil.
Ein skuldi jú trúð, at teir
kundu tikið yvir har Cara-
gata-bólkurin ella Hvítabók
slapp og ikki byrja heilt av
nýggjum við eini einfaldari
skitsu.
Einhvør góð grundgev-
ing má vera fyri at síggja
burtur frá hinum báðum
j av nv á g my n d l u n u m ?
Kanska hava íslendarar og
Caragata eisini misfata alt?
Bólkurin av fólki sum hava
misfata alt er møguliga enn
størri?
Skeivar fortreytir
Undir viðgerðini av myndl-
inum í frágreiðingini hjá
Búskaparráðnum komi eg
fram til, at myndilin / skits-
an hevur minst tveir sera
avgerandi feilir:
1. Gloymt verður at taka
hædd fyri budgetretriktión-
ini
2. Gloymt verður at ar-
beiðsmarknaðurin í Føroy-
um hevur eina veika Crow-
ding Out mekanismu.
Hetta ljóðar sera teoret-
iskt, men eg skal royna at
greiða nærri frá.
03 ella 5 til Búskaparráðið
VIÐMERKINGAR
framhald á síðu 32
12
Nr. 151 - 10. august 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Bretskir ráðharrar og
embætismenn hava
harðliga ávarað
amerikansku stjórn-
ina ímóti at leypa á
Irak. Samstundis
sigur ein ráðgevi í
Pentagon, at Bush er
sinnaður at leypa á
Irak einsamallur
IRAK-STRÍÐIÐ
Árni Joensen:
Tað er bretska blaðið The
Independent, sum ber tíð-
indini, ið blaðið sigur seg
hava frá diplomatum og
týðandi
umboðum
fyri
bretsku verjuna.
Sambært blaðnum hava
ráðharrarnir og embætis-
menninir ávarað um, at eitt
amerikanskt álop fer at
hava sera álvarssamar av-
leiðingar fyri viðurskiftini í
Miðeystri og í londunum
kring Irak. Álopið fer satutt
sagt at gera ilt verri.
Í gjár skrivaði eitt annað
bretskt blað, The Times, at
Tony Blair, forsætisráðharri
er undir veksandi trýsti frá
sínum egna flokki og frá
bretskum fakfeløgum, sum
mótmæla, at Bretland skal
stuðla amerikansku álops-
ætlanunum. Tað ljóðar eis-
ini, at dregur amerikanska
álopsætlanin út, ætla mót-
støðufólkini at fáa næsta
ársfundin hjá Labour at
sýta stjórnini at hjálpa USA
í einum álopi á Irak.
The Independent sigur
seg hava fingið at vita, at
teir ivingarsomu ráðharr-
arnir og embætismenninir
bera serliga ótta fyri, at eitt
amerikanskt álop fer at økja
spenningin í Afghanistan,
Ísrael og í Kashmir.
Um neyðugt
einsamallur
Men tað er ivasamt, um
bretski ivin fær nakra
ávirkan á álopsætlanina hjá
amerikanska forsetanum.
Richard Pearle, sum er
ráðgevi
í
amerikanska
verjumálaráðnum, sigur við
bretska blaðið The Daily
Telegraph, at hann er ikki í
iva um, at George W. Bush,
forseti fer at taka málið í
egnar hendur, fær hann ikki
stuðul frá øðrum.
Men ráðgevin kennir seg
kortini sannførdan um, at
Tony Blair fer at stuðla
Bush, tá saman um kemur.
Tað sama hava hernaðarser-
frøðingar í Bretlandi sagt,
hóast ein meiningakanning
vísir, at meirilutin av
bretska fólkinum er ímóti,
at landið leggur seg út í
stríðið millum Bush og
Saddam Hussein. Sambært
kanningini taka bara 34
prosent undir við, at Bret-
land skal hjálpa USA, með-
an 52 prosent siga nei.
Ein orsøk til bretska ivan
er, at eingin veit við vissu,
hvør skal loysa Saddam
Hussein av, verður hann
koyrdur frá. Tað er kanska
eisini orsøkin til, at fleiri
leiðandi umboð fyri út-
lagnu iraksku andstøðuna
hava verið í USA seinastu
dagarnar og tingast við
amerikansku stjórnina.
Tríggjar
sjúkrasystrar
doyðu, tá ókendir menn
søktu at einum kristnum
sjúkrahúsi í Pakistan í gjár.
Læknar á tí kristna
sjúkrahúsinum søgdu, at
tríggir menn tveittu granat-
ir eftir sjúkrasystrum, sum
høvdu verið á einum bønar-
fundi. Tríggjar sjúkrasystr-
ar doyðu, og 23 fingu
skaða.
Hetta er aðru ferð í minni
enn eina viku, at ókendir
menn hava søkt at kristnum
stovnum
í
Pakistan.
Myndugleikarnir halda, at
álopsmenninir eru víð-
gongdir muslimar, sum eru
ímóti, at Pervez Mushararf,
forseti hevur stuðlað USA í
bardaganum ímóti yvir-
gangi. Tað ógvusligasta
álopið var, tá ellivu franskir
verkfrøðingar doyðu í ein-
ari bumbuatsókn.
Pakistansku myndugleik-
arnir siga, at tær tríggjar
sjúkrasystrarnar,
sum
doyðu í granatálopinum í
gjár, vóru pakistanar.
Bretland ávarar nú USA
ímóti at leypa á Irak
Løgreglan í Bret-
landi ber ótta fyri,
at tvær tíggju ára
gamlar gentur, sum
hvurvu seinasta
sunnudag, vóru
komnar í samband
við onkran á al-
nótini. Kanningar
hava víst, at
genturnar vóru á
alnótini, beint
áðrenn tær hvurvu
BRETLAND
Árni Joensen:
David Beck, rannsókn-
arleiðari hjá løgregluni,
segði í gjár, at teldu-
menn eru komnir eftir,
at Holly Wells og Jessica
Chapman vóru á alnót-
ini í ein hálvan tíma
sunnukvøldið,
t.v.s.
beint áðrenn tær hvurvu.
David Beck vildi ikki
siga, um løgreglan hevði
fingið neyvari upplýs-
ingar við at kanna teld-
una hjá foreldrunum hjá
Holly Wells, har gent-
urnar vóru sunnukvøld-
ið, men hann segði tó, at
teldukanningin
hevði
givið týðandi upplýsing-
ar. Hann legði afturat, at
løgreglan eisini kannar,
um Jessica Chapman
hevur nýtt fartelefonina,
sum hon hevði uppi á
sær sunnudagin, ella um
onkur hevur roynt at
ringja til hennara.
Stjórin í skúlanum,
sum tær báðar genturnar
gingu í, hevur greitt frá,
at hann fyri fjúrtan
døgum síðani ávaraði
næmingarnar ímóti at
taka upp samband við
fólk, sum teir ikki
kendu.
Skúlastjórin
hevði m. a. víst á, at eitt
fremmant
par
hevði
roynt at fáa samband við
eitt barn í frítíðarskúlan-
um.
Eitt av teimum stóru
blaðútgevarafeløgunum
í Bretlandi hevur lovað
11 milliónir krónur í
finningarløn, um onkur
kann koma við upplýs-
ingum um genturnar,
men higartil uttan úrslit.
Samstundis hevur løg-
reglan sent út eina áheit-
an, har tey, sum burtur-
fluttu genturnar, verða
biðin um at boða løg-
regluni ella einum sak-
førara frá, hvar tær eru.
Løgreglan leggur dent
á, at enn hevur hon eingi
prógv fyri, at genturnar
verða hildnar aftur ímóti
teirra vilja.
250 løgreglumenn úr
fimm løgregludømum
arbeiða við at loysa gát-
una
um
tær
báðar
horvnu genturnar.
Genturnar møttu kanska
sínum burturflytarum
á alnótini
Granatálop á sjúkrahús
Grátandi kvinnur uttan fyri kristna sjúkrahúsið í pakistanska býnum Taxila, har tríggjar sjúkrasystrar doyðu í einum
granatálopi í gjár
C
M
Y
K
12