Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-12-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

; | VTR pe Jens Pauli Heinesen: Nú ert tú mansbarn á foldum. Á ferð inn í eina óend- aliga segu. Skaldsega. Forlagið Gestur, Tórshavn 1980. 162 síður. 80,- kr. innb., 64,- kr. hft. BARN Fyrr vart tú dreymur í huga — á reki sum morgunskýggið, nú ert tú mansbarn á foldum — kykur og dýrasti uggt. Tú veksur við liðina á mær — ein loynligur máttur á vegnum — eitt boð frá tí veldigu skapan, ið ræður lívi við degnum. Soleiðis yrkti Christian Matras í 1932, sama ár sum Jens Pauli Heinesen var feddur. „Nú ert tú mansbarn á foldum« við undirtitlinum »Å ferð inn í eina óenda- liga søgu«, er 6. skaldsøg- an eftir Jens Paula Heine- sen. Bókin er býtt upp í 16 partar hver við sínari yvir- skrift. Hvat innihaldinum við- víkur hevur Jens Pauli Heinesen hesaferð flutt seg aftureftir í tíð, í mun til t.d. skaldsegur sum >Tú upphavsins heimur« (1962—66), >Frænir eitur ormurin< (1973), >Tey telgja sær gudar« (1979), sum allar eru um samtíð- ina. Í >Tú upphavnins heimi< spreingja teir berg- hol gjøgnum fjallið, í hesi nýggju skaldseguni eru berghol ikki aktuel, men vegir verða lagdir millum dalar og líðir. Skipini sigla til Onglands, borgara- krigg) er í Spania, føroyska merkið er ólógligt. Nevn sum Chamberlain, Hitler, Stalin, Gering, Goebbels, Mussolini, Andras og Jóannes bóndi koma fyri. Póland hvervur av kort- inum. Skaldsegan Bar- bara kemur út á donskum. — Vit eru stødd i end- anum av 1930-árunum. Í lítli bygdini Fagradali býr hevuðspersónurin, drongurin Hugin, sum enn ikki er farin í skúla. Fagri- dalur er ein heimur fyri seg sjálvan, søgan er øll hadani og frå økinum uttanum. Bygdin er i byrj- anini av bókini uttan vegasamband, men post- båturin er »umheimsins nalvastrongur«. Miðgarð- ar eitur stóra grannabygd- in, har búgva m.o. prestur og sýslumaður. og tað er hagar vegasambandið úr Fagradali kemur at ganga Skaldsegan er skrivað í eg-formi, og tað er tann 6 ára gamli Hugin, sum er segusigarin. Drongurin er næstyngstur av 5 systkj- um, pápin er bóndi og sóknartýrisformaður. Hu- gin kemur altso úr einum vælaheimi, hann er hin vardi persónurin og er kropsliga neyðarsligur. Tað er við hansara orðum, at vit fáa seguna sagda. Við málandi landslagslýs- ingum lýsir hann natúruna fyri okkum, hvert gil, hverja hellu, hvert fjall og hvenn tind, alt sum rekur fyri eyguni á hesum viðkvæma barnin- um verður nevnt við navni og lýst við orðum. Og ofta eru hesar natúrulýsing- arnar so fullkomnar, at tú merkir angan frá grasin- um í nasunum. »Påpi, Grettir og Gutti stóðu hvítklæddir og slerdi norð- uri í Urnabe, tað hvetj- andi stevið frá sveipum teirra súsaði og sang um okkum og blandaðist við hvetjuljóðið frá eðrum hvítkleddum slóttumonn- um runt um í bønum. Av og á steðgaðu teir á at brýna líggjan, og hesin bragdligari sangurin mill- um stein og stál var vakr- asta tónalist, Fagridalur visti um at siga. Tjeldur og starar komu at leita eftir makkum í hóvnum millum líggjaskógvarnar Grenasta á rann tætt framvið, vit hoyrdu súsið frá Stórafossi og skrál og rópan frá bernum, ið svumu í hylinum niðan fyri hann« (s. 132). Drongurin hugsar um alt, sum hann hoyrir tey eldru siga og roynir at seta tað inn i sín egna óvitaheim. Hann hevur t.d. ikki reiðiliga skil á stórum telum, hóast hann kann telja upp í 60 trigg) Jens Pauli Heinesen, rithevundur, hevur nú givið út sína 6. skaldsogu ar ferðir, áðrenn hann verður móður. Í borgara- krígnum í Spania hevði hann hoyrt, at „pápar drupu pápar, beiggjar beiggjar...Yvir ein milli- ón av fólki vóru deyð. Ein million ! Hvussu nógv var taðÉ. (s. 17). Sjálvur hevði hann sæð 40.000 fiskar liggja at turka eftir fiska- stykkjum og út eftir fjør- uni, hevði sjálvur verið við til at breitt alt út, og tað var ein egilig fleta, eitt rættiligt kavaland. Hvussu øgilig var so ikki tann fletan av deyðum pápum og beiggjum í spanska borgarakrígnum, spyr drongurin seg sjálvan. Aðrastaðni letur hev- undurin tey vaksnu lýsa natúruna, t.d. í 4. parti, sum eitur „Mamma droymir um Hørg«. Her fáa vit eina fína lýriska lýsing av natúruni og eilum livandi lívi í henni. Men munurin millum orðalagið, tá ið tey vaksnu siga frá, og tá ið drongurin sigur frå, er so at síga eingin. Rithevundurin gloymir vidhvørt, at drongurin bert er 6 åra gamal, ti dronginum verða lagdir setningar i munnin, sum eru ov vaksnamanna- kendir Eitt sum gongur aftur í bókini er útferðar- trongdin, leitanin eftir onkrum sum ringt er at finna, men tað er okkurt og hetta okkurt goymir seg onkustaðni. Tú metir hesum kitlandi ivanum og evni verður forvitin. »Børn komu verðina. Tað hoyrdist pinkubarnagrát- ur gjegnum eitt vind- eyga,...Hvaðani komu hesi bernini ? Onkur segði, at eitt varð funnið í eini kullu Grenastu á. Ein innar helt fyri vist, at #5" Ra “sl jarðarmóðirin kom við teimum í sínum kufferti. Sama ger, onkustaðni komu tey frá, tí í einum húsum vóru tólv systk- in .. .« (s. 37). Sum trý ára gamal fer Hugin vid kon- uni, tå ið hon bidjur hann: Koma vid! Hvar fara tey? onkustaðni, niðaneftir. Sum 6 ára gamal biðjur vinmaðurin, Kristjan, hann koma við ímóti fjall- gonguni. Nú er tað ikki longur bert ein spurning- ur, um hvar og nær, men eisini ein spurningur um hví ella hví ikki. Hugin kundi ikki siga Kristjani nei, fyri alt í verðini kundi hann ikki vísa fyri Krist- jani, at hann var bangin og ikki tordi, at hann ikki var líka raskur sum hann. Hesar óendaligu ferðir, sum hevundurin ferð eftir ferð letur sínar persónar og lesarar gera, eru áhuga- verdar. Onkur lesari held- ur kanska, at her eru ov nógvar endurtekur, men eg haldi, at tað eydnast Jens Paula Heinesen at skapa, um ikki spenning, so eitt brennandi forvitni hjá lesaranum eftir at fáa at vita, hvussu hesar óendaligu ferðirnar fara at ganga. Á inniligan hátt lýsir Jens Pauli Heinesen eisini viðurskiftini millum bern, hetta barbariska fólka- slagið sum ikki sparir nakað, tá ið tað sleppur framat. Vit síggja hetta best í 6. parti, sum eitur Eitt veldugt vónbrot, og sum er ein ekt útgáva av kendu stuttsøguni in og Myran, sum Jens Pauli Heinesen prentadi i Brign stuttsøgusavninum I aldingarðinum, 1971. Vit siggja hesum petti, hvussu Hugin, bæði sálar liga og kropsliga, verður argadur 2V veimum að fremmandum dreingjum. Søgurnar um dreingin Esmar, sum kemur úr einum fátækum húsum, og sum í heilum amast upp á Hugin og ger honum ónáðir, eru góðar lýsingar Og so lýsingarnar av Hug- ini sjálvum. Sterkast haldi eg hon er í partinum Ein seguligur dagur, har Jens Pauli Heinesen vísir okkum at góð natúrubern sum Hugin, eisini kunnu hava eitt kynikaralyndi. Her verður borað í sálar- lívinum hjá bernunum og úrslitið er hugtakandi. Tá ið tú lesur hesar liv- andi og beinraknu lýsing- arnar av barnaárunum, kanst tú ikki lata verða við at spyrja teg sjálvan Hví skrivar Jens Pauli Heinesen ikki eisini barna- bekur? Í skaldsøguni er ein rúgva av persónum, bern- ini eru nógv og talið av gomlum dreingjum er stórt. Staðarnevnini eru eisini nógv í tali, og tey eru næstan gil fiktiv Havnin verður nevnd og Fámjin, býir og lond úti í heiminum verða nevnd við teirra rætta navni. Valið av stadarnøvnunum tykist ikki at vera tilviid- arligt, tað tykist sum um litir og ljós hava sín stóra leiklut, tá ið Pauli Heinesen navngevur fjall, áir o.a. Har eru nøvn sum t.d. Bláfelli, Grenasta á, Birtingsland, Gráiklettur Bláhamrar osfr Málið í bókini er lætt at lesa. Har eru Jens rå, sum vit mest kenna fra vanaligum talumáli, sum demi kunnu nevnast : sannsýniliga, bangheit, opinlýs, runt imkring og óalmindiliga Uttan at halda at málið skal vera tungt, 'eroyski knorti, so haidi eg at eins tek a hesum vánaligu „Síða 7 orðunum hevdu havt bet ur av at verið lúkað burtur ella skift út við onnur Onkrar prentvillur slødast í bókini, men eisini villur sum kundu verið rættaðar við gjellari rættlestri, soleiðis stendur unum ís. 115) og stilvarnir 22); summastaðni verður aftrat stavað aftur- at og aðrastaðni aftrat. Tann størsta, målsliga broytingin hjá Jens Paula Heinesen í hesi bók er at hann nú er farin at skriva steðga og ikki stegga, sum hann hevur gjert fyrr stylv- 8 Tey sum hava lisið tær stuttsegurnar hjá Jens Paula Heinesen, sum snúgva seg um barnaárini, vilja uttan iva kenna fleiri av teimum aftur í hesari skaldseguni. Partar av stuttsegum sum td. Brúgvin og Mýran, Hatt- leysir litlingar í oyåuni, Kom við, eru innlimaðir í skaldseguna í eitt sindur broyttum og í stødum ektum líki. Lesarin heldur kanska, at hetta er keðilig- ur arbeiðsháttur, sum rit hevundurin brúkar, tá her er ov lítið av nýggjum, ella ov nógv sum tú hevur lisið fyrr. Sjálvur haldi eg hetta vera ein fong, at rit- hevundurin hevur arbeitt víðari við evnunum úr nekrum av sínum bestu stuttsegum, og roynt at seta tað saman í eina heild, ið gevur myndini dýpd. Tað er ikki bara hevuðspersónurin í skald- seguni, sum er á ferð og leitar; rithevundurin leitar eisini, tað hevur hann víst esarunum við at leggja „Nú ert tú mansbarn á foldum« soleiðis til rættis. Tað sum ger skaldsøg- una sterka er, at rithøv- undurin hesaferå hevur lagt alla sína megi í at lýsa nakrar ávísar persónar á einum ávísum stað og eini ávísari tíð, ramman er so týðilig. Alt útjaðaratos er lúkað burtur, sjálvt um vit ofta fara á ferð, so er tað ikki soleiðis, at vit fara við rithevundanum út at sveima og verða burtur í orðum og reðum. Jens Pauli Heinesen hevur sett barnaárini í brennidepil, haðani verður øll søgan segd — og hetta er styrkin í bókini. Einki er at ivast i, at tað eru síni egnu barnaár sínar egnu »dreingjadag- ar«, sum Jens Pauli Heine- sen skrivar um. Hann er við hesum virki farin indir at barnaårumn seta inum Tr sinum er poetiskan minnisvaråa Martin Næs