Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 1981síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Til farandi og komandi landsstýri Mangan hevur myndin av landsstýrinum verið líkna við eitt skip Stundum hevur skútan verið hildin hava ov stór segi. Stundum vánaligan róðursmann ella skipara. Eisini hevur verið sagt, at nú fóru teir eins og rottur av skútuni, áðrenn hon siglir seg upp á turt. Hett- ar var alt evind, og ábyrgdaleys tala. Her og nú skal ikki farast út í æsir við hasum ljóta práti, ið ell minnast alt ov væl Eg fari hervið, at armynda farandi landsstýrið, við tað vit lærdu í barnaskúl- anum, um »arbeidarnar í vingardinum«. Nakrir hava arbeitt í 10 ár aðrir 6, og aftur aðrir 2 ár. Tað sum er felags fyri tykkum allar, eru lønar viðurskift- ini, eins og hjá arbeiðar- um í víngarðinum. Her tonki eg ikki uppá kr. og oyru. Men verðsins len, og hon er sum vituligt ótekk Vit eru tó ikki so fá sum vilja siga takk fyri tíðina elia rættari arbeiðstíðina Eg segði, at eg ikki á TtHtHA————— A ——————————— hesum sinni skuldi fara út í æsir. Tó kemur mær til hugs, hvat í stórskaldið Hans A. Djurhuus sáli so vakurt, og beinraki yrkti. 3. Her hava strokið vísir menn um landið bygd úr bygd, teir talaðu um fólka- sið, um landastjórn og dygd. Men hava teir á bunk- anum sæð brot sum hús so heg? Ja, tað er annað enn at skriva bók og lesa blød. 4. Hvat vilja teir, hvat skilja teir, sum aldri stóðu har, ið stormur hvein og bára breyt, og alt í roki var. Eitt er at stýra penna- skafti, lukkan annað er, í sjóroki og kavaódn, at stýra millum sker. Ég síggi tykkum allar 6 fara til gongu niðan av nesinum. Og síggi eg eisini, at tit venda tykkum á, og hava fyri munni eins og skaldi kveður So hugnaligt at sigla heim og allan ótta gloyma, so hugaligt at standa her á hundavakt og droyma, og vita tað, at ei til einkis hava garpar sjagga. Til heimafjell og feðibygd so hándi vit ragga. At enda eitt erindi frá sama skaldi til tað lands- stýrið ið hevur loyst av. Eitt er sum trygdina gevur, Tagna tí neyð og kvel. Ein er, sum rongina eigur og heldur um stýrisvel. Enn ein tekk. Vágur á trettanda 1981 Hentzar Joensen SOSIALURIN I FØROYA SPARIKASSA - følksins peningastovn | BANKI Vegna økjandi virksemi í Eysturoy broyta vit avgreiðslutíðirnar í hesum bygdum soleiðis: STRENDUR tif. 47351 SKÁLA tif. 41352 TOFTIR GOTA tif. 41080 LORVÍK tif. 43160 mánadag - hósdag ki. 9.30-12.00 kl. 14.00 - 16.00 kl. 9.30-12.00 kl. 14.00 - 18.00 friggjadag VERID VÆLKOMIN i FØROYA BANKA