Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Flakavirkini nærum 90.000 t. i 1980 Hetta er ein vøkstur uppå 9% í mun til 1979 Tey 19 føroysku flakavirk- ini fingu i 1980 munandi meira av ráveru enn i 1979. Í 1980 tóku øll flaka- virkini ímóti íalt 87.675 tonsum av feskum fiski Hetta eru góð 7.000 tons ella nærum 9% fleiri enn árið fyri. Tað er rættiliga ójavnt, hvussu tað hevur gingist hjá teimum ymsu virkjun- um at fáa ráveru. Kósa- virkið í Klaksvík er fram- vegis tað virkið, ið fær mest av ráveru, tilsamans 13.000 tons. Hetta er sama negd sum í 1979. Bacalao Bacalao, sum í 1980 og 1979 fekk ávikavist 2000 og 1000 tons minni enn Kósavirkið, hevur í 1980 minkað munin niður í góð 400 tons. Bacalao hevur í 1980 fingið góð 3% fleiri av fiski enn í 1979 Handils- og frystivirkið Ein tann stersta vekstur- in í ráverunegd hevur Handils- og frystivirkið í Fuglafirði havt. Bert uppá tvey ár hevur hetta flaka- virkið meira enn tvífaldað ráverunegdina úr 4000 tonsum uppí 8.585 tons Veksturin í 1980 sammet við árið fyri er uppá 22% Ein av orsekunum til hesa øking er m.a. tann, at ein bátur aftrat hevur avreitt til virkið, sum ikki var í 1979. Harafturat hevur virkið útbygt frystiorkuna, so teir hava kunnað tikið ímóti meira av fiski í 1980. Lynfrost Lynfrost í Rúnavík hevur ekt munandi um ráveru- negdina. Teir hava tikið ímóti umleið 7000 tonsum ímóti 5.800 í 1979. Hetta er ein vekstur uppá 19,8%. Orsekin til hesa gongdina er m.a. tann, at várróðurin eydnaðist væl. Umframt Hegaklett, sum avreiddi ein part av árin- um til Lynfrost, avreiddu eisini cubatrolarar rættu- liga nógv av upsa. Bert í februar tók virkið ímóti 1100 tonsum. Polarfrost Flakavirkið Polarfrost í Vági, sum í 1978 tók ímóti nærum 8000 tonsum tók í fjør ímóti einans góðum 7000 tonsum. Hetta er ein minking í mun til 1979 uppá 6 %. Orsekin er tann, at bátarnir hava fingið minni av fiski. Tveroyrar flakavirki Hitt flakavirkið í Suður- oynni, Tveroyrar flakavirki, økti nakað um ráverunegdina. Teir fingu 5.510 tons av fiski í 1980 Hetta eru eini 200 tons enn í 1979. Av hesum av- reiddi Suðringur umleið helvtina. Nakað av fiski frá tverábátum varð av- reiddur aðrastaðni Vestmanna fiskavirki Vestmanna fiskavirki er tað virki í landinum, sum hevur havt sterstu fram- gongdina, hvat viðvíkur ráverunegd. Virkið tók í 1980 ímóti 5.142 tonsum. Hetta eru umleið 1000 tons ella 25% fleiri enn árið fyri. Orsekin til øking ina stendst av, at fleiri bátar avreiddu til virkið enn í 1979, og at teir fingu rættuliga nógv av upsa Atlantis, sum landaði í Vestmanna alt árið í fjør, er nú seldur til Víkar, har hann kemur at avreiða framyvir Snarfrost Snarfrost í Miðvági hevur fingið 600 tons (12%) færri enn í 1979. Hetta kemst m.a. av, at fleiri av bátunum, sum annars avreiða til virkið, hava verið á laksaveiðu. Nykur Nykur á Toftum hevur somuleiðis fingið minni av ráveru. Talan er um eina minking uppá næstan 8% Her er orsekin tann, at umframt at tað hevur verið slakari fiskarí og at tað royndist illa í desem- ber, so var virkið stongt í einar 14 dagar. Norðis A Eiði hava teir tikið ímóti umleið somu nøgd sum í 1979. Tilsamans 3.700 tonsum. Nakrir av bátunum vóru ikki í vinnu alt árið m.a. orsakað av umvælingum. Annars rokna teir við, at nú havnaviðurskiftini verða munardi bett, fer at koma meira fiskur uppá land á Eiði. Skopunar flakavirki Skopunar flakavirki hevur fingið umleið 200 tons fleiri í 1980. Hetta kemst m.a. av, at ein nýggjur bátur, Hvannhólmur, hevur avreitt til virkið. Kortini hevur hann verið noyddur at avreiða til onnur virki nakrar ferðir, tá tað ikki hevur viðrað at leggja at í Skopun. Før.-isl. fiskavirki Flakavirkid i Vík tók ímóti 2.665 tonsum, sum eru góð 300 tons fleiri enn i 1979. Teir fingu nakad væl av fiski frå stranda- skipum, sum teir ikki kun- nu roknað við nu strandin- gar hava fingið eitt virki sjálvir. Frá íslendingum fingu teir umleið 300 tons. Annars skal Atlantis av- reiða til virkið í Vík í hesum árinum Frost Frost í Leirvík hevur tikið ímóti 2.600 tonsum. Hetta er ein afturgongd uppá 13%. Orsekin: Vártíðin gav munandi minni enn árið fyri. Bakka Kristian var til umvælingar í hálv- anannan mánaða, og so Flakavirki Handils- og frystivirkið. Lynfrost..-..... Polarfrost.............. Tveroyrar flakavirki..... Vestmanna fiskavirki... Snarfrost Skopunar flakavirki....... Feroyskt-ísl. flakavirki Frost............ Fuglafjarðar ísvirki JO... Klivar | Frostvirkið.. Bátafisk.... N.P Niclasen Tilsamans royndu nakrir av bátunum eftir laksi ein part av árinum. Vestfisk Nýggja flakavirkið í Ser- vági, Vestfisk fekk góð 2000 tons. Tað tók bert ímóti fiski ein part av 1979, so her er ein sam- meting ikki gjerlig. Fuglafjarðar ísvirki Eitt flakavirki í Fugla- firði, Fuglafjarðar ísvirki fekk umleið somu negd av ráveru sum í 1979. Tað avreiddu tó færri bátar til virkið í 1980. Í letuni verður arbeitt uppá at út- byggja framleiðsluorkuna so virkið verður ført at arbeiða 4000 tons árliga ístaðin fyri tey 2000—3000 tonsini, sum virkið kann framleiða í dag. Fleiri bátar skulu av- reiða til virkið í hesum árinum. J&O Gamla flakavirkið hjá Dáva úr Gerðum varð tikið í nýtslu aftur mið- skeiðis í 1980 og fekk navnabroyting til J &-O. Virkið tók ímóti 1400 tonsum av fiski í umleið fimm mánaðir. Hevði tað ikki viðrað so illa í desem- ber mánaða, hevði úrslitið helst verið nakað frægari. 1980 1980 tons —/+ % 13.000 12.565 +3,3% 8.585 +221% 6.950 +19,8% 7.045 —6% 5.510 +4,0% 5.142 +25,0% 4.400 —12% 4.052 —7,7% 3.700 2.704 +8,2% 2.665 +14,3% 2.600 —13,4% 1.401 1.200 1.200 -30,0% 1.008 87.675 +8,7% Klivar Nólsoyingar fingu flaka- virki í 1979. Tá arbeiddi Klivar 360 tons av ráveru Í 1980 tók Klivar ímóti 1200 tonsum. Margretha og Marjun 3 landaðu góða helvt av hesi negd. Hevði tað viðrað betur hevði úrslitið helst roynst betur. Desember mánaði t.d. gav bert 54 tons til virkið, meðan juni gav 197 tons. Frostvirkið Frostvirkið í Norðdepli er tað virkið í landinum sum hevur havt sterstu aftur- gongdina, tá vit tosa um råvørunøgd. Virkið tók í 1980 ímóti 1200 tonsum, sum eru góð 500 tons ella 30% færri enn í 1979. Ein av høvudsorsøkunum til hesa afturgongd er tann, at triggir av båtunum, sum vanliga avreiða til virkið, stóran part av 1980 vóru á laksaveiðu. Tá laksatíðin var av løgdu teir hesar båtarnar. I år verður helst eðrvísi, ti laksaloyvini eru avmark- ad, soleidis, at båtarnir eisini fara at royna vid linu eftir toski og hysu. Båtafisk Býggja flakavirkið hjá strandingum tók ímóti góðum 1000 tonsum í 1980. Tað byrjaði at taka ímóti í juli. 1979 1978 tons tons 13.000 14.000 12.170 12.000 7.030 4.000 5.800 5.600 7.497 7.877 5.300 6.500 4.116 .274 5.000 5.120 4.388 4.830 3.700 3.962 2.500 2.643 2.392 2.474 131 1.850 i.85 360 700 80.613 81.650