mikudagur 10. desember 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
. sm telf. 14720. 11820
SOSíalur Nn box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari:
p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Bóndi er bústólpi
EYSTUROYAR bóndir hava vent sær til ting-
ið og við góðari grund kært seg um teir høgu
fóðurprísirnar.
BRÚKARARNIR kæra seg dagliga somuleið-
is við góðari grund um teir høgu prísirnar á
búnaðarverum, serstakliga á mjólk.
VIT DREKKA 4 milj. pottar av mjólk um árið í
Føroyum. av hesum framleiða føroya bóndur
tær 3 miljónirnar. Endamálið má í fyrstu syftu
vera at skipa so fyri at øll mjólk, sum vit
drekka í Føroyum, verður framleidd her i
landinum.
MEN SPURNINGURIN um mijólkafram-
leiðsluna kann líka so lítið sum trupulleikar
bónda við fóðurprísunum loysast fyri seg,
men á loysast sum lid í einari heildarloysn
fyri landbúnaðin. Tað sum okkum tørvar er,
at vit læra at meta landbúnaðin sum eina
heild og sum ein týðandi part av tí samlaða
føroyska samfelagsbuskapinum.
HOAST AT kalla øll landsstyri hava sagt seg
vilja stuðla landbúnaðinum, er í roynd og
veru alt ovlítið fingið av skafti. Hóast nógv
føgur orð, hava okkara politikarar bart út ikki
skilt, hvønn tydning tað hevur fyri samfel-
agið at vera sjålvforsynandi við tær mest
neyðturvuliga matvørurnar. Vit hava i
javnadarflokkinum okkara part av åbyrgdini
av hesum skeivleika. Vit hava, tå vit hava
myndað landsstýrið, latið aðrar umsitið land-
búnaðin og úrslitið hevur verið hareftir:
snævurskygd bóndaáhugamál eru farin
framum brúkaramál.
TÍÐIN ER NÚ komin til at umhugsa ein heilt
nýggjan landbúnaðarpolitikk. Hesin politikk-
ur eigur eftir okkara tykki at byggja á tvey
grundsjónarmið. Fyri tað fyrsta skal hann
koma brúkaranum til góðar. T.v.s. hava til
endamåls at skaffa føroyingum nógmikið av
ódýrum matverum. Fyri tað næsta skulu
brúkini stuðlast á tann hátt at stuðulin fyrst
og fremst kemur teimum sum nýta jørdina til
góðar. Hetta vil við ødrum orðum siga, at øll
jarðarlóggávan má endurskoðast, og nýggj
jarðarlóg gáva má skapast eftir teimum her
nevndu prinsippum. Men hetta gerst ikki
eftir einum degi, og tí eiga teir mest
átroðkandi spurningarnir at vera loystir
beinanvegin, soleiðis at tann framleiðslan
sum er í gongd kann halda á og soleiðis at
brúkararnir skulu kunna fáa landbúnaðar-
verur — fyrst og fremst mjólk til ein yvir-
komiligan pris. V.9.0. bæði bøndur og brúk-
arar eiga í hesum umfari at fáa studning.
Lýsið í sosíalinum
SOSIALURIN
Barnaútvar
pið og vit vaksnu
Nú eitt kveldið sat eg og
lýddi á ævintýrið um lítla
Tummul — eitt sera ókris-
tiligt ævintýr, um eina
móðir, ið sendir mannin út
í skógin fyri at beina fyri
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
øllum bernum sínum, ein
syndarligur moralur
Hetta, at seta bern út,
sum tey gomlu róptu tað,
var vanligur siður í heidn-
ari tíð. Hetta var eitt tað
besta og sjónskasta, ið
kristna trúgvin royndi at
fyribyrgja og broyta.
Men mangan mundi
vera so trongt hjá neyðar
fólki, at bernini fóru kort-
ini um tey ikki vóru útsett
at doyggja. Tey doyðu í
ómengd, men tíbetur vóru
ikki mangar ravnameður,
sum móður Lítlatummul
— tær royndu heldur at
svelta sjálvar, áðrenn
barnið leið neyð.
Tó, vánaligt mundi
mangan vera í „teim góðu
gomlu døgunum« tí barna-
deyðin var ræðuligur, og tí
var miðalaldurin so lágur
Hetta, betri enn nakað
annað vísir okkur hvat
vælsignilsi tær lógir eru,
ið forða hesi neyðini ið var,
nú á okkara degum.
Stavnamaðurin hjá
Dagblaðnum, ið maður
sum Hákun Djurhuus er
so sera glaður um, háðar
hesar lógir við at kasta
eftir tí manni ið til eina og
hverja tíð skal standa fyri
hesum lógum sum minist-
ara fyri neyð og elendig-
heit.
Men lýtir ein eitt sindur
aftur í tíðina, so nýtist
eingin at undrast, tí eingin
stríddist meira ímóti
hesum lógum enn júst
Hákun Djurhuus, líka til
at hann ikki tordi meir.
Og gamla
Dimmalætting, ið segði
»huldskab og troskab«
upp vid Kristian Djur
huus, tå hann fér saman
við Fólkaflokkinum, hon
er sera fegin nú, ið sami
flokkur er í ferð við at
mynda stjórn saman við
sambandinum.
So tað kann av sonnum
sigast við G. L. Samuel-
sen, at hvokkin er hann
Grímur á Skóg.
Uppsalapætur
VIT - ÞÓLLAND — VIT mm. 22;
Pólskir arbeiðarar kunna
— óivað uttan teirra egna
ynski — ásanna, at teir eru
heimsins nalvi. Hetta
skyldast einamest tann
kapitalistiska heimin, ið
roynir at skava sær ágóða,
serstakliga ideologist, av
tí kreppusteðu Pólland er
komið í.
Propagandatólini —
blød og útvarp — ýla og
rópa um, at sosialisman er
drepandi og oyðandi fyri
arbeiðarastættina. Ynski-
ligt er eisini, at arbeiðarar
skulu halda, at fyrsta stig
inn í himmiríki, er tann
kapitalistiska skipanin,
við sínum »frælsi«, at
tonkja og skriva.
Men hvat hendir verun-
liga í Póllandi ?
Eins og í Póllandi, finn-
ast eisini glottar her hjá
okkum. Sendingin í sjón-
varpinum, sunnukveldið
(29/11), ber prågv um at so
er. Her fingu vit eina
nokkso góða mynd av,
hvussu umsteðurnar eru í
Póllandi. Ein fekk varhug-
an her, at steðan hjá ar-
beiðarastættini í Póllandi
(eins og í øllum Eystur-
Europa), minna sera nógv
um steðuna hjá arbeiðara-
stættini í teimum kapita-
listisku londunum. Her
skulu nekur demir
nevnast.
Í byrjanini av sending-
ini segdu nakrir arbeiðar-
ar, at pólska stjórnin
hevði ført og førdi ein óer-
ligan politikk. Hon boðaði
frá, at tann búskaparliga
steðan var góð, so onki
var at óttast fyri. Men
hvat hendi(r) aftan fyri
kulissirnar ?
Uttanlandsskuldin veks-
ur, len arbeiðaranna verð-
ur sett til tilverunnar
lægsta mark...alt, bert
fyri at vald og ágóði skal
verða á teimum somu
hondunum. Verður eygað
snarað hendan vegin,
síggja vit akkurát tað
sama. Reallenin minkar,
skatturin veksur, arbeiðs-
loysi...alt, bert fyri at
vald og ágóði skal verða á
teimum somu hondunum.
Tann brennandi spurp-
ingurin, sum allarhelst
flestu síggjarar ynsktu,
varð eisini spurdur og
svaraður: Hver er tykkara
steða til sosialismuna?
Vit hava onki mótir sosia-
lismuni. Okkara ynskið er
eina menniskjaliga sosia-
lismu. Og Lech Walesa,
leiðarin hjá tí fría fakfel-
agnum, setti prikkin yvir
iið: »Undir øllum skip-
anum verða arbeiðara út-
píndir“. Hann bað allar
arbeiðarar vestanfyri gera
eins og teir, og um hjálp
skuldi til, var bert at kalla.
Orðini hjå Walesa
skelka meguliga mong ar-
beiðsfólk, men tað sum ein
má hava í huganum er, at
arbeiðararnir í Póllandi
ikki kunna peika á nakra
stýris-skipan — i. núver-
andi steðu — ið er til
gagns fyri teirra egnu
stætt. Men hóast tað, so
er teimum greitt, á hvenn
hátt útpíning av arbeið-
arastættini skal stedgast:
Arbeidarastættin må
vaksa um sitt medvit, so
hon er greið yvir stødu
sina. Krøvini veråa bert
vunnin við samanhaldi og
solidariteti.
Nettup hetta síðsta
kunnu arbeiðarar her á
okkara leiðum læra nakað
av, og mugu niðurbróta
tann vánaliga borgarliga
(herundir tann falska
arbeiðarapolitikk »arbeiå-
araflokkarnir« føra) moral-
in: Bara eg standi meg.
Allir arbeidarar kring
knøttin eru fyri somu
lagnu, so åhugamålini
skuldu sjálvandi verið
eins !
Jastrau
Vælferðarsamfelag fyri brekað???
Hettar er ein donsk
grein um donsk viður-
skifti — men i Føroyum
er so gott sum øll vernd
fyrt brekad å donskum
hondum ffiggjarliga), so
greinin vísir eisini tey
føroysku viðurskiftini.
Skal vælferðarsam-
felagið verða gald-
andi fyri ell?
Ég lovaði einaferð einum
manni — undir einum
orðaskifti — ein góðan
degurða, um hann kundi
nevna mær tvær avísyvir-
skriftir, sum vóru frá
tveimum døgum síðani.
Tað kundi hann ikki, og
tað visti eg sjálvandi. Tað
kundi eg heldur íkki
sjálvur.
Tað vísir okkum,
hvussu vit lesa avísir.
Tað seinastu tíðina
hevur nógv staðið í avís-
unum um eitt serligt evni,
sum helst ikki skuldi verið
gloymt. Tí skrivið eg hesa
líttlu grein í tí vón, at
endurteka nyttar, serliga
yvirfyri myndugleikunum
og øllum í tí stýrandi part-
inum av samfelag okkara.
Tað snýr seg um ein
bólk av fólki, sum eftir
eina 3-ára útbúgving fara í
holt við tað mest kvalifi-
seraða arbeiði, ið kann
latast upp í hendurnar á
fólki — nevniliga at fáast
við og menna tey fólkini í
samfelagnum, sum ikki
sjálvi klára seg — tí
lagnan hevur verið
teimum so vond, at tey
verða ksild frá tí normala
lívinum, familju og nógv-
um eðrum. Tey evnaveiku.
Nú nevna vit tey við
einum fínari orði — tey
andaligu brekaðu.
Í hesum landi er helst
ikki ein borgari, sum ikki
vil siga, at tey skula vit
vera góð við. Hettar: at
vera góð við kann ikki
bert verða at geva mat,
tak yvir høvdid, klæðir og
eina jólagávu, tá jólalag er
yvir fólki.
Sjálvandi skula vit
eisini vera góð við tey,
men útyvir tað er tað mest
týdningarmikla, at tey
hava somu rættindi sum
aðrir borgarar í samfelag
okkara — at mennast. .
Svikir samfelagiå
hesum viðvíkjandi? Tað
fari eg at biðja tygum,
góði lesari, sjálvan døma,
tá greinin er lisin.
Tí eru tvey ting ógvu-
liga týdningarmikil:
Fyrst — at man kann
seta fólk til viðgerð og
upplæring, sum við teirru
Framhald á síðu 15