mikudagur 10. desember 1980síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
SOSIALURIN
Hanus í Miðstovuni, formaður í Búnaðarfelagnum-:
Heldur sterk argument
— enn skrál og róp
— Vit bøndur eiga at vera ærligir og »uppriktigir«
Í samband við at tíðindi
ganga um, at prísurin á
kraftfóðuri fer at hækka
munandi í næstum, hava
vit vent okkum til
mannin í Búnaðarfelagn
um, Hanus í Miðstovuni á
Sandi og biðið um eina
viðmerking
Hanus í Miðstovuni
sigur, at innflytararnir av
kraftfóðuri eru ikki samd-
ir um, hvussu stór prís-
hækkingin verður, men
hann heldur ikki, at hon
fer at vera so stór, sum tey
30%, ið onkur hevur
nevnt.
— Eg má viðganga, at í
mun til aðrar vinnur, er
inntskan hjá teimum
ungu bóndunum í dag ov
lág. Tí mugu vit eisini
royna allar teir utvegir,
sum eru fyri at hækka um
úrtekuna hjá teimum sum
framleiða, sigur Hanus í
Miðstovuni.
— Men hverjir útvegir
eru spurdu vit?
— Eg dugi ikki heilt at
definera, hvat skal gerast.
Tað er helst ikki bert hetta
eina. at prísirnir eru ov
lágir. sum kann halta. Tað
for-
kunnu eisini verða onnur
viðurskifti.
Ov litið taltilfar
Hver er tín persónliga
meting um støduna hja
feroyska jarðarbrúkinum ?
Tað. sum er ringast
hjá bæði Búnaðarfelagn-
um og politikarunum at
hava við at gera, er tanr
sannroynd, at okkara jarð-
arbrúk hevur ikki rokn-
skaparskyldu. Av hesi
somu orsek er einki tal-
tilfar til, sum er álítandi.
Tað eru nakrir bendur,
sum siga, at teirra rokn-
skapir eru rættir. Tað havi
eg einki at siga til. Eg veit
ikki um teir eru rættir.
Men fyri tí kann eg ikki
góðtaka, at ein einstakur
roknskapur, sum er
rættur, skal vere model
fyri å blaka politikarunum
og siga, at soleiðis er tað
og tað.
Roknskaparskylda hev-
ur bert verið galdandi í
eitt ár. Tað líkist tó
ongum, hvussu bendurnir
á teimum ymsu
plåssurum eru viðfarnir
av skattamyndugleik-
unum. So vítt eg veit,
hevur Líkningarráðið ikki
tikið nakra fasta steðu til,
hvussu tað og tað skal
skiljast
Mugu hava argu-
mentir
— Vil tú við eðrum orðum
siga, at ikki fyrr enn rokn-
skaparskyldan hevur
verið galdandi í nekur ár,
tástaðni kunnu vit gera
okkum metingar um,
hvussu landbúnaðurin
skal stuðlast ?
— Ikki fyrr enn tá hava
fakfelegini haldgóð argu-
ment.
— Men kann tað ikki
longu ver ov seint tá — at
nógvir bøndur tá eru givn-
ir?
— Jú, tað er júst tað,
sum tað kann. Serliga hjá
teimum nýggjastu fjós-
unum og teimum, sum
hava ta nýggjastu útgerð-
ina. Hon er vorðin so dýr
Hesir menn standa við
stórum lánum, so trupul-
leikarnir gera tað meira
vandamikið fyri teir
nýggju. enn fyri teir
bøndur, sum hava útgerð,
ið er nakað eldri.
— Tá tosað verður við
bendur kring landið
tykist, at nógvir av
teimum hava lindi til at
halda, at Bóndafelagið og
Búnaðarfelagið hava gjert
ov lítil fyri landbúnaðin.
Er tað so, at t.d. Búnaðar-
felagið hevur gjert ov
litið?
— Mær dámar undir
ongum umsteðum at
koma við krevum út
villan heim uttan at hava
haldgóð argument. Eg
dugi tað ikki. Men tað
tykist sum um, at tað eru
so mong, sum duga júst
hetta: at slongja krøv út,
sum eru reinir påstandir.
Tað er tað, sum hindrar
felagnum í at hava gjørt
nakað munandi i so máta
Tað hevur tó verið gjørt
nakað, og tað hevur eisini
verið vístur vælvilji frá
politikarunum tey seinnu
Kappast við inn-
flutta mjólk
Hanus í Miðstovuni sigur
víðari, at fer ein at kanna,
hvussu kjøt- og mjólka-
prísirnir hava verið í
nekur fá ár, so vil ein
koma til ta niðursteðu, at
tað er ikki sum tað verður
sagt, at einki er hækkað
Tad er so bert tað, at tað
er nú rættuliga long tíð
síðani, at mjólkaprísirnir
eru hækkaðir.
— Men vit mugu tó eis-
ini minnast til, leggur
hann aftrat, at vit fáa
kapping uttanífrá i
mjólkaprísum. Teir liggja
jú nógv lægri enn okkara,
tí teir m.a. fáa studning
frá EF.
— Nógv bendir á, at
kjøtvørurnar frå EF fara
at hækka í næstu framtíð.
Er hetta ikki grund til, at
vit nú av álvara fara at
menna landbúnaðin ?
— Tað er so púra klárt.
Tí vit koma fyrr ella seinni
at standa í tí steðu, at vit
fáa ikki handa bíliga
matin uttanífrá. Tað er so
reingiliga vist. Og verður
so onkur blokada á megin-
landinum verður uppaftur
verri stætt. Skulu vit tá
fara at byggja eitt jarðar-
brúk upp! Nei tað kann
ert gerast eftir 10 árum
og ikki eftir einum til
tveimum árum.
Ov lítil til jarðar-
grunnin
— Men gera vit nóg mikið
fyri at útbyggja landbún-
aðin ?
— Avgjert ikki. Serliga
ikki hvat viðvíkur ílegun-
um í jarðargrunnin, sum
eru alt óv lágar. Tað
hjálpti væl fyri fýra árum
síðani, tá tað komu 3 mill.
kr. í grunnin í staðin fyri
300.000 kr. Men hvat eru
tær 3 mill. kr. verdar í dag
í mun til tå!
— Er steðan tann, at tað
almenna má koma meira
inn í myndina?
— Ja, so avgjert, men
spurningurin er so bert,
hvat lið í framleiðsluni
skal stuðlast. Tað kann
ikki vera rætt bert at
grýta um seg við studn-
ingum, tí at einstakir ikki
fáa tað at mæla runt. Tað
er ikki vist, at tað eru har
vansarnir eru.
Sjálvur haldi eg, at
studningurin til velting er
ov lágur. Her átti tað
almenna at latið sterri
Hanus í
formaður í
felagnum:
— Vit mugu hava taltil-
far at arbeiða út fra
studning, serliga til ný-
dyrking á teimum
almennu gerðunum. Tað
er eisini ógvuliga umráð-
andi, at rentan ikki fer
upp á lánunum úr jarðar-
grunninum, tí so verður
heilt galið
Hava fylgt við
— Hver er so uppgávan
hjá Búnaðarfelagnum ?
— Tað hevur higartil í
tílíkum viðurskiftum
verið roynt at tosa við
politikararnar. Hetta
hevur eisini borið við sær,
at broytingar hava verið
gjørdar innan stutta tíð
bæði í mjólkastudning-
Miðstavuni,
Búnaðar-
inum og serliga í kjøtfram-
leiðsluni.
Tað hevur verið roynt at
skipa hesar studningar so-
leiðis, at teir hava uppvig-
að munin millum tað
bendurnir í EF fáa meira
fyri sítt kjøt enn vit fáa
orsakað av tí studningi!,
sum hevur verið á inn-
fluttum kjeti. Hetta hevur
so verið hildið ajour í
nekur ár.
—So tú metir tað ikki
vera rætt, tá menn siga, at
Búnaðarfelagið einki
hevur gjert ?
Nei so avgjørt. Hatta er
slutur. Tað verður bara
slongt út, at tað verður
einki gjørt, tí hildið verður
at ov lítið er gjert. Og
hatta er ikki veruleikin.
Búnaðarfelagið hevur so
sett tey viðurskifti í verk,
sum hava kravt pengar
hjá bendunum. Soleiðis
eigur Búnaðarfelagið at
kalla allan partapeningin í
Greði og somuleiðis í
mjólkavirkinum.
Betur við einum
felag
— Var tað ikki betur við
einum heldur enn
tveimum felegum — Bún-
aðarfelagnum og Bónda-
felagnum ?
— Tað er klárt, at tað
átti ongantíð at verið
komið nakað annað felag
enn Búnaðarfelagið. Eitt
felag kundi einsvæl røkt
áhugamálini hjá
bøndunum. Hitt verður
oftani til at liggja og detta
um føturnar á hverjum
eðrum og skula gera júst
tað sama. Tað eru eisini
somu limir í báðum feløg-
unum.
Ikki studning á
fóðurprísin
— Fundur hevur verið í
Eysturoynni um steðuna
hjá mjólkaframleiðarum.
Hvat hevur tú at siga til
hetta?
— Tað kann vera vanda-
mikið, um menn tosa um
at geva studning til fóður-
prísin. Tí tá freistar man
fólk til at brúka ov nógv
av fóðri. Vit skulu heldur
leggja studning til fram-
leiðsluna, tí so fært tú ikki
studning uttan tú fram-
leiðir
Eg meini heldur ikki, at
studningurin eigur at vera
latin í eitt hvert lið í fram-
leiðsluni. Bendur eiga at
vera ærligir og uppriktig
ir. Teir eiga at ganga út
frá argumentum og ikki
frá skrálum og rópum. So
er tað betri Ogjørt.
Nogvir illa fyri
— Kann tað hugsast, at
ein nevnd við politikarum
og bendum verður sett at
viðgera aktuellu steðuna ?
— Tað kann væl
hugsast.
— Men skal initiativið
koma frá Búnaðarfelagn-
um?
— Tað kann tað væl
saktans, men eg veit tað
ikki enn. Fundur verður
skjótt í Búnaðarfelagnum.
og fara vit at viðgera
støduna. Men vit mugu
ikki bert gera okkurt fyri
at gera nakað.
— Men hvat við
teimum, sum eru heilt illa
fyri?
— Gott nokk skal ein
hjálpa har illa stendur til
Men menn kunnu jú
leggja sítt arbeiði so illa til
rættis, at tað hjálpist ikki
Tó vil eg sjálvur halda, at
teir, sum hava tey nýggju
fjósini, eru illa fyri.
Studning til ný-
dyrking
Vit spurdu nú Hanus
Miðstovuni, sum hevur
verið bóndi alt sítt lív
hvat mál vit eiga at seta
okkum fyri landbúnaðin í
80-unum ?
— Vit eiga í fyrsta um-
fari at nekta tervin á
drekkimjólk og øllum
teimum súrverum, sum
brúk er fyri. Vit mugu
velta so nógv úr nýggjum,
sum til ber.
Tað er her, at studning-
urin frá tí almenna eigur
at fara. Tí tað verður ov
dýrt hjá tí bóndanum,
sum veltir úr nýggjum, at
átaka sær hetta fyri egnu
rokning. Seinni ættarlið
fara at fáa nyttu av
hesum, og tí eigur ny-
dyrking at verða gjørd við
munandi almennur
studningi.