Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Danir undir spennandi roynd: Detailpakka saltfisk til Suðureuropa Hevur betri pris enn »vanligi« saltfiskurin Í hesum degum verður seinasta hond legd á at de tailpakka tey fyrstu 50 saltfiski, sum danska fyritøkan Dancod í Esbjerg hevur selt til kundar í Italia, Grikka- landi og Fraklandi. Detailpakkingin av salt- fiski er nakað heilt nýtt, sum danir nú eru farnir undir. Hetta er eisini nak- að, sum onkuntíð hevur verið frammi í Feroyum í tjakinum um víðari gósk- ing av fiskaverum. Dancod-fyritøkan hevur í dag tað mest nútímans virki í Europa til fram- leiðslu av saltfiski. Fyri- tøkan keypir árliga eini 1000 tons av saltfiski úr Feroyum. Í hesum sam- bandi var ein av fremstu umboðsmonnum hjá Dan- cod, Erland Nielsen, í Fer- oyum í síðstu viku. Sosigalurin hitti Erland Nielsen og prátaðu vit m a. um royndirnar at detail- tonsim av pakka saltfisk Keypti »pinklastina« Erland Nielsen var i Før yum i samband vid keyp ið av seinastu saltfiska- uskipinum Borðoyanes. Tað var eisini sølan vrakaði ta lastina og + + 4 1A 4 r ar i ert VII geva minsta pris hana, tí pinkur var tin í, so keypti I Nú bert saltfisk Tað eru teir báðir, pápi og sonur, Erik og Bent Niel- sen, sum standa fyri Dan- cod-fyritøkuni Tad munnu vera eini 20 år, síð- ani Erik Nielsen før undir at keypa og arbeiða salt- fisk. Í fyrstani var eisini x Iramieiðsia av frystum fiskaverum, flaki og fesk- fiski tfiskaframleiðsl an gjerdist tó ein stødugt sterri og sterri partur av framleiðsluni. Eitt nýtt virki varð bygt uttanfyri Esbjerg. Ymsar steddir Dancod hevur so hesi sein- astu tvey árini arbeitt við ætlanini at detailpakka saltfisk. Royndir hava verið gjørdar við smærri pakkum við saltfiski: 400 gram, 800, 1000, 5 kilo og 10 kilopakkum. Nú eru teir komnir so væl áleiðis, at farið er undir at selja kundum í Suðureuropa tann fyrsta detailpakkaða saltfiskin. Seinni er so eis- ini ætlanin at koma inn á marknaðirnar í Týsklandi og Sweits. Keypti 7.000 tons av fiski Dancod keypir fiskin á teimum fríu aktiónunum á donsku vesturstrondini Harafturat keypir fyritøk- an nakað av fiski úr Før- oyum. Íslandi og Gren- landi. Bert í 1980 keypti virkið 6.000 og 7.000 ns av fiski Hetta hevði eitt seluvirði uppá umleið 100 mill. kr Á nýggja virkinu Dancod uttanfyri Esbjerg 1 hjé nst tann mest nútíman útgerðin sum finst t saltfiski Alt verður gjørt automat- iskt, eisini saltingin av fiskinum. Saltfiskurin verður eins og tað altíð hevur verið gjert pakkað- ur á vanligan hátt í ballir, palettir og kartong. Hetta er tann vanligi mátin at pakka og selja saltfisk Afturat hesum kemur so tað, at teir nú eru farnir undir at royna nýggju leiðina at skera saltfiskin í smærri stykki og vacuum pakka hann. framleiðslu av Minni fiskur — meiri góðsking T Vit spurdu nå Erland Nielsen, hvør orsøkin er til, at teir nú eru farnir undir at detailpakka salt- fisk eisini, tá marknaðurin fyri tí »vanliga« saltfiski- num jú er góður. — Vit eru noyddir at fylgja við tíðini. Tað fer jú fram ein útviklingur alla tíðina. Tað verður torfer- ari og torferari at fáa nóg nógv av fiski orsakað av kvotum og forboðum. Vit fara tí at fáa steðugt minni av ráveru at arbeiða víðari. Og fyri at fáa sum mest burtur úr er neyðugt at góðska veruna so nógv sum tað yvirhevur letur seg gera. 3 kr. meira fyri kilo Erland Nielsen vísir á, at við at gera meira við fiskin sum t.d. at skera hann í smærri stykki og vacuum- pakka hann, kunnu teir fáa kanska 3 ke. meira fyri kilo av saltfiski Nú er stersti parturin av feroyska útflutningi- num saltfiskur, gjerdur uppá tann gamla mátan. Feroyingar hava íkki ynskt at broyta nakað hes- um viðvíkjandi og sagt hevur verið frá m.a. Fiskasøluni, at keyparar- nir í Suðureuropa vilja hava fiskin uppá tann vanliga mátan. Hver er tín meting um hetta? — tað er helst rætt, at t. d. spaniólar vilja hava saltfiskin soleiðis sum tit selja teimum hann í dag. Men i Fraklandi og Italia detailpakka teir sjålvir saltfisk. Teir keypa fiskin frå øårum og arbeiða hann so víðari. Tað, sum vit á Dancod nú gera, er, at vit royna at sleppa inn á hesar markn- aðir, har tørvur er á detail- pakkaðum saltfiski. Fer tann núverandi gongdin at halda fram, so verður stórur marknaður fyri hesum verum í framtíðini. Ti ræður um at koma við beinanvegin, so ein ikki Dancod fyritøkan keypir saltfisk úr Føroyum og viðger hann meira, áðrenn hann verð- ur seldur víðari ER % Føroyingar hava selt saltfisk í langar tíðir. Talan hevur tó ikki verið um at detailpakka hann Detailpakka í Føroyum — Heldur tú, at feroying- ar áttu at roynt at detail- pakka saltfiskin ? — Tað vil altíð verða ein stórur fyrimunur jú meira ein kann gera við ein fisk. Skulu tit í Feroyum fara undir framleiðslu av de- tailpakkaðum saltfiski, so meti eg, at fleiri virki eiga at ganga saman um eina pakkimiðsteð, ti ílegurnar eru rættuliga stórar. Verð- ur hetta gjørt í felag, haldi eg eisini at iløgan kann forrenta seg. Men tað skal eisini ger- ast eitt stórt seluarbeiði, tí tað er so ógvuliga ym- iskt sum kundarnir vilja hava fiskin. Onkur vil hava ein heilan saltfisk pakkaðan inn í vacuum- pappír, meðan onkur ann- ar vil hava smærri stykki. Orsøkin til at vit eru farnir undir at detailpakka salt- fisk er m.a. hon, at vit halda, at tað ber ikki til í allari framtíð at finna keyparar til tær vanligu saltfiskaverurnar. = Fyrr ella seinni fara øll heim i Suðureuropa at hava køli- skáp og frystiboks eins og vit her í Norðureuropa hava tað í dag, og tá vilja fólk helst hava matin — eisini saltfiskin — pakkað- an í cellofan, sum tey kunnu leggja í eina frysti- boks. Í dag eru fáir danir og sviar t.d. sum vilja hava ein heilan fisk hang- andi í kekinum, sigur Er- land Nielsen. Marr & Co. umbodsfelag Dancod er sølufelag og hevur framleiðslu um hendi. Umleið helvtin av ársumsetninginum, 3500 tons verður framleiddur á virkinum hjá Dancod. Restin er so fiskur felagið keypir og selur víðari til kundar aðrastaðni. Erland Nielsen upplýsir, at teir í fleiri ár hava keypt saltfisk úr Feroy- um. Teir hava eitt gott samarbeiði við Fiskasøl- una og arbeiða eisini sam- an við Marr & Co. Marr & Co. er umbodsfelag hjå Dancod i Føroyum. Um »pinkfiskalastina« hjá Borðoyanes sigur Er- land Nielsen, at alt var ikki pinkfiskur. Teir eru annars vanir við at viðgera fisk, sum pinkur er komin í. Prísur á saltfiski saltfiski góður Í dag eru eingir trupulleik- ar at sleppa av við salt- fisk. Erland upplýsir, at teir góðu prísirnir fara helst at halda sær nakað enn. Hann roknar eisini við eini minni hækking hesar næstu mánaðirnar. Hetta er mynd av sonevndu »pinklastini« hjá Borðoyanes, sum Dancod (sí merkiseðil- in) keypti. Nú hevur Dancod eisini keypt ta seinastu lastina hjá Borðoyanesi, sum møguliga verður detailpakka í Esbjerg og síðani seld til Suðurlond fyri munandi hægri pris enn fæst fyri vanliga saltfiskin SOSIALURIN E í