leygardagur 6. desember 1980síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 9
Hvat skulu vit brúka búnaðarskúla
til tá allir bøndurnir eru givnir
Tað er ikki nakar ynski-
dreymur at gerast bóndi í
Feroyum í dag. Fyri langt
stríð og strev er úrslitið:
lítil ella eingin len og
eingin frítíð.
Hetta kann tykjast eitt
sindur ótrúligt. Men so er
ikki. Serliga teir ungu
bøndurnir á teimum
nýggju gerðunum vita,
hvat tað vil siga at fara
upp í hesa vinnuna. Tað
hoyrist eisini, at tað eru
teir bendur, sum umhugsa
at gevast — nú teir júst
eru byrjaðir og eru við at
menna eitt framtíðar fer-
oyskt jarðarbrúk, ið skal
gera okkum sjálvbjargnar
við teimum so lívs-
neyðugu búnaðarverun-
um.
Sosialurin hevur tosað
við ein ungan bónda. Tað
er Hanus Vang á Vatna-
skerðum í Hoyvík. Hann
sigur m.a.:
— Tað er tungt at fáa
garðin at bera seg sum er,
og nú koma hesar
príshækkingar á fóðri
aftrat. Vit mugu antin fáa
hjálp til at fáa prísirnar
niður, ella mugu vit fáa
meira fyri mjólkina. Tað
er eitt av tveimum.
Hanus Vang sigur víð-
ari, at bendurnir mugu
royna at gera okkurt fyri
at vinna á hesum trupul-
leikum, men tað er torfert
at fáa bendurnar at gera
nakað, tí teir hava allir ov
mikið at gera við at fáa
garðarnar at mæla runt.
— Men sjálvt um ein
hevur hug at gera nakað,
leggur hann aftrat, so
mugu vit loysa okkara
egnu smáu trupulleikar,
sum liggja beint framman
fyri nesini alla . tíðina,
fyrst. Tað er veruliga
trupult at koma burtur úr
hesum trupulleikum til at
skula loysa teir stóru.
Keypa kraftfóður
undir seg
Fleiri av bøndunum hava
keypt nógv kraftfóður
undir seg fyri at tryggja
seg eina tíð framyvir móti
teimum hækkandi prísun-
um. Men hetta ger ikki
støduna betri.
Hanus Vang: — Tað ger
tað ikki mætari fyri likvi-
titetin, tí teir pengarnar
skuldi ein annars havt
brúkt til rentur og avdrátt-
ir. Urslitið verður, at ein
verður afturútsigldur.
Hann vísir á, at teir á
Vatnaskerðum hava gjert
stórar ílegur í ár og skulu
gjalda næstan hálvt-
hundrað túsund kr. í rent-
um og avdráttum. Hetta
klárar fjósið ikki, nú tað er
við at vera arbeitt upp.
Úrslitið er so tað, at
einki oyra verður eftir, tá
roknskapurin fyri fjósið er
gjørdur upp.
Seydurin og konan
— Hvat livir ein bóndi tá
av?
— Vit liva av tí, sum vit
fáa fyri seyðin. og síðani
arbeiðir konan eitt sindur
Eftir mínum telum at
døma, so kann tað ikki
mæla runt á einum garði,
har eingin seyður er, og
har konan ikki arbeiðir
eisini.
— Tað er tí einki at ivast
í, at teir sum ongan seyð
hava, teir eru ringast fyri
Hanus Vang heldur
ikki, at vit hava nakran
meguleika at kappast við
tær innfluttu búnaðarver-
unar í prísi. Tær verða jú
stuðlaðar heimanífrá, so
tað er als ikki tann veru-
ligi framleiðsluprísurin,
sum liggur til grund fyri
seluprísinum.
— Kunnu vit tí ikki
klára at kappast móti tí
ikki landbúnaðin, so eru
vit illa farnir í eini kreppu-
tíð, leggur hann aftrat.
Royndarsteð og
skúli hjálpa einki
— Men nú skal stór roynd-
arstað byggjast og ein
skúli! Fer tað íkki at
hjálpa landbúnaðinum ?
— Tað einasta, sum
verður tosað um, er henda
royndarsteðin og skúlin.
Hon hjálpir okkum so als
einki. Tað er ein rúgva av
smámálum, sum í letuni
hava sterri týdning. Tað
nyttar einki at byggja
eina royndarsteð nú, og tå
hon er liðug um eini 5 til
10 ár, tá eru allir jarðar-
brúkararnir givnir. Eg vil
siga, at sjálvt um henda
steðin varð liðug nú, so
hevði hon ikki kunna
hjálpt okkum móti
verandi trupulleikum.
Verkfall á meginlandinum kann
geva hungursneyð í Føroyum
— Við bert at hækka
prísin á mjólk ella bert
geva studning til fóður-
keyp verður ikki hjálpt
mest, har ringast
stendur til. Tí má Jarð-
arráðið, sum steðan er,
virka tann sosiala vegin.
Hesi orðini koma frá
einum av okkara yngru
bóndum, Hanusi Vang á
Vatnaskerðum í Hoyvík.
Í samreðuni omanfyri
greiddi Hanus eitt
sindur frá teimum trupul-
leikum, sum landbúnað-
urin hevur at dragast
við.
Í hesi greinini hava vit
biðið Hanus greiða frá,
hvussu hann heldur, at
vit best koma burtur úr
trupulleikunum.
Hann sigur:
Útseta skuld
Fyrst og fremst má tað
almenna gjagnum Jarð-
arráðið ansa eftir, at
tann aktivitetur, sum er,
ikki dettur niðurfyri.
Tað vil so aftur siga, at
Jarðarráðið kundi útsett
falna skuld í neyðugum
førum.
Síðani kundi tað á
fíggjarlógini fingið til
vega sterri játtanir til
Jarðargrunnin fyri tí
upphædd, sum er útsett,
soleiðis. at hetta ikki
ferir við sær, at útláns-
mongdin minkar. Låni-
tervurin er stórur, um
vit skulu effektivisera
okkum undan kreppun-
um.
Síðani mugu vit fáa
ein felagsskap at virka,
soleiðis at brúkarin og
myndugleikar hoyra um
støduna hjá vinnuni.
Hetta skal verða frå
einum felag, sum verun-
liga umboðar allar fram-
leiðarar.
Hesin felagsskapur
skal so saman við Jarð-
arráði og játtandi mynd-
ugleikum fáa í lag trygg-
ari og betri viðurskifti
fyri bóndan:
Fóðurmiðsteð
Vit mugu fáa avloysara-
skipan til frítíð og sjúkra-
dagar. Eingin annar í
samfelagnum er so
tvingandi noyddur til
verka hvenn einasta
dag, sum tann, ið hevur
mjólkineyt.
Fáa sett á stovn eina
fóðurverksmiðju í sam-
band við okkurt flaka-
virki, har mælið og súrg-
að slógv verður hevuðs-
mongdin í tí lidna fóðr-
inum. Henda fóðurverk-
smiðja kundi einsvæl
verið gjørd í felag við
havbúnaðin, tí teirra
fiskur = kundi fingið
næstan sama fóður. Við
slógvinum hava vit eis-
ini stórar meguleikar at
minka um innfluttu
handilsteðini. Lat
okkum fáa nokk av bíl-
igum ella í ókeypis
slógvi, so klára vit
okkum nokk.
Innflutt og egin
framleiðsla
Harafturat áttu vit at
fingið eina skipan, har
allar veiddar og avreidd-
ar skeljar vórðu knústar
og spreiddar út um be og
ong. Hetta hevði havt
alstóra ávirkan á jerð-
ina. Kálkjavnin í jerðini
fæst í rætta legu, so-
leiðis, at jerðin krevur
minni taðing. Betrandi
kálkjavni gevur mink-
andi radioaktivitet í
mjólk og kjeti. Og tað
hevur eisini stóran
týdning.
Hesin áðurnevndi fel-
agsskapur má eisini
saman við brúkarum og
myndugleikum loysa
trupulleikar við innflutt-
ari og egnari framleiðslu.
Onkursvegna soleiðis
at allur innflutningur og
sela av landbúnaðarver-
um er í einum, sostatt at
okkara egna framleiðsla
altíð skal seljast fyri
sama prís sum innflutta
veran, og so má vinning-
urin av innfluttu veruni
gjalda meguligt hall av
okkara.
Vandamikið um
mjólkaframleiðsl-
an dettur niðurfyri
Kundu myndugleikarnir
hjálpt okkum ávegis á
rættan hátt í semju við
brúkaran fáa vit eitt gev-
andi og trygt landbrúk á
innlendisstødi.
Um vit eru so illa farn-
ir og niðurundirkomnir,
at vit ikki megna at fåa
ein sterkan felagsskap
upp at standa, noyðast
myndugleikarnir fyri
framtíðar skomm skyld,
at skipa einsamallir fyri
teimum betandi tiltek-
unum. Tí dettur mjólka-
framleiðslan fyrst niður-
fyri, verður tungt og
drúgvt at fáa hana aftur.
So nógv og helst nógv
meira er neyðugt at gera.
Í fyrsta lagi eru tað
ognarviðurskifti, bústað-
ar- og framleiðsluskylda,
og royndar- og skúlavið-
urskiftini verða tá greið
at fara undir.
Teir ymsu garð-
arnir
Hanus nemur síðani eitt
sindur ið sjálvan
»strukturin« í vinnuni:
Góðir garðar
Tað eru garðar, har
framleiðslugegnini eru
niðurgreidd, mjólka-
framleiðslan er í fastari
optimalari legu, og har
tað er eitt gott seyða-
brúk
Veikir garðar
Tað er har seyðabrúkið
er í lagi, men har innan-
garðsbrúkið er nýbyrjað
við stórum forpliktilsum
til rentur og avdrátt av
bei, bygningum og am-
boðum, og har mjólka-
framleiðslan ikki er
komin uppá rettu stedd
og harvið fer alt ella ov
stórur partur til viðset-
ing av kálvum.
Sera veik brúk:
Har eingin seyður er, har
steddin er ov lítil til, at
framleiðslan kann vaksa
við inflatiónini, ella har
rentu- og avdráttar-
byrðan er ov stór
Kreppa fer at gera
hungursneyð
Alternativið í tí einki at
gera er, at so við og við
dettur okkara búnaðar-
framleiðsla niðurfyri.
Við innflyta alt okkum
tervar av útlendskum
búnaðarverum, og revi-
sorarnir kunnu vísa
okkum, at hetta er góður
politikkur
Tann føroyski
brukarin sparir so og so
nógvar miljónir árliga
við at innflyta verurnar,
farmaskipini fáa nógva
frakt fyri flutningin.
Bankarnir tjena uppá
gjaldingarnar, fyrst frá
heilseluni/útflytara í
EEC. Síðani frá keyp-
manni til heilselu.
Tryggingarsambandið
fortjenar við at tryggja
verurnar osfr.
Telini verða alstór,
Men hvussu trygt steði
er >„vælferðarsamfelag-
ið< Feroyar bygt uppá á
henda hátt ?
Ein kreppa ella eitt
kríggj ella eitt verkfall á
meginlandinum fer at
geva hungursneyð í Fer-
oyum. Hungur er skart
sverð. Lat okkum sleppa
undan tí, meðan vit enn
hava kjansin, endar
Hanus Vang í síni
viðmerking til, hvussu
vit kunnu basa trupul-
leikunum hjá landbún-
aðinum.