Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Sigur løgmadur satt? Í samreðuni við útvarpið hendan dagin Pauli Ellef- sen varð valdur til løg- manns, spurdi útvarps- maðurin um útflutningin og gjaldsjavnahallið, sum eg hevði talað um í nýárs- reðuni. Pauli Ellefsen segði seg als ikki negdan við betr- ingina, gjaldsjavnanum hevði verið fyri vegna út- flutningsveksturin uppá 271 mill. kr. Nú hevði undirritaði heldur ikki nekur fagnað- arróp um hetta. Nevndi bert at hallið var komið í eina rímuligari legu sam- mett við tvey tey undan- farnu árini, og undirstrik- aði harafturat sterkt hvat neyðugt bleiv at gera fyrstu áttatiárini av fram- leiðslufremjandi tiltøkum, so vit kundu framleiða okkum úr trupulleikunum, samstundis sum vit sýndu sparsemi í almennari og privatari nýtslu. Haldi kortini, at feroy- ingurin hevur loyvi til at freast eitt sindur um hendan risavekstur í út- flutningi og um at hallið er minkað nakað. Men, sær sjálvum líkur, kundi P. Ellefsen ikki bara sær. Sum var tann fyrsta og einasta menniskja, ið hevði uppfunnið „út- flutnings-krútið<, tveitti hann >nonchelant< og utt- an prógv grundirnar fyri vekstrinum á borðið — ja, hann hálaði tær upp úr hinum gamla gandahatti- num, uttan á nakran hátt at hava kannað tað, sum telini goyma — og metti tær at vera sera negativar. Til spurningin: „Eru tit nøgdir við hesa betringina av gjaldsjavna- hallinum, ella má meiri gerast har ?« svaraði P. Ellefsen: „Á ja, men vit eru yvir- hevur ikki negdir, tí tekur man tey allarvesentlig- astu tingini, so er tað á positivu síðuni, so er tað rækjurnar í Eysturgren- landi, sum eg eri bangin fyri — og út frá tí, eg havi hoyrt frá konum monnum — at tað er ógvuliga ilt at rokna við framyvir. Vit hava fingið at vita, eisini frá landsstýrinum, fyrra landsstýrinum, at tað var lítið og onki at gera í Vest- urgrenlandi viðvíkjandi rækjum. Eitt annað, sum virkar positivt í hasum gjalds- javnauppgerðini, men sum er sera negativt, tað er sølan av øllum okkara skipum, har er talan um selu av einum tjúgu skip- um, harav nógv av teim- um eru okkara allarmest effektivu skip. Tað vil siga næsta ár — tú kanst ikki selja skip meira enn eina- ferð — næsta ár, so mangl- ar tú selupeningin fyri hasi skipini, men harum- framt, so manglar tú eisini tað framleiðsluvirði, sum hesi her skipini hava skap- að, so tað er, hetta her gjaldsjavnahallið, tað er í veruleikanum nógv nógv sterri enn tað sýnist, tí- verri.« Hesi vóru orðini, og hann, sum hevur allarminstu vitan um skipaútflutning- in og innflutningin í fjør, sær, at her var ikki helvtin sonn, og sum kunnugt sig- ur fáur skeivt frá meir enn til helvtar. Men heldur ein, at bert okkurt verður sagt, so er tað gott, so roynir ein at siga tað so skjótt og trú- verdugt, at eingin skal leggja í at rættleiða. Tað er »évesentligt« um tað eru 10 ella 20 skip, og tað spælir onga rollu hvussu hetta er í mun til árið fyri, ella hvat er keypt til landið ístaðin. Heldur ikki hevur tað týdning um framleiðsluorkan hjá tí keypta er sterri ella minni enn hon hjá tí selda. Hetta tykjast úttalilsini at goyma, tað ræður bert um at fáa fram okkurt nega- tivt. Sum tað framgongur av listanum — talva Í — yvir skip strikað úr feroysku hann noyðist hagdeildin at nýta, skulu útflutnings- telini vera sambærilig ár um ár — so eru 10 fiski- skip strikað, sum seld av landinum. Utflutnings- virðið er umleið 33 mill. kr. Samstundis eru innflutt 7 fiskiskip — talva II — fyri umleið 42 mill. kr. Umframt hesi eru seld, ella útflutningsloyvi er givið uttan at selan enn er greið: Sigmund Brestison, Gøtunes og Kristina Logos fyri eitt útflutn- ingsvirðið umleið 42—45 mill. kr. cg tað er sekt um loyvi at selja Hvítanes og Karinu fyri umleið 36—38 mill. kr. hesar umsóknir eru lagdar til P. Ellefsen at taka steðu til, játtar hann og ganga selurnar annars í lagi, koma skip fyri einar 80 mill. kr. at telja við í út- flutningstelini fyri 1981 tá P. Ellefsen fer at kunn- gera tey um eitt ár. Tey skip sum keypt eru, men enn ikki tikin upp í skipaskránna nevniliga Siljo og Rocamador fyri umleið 56 mill. kr. og tey sum sekt er innflutnings- loyvi fyri, nevniliga franskir trolarar til Mið- vágs, Nólsoyar og Havnar fyri 25 mill. kr., umframt við- merkingar Hvítanes og Karinu, verða so hinvegin at telja við í innflutninginum í 1981. Hetta verður helst eitt tal væl omanfyri 100 mill. kr. Hetta prógvar tað skila- góða í tí, sum eg nevndi í nýársreðuni um at tryggja sær skip við hegum selu- skipaskrånni í 1980 — tey,sum koma ístaðin fyri virði, so vit kunnu fremja Talva Í Skip strikað úr skipaskránni sum útflutt í 1980 Navn Dagur Keypsland Virði (kr.) Fiskiskip: 1. Magnus i Rituvík........... 16/4 Danmark 2.925.000 2. Steinhúsbraður ............. 30/5 Danmark 600.000 3. Rólant H................... 16/6 Noreg 3.300.000 4. María en... .... 12/8 Danmark 164.000 5. Gerðhamar ................. 2 Grønland 4.600.000 6. Vatnhamar ................. 19/8 Danmark 925.000 7. Sjóborgin .................. 29/9 Bretland 100.000 8. Reynsatíndur ............... 29/9 Grønland 2.500.000 9. EdthM................... 3/11 Holland 7.942.000 10. V. U. Hammershaimb ....... 12/12 Grønland 9.600.000 Samanlagt .....- . ........rrvtrrlerhtlrtsttt ent hh 32.656.000 Ferdamanna- og farmaskip: 1. Rókur...................... 9/4 Noreg 2.235.000 2. Teistin ..................... 12/5 Danmark 310.000 8. Stella Nova............... 30/6 Liberia 16.000.000 4. DÚgVan ..........-:--:---:- + > 9/12 Guinea 5.370.000 A UU EF 23.915.000 Skip bygd til útflutnings: 1. IcePort. ................... Danmark 24.000.000 Talva II Skip tikin upp i skipaskrånna sum innflutt i 1980: Navn Dagur Søluland Virdi (kr.) Fiskiskip: 1. Hvannhólmur................ 29/2 Danmark 7.402.000 2. PU... 28/5 Danmark 1.825.000 8. Leivurí Hesti................ 27/6 Fraklandi 7.628.000 4. Steinhusbrøbur .............. 11/8 Danmark 1.200.000 5 Halgafelli.................... 26/8 Noreg 220.000 6. Vatnhamar .................. 17/9 Danmark 850.000 Ferðamanna- og farmaskip: 1. Teistin .................... 21/4 Danamrk 21.000.000 me SOSIALURIN neyðuga endurnýgging. Hann, sum veit eitt sindur um skiparakstur — og tað ger P. Ellefsen — kann harafturat útleiða, at tað tervandi framleiðsluvirði í 1981, P. Ellefsen avskriv- ar okkum fyri seld skip, helst skuldi verið meira enn uppvegað av fram- leiðsluorku teirra keyptu og bygdu. Afturat hesum visti P. Ellefsen sum grannskoð- ari, ið hevur havt nógv við skipaselur at gera — sam- gongusamráðingarnar máttu jú steðga meðan hann var í Kanada og seldi Karinu — at fyri summi av teim seldu skipunum er tað so, at føroyingar fram- vegis eiga partar av skipu- num (ella eiga tey heilt og fult), og ti koma framvegis nógvar milliónir heim yvir veru- og tænastuvið- skiftið sum reiðarasam- sýning, selukommisión, umvælingarsamsýning og samsýning fyri salt og proviant og útgerð. Hesar milliónirnar telja ikki í handilsjavnanum, men tær telja positivt í gjalds- javnanum. Heilt so negativar, sum P. Ellefsen vil vera við, eru hesar selur sostatt ikki, og hann gloymdi heilt | endurnyggingina, sum samstundis er framd. Síðan vóru tað rækjurnar í Eystur- og Vesturgren- landi. Tað var eitt frálíkt og fyri mangan óvæntað íkast, rækjurnar í Eystur- grønlandi gjørdist. Kortini var tad ikki so heilt óvæntað. Tí bardust vit sum úlv- ur á skóg fyri at sleppa undan teirri avmarking í royndarveiðuni, sum norð- monnum hevåi verið fyri. Leikur hepnaðist, og so- leiðis, sum hann seinni fór fram, kundi hann í sam- ráðingum við grenlending- ar nýtast til at undir- strika, at vit høvdu ikki slept ríkisborgararætt- indunum. Hetta gav eyka 2.000 tons (sum tó tíverri ikki vórðu fiskaði). | Bryssel vildi geva okk- um 1.200 tons av rækjum i Vesturgrønlandi og 2.500 tons i Eysturgrønlandi i 1980. Men ut frå somu rik- isborgarasjónarmiðum og kvotuni, noråmenn høvdu fingið, bardust vit í Bryssel, Keypmannahavn og Godtháb fyri teim 1.880 tonsunum, vit áttu, og fingu tey at enda, tá Anker Jørgensen skar í- gjøgnum okkum til fyri- munar. Framleiðsiuvírðið = av hesum rækjum í Eystur- og Vesturgrenlandi er stórt, helst útvið 100 mill. kr., og tað telur, sum P. Ellefsen sigur, væl í út- flutninginum. Varð hetta ikki fingið, vildu somu skip kanska bert framleitt fyri einar 50—60 mill. kr. á eðrum leiðum ella í aðrari vinnu. Framleidsluorkan vildi ikki verið heilt burt- uri, sum P. Ellefsen vil gera tað til. Steðan vit standa í í dag er hin sama, vit stóðu í í fjør, tá samrådingarnar vóru so mikið ávegis komnar sum nú. Vit kravdu tá 1.880 tons av rækjum í Vesturgren- landi og óavmarkaða veiðu í Eysturgrenlandi. Vit hildu tern og fingu hesar sømdir. Í ár havi eg Feroya vegna kravt av Danmark, EEC og Grenlandi 1.000 tons í Vesturgrenlandi og 4.300 tons í Eysturgren- landi. Ístaðin fyri at pro- klamera í forhond í Út- varpi Feroya, at tú ongar vónir hevur — tað frætta hinir jú — so halt nú tern og tryggjað okkum hetta. So mugu forsjónin, ís- og veðurlíkindini, fiskieydn- an hjá einstaka skipara- num og skil og hegni hans- ara og okkara sjómanna avgera hver skurðurin gerst. Men fremst av ellum P. Ellefsen, legg tær í geyma, at nú hava menn stundir til at bera fram mótprógv, tá tú ætlar at sleppa tær ov lætt igjøgnum, bert við at rippa okkurt upp úr gandahúgvuni. Halt teg tí bert til veru- leikan framyvir ! Nú er tað ikki so, at eg havi illgruna um, at tú longu hevur spekulerað tað út: mat kann Atli bert eiga skuldina av at skipini verða seld, meðan mítt landsstýrisskeið fær góð- skrivað útflutningstelini, so er tað eina roynd vert.« Tað vildi ein nývaldur løgmadur ikki funnið uppá við vilja. Men ein nývaldur løg- maður má læra, at »non- chalansa« og spæl við tøl- um dugir ikki. Og hetta at spæla politikk gongur heldur ikki. Nú má ein kunna standa til svars fyri alt, ein sigur og skrivar, tí mangir sita undir, og eru fúsir at av- dúka tá ein velur hin breiða vegin. Tú vildi í útvarpstjaki- num áðrenn valið vera við, at eg ongantíð hevði tikið teg í ósannind. Hetta var skeivt í sjálvum sær, tí tað gjørdi eg so mangan. Men tad stødu, at taka ein løgmann i ésannind vil eg ikki koma i, og skrivi eg ti skeivu fråsøgn tina um útflutningin uppá konto- ina fyri tervandi kunn- leika til veruligu viður- skiftini aftanfyri tølini. Í Havn 10/1-1981 Atli P. Dam