Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-12-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 1980síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 SOSIALURIN Støddir å inn- bugvinum Í seinasta partinum kom eg eitt sindur inn á hvorja ávirkan ið lutir so sum innbúgu, tól og amboð hava á mannalikamið, og hinvegin, hverja ávirkan ið mannalikamið hevur á skapið á hesum lutum. Í tí partinum vóru ikki beinleiðis settar nakrar tal- stoddir á hesar lutir av tí at vit menniskju eru so ymisk í stodd og likamsbygningi, men ístaðin varð víst á, hvussu ið farast skal fram, tá ið lutir skulu veljast, ið passa rímiliga væl til tann eins- taka brúkaran. Men við tí í huga, at hesir lutir ikki altíð passa líka væl til tann einstaka brúkaran, skal eg í hesum partinum koma inn á hverjar stoddir, id vanliga galda fyri innbúgu og tól, ið verður framleitt í dag, og hvat ið gerast kann hjá teimum, sum av stødd, likamsbygningi og ødrum viðurskiftum, ikki kunnu finna lutir, ið eisini passa til tey. Køkurin Køkurin er arbeiðsplássið i heiminum. Av hesi orsøk er hann tann parturin, ið eigur at verða so væl skip- aður og innrættaður sum gjørligt. Í einum væl inn- rættaðum keki eigur at verða pláss til bæði stand- andi og sitandi arbeiði, og goymslupláss til amboð, tól og mat. ið eru lett at koma til. Borðini til standandi arbeiði eiga at verða so- leiðis lagað, at arbeiðs- hæddin kann varierast alt eftir tí einstaka tervinum. Standandi arbeiði so sum uppvask (við hond), vanlig matgerð o.a. krevur eina arbeiðshædd, ið liggur um 10—15 cm undir albogahædd, ella millum 85 og 95 cm frá gólvi. Henda hædd kann eisini passast til tey heilt lágu og tey heilt høgu við antin at lækka ella at hækka stættirnar (sokkilin), ið flestu køksundirskåpini við arbeiðsborðplátu í dag standa á. Ein onnur loysn er at heingja hesar borð- plátur (við ella uttan und- irskåpum) beinleiðis upp á veggin. Tá er lættari at regulera hesi arbeiðs- hæddini, um tað skuldi gjerst neyðugt seinni. Standandi arbeiði, ið krevja nógvar armkreftir, so sum at elta, rera ella píska (eisini við hond-el- maskinum), krevja eina arbeiðshædd ið liggur einar 5—20 cm undir ta fyrri arbeiðshæddina, ella millum 65 og 80 cm frá gólvi. Henda arbeiðshædd kann fáast antin við at hava eina fasta borðplátu í hesari hæddini, ella við leysum úttrekksplátum, ið kunnu flytast upp og niður — ella kanska bæði. Til sitandi arbeiði í køk- inum kann nýtast antin ein fest borðpláta ella ein útrekkspláta (ikki ov smøl), ið liggur millum 65 og 70 cm frá gólv. Tól so sum komfýrar, bakarovnar, keliskáp og uppvaskimaskinur hava vanliga eitt fast pláss í køkinum og kunnu tí ikki so væl flytast, eftir at tey fyrst eru komin upp at standa. Sostatt er tað ógvuliga umráðandi, at hesi tól beinanvegin verða plaserað í einari hædd ið passar til tey, ið skulu nýta tey. Taka vit komfýrin fyri seg, so fæst hann antin við ella uttan bakarovni (hesin seinni nevnist borð- komfýrur). Rett komfyr- hædd er einar 5—20 cm undir vanliga borðplátu- hædd, av tí at tað undir matgerðini oftani krevjast nógvar armkreftir til at halda í grýtum og pannum meðan rørt verður í teimum, og at lyfta tær til og frá. Men hetta er ikki vanliga nakað, ið vit síggja verða nýtt í dag. Teir flestu kekarnir í dag koyra við eini komfýrhædd, ið svarar til vanliga borðplátuhædd, ella millum 85 og 95 cm frá gólvi. Hetta er óivað ein spurningur um útsjónd fyrst og fremst, ið her ger seg galdandi. Men verður komfýrurin, ella rættari = borðkomfýrurin uttan bakarovn bygdur inn í eina borðplátu í tí lægru arbeiðshæddini (millum 65 og 80 cm frá gólvi), við plássi til báðar síður, kann henda arbeiðs- hædd samstundis nýtast til at elta, rera og píska á. Veskini verða sum oft- ast bygd inn í ta ovaru borðplátuna, men hetta er sum oftast ov hegt tá ið spannir ella grýtur skulu tømast í tað. Ein loysn her er at hava eitt samansett vask, har skolivaskið liggur eitt sindur lægri enn hitt (hevur ein lægri borðkant). Hetta lægra vaskið kann tá eisini við góðum úrsliti nýtast av bernunum, ið vanliga illa rekka til tað hægra. Bakarovnurin er vanliga bygdur inn í komfyrin. Hetta kann verða bæði gott og ilt. Fyrimunurin er, at tá fært tú plasera kókiplátur og bakarovn á sama staði í køkinum. Hinvegin sært tú illa inn í ovnin undir matgerðini. Nytir tú ístaðin ein leysan húsateigurin v/ Bjarka Højgaard møbla- og innrættingarark. DMI — bakarovn kann hesin byggjast inn í eitt undir- skáp (so ovarlaga sum meguligt) ella inn í eitt høgt skáp. Frægasta arbeiðshæddin her er, tá ið undirkanturin av ovninum liggur ájavnt við arbeiðs- borðplátuna. Um ovnurin verður plaseraður enn hægri, kann hann gerast vandamikil og skaðar kunnu standast um ein glóðheit steik við feitti dettur á teg, um plátan ella skuffan sum tú heldur í við báðum hondum kopp- ar á teg. Uppvaskimaskinan og køliskåpid (og meguliga eisini frystiskápið) standa antin á gólvinum, á borð- inum ella eru bygd inn í eitt skáp. Besta plasering- in her er einar 30 cm frá gólvi og uppeftir. Tá sleppst undan at toyggja seg ov langt niður fyri at koma til. Men meðan køli- skápið (og ella frysti- skápið) gott kann standa omanfyri borðplátuhædd, er tað ikki ráðiligt at fara longur upp við uppvaski- maskinuni enn einar 30 cm omanfyri borðplátu- hæddina, bæði vegna in- stallatiónina og tí dagligu nýtsluna av maskinuni. Amboð, tól, matur og onnur ting ið verða nýtt í køkinum, verða goymd í undirskápum, yvirskáp- um og hegum skápum. Tungir lutir so sum grýtir, pannir, rerimaskinur, sodavatnskassar, eplapos- ar 0.a. verða best plaseraði í undirskápunum, tí tá eru tey lættari at lyfta. Fleiri av amboðunum og tólun- um sum t.d. rerimaskinur, breyðmaskinur o.a. kunnu byggjast inn í undirskáp- ini við serstøkum besløg- um, ið kunnu trekkjast út. Hetta lættir ógvuliga nógv um arbeiðið í kek- inum. Matur, tallerkar o.a. verða vanliga plaserað í yvirskápunum ella í teimum hegu skápunum (matskáp, kustaskåp 0.0.). Fyri lættari at koma til tær nidastu hyllarnar i teimum høgu skåpunum og undirskåpunum vid, er tað ein fyrimunur, um hesar hyllar (her: bakkar) kunnu trekkjast út á glíð- arum. Yvirskápini verða van- liga plaserað einar 50—55 cm omanfyri arbeiðsborð- plátuna. Hetta fyri at pláss skal verða undir teimum at arbeiða. Eisini eru tey grynri enn undir- skåpini, so at tey ikki koma í vegin. Tær hyllarn- ar í yvirskápunum og teimum hegu skápunum, ið liggja omanfyri 180—190 cm eru ikki at- komiligar hjá vanligum fólki í hædd, uttan so at krakkar ella okkurt annað verður nýtt at stíga á. Tí eiga lutir, ið verða goymd- ir omanfyri hesa hæddina at vera slíkir, ið ikki verða nýttir dagliga. Plaseringin av keks- skápunum og harvið skapið á kekinum kann verða ógvuliga ymiskt. Her verður vanliga skilað ímillum fýra hevuðstypur. Tann eitt-liðaði kekurin (bert eitt, langt og beint arbeiðsborð), vinkul-kek- urin (antin samanhang- andi ella við eini hurð ella eðrum ímillum), u-kekurin (antin samanhangandi ella sundurbýttur) og tann tví- liðaði kekurin (>Paralell- køkurin«). Hesir kunnu so verða við ella uttan diski. Tað kann ikki sigast nakað um, hver av hesum køkunum ið er tann fræg- asti. Her kunnu nógv og ymisk viðurskifti gera seg galdandi. Tó skal ansast eftir t.d. i ti tví-liðaða køk- inum, har skápini standa yvirav hverjum eðrum, at fráleikin millum hesi ikki kemurniður um 120 cm, tí „a kunnu hurðarnar báðu megin stoyta saman og trongt verður hjá tveimum at arbeiða í køk- inum ísenn. Felags fyri allar køkarnar eigur at verða, at nóg mikið av arbeiðs- plássi er í teimum og at hetta plássið er býtt rímiliga í millum kóki- pláss (báðu megin kom- fýrin), arbeiðspláss (ímill- um komfýr og vask — helst ikki undir 100 cm), uppváskipláss (kann eisini verða hetta seinna) og baki- og smyrjupláss (kann verða atskilt fyri seg ella partur av td. kókiplássinum). Ansast má sum sagt eftir, at nóg mikið av pláss er báðu- megin komfýr og vask, at ikki ov nógvir »deydir« krókar verða í kekinum, og at skuffir, keliskáp, uppvaskimaskina, kom- fýrur og bakarovnur o.a. verður plaserað við tey rettu arbeiðsplássini og í samband við vindeygu, hurðar og meguligt spísi- borð í kekinum, so at nýtslan av teimum ikki ferir til skaðar á veggir og innbúgv. Í næsta partinum skal eg koma inn á innbúgvið í stovu, kemurum og aðra- staðni í húsinum. lå = = g = = = = — eg havi lisið tað í sosialinum DUBNA ANT