mikudagur 14. januar 1981síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Suðringur
hægstu
Nr. 3 — Mikudagur 14. januar 1981
meðalhýruna
Tað vóru aftur mann-
ingarnar á teim sterru
ísfiskatrolarunum, sum
fingu sterstu úrtekuna
í fjør, vísir ein uppgerð,
sum Feroya Fiski-
mannafelag hevur
gjørt.
Í meðal var hyran
hjå teimum størru is
fiskatrolarunum kr.
176.389. Hyran við
teimum smærru ís-
fiskatrolarunum var
kr. 141.825, meðan hýr-
an við ísfiskalínuskipu-
num var kr. 95.305.
Innan teir tríggjar
bólkarnar er tað stórur
munur millum besta og
ringasta bát og trolara.
Tað sterstu meðal-
hýruna hevur Suðring-
ur. Meðalhýran var kr.
209.947 við Suðringi.
Næstur honum kemur
Mýlingur við eini með-
uhýru uppá kr
179.970. Men Hallar-
klettur er bert slakar
1.000 kr. aftanfyri —
hýran við Hallarkletti
var kr. 179.052.
Meðalhýran við Pol-
arborg (II er kr.
174.989, Polarborg I
kr. 167.726 og vid
Froyi var hon kr.
146.652.
Næstan eins stor
besta av teimum
smærru isfiskatrolaru-
num var nærum eins
stór og hon hjá Suðr-
ingi.
Bestur var Græling-
ur við kr. 206.357.
Næstur honum kemur
Vón við kr. 194.250 og
triðbestur er Trastur
við eini meðalhýru upp
á kr. 189.645. Ringast-
meðalhýran við
Vestfinni og Norðfinni.
Hon var kr. 60.700.
var
va
Væl minni
Línuskipini liggja væl
niðan fyri trolargarnar.
Tann besti av línubátu-
num, Klakkur, hevði
eina meðalúrteku upp á
kr. 132.152. Næstbest-
ur er Vadhorn vid kr.
130.820, meðan Polar-
stjørnan kemur sum
nummar trý við kr.
112.546.
Umroknað í meðal
fyri hvønn dag, so ligg-
ur Vadhorn fremstur.
Meðalúrteskan var 587
kr. Næstur honum er
Klakkur við eini meðal-
daglen upp á kr. 508,
meðan manningin á
Jákup B. fekk 501 kr. í
meðal:um dagin.
Ringastur av línu-
bátunum var Jógvan S
við eini meðal dagløn
upp á kr. 322.
Danir undir spennandi ro
Detailpakka saltfisk
ynd:
til Suðureuropa
Munandi betri pris enn fyri »vanligan« saltfisk
Danska fyritskan Dancod í Esbjerg, sum árliga keypir millum 1.000 og 2.000 tons
av saltfiski úr Føroyum, er farin undir eina spennandi roynd, nevniliga at detail
pakka saltfisk til kundar í ítalia, Grikkalandi og Fraklandi. Tey fyrstu 50 tonsini
verða avgreidd fyrsta dagin.
Lesið samrødu við umboð fyri Dancod, sum herfyri var í Føroyum á síðu 4
Bussforarin fyribils
settur úr starvinum
Endalig støda tikin tá politiið hevur avgreitt málið
Beint fyri nýggjár var eitt
ferðsluóhapp á vegamóti-
num Bøkjarabrekka/Ting-
húsvegur, har tveir av by-
arbussunum stoyttu sam-
an. Báðir bussarnir fórust
30 illa, at teir vórðu tiknir
úr rutu.
Í Sosialinum seinasta
leygardag upplýsti politiið
at ósketni var orsekin til
óhappið. Síðani hevur Bil,
sum hevur busskoyring-
ina um hendi, avgjørt, at
annar av bilferarunum
skal fyribils setast úr
starvi, til politiið hevur
endaliga avgreitt málið.
— Vit kundu havt sagt
mannin upp sama dagin
hetta hendi. men vit vistu
ikki hvussu steðan var,
fyrr enn vit lósu greinina í
Sosialinum, sigur Niels
Persson, Bil. Hann upp-
lýsir, at bilferarin kemur
at koyra sítt >tern< liðugt
og verður málið tikið upp-
aftur tá politifrágreiðingin
fyriliggur.
Politiið upplýsir, at frá-
greiðingin nú er farin til
tryggingina. Seinni skal
so steða takast til spurn-
ingin um skyld. Upplýst
verður, at annar bilferarin
koyrdi tvertur um háva-
tenninar á Tinghúsveg-
num uttan at steðga. Har
hevur hann annars treyta-
leysa víkiskyldu.
Verður maðurin ikki frí-
kendur, so kann hann fáa
bót uppá millum 800 og
1000 kr. Eisini er vanligt í
tílíkum førum, at maðurin
skal upp til eina orienter-
andi koyriroynd.
Niels Persson sigur ann-
ars við Sosialin, at teir nú
bíða eftir avgerðini hjá
fútanum í málinum
— Vit hava einki ímóti
manninum og verður dóm-
urin ikki ov harður, so er
tað mikið meguligt, at
maðurin bert fær eina á-
varing og sleppur at halda
fram við at koyra, sigur
Niels Persson at enda
Heilsumyndugleikarnir
kanna voru frá Heilsu
— Filmar at finna bróstkrabba við villleiðandi og kunnu geva falskan tryggleika
Landslæknin hevur skriv-
að til Sundhedsstyrelsen
viðvíkjandi einari veru,
sum handilin Heilsa byrj-
aði at selja í november í
fjer.
Talan er um »Breast-
cancer Thermo Detektor«,
sum, sambært eini lysing i
Sosialinum tann 19. nov-
ember, »ger tað lættari hjá
kvinnum sjálvar at kanna
eftir, um tær hava bróst-
krabba.«
Í einum inserati í sama
blaðnum er ein frágreiðing
um fyribrigdið, sum
kemur úr Italiu, har tað,
eins og í Spaniu, skal vera
nógv brúkt.
Hetta er ein filmur, sum
skal leggjast á bróstini. Er
krabbavekstur í brósti-
num kemur ein serligur lit-
ur fram á filminum, verður
sagt.
Falskur tryggleiki
Men landslæknin hevur
ikki álit á hesum háttinum
at finna bróstkrabba.
Hann hevur sent lýsingina
og inseratið við umseting
til Sundhedsstyrelsen,
sum er hægsti heilsu-
myndugleiki í Feroyum.
Lýsingin og inseratið eru
av slíkum slag, at tey eiga
at viðgerast og metast av
Sundhedsstyrelsen, sigur
hann.
Landslæknin sigur, at
hann vil ikki mæla fólki til
at brúka »Breastcancer
Thermo Detektor<. Tað
hevur ikki nakað virði, tí
tað gevur onga vissu fyri,
um krabbavekstur er ella
ikki. Tí kann tað í vissum
førum eisini geva falskan
tryggleika. Tað hevur
heldur ikki nakran fyri-
mun framum tann kann-
ingarmátan, sum læknar
ávísa. Tað er sjálvskann-
ingin við hondunum
Landslæknin vísir í hesum
sambandi á bóklingin um
sjálvskanning, sum Fer-
oyafelag móti krabba-
meini sendi í hvert hús í
fjør.
|