Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 14 Nr. 151 - 10. august 2002 15 Útpurring hjá bæði Skála og GÍ Skurðarnir skulu hava fulla úrtøku sunnudagin fyri framhaldandi at vera við í FM-stríðnum, og skálamenn vóna at fáa onkra úrtøku úr dystinum SKÁLA-GÍ Páll Holm Johannesen Dysturin millum Eysturoy- arfeløgini Skála og GÍ hev- ur stóran týdning fyri bæði feløg. Bæði lið taptu sínar dystir seinasta vikuskiftið, so nú ræður um hjá báðum feløgum at reisa seg. Skálamenn mugu ongan- tíð ov skjótt byrja at leggja fleiri stig undir seg, um komast skal undan niður- flytingini. Liðið av Skála hevur staðið seg væl á heimavølli í ár, har liðið í fleiri dystum hevur verið stak óheppið ikki at hava fingið fleiri stig. Skal GÍ framhaldandi vera við heilt frammi í oddinum í landskappingini, skulu skurðarnar hava øll trý stigini við sær av Skála sunnudagin. Súni Olsen leikbannaður Undan dystinum á Skála hava gøtumenn allar mans tøkar, uttan Súna Olsen, ið fekk sítt triðja gula kort seinasta vikuskiftið. Polendingurin, Krzystof Popczynski, venur aftur við fullari ferð eftir drúgvan skaða, og spurningurin er nú bara, um Johan Nielsen velur at lata hann spæla frá fyrsta bríksli. Seinasta vikuskiftið spældi Krzystof allan seinna hálvleik ímóti NSÍ. Annars verður sagt úr Gøtu, at teir vænta ein tor- føran dyst, tí skálamenn eru knáir á heimavølli, og dyst- in fyrr í ár vunnu gøtumenn við neyð og deyð 2-1. Gøtumenn síggja eisini stóra týdningin í at ogna sær øll trý stigini, tí, sum teir siga sjálvir, skulu trý stig til, um FM-møguleikin skal varveitast. Tríggjir spælarar ivasamir Hjá Skála stendur eitt sind- ur verri til, enn hjá GÍ. Pauli Hansen, Dánial Han- sen og Kári Nielsen hava allir skaðar at dragast við, og eru teir allir ivasamir undan dystinum sunnudag- in. Hvørki Pauli ella Kári hava verið við seinastu dystirnar, og Dánial mátti lata seg útskifta tíðliga í seinna hálvleiki ímóti B36. Allir tríggjir eru sera týdn- ingarmiklir spælarar á Skála-liðnum, og gerast teir klárir, verður talan um sterkari Skála-lið, enn undanfarin umførð. Skála hevur eisini eitt leikbann. Ungi Arnold Berg fekk sítt fimta gula kort ímóti B36, og hann verður tí ikki at síggja á vøllinum sunnudagin. Av Skála ásanna tey, at nú skal skjótt koma vend í, um liðið framhaldandi skal hava sess í bestu deildini. Víst verður eisini á, at Skála skal bæði møta TB og EB/Streymi á heimavølli seinni í ár, og at hesir dystir helst koma at avgera, hvat fyri lið skal tungu leiðina niður í aðru deild. Undan dystinum sunnu- dagin siga skálamenn seg hava góðar vónir, og hóast tað verður torført, so vóna teir at fáa onkra úrtøku úr dystinum. Á Tvøroyri ásannar venjarin, at uppgávan í morgin verður tor- førari, enn um KÍ ikki hevði havt fingið fult ímóti HB TB–KÍ Jóannes Hansen Tvey av elstu feløgunum hittast í morgin. TB og KÍ hava mangan tikist á Sev- mýri, og hóast KÍ ofta hev- ur vunnið har suðuri tey seinastu fjøruti árini, so er tað framvegis soleiðis, at klaksvíkingar hava stóra virðing fyri dystunum á Tvøroyri. Tað man ikki minst koma av, at KÍ nógvu tey fyrstu árini í landskapp- ingini hevði sera ilt við at fáa stig á Sevmýri. Lynge Nielsen, venjarin hjá TB, heldur, at hansara lið stendur frammanfyri einari torførari uppgávu, enn teir høvdu havt gjørt, um KÍ ikki vann á HB: – Gestirnir í morgin eru rættuliga komnir við aftur í kappingina um meistara- skapin, og tað ger, at teir verða meiri uppsettir, enn teir høvdu havt verið, um teir síðsta sunnudag høvdu mist møguleikan. Hjá okk- um kom tað væl við at vinna eitt stig á Toftum, men tað er framvegis lang- ur vegur, og hvør dystur verður framvegis eitt stríð fyri at varðveita sessin í bestu deildini. Vit eru í tíðarneyð at spæla liðið saman, og tí kemur tað væl við, at tað eftir dystin verða tvær vikur at venja í, áðr- enn trettanda umfarið. Vit eru ikki nóg væl fyri kondi- tionelt, og tað kunnu vit so venja í komandi viku, sigur Lynge Nielsen. Hjá TB eru somu spælar- ar tøkir, sum hava spælt. Oliver Abrahamsen hevur verið burturstaddur, og All- an Michelsen varð vødda- skaddur undir venjing síðsta fríggjakvøld. Hvussu tað verður við honum í morgin var ikki greitt, tá vit fregnaðust á Tvøroyri. Nógvir um boðið Í Klaksvík er fótbóltslagið gott. Allar hugsanir eru vendar ímóti morgindeg- num og dystinum á Sev- mýri. Hann hevur boðað frá hampuligum veðri, so KÍ fer ikki suður fyrrenn fyrra- partin í morgin. Í komandi viku skal KÍ spæla í Europa Cup, men teir hugsa ikki um dystin á Svangaskarði: – Hann fara vit at fyri- reika okkum til frá mána- degnum av. Vit kenna ikki ungverska mótstøðuliðið, og vit ætla at spæla okkara spæl. Tað verður einki við at skifta spælistíl og inn- rætta okkum ov nógv eftir mótstøðuliðnum, sigur Kurt Mørkøre. KÍ venjarin var á liðnum, tá ungverska Újepesti í 1997 spældi ímóti KÍ, og tað var hann, sum skoraði, tá KÍ legði seg framum 2–1. Úrslitið var 3–2 til ungverska liðið. Kurt Mørkøre hevur nógv fólk at velja ímillum. Umframt teir ellivu, sum byrjaðu ímóti HB, vístu teir tríggir, sum vórðu skiftir inn, at tað var dugur í teim- um. Umframt hesar fjúrtan var veteranurin Jan Andrea- sen á beinkinum, og so er Alexander Djordjevic tøkur hesa ferð. Síðst var hann akkurát komin aftur úr summarfrí í Jugoslavia. – Vit eru allir greiðir yvir, at um vit skulu fáa nyttu burturúr sigrinum á HB, so skulu vit ikki kiksa ímóti TB. Hugburðurin er góður, og eg havi hundrað prosent álit á spælarunum, at teirra partur fer ikki at liggja eftir, sigur Kurt Mørkøre. Tað er eitt krav hjá Magna Jarnskor og GÍ at fáa øll trý stigini við sær av Skála sunnudagin Mynd:Savnsmynd KÍ hugsar ikki um Europa Cup Bæði TB og KÍ hava brúk fyri øllum trimum stigunum, og tí er lagt upp til ein sera spennandi dyst á Sevmýri sunnudagin Mynd: Savnsmynd 15 Nr. 151 • leygardagur • 10. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Gysari í Havn Um vikuskiftið verð- ur grannauppgerð í Havn millum arva- fíggindarnar HB og B36. Lagt er upp til einki minni enn ein gysara, tí dysturin hevur sera stóran týdning fyri bæði fel- øgini HB-B36 Heini í Skorini Oddaliðið HB hevur verið í einum lítlum aldudali eftir ósigurin í steypafinaluni móti NSÍ og síðani tapið í Klaksvík fyri viku síðani. Tó hava teir enn eina tvey stigs leiðslu eftir eina fram- úr fyrru hálvu, og fyri HB er sera umráðandi, at liðið ikki steðgar upp. Tískil er dysturin móti grannunum úr B36 sera týdningarmikil, tí umframt at ein grannauppgerð í sær sjálvum altíð er nakað fyri seg, kann HB við einum tapi missa oddasessin til NSÍ og samstundis lova B36 inn aftur í kappingina um FM heitið. Fyri B36 er dysturin somuleiðis av alstórum týdningi. Greipuvinnarar- nir frá í fjør eru seks stig aftanfyri oddaliðið og grannarnar úr HB, og um liðið skal gera seg galdandi í stríðnum um gullkrónur- nar, er bert ein sigur nóg gott. Um hetta eydnast fyri B36, er liðið veruliga við aftur í oddinum, meðan eitt tap móti HB – og harvið eitt lop uppá 9 stig – verður væntandi ov tungt at hála innaftur. Liðskiparin úti og ivasamir lyklaleikarar Fyri HB er liðskiparin Rúni Nolsøe leikbannaður eftir trý gul kort í landskapping- ini. Rúni hevur í ár eins og undanfarin ár verið ein lyklaleikari á HB liðnum, og eingin ivi er um, at sakn- ur verður í liðskiparanum á HB liðnum sunnudagin. Umframt Rúna Nolsøe verða eykaleikararnir Pætur Dahl og Eyðun Samuelsen heldur ikki í HB hópinum sunnudagin, tí báðir fara av landinum, og tískil má Ion Geolgau finna aðrar leikar- ar at halda bonkin heitan. At Pætur og Eyðun ikki verða við, broytir vanliga ikki tað stóra um byrjunar- uppstillingina, men hetta kann koma at kosta dýrt, tí aðrir týdningarmiklir HB leikarar nevniliga eru iva- samir. Talan er um sjálvan toppskjúttan í føroysku 1. deild, landsliðsleikaran An- drew av Fløtum, og fyrrver- andi landsliðsleikaran Jan C. Dam. Báðir hava havt skaðar at dragast við, og hvørgin teirra hevur vant í vikuni. Andrew fekk eina fipurspreinging í Klaksvík seinasta vikuskiftið, og tá var Jan heldur ikki við vegna skaða. Tískil kann talan vera um mannfall hjá HB, men hin- vegin er sjálvsagt møgu- leiki fyri, at bæði Andrew av Fløtum og Jan Dam vera at síggja á HB liðnum kl. 15 í Gundadali sunnudagin. Eisini mong ivamál í B36 Hjá B36 er størsta ivamálið landsliðsleikarin Jens Kristian Hansen, sum hev- ur verið skaddur í longri tíð. Hann verður væntandi ikki til reiðar sunnudagin, og sama er galdandi fyri áleyparan Tórálv Poulsen, sum hevur havt trupulleikar í fótinum. Umframt Jens Kristian hava bæði topp- skjúttin í B36, John Peter- sen, og Klæmint Matras, havt onkrar smávegis skað- ar at dragast við, men teir verða væntandi við frá byrjan. Meðan nøkur ivamál eru í B36 hópinum, er tað heilt víst, at verjuleikarin Fróði Clementsen ikki verður við vegna leikbann. Fróði hev- ur í ár bitið seg fastan í verjuni hjá B36, og tískil mugu broytingar gerast í B36 verjuni. Samanumtikið verður talan um einki minni enn ein sera spennandi og ikki minst týdningarmiklan dyst í Gundadali sunnudagin millum arvafíggindarnar B36 og HB. B36 skal hava ein sigur fyri at koma inn- aftur í FM stríðið, meðan HB skal sleppa úr aftur aldudalinum, teir tykjast vera komnir í. Jákup á Borg og B36 kunnu við einum sigri koma innaftur í oddastríðið, meðan HB og Johannes Joensen skulu stegða ringu gongdini seinastu dystirnar Jón Pauli Olsen vísir á, at um teir fáa fult í Runavík, so verða teir bara trý stig aftanfyri NSÍ, og so verður møguleikin hjá VB framvegis stórur NSÍ-VB Jóannes Hansen Vágbingar hava ofta staðið seg væl í útidystunum í Eysturoy. Í morgin skulu teir til Runavíkar, har heimaliðið av góður grund- um er fult í sjálvsálitið. Í VB eru teir spentir, tí um teir megna at vinna ímóti NSÍ, so síggja teir tað at vera heilt realistiskt, at teir fara at røkka einum plássi millum fýra tey bestu. -Tí málinum miðja vit ímóti. Sjálvandi verður tað torført í morgin, men vit eru væl fyri. Burtursæð frá Predrag Zivkovic, sum nústaðni er farin at venja aftur, so eru allir spælarar- nir tøkir. Ímóti EB/Streymi gekk tað væl, og vit hava gott mót. Um vit vinna fara vit at hava 18 og NSÍ 21 stig, so hjá okkum er upp á ein máta talan um seks stigs dyst, heldur Jón Pauli Ol- sen, sum eisini vísir á, at útidystirnir fyri framman verða torførir. Umframt NSÍ skal VB spæla á úti- vølli ímóti B36, HB og B68. Kanska onkur, sum var á beinkinum ímóti EB/- Streymi, fer niður í 2. deild, og onkur annar flytir upp. Liðið í 2. deild hevur verið nógv aftast, men nú hava teir vunnið tveir dystir, og teir í Vági rokna tað ikki at vera ógjørligt at bjarga plássinum í 2. deild. Hans Nielsen er venjari í 2. deild. Tá Marek Wierzbicki í summar var heima í Pól- landi í summarfrí, hevði Hans Nielsen ábyrgdina av venjingini hjá besta liðnum, og tað tykist hava gingið væl. Mannfall í NSÍ Í Runavík er stórur spenn- ingur. Um tað eydnast at vinna ímóti VB, og sum B36 vinnur øll stigini ímóti HB, so verður NSÍ oddalið, tá ein triðingur verður eftir at kappingini. - Vit hugsa um okkar dyst, og vit eru ikki so lítið skerdir. Gert Langgaard verður ikki við aftur í ár, Bergur Djurhuus er til skips, Kári Hansen er leik- bannaður, og bæði Ian Høj- gaard og Pól Thorsteinsson eru eitt sindur ivasamir. Teir hava ikki fingið vant í vikuni, men vit vóna, at teir verða førir fyri at spæla í morgin. Vit hava brúk fyri teimum, sigur Jógvan Mar- tin Olsen, venjarin hjá NSÍ. Áskoðarafjøldin við Løk- in er smátt um smátt vorðin størri, og einki er at ivast í, at fótbóltsfepurin í Runa- víkar kommunu fer at hava við sær, at tey verða uppaft- ur fleiri, nú liðið skal spæla fyrsta heimadystin eftir sig- urin í steypafinaluni. Vágbingar halda seg framvegis hava møguleikan Vágbingar hava ikki mist vónina at enda ímillum fýra tey bestu liðini í landskappinginií ár. Mynd: Savnsmynd