Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-12-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 1980síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Er SOSIALURIN Endiliga fekk Lopra brandslangurnar — Fólk i Lopra fara nú at krevja greitt svar frå bygdaráðn- um, um bygdin fær eina brandpumpu ella ikki Lopra hevur nú fingið brandslangurnar, sum vóru ætlaðar bygdini, tá Sumbiar kommuna í 1975 keypti 400 metrar av brandslangu. Tað varð av- gjørt longu tå, at 200 metrar av slangunum skuldu liggja í Lopra. Men ikki fyrr enn nú, fimm ár seinni, eru tær komnar. Hetta hendi, eftir at nekur fólk í Lopra skrivaðu til bygdaráðið og kravdu at fáa slangurnar. Hans Olaf Andersen í Lopra, sum hevur stríðst fyri at fáa brandslangurn- ar, sigur, at enn kunna tær kortini ikki brúkast. Tí brandpostarnir eru tríggir tummar og slangurnar tveir. Men reduktións- koblingar eru bílagdar, sigur hann. Ongin pumpa Í Lopra eru tey sjálvandi fegin um, at slangurnar endiliga eru komnar. Men tey eru hinvegin ikki negd við svarið frá bygdaráðn- um viðvíkjandi ynskinum um at fáa eina brand- pumpu til Lopra. Hetta var eisini við í skrivinum til bygdaráðið, sigur Hans Olaf Andersen. Men svar- ið var, at bygdaráðið skuldi taka tað til eftir tektar — Hetta svarið eru vit ikki negd við. Vit fara at skriva aftur og boða frá, at vit ikki kunna góðtaka tað. Vit vilja antin hava eitt positivt ella eitt nega- svar. Hitt er onki svar, sigur Hans Olaf An- dersen. Hann sigur, at tað er ongin brandpostur á Økrum og ti er neyðugt við pumpu har. Hann tivt hevur somuleiðis fingið at vita frá Brunatryggingini, at ein pumpa skal vera í bygdini. Umteljing í 36 tímar Við seks tíðina sunnu- morgunin var endaliga úr- slitið frá býráðsvalinum í Havn tekt. Tá hevði val- nevndin og fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu skipað fyri eini fínteljing afturat, sum vardi í 36 tímar. Grundin til, at tað varð talt um aftur, var hon, at munurin var minni enn ein atkvøda á muni millum uttanflokkalistan hjá Petur í Gong og listan hjá tólkaflokkinum. Hetta kom annars fram við fínteljingina, sum varð gjørd týsdagin í seinastu viku — dagin eftir valið. Men við tað at munurin var so lítil, og óvissa var um eina atkveðu, varð talt umaftur. Valkveldið fekk uttan- flokkalistin fimm mans, meðan fólkaflokkurin fekk tveir. Við fínteljingina broyttist steðan, soleiðis at uttanflokkalistin mátti lata ein til fólkaflokkin. Verður atkvødutalid hjá uttanflokkalistanum, sum er 1608, býtt við 5, fæst talið 321,600, og verður atkveðutalið hjá fólka- flokkinum sum er 965 býtt við trý, fæst talið 321,666. Sostatt er munurin bert 0,066 til fyrimuns fyri fólkaflokkin. | broytti einki Endaliga úrslitið Úrslitið av valinum verð- ur: javnaðarlistin 886 (+78) sambandslistin 536 (-119) framburåslistin 143 (-134) sjálvstýrislistin 514 (+ 128) tjóðveldislistin 691 (+ 167) fólkaflokslistin 965 (-24) uttanflokkalistin 1608 (4455) kvinnulistin 257 Javnaðarflokkurin fær tveir mans: Leivur Johannesen við 217 at- kveðum og Jákup Suna Jacobsen við 160, sum báðir sótu í tí gamla býráðnum. Nummar trý er Jóhann Mortensen við 124 atkveðum, meðan Dagmar Jacobsen kemur sum nummar fýra við 57 atkveðum. Sambandslistin fær ein mann: Peter F. Christian- sen við 145 atkveðum. Sambandsflokkurin misti ein mann, Sofus Sivert- sen. Hann fekk 94 atkvød- ur. Nummar trý er Tor- bjørn Michelsen við%2 at- kveðum, meðan Beate L. Jensen fekk 39 atkveður Framburðs- og fiski- vinnuflokkurin fekk ongan mann og hann hevði ongan í tí gamla bý- ráðnum. Flest atkveður fekk Eli Danielsen. Hann fekk 25 atkveður. meðan Martin Kúrberg fekk 20. Sjálvstýrisflokkurin fekk ein mann, Ronald Poulsen við 129 atkveðum. Nummar tvey er Seren P Serensen. Hann fekk 85 atkveður, meðan Torbjern Poulsen fekk 58. Ronald Poulsen hevur sitið býráðnum síðan summar, tá hann kom inn fyri Ebba Mortensen, sála. Tjóðveldisflokkurin 691 atkveður og tveir mans Zakarias Wang við 132 at- kvødum og Finnur Johan sen við 87 atkveðum. Nummar trý er Kristianna Rein við 74 atkveðum, meðan Vár Michelsen kemur sum nummar fýra við 57 atkveðum. Finnur Johansen sat í tí gamla býráðnum. Fólkaflokkurin fekk tríggjar mans: Poul Mic- helsen við 230 atkveðum, meðan Essa Arge fekk 158, og Arnstein Niclasen fekk 140 atkveður. Tveir av teimum sitandi byrådslimunum fullu, Petur Christiansen, sum fekk 133 atkvødur, og Niels Debes við 124 at kvødum. Teir eru åvikavist nummar fyra og fimm á fólkaflokslistan- um. Uttanflokkalistin fekk aftur fýra mans og tann fyrstvaida býráðslimin Ingi R. Mohr við 510 at kveðum. Petur í Gong fekk 371, Heðin Mortensen fekk 159 og Dánjal Larsen fekk 135 at- kveður. Nummar fimm eru Uni Persson og Oddmar Rasmussen, sum báðir fingu 80 atkveður Kvinnulistin, sum fyrstu ferð stillaði upp. fekk einki umboð. Flest at kveður fekk Hanna Joensen. Hon fekk 81 meðan Frida Hansen fekk 17. Noomi Jul 33, Berg- tóra Justinussen 38 og Marita Mohr fekk 45 at- kveður. Listin fekk 43. Ongar samráðingar Eftir tí, sum Sosialurin hevur fingið uppspurt, hava ongar veruliga samráðingar verið millum flokkarnar enn. Í tí gamla meirilutanum sótu allir teir politisku flokkarnir uttan sambandsflokkurin. Hann sat saman við uttan- flokkalistanum andstødu Síða 5 í Lopra — Tað er illa statt í Lopra, kemur eldur í. Tí ongi siøkkiambod finnast i bygdini. Fyri nøkrum árum síðani keypti Sumbiar komm- una, sum Lopra er í, nakrar hundrað metrar av brandslangu, sigur Ongin sløkkiambod brandslangurnar liggja í Sumba ara í Lopra sigur, at ætlanin var, tá slang- urnar blivu keyptar, at nakrar av teimum skuldu vera í Lopra. Men hóast fleiri fyri- spurningar til sóknar- stýrið um at fáa slang- urnar til Lopra, liggja Sosialurin skrivaði um brandslangurnar hjá Sumbiar kommunu í summar. Nú hevur Lopra fingið sín part av teimum Summar heilsusamtyktir Hvat er loyvt og hvat er ikki loyvt at selja í eini matverukrambúð ? Er loyvt at selja eplir urtapottar (pottaplant ur) o.a.t. saman við óinnpakkaðum breyði og kjøti, tá ið kram- búðin ikki er størri enn, at hesar vørur næstan standa lið um lið? Er tað loyvt at hava hundar og kettur inni í eini matverukrambúð ? Er tað ikki skeivt at loyva fólki at roykja inni í eini matveru- krambúð? Hesar og nógvar líknandi spurningar fær Brúkarafelagið ofta. Vit hoyra nærum dag og dagliga um tann og tann, ið hevur spýggju- sjúku ella magasjúku, ja, hetta eru ofta reinar umfarssjúkur. Spyr ein so læknan, svarar hann ofta, at tað gongur magasjúka ella tað gongur spýggjusjúka. Tað skal ikki vera sagt her, at samanhang er ímillum hesar sjúkur og krambúðir, ið selja óinnpakkaðan mat og molddálkaðar verur (eplir, urtapottar o.a. lið um lið. Eitt er tó vist, at nógvar at teim bakterium, ið mold og sostatt eisini á eplum og ymiskum grønmeti eru ikki at spæla við, koma tær í annan mat. eru Heilsunevmndirnar brúkarateigurin Heilsunevndir svíkja matvørukrambudir ongantíð havt vitjan av heilsunevnd- ini á staðnum, sigur Brúkarafelagið i hesum teiginum um krambúðir og hava teimum ymisku komm ununum hava eftirlit við krambúðunum, ið selja matverur og heilsusamtyktirnar siga greitt hvat tær hava at halda seg til, men ein hevur tó varhugan av. at heilsu- nevndirnar eru ikki altíð eins samvitsku- fullar, tá tað snýr seg um hetta eftirlit, tí tað munnu verða fleiri krambúðir. ið ongantíð hava havt vitjan av heilsunevndini á staðnum. Okkara ráð til brúk arar, ið halda at ein matverukrambúð ikki lúkar tey mest einføldu krev til matvøruhygi- ejnu er tí, at teir skulu venda sær fyrst til krambúðina sjálva og um tað ikki hjálpir, so til heilsunevndina á staðnum Hundar og kettur eiga ikki innivist í eini matverukrambúð og royking átti als ikki at verið loyvd í eini kram- búð, uttan mun til um hon selur mat ella klæðir. Uttan iva vildu allir keypmenn fegnast, um brúkararnir góvust við at roykja inni í kram- búðini, tí hetta er bert Brúkarafelagið hex ur telefonnr 1 5478 aftanå ki. 18 og adress an er Brúkarafelagið v/S. Dalsgaard. Hoy dalar, Hoyvík