Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 10. august 2002 17 Todi í harðari kapping 19 ára gamli KÍ verju- leikarin, Atli Daniel- sen, er spildurnýtt andlit í føroyskum landsliðshøpi, eftir at landsliðsvenjarin Henrik Larsen fyrstu ferð úttók hópin hós- dagin. Atli Danielsen er tó ikki millum 18 teir fyrstu til vinar- dystin móti Liktin- stein LANDSLIÐIÐ Heini í Skorini 19 ára gamli Atli Danielsen hevur í fjør og í ár ment seg til ein av stuðulsleikarun- um á besta KÍ liðnum, og hóast hann ikki hevur fing- ið nógva umrøðu í fjøl- miðlunum, er hann við sín- um avrikum millum mest lovandi leikarar í landinum. Avrik hansara eru nú løn- aði við einum plássi í bruttohópinum hjá Henrik Larsen og Jógvan Martini Olsen, sum telur 22 mans, og hóast hann ikki er mill- um teir fyrstu 18 í vinar- dystinum móti Liktinstein, er hetta ein greið ábending til unga KÍ leikaran. - Eg hevði als ikki vænta at fáa boð frá landsliðnum, og hóast hetta er ein brutto- hópur til ein vinardyst, verður ógvuliga spennandi at lukta til tað, sigur Atli Danielsen. Hann sigur, at málið er at gerast fastur maður í hópinum, men at hann fyrst og fremst ynskir at spæla væl fyri KÍ, og síð- ani síggja, hvussu langt tað røkkur. Atli hevur verið stuðulsleikari á føroysku ungdómslandsliðunum, har Jógvan Martin Olsen hevur verið venjari, og tískil kennir hjálparvenjarin nógv til Atla Danielsen. Eitt annað nýtt andlit er eisini á føroyska landslið- num, og er tað viðleikarin hjá Atla Danielsen, Ovi Nysted úr KÍ. Ovi er 22 ára gamal, og tíverri fingu vit ikki fatur á Ova Nysted. Sunnudagin taka FC København og Todi Jónsson móti uppflyt- arunum úr Farum. Kappingin um pláss í álopinum er bein- hørð, nú fyrrverandi svenski landsliðsleik- arin, Jørgen Petter- son, er klárur eftir skaða SUPERLIGAN Heini í Skorini Gestirnir í Parkini sunnu- dagin vera uppflytararnir úr umstrídda Brixtofte bý- num, Farum Boldklub. Eftir tap í fyrsta umfari vann Farum seinasta vikuskiftið 3-2 á heimavølli móti Vi- borg, og hava teir sostattt fingið eina góða byrjan í Superliguni. Men nú stendur størsta royndin higartil fyri framman, tá liðið skal spæla á útivølli skal móti Toda Jónsson og FCK, sum liggur á odda í Superliguni við fýra stigum eftir tveim- um dystum. Allir leikarar eru tøkir uttan vinstribakk- urin Peter Christiansen, og tí er optimisma í hópinum hjá Hans Backe og hansara monnum. Ein gamal FCK kenning- ur verður at síggja á beinki- num hjá Farum í Parkini sunnudagin. Venjarin hjá Farum eitur Christian And- ersen, og er hann fyrrver- andi venjari hjá FCK í ein- um umstríddum tíðarskeiði, tá Brian Laudrup m.a. spældi í FC København. Hørð kapping um álopsplássini Føroyingurin í FCK, Todi Jónsson, var nógv plágaður av skaða í upptaktini til Superliguna. Hann kom tó inn í fyrsta dystinum móti Viborg og megnaði enntá at javna, og seinasta viku- skiftið byrjaði hann inni í álopinum saman við suður- afrikansku superstjørnuni, Sibusiso Zuma, tá FCK vann 3-1 í Køge. Hóast Todi spældi væl, varð hann skiftur út fyri Peter Møller, og Møller takkaði fyri við at leggja FCK á odda 2-1. Við máli sínum trýstir Peter Møller fyri einum plássi í byrjunaruppstillingini sam- an við sjálvskrivaða Zuma. Umframt Peter Møller sum kappingarneyta er fyrrverandi svenski lands- liðsleikarin, Jørgen Petter- son, eisini klárur eftir skaða. FCK keypti Petter- son undan kappingini frá týska stórfelagnum Kaiser- slautern, og FCK venjarin Hans Backe hevur úttala seg um, at FCK hevur stór- ar vónir til svenska áleypar- an. Felagið hevur í mong ár ikki havt nakran áleypara, sum hevur gjørt seg gald- andi millum toppskjúttar- nar í Superliguni, og FCK leiðslan hevur víst á, at Jør- gen Petterson møguliga er leikarin, sum veruliga kann gerast nýggi málslúkarin í Parkini. Jørgen Petterson fær møguliga sín fyrsta dyst fyri FCK sunnudagin. Tískil er óvist, um Todi verður við frá byrjan í triðja umfari í Superliguni móti Farum sunnudagin í Park- ini, nú bæði Zuma, Møller og Petterson eru »fit for fight«. Hóast Peter Møller fyrr hevur skotið mál sum innskiftari fyri Toda, hevur venjarin fleiri ferðir víst Toda álit, men tað er ein sannroynd, at kappingin um pláss í álopinum er harðari enn nakrantíð. LANDSLIÐIÐ Páll Holm Johannesen Eitt av mongu evnunum til landsliðið er B36-stríðs- maðurin, Klæmint Matras. Klæmint varð úttikin til dystin ímóti Slovenia sein- asta heyst, og var eisini við á venjingarleguni á Kypern fyrr í vár. Eftir at landsliðið til dystin ímóti Liktenstein er úttikið, var navnið hjá B36-miðvallaranum ikki á listanum. Spurdur um hann var vónbrotin, svaraði Klæm- int, at tað var hann als ikki, tí hann aldrin rættiliga hev- ur verið í landsliðshitanum, og at tað eru nógvir góðir spælarar um boðið á mið- vøllinum, og tí var hann als ikki vónsvikin at ikki vera úttikin hesaferð. Fyri at vinna sær pláss á miðvøllinum á landslið- num, má Klæmint kappast við so royndar leikarar sum Fróða Benjaminsen, Sámal Joensen og Julian Johns- son, sum í fleiri ár hava verið fastir fúsir á landslið- num. Klæmint vísir eisini á, at hann hevur nógv darvaður av skaðum í ár, og kapp- ingarárið í ár hevur ikki hil- nast eins væl og tað í fjør, og tí hevði hann ikki vænt- að at verið úttikin til lands- dystin ímóti Liktinstein. Todi Jónsson er í harðari kapping um pláss í álopinum hjá FCK. Sunnudagin taka teir móti Farum á heimavølli - Als ikki væntað nakað Bert 19 ára gamli Atli Danielsen hevur fyri fyrstu ferð fingið boð frá A-landsliðnum, og er hann millum teir fyrst 22 í bruttohópinum hjá Henrik Larsen Klæmint Matras: -Ikki vónbrotin Eitt av mongu evnunum til landsliðið, Klæmint Matras, var als ikki vónbrótin av, at ikki at vera ímillum teir 22 leikararnir til dystin ímóti Liktenstein Mynd: Savnsmynd 17 16 Nr. 151 - 10. august 2002 Toftamenn ætla at reisa seg aftur 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 11 7 - 2 - 2 32 12 20 23 2 NSÍ 11 6 - 3 - 2 20 13 7 21 3 KÍ 11 6 - 2 - 3 26 15 11 20 4 B68 11 5 - 4 - 2 16 14 2 19 5 GÍ 11 6 - 1 - 4 18 17 1 19 6 B36 11 5 - 2 - 4 35 18 17 17 7 VB 11 4 - 3 - 4 10 8 2 15 8 EB/Streymur 11 3 - 1 - 7 13 23 -10 10 9 TB 11 1 - 3 - 7 11 42 -31 6 10 Skála 11 0 - 3 - 8 8 27 -19 3 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FSV 10 7 - 2 - 1 34 8 26 23 2 Sumba 10 5 - 3 - 2 15 12 3 18 3 LÍF 10 4 - 2 - 4 18 16 2 14 4 ÍF 10 4 - 1 - 5 22 20 2 13 5 KÍ 10 3 - 4 - 3 14 15 -1 13 6 B36 10 3 - 4 - 3 11 16 -5 13 7 NSÍ 10 4 - 1 - 5 10 15 -5 13 8 B71 10 3 - 3 - 4 12 9 3 12 9 HB 10 3 - 2 - 5 15 16 -1 11 10 VB 10 3 - 0 - 7 8 32 -24 9 Men teir ásanna, at uppgávan verður tor- før á Eiði, har EB/Streymur hevur vunnið tríggjar teir seinastu heimadystir- nar EB/STREYMUR-B68 Jóannes Hansen B68 skal til Eiðis í morgin. Eftir meiri enn hálva kiks- aran á heimavølli ímóti TB hava teir sett sær sjálvum knívin á strúpan. Um teir ikki vinna, so verður møgu- leikin fyri heiðursmerkjum uppaftur kámari, enn hann er nú. Men samstundis ásanna teir, at uppgávan á Mølini verður sera trupul. EB/Streymur hevur vunnið tríggjar teir seinastu heima- dystirnar. Síðst vunnu teir 4-0 á TB, meðan B68 ikki megnaði meiri enn mál- leysan javnleik á heima- vølli ímóti tvørámonnum. -Vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at tað kiksaði ímóti TB. Lagið hevur verið gott undir venj- ingini í hesi vikuni, og vit halda okkum hava møgu- leika at vinna á Eiði, sigur liðformaðurin hjá B68, Hans Fróði Hansen, sum samstundis heldur, at úrslit- ini hjá EB/Streymi benda á, at tað verður torført. Sammett við manningina ímóti TB eru miðvallararnir Fróði Benjaminsen og Fríð- in Ziskason tøkir aftur. Teir vóru báðir leikbannaðir síðsta sunnudag. Sjálvsálitið framvegis gott Eftir góðu úrslitini á heima- vølli høvdu teir í EB/- Streymi vóna, at teir skuldu fáa stig burturúr ferðini til Vágs. Men tað eydnaðist ikki. EB/Streymur kom til hús aftur við 3-0 tapi. -VB var væl betri enn okkara lið, og tí høvdu teir uppiborið at vinna. Tað skal eingin ivi vera um tað. Men eg harmist um, at vit ikki fingu betri møguleikar at hita upp. Í góðari tíð høvdu vit boðað Strandferðsluni frá, at vit komu suður við 1. deild og unglingaliði. Vit koyrdu við vanligu rutuni av Tvøroyri og suður eftir, og tað hevði við sær, at tíðin varð so mikið knøpp, at um vit skuldu sleppa norður aftur sunnukvøldið, so var ikki møguligt at hita upp hjá 1. deildarliðnum. Tað var harmuligt, serliga tá havt verður í huga, at vøllurin er rættuliga ólíkur øðrum vallum, sigur EB/Streyma venjarin Trygvi Mortensen, sum enn eina ferð undirstrikar, at heimasigurin var rudduliga uppiborin. Hjá EB/Streymi er Ingi Hansen farin av aftur landi- num, og so kemur tað sera illa við, at Sorin Anghel framvegis er skaddur. Hann spældi ikki við í Vági, og tað er sera ivasamt, um hann verður við í morgin. Toftamenn ætla sær at reisa seg, eftir vánaliga úrslitið seinasta vikuskiftið, men ásanna at dysturin á Mølini er sera torførur Mynd: Savnsmynd Hagtøl fyri tíggju tey seinastu árini: ’01 ’00 ’99 ’98 ’97 ’96 ’95 ’94 ’93 ’92 HB-B36 1-2 2-2 4-2 2-3 1-0 3-1 5-1 5-0 1-1 2-1 Skála-GÍ - - - - - - - - - - NSÍ-VB 1-1 4-0 1-0 4-1 1-4 - 0-3 - - 0-1 TB-KÍ - - - 0-4 - 1-1 2-2 0-6 1-1 2-2 EB/S-B68 1-2 - - - - - - 0-0 - - Yvirlit yvir dystirnar um vikuskiftið: 1. deild menn Skála- GÍ HB-B36 TB-KÍ EB/Streymur-B68 NSÍ-VB 2. deild menn HB-B71 Sumba-B36 ÍF-LÍF KÍ-NSÍ VB-FS Vágar 3. deild menn ÍF-AB B68-TB B71-HB B36-Royn GÍ-FS Vágar 1. deild kvinnur GÍ-b36 HB-B68 Skála KÍ C M Y K 16