leygardagur 10. august 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 151 - 10. august 2002
Nr. 151 - 10. august 2002
19
Avloysarastarv
á Ferðaráð Føroya
Fyri fólk í farloyvi á marknaðardeild Ferðaráðsins,er
eitt avloysarastarv leyst at søkja.
Starvstíðin er avmarkað til 12 mdr. Fólkið, sum skal
setas skjótast gjørligt, kemur at fáast við útgávu-
virksemi Ferðaráðsins, felagstiltøk okkara við ferða-
vinnuna her á landi og uttanlands og hevur hartil
PR-arbeiðið stovnsins um hendi.
Arbeiðið fevnir m.a. um
•
gerð av faldarum, sum venda sær til ferða-
mannin og søluliðini
•
gerð av tilfari, sum lýsir ferðalandið Føroyar
•
gerð av tíðindaskrivum til føroyskar
og útlendskar fjølmiðlar
•
samskipan og gerð av lýsingum
•
skipan av kunningarvitjanum til Føroya
•
skipan av vinnufundum og verkstovum
Tín kunnleiki og royndir
4
útbúgving ella royndir innan marknaðarføring
og/ella ferðavinnu
4
royndir innan ferðavinnu og kunnleika til ymsu
søluliðini
4
royndir innan projektleiðslu og samstarv við eitt
nú grafisk virkir
4
innlit í nýtslu av teld (Windows, Word, Excel og
DTP)
4
málsliga væl fyri í skrift og talu (føroyskt, danskt
og enskt)
...annars vænta vit, at tú
4
megnar at gera eitt hugskot til veruleika og
hevur áræði,arbeiðssemi og góð samstarvsevnir
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og viðkomandi yrkisfelag.
Umsóknin skal vera Ferðaráðnum í hendi í seinasta
lagi 23. august 2002. Viðmerk á brævbjálvan
»Umsókn«. Nærri upplýsningar kunnu fáast við at
ringja til
Heri Niclasen, stjóra, telefon 31 60 55.
Ferðaráð Føroya
Postboks 118
110 Tórshavn
Hús í Klaksvík
til sølu
Adressa: Kráargøta 37
Stødd á húsum: 50,5 m2 x 2,
báðar hæddir innrættaðar
Stødd á grundøki: 316 m2
Urtagarður er uttan um húsini
Byggiár: 1950.
Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Áhugaði
kunnuv enda sær til:
P/F STATUS
Postrúm 250
700 Klaksvík
Tlf. 457500
Skrivari
Hervið verður søkt eftir skrivara til landsapotekaran
at byrja 1. okt. 2002.
Arbeiðið fevnir um telefonavgreiðslu,brævskriving,
skráseting (journalisering) og annars alt fyrifallandi
skrivstovuarbeiði á stovninum.
Fyrimun hevur umsøkjari við:
• Skrivstovuútbúgving.
• Teldukunnleika á brúkarastøði.
• Kunnleika til teldustýrda skráseting
(journalisering).
• Dugir væl at orða seg skrivliga.
• Kann arbeiða sjálvstøðugt.
Starvið er skipað sambært sáttmála millum Starvs-
mannafelagið og Fíggjarmálastýrið við bólking í 15.
lønarflokki.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Hera Mørkøre, landsapotekara, á telefon 317137
millum kl. 10.00 - 15.00.
Skrivlig umsókn við prógvum og møguligum við-
mælum skal verða landsapotekaranum í hendi í
seinasta lagi 23. august 2002.
Landsapotekarin
Staravegur 15
Postsmoga 3087
FO-110 Tórshavn
Lærlingur
Søkt verður eftir lærlingi til bókhaldið.
Umsøkjarar við HH-prógvi hava fyrimun.
Umsókn við møguligum prógvum og upplýsing-
um um royndir annars skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi tann 25. august 2002.
Meira fæst at vita við at venda sær til skrivstovu
okkara á tlf.345900 og tosa við Jóannes á Váli ella
Ninu Djurhuus.
P/F SMYRIL LINE
Postboks 370
110 Tórshavn
Eiðis skúli
Fyri lærara í sjúkrafarloyvi verður
søkt eftir lærara til tíðaravmarkað
starv í Eiðis skúla
Starvið er 16 tímar um vikuna.
Á tímatalvuni er: Føroyskt 7 fl.
Enskt 7. fl.
Heimstaðarlæra 2./3. fl.
Serundirvísing
Starvið er tíðaravmarkað frá 19. august til 1.
november 2002, og verður lønt sambært avtalu
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í
lønarflokki 18,1 til 27,4
Meira kann fáast at vita um starvið frá skúlaleiðar-
anum á tlf. 423579 ella 229045.
Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum
skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 15. august 2002.
Eiðis skúli
/Vagn Foldbo
470 Eiði
Eiðis skúli hevur undirvísing 1.-7.árgangi.Komandi skúlaár verða
8 lærarar og 84 næmingar í Eiðis skúla.
Hús við
Marknagilsvegin
Við hesum verður sethúsaognin Marknagils-
vegur 70b,Tórshavn lýst til sølu.
Húsini eru bygd í 1988, eru í tveimum hæddum,
hvør á 137 m2 umframt hjall.
Kjallarin er óinnrættaður.Í miðhæddini eru durur,
gangur, wc, baðirúm, 2 kømur, hjúnarúm, køkur,
grovkøkur og stova. Trappa er upp á loftið, sum
tilber at innrætta. Partur av arbeiðinum er gjørt.
Húsini eru í góðum standi.
Grundøkið er 661 m2. Ognin liggur frítt fyri og
útsýnið yvir býin og fjørðin er avbera gott.
Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøtu 9
100 Tórshavn · Tlf. 311145
Bátastevnan verður sett í dag
Seinnapartin í dag fer
Jóannes Eidesgaard,
løgtingmaður, at seta
norðurlendsku Báta-
og mentanarstevnuna
á Tvøroyri
SIGLING
Edvard Joensen
Tvøroyri: Stóra norður-
lendska Báta- og mentanar-
stevnan, sum hildin verðiur
á Tvøroyri um vikuskfitið,
verður alment sett í Miðbý-
num í dag klokkan 14.00.
Finnleif Guttesen, borg-
arstjóri, fer at bjóða væl-
komin til Tvøroyrar, áðrenn
Jóannes Eidesgaard, læg-
tingsmaður, fer at seta
sjálva stevnuna.
Skráin byrjaði annars, tá
fyrstu gestirnir komu við
Smyrli hóskvøldið. Tá var
café í neystinum hjá Nadd-
oddi Inni á Tanganum.
Í gjár varð latið upp aftur
klokkan 14.00, har Don
Petersen helt fyrilestur um
føroyska bátin, og ein so-
nevndur
víkingasteinur
varð avdúkaður. Um kvøld-
ið var dansur bæði á
bryggjuni og í TB húsinum.
Í dag er kappróður, og
ymsu framsýningarnar á
stevnuni eru opnar. Tær eru
millum annað í Bygdar-
savninum í gomlu lækna-
húsunum, í handlinum hjá
Thomsen, eins og høvið
verður at síggja kirkjuna.
Stóra veitslan verður í
ítróttarhøllini
klokkan
20.00.
Í morgin verður guðstæn-
asta í Tvøroyrar kirkju, og
um viðrar verður farið út-
ferð við Smyrli kring Suð-
uroynna. Dagurin endar við
undirhaldi, har bæði finsk-
ur
fólkadansur
og
føroyskur dansur verða at
síggja
uttan
fyri
ítróttarhølina í Trongisvági.
Ein fittur partur av bátastevnuni verður hildin í neystinum
hjá Naddoddi. Sjálvur liggur hann á floti og bíðar eftir
gestunum, meðan aðrir bátar á savninum eru fluttir út um,
meðan stevnan er
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
19
18
Umsóknir kunnu sendast inn alt árið, og verða upptøkuroyndir eftir tørvi. Fýra politistar skulu setast í 2003.
Umsóknarfreistin til hesa upptøkuroyndina er 1/9-2002
Tlf. 35 14 48 Fax 35 14 49