leygardagur 10. januar 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
=
SOSIALURIN
Mistu fleiri nevndar-
sessir av tvistøduni!
Býráðslimirnir hjá tjóð-
veldisflokkinum í Havn
eru ósamdir á málið um,
um flokkurin fekk meira
ella minni burtur úr at
fara upp í samgonguna við
báðum umboðunum
hjá flokkinum ella ikki.
Meðan Zakarias Wang
heldur, at flokkurin fekk
ikki meira, enn ein maður
kundi klára, so heldur
Finnur Johansen ikki tað
sama. Og í grein í 14. sep-
mtember mikudagin vísir
hann grundgevingini hjá
Zakarias Wang aftur.
Í hver sínum parti
Steðan er nevniliga tann,
at meðan Finnur
Johansen er við í býráðs-
meirilutan, stendur Zaka-
rias Wang uttanfyri.
Hetta heldur Finnur Jo-
hansen vera stórt spell:
>...úrslitið av valinum
var so gott, at vit fingu
tveir býráðslimir hesa
ferð, so nú var lagað
manni at fáa ávirkan á
tann førda politikkin.
Tað var tí eitt stórt vón-
brot, tá hin býráðslimurin
boðaði frá, at hann ikki
vildi vera við í teirri meiri-
lutasamgongu, sum var í
umbúna at skipa.. .«
Mistu nógvar
nevndarsessir
Í greinini vísir Finnur Jo-
hansen við demum grund-
gevingina hjá Zakarias
Wang, um at tað var ikki
meira enn til ein mann,
aftur við at vísa á, at tá
Zakarias Wang leyp frá,
misti tjóðveldisflokkurin
formannin í stadionnevnd-
ini (í tvey ár), renovatións-
nevndini, barnaverndar-
nevndini og í hegn- og
vatnsýnisnevndini.
Harafturat misti flokk-
urin nevndarsessirnar í
sosialu nevnd, havna-
nevndini, stadionnevnd-
ini, líkningarnevndini,
ítróttarnevndini, ítróttar-
hellini, Feroya Mekanista
Grótídnaði og fl.
»Gløggan« minni-
luta
Í sama 14. september let-
ur Zakarias Wang tad
siggja ut sum um, at teir
báðir vóru samdir um, at
annar teirra skuldi vera í
andstødu:
», , men komu til tað
nidurstødu, at tad sum
stóð okkum í boði var
hóskandi fyri ein, men ov
lítið til tveir. Síðan býttu
vit arbeiðið soleiðis
millum okkum, at Finnur
Johansen fór upp í sam-
gonguna, meðan eg stóð í
andstødu.«!!!
Og grundgevingin hjå
Zakarias Wang er, at tad
rædur ikki bert um at
hava ein meiriluta, men
eisini ein minniluta, sum
gløgt dugur at visa å tey
lýti, sum avgerðirnar hjá
meirilutanum meguliga
hava!!! (okkara undir-
striking).
At enda sigur andsteð-
ingurin: >...og einki er at
ivast í, at Tórshavnar
býráð er væl farið, nú tjóð-
veldisflokkurin kemur at
síggja málini frá báðum
,
sidum.«!!!
Orkusparing kravt mannaliv
Ikki vandaleyst at
bruka brenniovnar!
Tað kann vera vandamikið at fáa sær ein
sokallaðan brenniovn. Í Danmark hava
fleiri fólk latið lív vegna skeiva uppsetan
og av tí at óhóskiligt brenni verður brúkt.
Brandmeistarin í Havn heldur, at tað er
rættast, at fólk spyrja seg fyri, áðrenn tey
seta ovnar til fast brenni upp.
Tað gerst alt vanligari, at
fólk royna at spara orku
við annaðhvert at seta
upp brenniovnar og árnar
í stovunum, ella seta ein
ovn til fast brenni afturat
vanligu hitaskipanini.
Men hesar spariroyndirn-
ar eru ikki heilt vanda-
leysar. .
Danska dagblaðið AK-
TUELT skrivaði
týsdagin, at nýliga hava
eini fýra fólk latið lív, tí
fólk kynda upp uttan fyri-
lit. Og roknað verður við
at fleiri ólukkur fara at
henda.
Nevndar verða tvær or-
sekir til vandan: hús og
íbúðir eru í dag so væl
bjálvaðar, at eingin frísk
luft kemur inn. Avleiðing
er hon, at øll luftin verður
uppbrúkt. Alskyns tilfar
verður: eisini brúkt at
kynda við. Tað veri seg
m.a. træ við máling, sum
letur eitrandi luft frá
sær, tá hon verður brend.
Harafturat dálkast
kaminurnar verri, tá fast
brenni verður brúkt, og
eldvandin í kaminunum
verður tí sterri.
Skeið i fyribyrgjandi tannarøkt
Seinastu tríggjar dagarnar hava tveir tannlæknapro-
fessarar — úr Danmark og Noregi — hildið skeið við før-
oyskum tannlæknum í fyribyrgjandi tannrekt.
Skeiðið hevði til endamáls at gera tannlæknar og -
rektarar kunnugar við tað, sum er farið fram og fer fram
innan hetta økid og hvussu fyribyrgjandi arbeiðið skal
gerast í framtíðini.
Spyrja seg fyri
Vit vendu okkum til
brandmeistaran í Havn,
Hera Weihe, sum sigur, at
tað hendir seg, at fólk
venda sær til brandstød-
ina við fyrispurningum, tá
tey skulu seta ovnar upp.
A brandstødini kunnu
brandmenninir greiða
fólki frá teimum fyriskrift-
unum, sum finnast í tí
endurskoðaðu byggisamt-
yktini fyri Havnina um
uppseting av ovnum.
Uppá fyrispurning sigur
Heri Weihe, at tað er rætt-
ast at spyrja seg fyri, tá
brenniovnar skulu setast
upp.
Síða 3
kring oyggjarnar
Tvey uppskot um
formann — ongin
samgonga
Í Fuglafjarðar komm-
unu er eingin meiriluta-
samgonga skipað eftir
seinasta kommunuval,
eins og tað var í sein-
asta valskeiði.
Talan er heldur ikki
um flokspolitiskt val í
Fuglafirði, hóast tað av
uppstillingini skilliga
sást, hvenn flokk trígg-
ir av listunum í hvussu
er hoyrdu til.
Soleidis fekk fólka-
flokslistin tveir mans,
javnaðarlistin tveir,
tjóðveldislistin tríggj-
ar og tveir uttanflokka-
listar fingu hver sín
mann.
Á fundinum, tá
bygdaráðið skipaði
seg, vóru tvey uppskot
til bygdaráðsformann:
Steintór Larsen á tjóð-
veldislistanum og Sig-
fríður Verðhamar á
fólkaflokslistanum. Við
atkveðugreiðsluna fekk
Steintór Larsen seks
atkveður, meðan Sig-
fríður Verðhamar fekk
tríggjar.
Til 1. varaformann
varð Frits Johannesen
á javnaðarlistanum
valdur, meðan Petur
Halgadal á tjóðveldis-
listanum varð valdur
til 2. varaformann.
Á sama fundinum
valdi bygdaráðið eisini
allar tær festu nevnd-
irnar:
Fíggjarnevndin:
Steintór Larsen, Óla
Jákup Jacobsen og
Jógvan M. Eliasen.
Tekniska nevndin:
Sveinbjern á Horni,
Heri Jøkladal og Si-
mun P. Poulsen.
Mentamålanevndin :
Frits Johannesen, Sig-
fríður Verðhamar og
Símun P. Poulsen.
Líkningarnevndin:
Petur Halgadal, Hálv-
dan Mohr, Kristin
Poulsen, Martin Si-
monsen og Óla Jákup
Jacobsen.
Brunanevndin: Sig-
fríður Verðhamar,
Símun Abrahamsen,
og teir sjálvvaldu eru
Valdemar Djurhuus,
sýslumaður, Steintór
Larsen, bygdaráðsfor-
maður og Sigurd Tofte-
gaard, brunastjóri.
Heilsunevnd: Poul
Martin Joensen, Sig-
fríður Verðhamar og
Poul Johs. í Horni,
kommunulækni, sum
er sjálv valdur.
Barnaverndarnevnd:
Ester Rikshamar, Ma-
ria å Lækjuni, Annika
Toftegaard, Evald Jo-
hannesen og Kristina
Jensen.
Hegnsynisnevndin:
Simun P. Poulsen, Jeff-
rei Michelsen og Hal-
dur Nielsen.
Og skúlanevndin,
sum varð vald á
kommunuvaldegnum,
sær soleiðis út: Torkil
Beder, form., Maria á
Lakjuni, Símun P.
Poulsen, Inger Hansen
og Petur Simonsen.
Skulu stovna
JAVNAÐARFELAG
i Gøtu
Månadagin er ætlingin at stovna eitt javnadarfel-
ag i Gøtu. Félk hava arbeitt vid fyrireikingunum i
eina tíð, og nú er komið so væl undir land, at
felagið kann stovnast.
Frammanundan er eitt javnaðarfelag fyri alla
oynna, men í Getu halda fólk, at tað er neyðugt at
hava eitt virkið felag í bygdini, sum kann upplýsa
um og virka fyri javnaðarhugsjónini, eins og fel-
agið eigur at luttaka virkið í tilrættisleggjanini av
bygdasamfelagnum.
Arbeiðsmannafelagið komið undan
aftur kavi
Getu Arbeiðsmanna-
felag hevur fingið fótin
fyri seg aftur.
Seinasta heyst helt
felagið sín fyrsta aðal-
fund í samfull 10 ár og
nú er tað farið at virka
av álvara. M. a. er lima-
tekning farin fram,
soleiðis at felagið í dag
hevur 140 limir.
Í nevnd felagsins
sita: Sólarn Solmunde,
form., Gerda Petersen,
næstfrm., Martin Juul
Jarnskor, kassam.,
Valborg Jacobsen, skr
og Kjartan Gudmunds-
son