leygardagur 6. desember 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Óli Krisjan Debess, bóndi og formaður í Bóndafelagn-
um: — Vit mugu fara grundleggjandi til verka
— Skulu vit økja um fram-
leiðsluna av búnaðarver-
um í Feroyum, so er tað
tíverri soleiðis, at vit ikki
sleppa undan hesum
ólukku studninginum frá
tí almenna. Sum stødan er
í dag má hesin studningur
økjast enn meira.
Hetta sigur Óla Kristian
Debess, bóndi og formað-
ur í Bóndafelagnum í sam-
rødu við Sosialin. Vit hava
skift orð við hann um tær
stóru príshækkingarnar á
kraftfóðri og um steðuna
hjá landbúnaðinum í dag.
Óla Kristian Debess:
—Ein vekstur í kraftfóð-
urprísinum uppá 20 til
30 % fer at felast hjá bónd-
unum, tí kraftfóðurið er
ein rættuliga stórur
partur av kjøt- og mjólka-
framleiðsluni í dag.
Tað hevur tó eisini verið
ein lutvís stór hækking á
eilum brúksverum til
landbúnaðin hesa seinastu
tíðina. Teðini eru vorðin
munandi dýrari, somuleið-
is maskinur, amboð o.a
Eisini gongur prístalið
upp.
Mjólkin og prístalið
Mjólkaprísurin er ikki
bundin at prístalinum.
Skuldi hann verið tað ?
— Eg haldi ikki, at
mjólkaprísurin skal bind-
ast til pristalid. Eg trugvi
ikki, at ein og hver garður
kann hava sín rentabilitet
í lagi við at binda hann til
prisin. Tað eru so nógv
onnur viðurskifti, sum
gera seg galdandi, og prís-
talið er jú bundið til ávísar
brúksverur.
— Hvussu eiga tá bend-
urnir at fáa endurgjald
fyri tær steðugt hækkandi
úutreiðslurnar ?
- Tað eru tveir vegir at
ganga. Antin at seta
prísin upp, ella at tað
almenna letur pening til
forbrúkið.
— Men kunnu bendurn-
ir tá uttan at spyrja nakr-
an eftir taka meira fyri
mjólkina ?1
— Tað kunnu teir ikki, tí
tað er ein prísásetingar-
nevnd fyri mjólk, sett av
landsstýrinum, sum skal
áseta prísin. Hon hevur
sett henda prís til fram-
leiðaran í nekur ár og
ásetur prísin eftir, hverjar
útreiðslur mjólkaframleið-
arin hevur 4
— Hevur hesin prísur tá
fylgt teimum hækkandi
útreiðslunum ?
— Vit mugu ásanna, at
prisurin til mjólkafram-
leiðaran hevur ikki fylgt
gongdini annars. Men
prisnevndin hevur ikki
havt nakað haldgott
grundarlag til at seta prís-
in eftir.
Ov lítið rokn-
skapartilfar
— Hvussu skal tá farast
til verka fyri at beta um
hesi viðurskifti?
— Skulu vit loysa
trupulleikarnar hjá land-
búnaðinum, so mugu vit
fara grundleggjandi til
verka. Vit mugu fáa til
vega upplýsingar, sum
siga okkum, hvat er neyð-
ugt at gera fyri at fáa tann
prís, sum kann uppihalda
eini nátúrligari innteku í
mun til arbeiði.
Tað, sum ger tað eitt
sindur trupult at seta
skjetil á, er, at vit hava
lítið av roknskapartilfari
innan føroyska
landbunadin. Her kundu
vit lært av noråmonnum,
sum út frå rúgvusmiklum
roknskapartilfari hava
gjørt modelbruk i ymsum
støddum. Utfrå
modelbrukum
studningurin latin
hesum
verður
SOSIALURIN
Oli Krisjan Debess, bóndi og formaður í Bóndafelagnum:
Tað almenna má
lata stórri studning
til landbúnaðin
Í síðstu viku frættist, at kraftfóðurprísurin er uppfarin við umleið 30%. Vit hava nú
fingið upplýst, príshækkanin verður ikki rættuliga so stór, men hon kemur í hvert fall
at liggja um tey 20%. Saman við eðrum príshækkanum sum t.d. á olju kemur henda
nýggja príshækkanin at verða ein eyka byrða hjá landbúnaðinum, sum framman-
undan hevur trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Tað er so nyttuleyst at skula
konkurera við innfluttar verur, sum fáa stór tilskot heimanífrá.
Nýggju bendurnir
verst fyri
— Tær steðugt vaksandi
útreiðslurnar raka serliga
teir nýggju bendurnar
meint. Hver skal taka stig
til, at hesir bendur fáa
endurgjald ?
— Hesin spurningurin
hevur verið frammi í
Bondafelagnum fleiri ferð-
ir, og tað er klárt, at hann
verður lagdur á horðið til
samráðingar í næstum.
Bóndafelagið gongur inn
fyri, at vit fara at undir-
byggja eitt krav fyri sjálv-
an landbúnaðin, soleiðis at
meguleikar skapast fyri,
at menn fáa eina sámiliga
len í hesi vinnuni eisini.
Men vit mugu minnast til,
at hetta er eitt sterri arb-
eiði.
— Men hevur tað ikki
skund at fáa gongd á
hetta arbeiði ?
— Tað hevur tað
avgjørt. Men
spurningurin hevur veriå
frammi yvirfyri politikar-
unum fyrr. Tað er tó klárt,
at vit fyrst mugu semjast
við politikararnar um, á
hverjum grundarlag vit
skulu gera hetta arbeiði.
Almenna má gjalda
meira
— Miðjað verður frá ai-
mennari síðu móti at
menna landbunadin. Men
er tad rætt, at teir ein-
staku bøndurnir sjálvir
skulu standa fyri ellum
útreiðslunum til at byggja
fjós og velta úr nýggjum ?
Atti ikki heidur tað
almenna td. at goldið
sterri part av nýdyrkirg-
ini?
— Tað er púra rætt, at
studningurin er ov lítil
Poiitikararnir hava eisini
havt lindi heldur a
leggja studningin á ta
lidnu veruna enn at leggja
hann á tey ymsu liðini í
framleiðsluni, soleiðis sum
tað verður gjert aðra-
staðni.
Skulu vit ekja fram-
leiðsluna, so má loysast úr
lagdi nógva staðni, soleið-
is at flest møguligir garðar
kunnu koma í gongd. Tó
er tað so, at tey nýggju
brúkini ganga rættuliga
tungt. Her er tað so spurn-
ingurin, um uppbyggingin
hjá jarðarráðnum hevur
verið tann rætta.
Kappast við »kuns-
tigan« innflutning
— Nú letur landið rættu-
liga stóran studning til
fiskivinnuna og nakað til
landbúnaðin. Men er tað
eingin annar máti at út-
byggja landbúnaðin enn
við almennum studningi ?
— Tíanverri, eg dugi
ikki at síggja nakran
annan meguleika. Tann
reelli framleiðsluprísurin á
føroyskum búnaðarverum
er vorðin so stórur, at eg
vildi hildið, at sjálvt poli-
tikararnir munnu halda
hann vera ov hegan.
Vit mugu eisini gera
okkum greitt, at tað eru
ikki reellir prísir, sum eru
á teimum innfluttu bún-
aðarverunum Hesar
verur fáa stór tilskot í
framleiðslulondunum, so-
leiðis, at vit verða ikki
ferir fyri at kappast við
tær í prísi.
Tvey feløg
— Búnaðarmenn hava
fleiri áhugafeleg, eitt nú
Búnaðarfelagið og Bónda-
felagið. Hevði tað íkki
tænt tykkara
áhugamálum betri, um tit
bert høvdu eitt felag og
stóðu tit ikki tá nógv
sterkari uteftir?
— Uppgávan hjá Bónda-
felagnum er at arbeiða fyri
limir sínar í ellum viður-
skiftum — kanska serliga
har ábetur eru neyðugar.
Búnaðarfelagið hevur fyri
ein part somu uppgávu,
men hevur tað eisini
handil um hendi. Tað
hevði uttan iva verið nátt-
úrligt, at hesi feløgini vóru
eitt felag.
— Men hevur nakað
verið gjert fyri at leggja
saman?
— Tað hevur verið
frammi fleiri ferðir, men
nakað veruligt er ikki
gjørt við tað enn. Tað er tó
klárt, at meguleikin er til
steðar.
Stimbrar ikki aðrar
— Vit skulu menna land-
búnaðin og fáa nýggjar
menn í gongd siga politik-
ararnir. Men tann gongd-
in, sum er innan hesa
vinnu í dag, alt annað enn
stimbrar nýggjar búnaðar-
menn at fara til verka.
— Tað er rætt, at so er.
Tað ljóðar ikki, at her eru
nakrir pengar at vinna. Eg
meini, at orsekin til at
framleiðslan í dag ikki er
sterri enn hon er, er tann,
at menn hava verið ov
afturhaldandi við iløgum
til landbúnaðin — sjålvt
um nokk so nógv fjós eru
bygd seinastu 20 árini.
— Eitt er at fáa len fyri
sítt arbeiði. Men er tað
ikki eisini ein mannarætt-
ur at hava frítið?
— Tað er tað so av gjørt.
Norðmenn hava fingið
eina skipan viðvíkjandi
frítíð og frítíðarlen, har
tað er staturin, sum rindar
hesar útreiðslurnar, so tær
ikki verða lagdar omaná
framleiðsluprísin. Ein
búnaðar politikkur sum
heild má skapast fyri, at
vit kunnu beta um hesi
viðurskifti.
— Vil tað siga, at als
eingin búnaðarpolitikkur
verður ferdur ?
— Nú er tað so, at vit
hava ikki nakað full-
fíggjað tilfar sum grund-
arlag fyri ein búnaðar-
politik, men hartil er at
siga, at tað er ikki ómegu-
ligt at fáa hetta til vega.
Arbeiðir og tungt
og seint
— Sum tað skilst er tað
m.a. uppgávan hjá Bónda-
felagnum at leggja fram
uppskot til ein tilikan poli-
tik. Men hevur tað ikki
skortað uppá vilja og upp-
skot og arbeiðir Bóndafel-
agið ikki ov tungt og
seint ?
— Uppskot hava mang!-
að frá øllum síðum. Tað
kann nokk sigast, at
felagið arbeiðir ov tungt
og seint, men eg hugsi, at
tað hevði verið munandi
verri stætt hjá framleið-
arunum og bendunum í
dag, um Bóndafelagið
einki hevði gjørt. Og tað
er ikki komið nógv alment
fram um tað arbeiði, sum
er gjørt.
Ola Krisjan
sigur at enda:
— Vit mugu viðganga,
at vit hava gjørt ov lítið.
Men tað hevur eisini verið
striltið at fáa ymiskt
igjøgnum. Hugsið bert um
búnaðarskúlan, sum kom
á tingborð fyri seks árum
síðani.
Tað kundi sjálvandi
hava verið gjørt meira frá
Bóndafelagnum, men tað,
sum er avgerandi, er,
hverja steðu politikkar-
Debess
arnir hava til landbúnaðin