Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. august 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 151 - 10. august 2002 Nr. 151 - 10. august 2002 21 Frits Johannesen í Fuglafirði hugleiðir um fólkafundin á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellur seinasta sunnudag og um konsertina við Elsa Waage í Mentan- arhúsinum í Fugla- firði Frits Johannesen Dagsløtan á Skarðinum 4. august í ár var sum spegils- blankt vatnskin á Pollinum. Nei, ymist er hvussu løtur- nar fara. Skiftið millum ljós og myrkur kenna vit.. Mun- urin er tann, at ljósið er drúgvari á sumrið enn á há- vetri, ella at myrkrið er drúgvari á hávetrið enn á hásumrið. Men úr øllum hesum meldri eru orðini úr Gamla Testamenti: Sum dagur tín er, skal styrki tín verða. Ljós og myrkur berjast uttanfyri og innast í hugfari tínum. Her eru lunnbøtur og lunnar, sum tíðum slítast av inn- og útsúði av kveist- randi sálardráttum í sjóð- andi alduspæli niðri við sál- arinnar sævarklett. Dism og dust í fjallakrúnunum ovast uppi nartla av vindbarduum sálarsteinum, ið liggja hjartarótini næst. Hóast mjørkakógvin lá niður ímóti bøgørðunum, tóku fólk seg niðanfrá - niðan á Skarð sunnudagin 4. august. Tey, sum fóru til gongu , vóru løtt í sinni, tí ljósar summarløtur høvdu teir seinastu dagarnar verið millum Skarðið og Lor- víksfjallið. Sum dagur tín er…. Randi hjá Sigurdi - Randi Vang, helt frálíka røðu uppi á Skarðinum henda dag, og Elsa Waage sang sum ein Erla kongsdóttir við driftini vel niðast við sjóvarmálan - í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Randi stóð á Skarðinum , ljóshærd og snøgg - lyfti orðið upp um fjallagreinir- nar og setti spjaldur á fragdarløtuna í poetiskum vendingum, sum gagnaðist okkum stak væl. Randi, uppvaksin í Fuglafirði, spurdi . »Hvat .- hvør kom av Skarði- num?«… Fólk og seyður. Ja, og vindurin … »ja, vindurin kom av Skarði- num,« segði Randi… No one can tell me, Nobody knows, Where the wind comes from, Where the wind goes. (A. A. Milne: Spring Morning) Vindurin… ja, vindurin, sum blæsir av Skarðinum hvaðani kemur hann, og hvaðani fer hann? Mamma (ættað úr Oyndarfirði) plagdi siga: »Ein so kaldur gjalur stendur oman av Skarðinum í morgun.« Fittligt orð - gjalur, og hon plagdi eisini siga: »Kyldin var so køld í morgun, hann andar úr Skarðinum. So- vorðin skadduvindur í morgun. Skaddan hongur niður yvir Skarðið.« So po- etisk, so reint. Hetta er tað. Hetta hulisliga Skarðið kan vera læandi, smílandi, ónt í dundrandi kavaroksstormi, sum huldi stórvarðan á Skarðinum í guvuroki, myrkri og fjalladuni. Skarðið var portrið til ein ókunnugan heim hjá teim- um flestu børnunum í Fuglafirði. Sjálvandi var Randi ein av teimum og eisini vit onnur, sum sótu og lýddu á. Randisa vindur feyk eis- ini í mannasinninum. So misjavnt og ójavnt.. Sum dagur tín….. røddin kom úr mjørkanum . .. og skaddu- vindurin fekk rakdropan at hanga úr nasaklivanum sum ein skyggjandi perla… But Where the wind comes from Nobody knows, men Randi var har. .. og vit vistu hvaðani orðini komu frá. Orðini vóru hennara og okkara.. og tey komu úr mjørkanum - úr sinnunum hjá hesi ljóshærdu, vind- bardu gentuni, sum kendi vindin av Skarðinum If you were a bird, and lived on high, You´d lean on the wind when the wind came by, You´d say to the wind when it took you away: »That´s where I wanted to go to-day!«… (sama yrk- ing) ...og leiðin lá Oman á Sand eftir hesa skygging við vindinum av Skarði- num og orðinum í tínum sálarbjálva varð farið á gátt í Mentanarhúsinum at hoyra Else Waage syngja. Litirnir í rúminum reyðir og bláir, tað svarta flyglið, tann svartklæddi pianistur- in í hvítu skjúrtuni og so yndisrøddin hjá Elsu hildu á fram at kransa kring fjørðin. Eri so minnisveik- ur, meg minnist ikki hvussu vorðnum kjóla hon var í, hugsi hann var myrkur… men tað var røddin, ið hug- tók. Where am I going? The high roocks call: »It´s awfull fun to be born at all.« Where am I going? The ring-doves coo: »We do have beautiful things to do.« (úr somu yrking.) Av Skarðinum í henda sangskála rak ikki upp í ættina, men vindurin av Skarðinum var við og blásti í sinninum í orðum Randi- sar, har streymur og vindur skikkaðu sær væl í røddini hjá Else Waage. Elsa stóð í lýggjum loti á gólvinum við síni dramat- isku rødd og legði skaddu- skinið av Skarðinum í hjørtuni, ein úrmælsrødd í reyðum og bláum legði sól- rípur á vágna í lítla hjarta- kamar títt. Vindurin í rødd- ini kallaði á teg og beyð tær at fylgja við í einum sólar- glotta, sum feyk eftir Botnsbrúgv, Rossaryggi og endaði uppi á Sløttum. Javnvágin millum ljós og skugga var eins og svarta blekkið á tí hvíta pappíri- num. Eyguni, kroppurin, hendurnar, hárið og kjólin flyrraðu í sanglotinum, tey smáu skýggj, tær pinku- lítlu ljósseilurnar, ið fóru upp um Slatnabrúgv saman við skugganum, góvu lív til dagin í sanginum hjá Elsu… dagurin, sum byrtist á Skarðinum var settur nú í aldudragið á Sandinum í røddina hjá Elsu….. sum dagur tín er… Where am I going? The clouds sail by, Litle ones, baby ones, over the sky. Where am I going? The shadows pass, Litle ones, baby onces, over the grass. (úr somu yrking) Elsa, sum hevur røtur á Selatræ, aldi tónan fram úr Mentanarstevnan og fólkafundur á Skarðinum í Fuglafirði Av Skarðinum í henda sangskála rak ikki upp í ættina, men vindurin av Skarðinum var við og blásti í sinninum í orðum Randisar, har streymur og vindur skikk- aðu sær væl í røddini hjá Else Waage Randi Siðurðsdóttir Vang stóð á Skarðinum , ljóshærd og snøgg - lyfti orðið upp um fjallagrein- irnar og setti spjaldur á fragdarløtuna í poetiskum vendingum, sum gagnaðist okkum stak væl Frits Johannesen á Skarði millum Fuglafjørð og Hellur seinasta sunnudag eini valling, sum var ís- lendsk, men skerið í rødd- ini nam við ljómin í før- oyskum. Eitt dism av ljóði, ið sameindi íslendskt og føroyskt í italienskum, enskum, týskum, svensk- um, fronskum, íslendskum og føroyskum. Hetta var eitt kynstur, ið bara longdi um dagin. Ein dugna kvinna bar sangin fram í alføgrum tónum. Yndisliga førkaðu løgini seg um tað grøna grasið, undir mjørka- rondina undir Skarðinum í tínum hjarta, so orð og lit- fagurt sanglag andaðu… when the shadow pass. Dagurin simraði í undir- spælinum hjá knáva klaver- leikarinum Giulio Zappa. Elsa og Giulio talaðu sína millum sum hjún upp undir kvøldsetu við eitt búgvið nátturðaborð, har borðbarir bitar angaðu av sangi í tón- list og lótu henda dag í skrúð, sum hoyrir til eina mentanar stevnu. Jú, sum dagur tín er, skal styrki tín verða. Hon var í taluni hjá Randi, í klaverspælinum hjá Giulio Zappa og í rødd- ini hjá Else Waage. C M Y K 21 20