Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1981síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

on rs nn Nógv vilja sleppa á Håskula Tað er rættiliga stórur áhugi fyri at sleppa at ganga á Háskúla í Havn hetta fyrsta skeiðið í nýggja árinum, sum byrjar 17. februar. Longu ein mánaða frammanundan hava 33 ung sent umsókn til Há- skúlan. Tilsamans er pláss fyri 43 næmingum. Thorben Johannesen, háskúla- stjóri sigur við Sosialin, at tað eru nógv ár síð- ani, eftir hvat hann hevur frætt, at so nógv hava sekt á skúlan so góða tíð framman- undan. Vetrarskeiðið endar annars í komandi viku Tilsamans 28 næmingar hava verið á hesum skeiðnum. Hósdagin verður fram- sýning av næminga- arbeiðum á skúlanum. Born dansa føroyskan dans i Havn Tad kann ikki sigast annað enn, at tað verður okkurt gjert fyri bernini og tey ungu í Tórshavn, hóast sjónvarpið nú tekur ein stóran part av frítíðini. Nekur fólk í Havn, sum hava serligan áhuga fyri fer- oyskum dansi, hava síðani = í september mánaði skipað fyri før- oyskum dansi fyri bern í Perluni. Dansað verður hvert mánakveld frá klokkan 19—20. Gl bern og und upp til 14 ár hava ókeypis atgongd. Eisini eldri kunnu tó vera við. 10 ár Sunnudagin tann 18. januar verður John Thomsen, sýnsmaður í Klaksvík 70 ár. 60 ár Týsdagin 20. januar verður Eskild Norðbúð, barberur, Klaksvík 60 ár. Hann er burtur- staddur feðingardagin. Nr. 4 — Leygardagur 17. januar 1981 Vøkstur, umhvørvi og livsdygd Fyrilestrarrødin á Fróðskaparsetrinum um »Vøkstur, umhvørvi, livsdygd«, sum Føroya Nattúru- og umhvørvis- verndarfelag fyrireikar, og sum varð útsett hóskveldið vegna sjúku — byrjar nú månakvøldid kl. 20. Har verða yrkingar eftir Christian Matras, fyrilestrar eftir Tórmóð Dahl, Thorben Johannesen og Jógvan Mørkøre og ein ljóðmynd sum Pauli í Sandagerði, Joanna Johansen og Gunnvør Mikkelsen hava lagt til rættis. Handverksmeistarar um byggingina av Hotel Føroyum: Stórar útbyggingarætlanir í Vestmanna: fóroyingum at fáa arbeiðið Føroyskar fyritøkur hava ongan møguleika at geva tilbod uppá byggingina av ti nyggja Hotel Føroyum. Hesa åskodan hava føroyskir handverksmeistarar, handverk arar og arbeiðsmenn. Hon kemur fram í einari yvirlýsing, sum Feroya handverksmeistara felag, Føroya handverkarafelag, Havnar handverksmeistarafel- ag, Havnar arbeiðsmannafelag og Havnar handverkarafelag gjørdu á fundi i Havn týsdagin. Í yvirlýsingini verður sagt m.a. : »Vit undirritaðu fakfelog eru eftir gjøgnumgongd av útbjóð- ingartilfarinum viðvíkjandi bygging av nýggjum hotelli í Havn komin til ta niðurstøðu, at her fyriliggur eitt projekt, sum føroyskar — fyritøkur lættliga kunnu byggja og kunnu sostatt ikki góðtaka, at treytirnar verða gjørdar soleiðis, at føroyskar fyritøkur, sum eru bodnar við roynd og veru ongan møguleikar hava tyri at luttaka«. Og feløgini krevja treytirnar broyttar, soleiðis, at tær sam- svara við orkuna hjá føroyskum byggifeløgum. Yvirlysingin endar við hesum orðum: »Havandi í huga tað vaksandi arbeiðsloysi millum limir okkara og, at tað í stóran mun er almennur peningur, talan er um, er tað eitt ófrávíkiligt krav, at tær fakentreprisur, sum ikki eru útbodnar enn, bert verða útbodnar í Føroyum« Byggingin av hoteilinum er boðin út í bundnari lisitatión í øllum Norðurlondunum Tað var Føroya hahdverks meistarafelag, sum tók málið upp og heitti á stovnarnar, sum ætla at byggja hotellið, Trygg ingarsambandið, Sjóvinnubank an og Føroya Banka, um at skipa so fyri, at byggingin verður framd av føroyskum fyritøkum og føroyskari ar beiðsmegi. Tá so Handverksmeistarafel agið frættir, at byggingin skal bjóðast út uttanlands, ger fel agið enn einaferð vart við sjón armið sítt. Eisini hjá landsstýr inum. Men av tí, felagið íkki hevði fingið upplýsingar un málið, hendi hetta ikki fyrr enn slakar triggjar vikur, eftir, at út bjóðingartilfarið var sent út Skrivarin hjá nevndini i P/f Hotel Føroyum, Marius Tho massen, segåi fyrrapartin i gjår, at hann hevði ongar viðmerk ingar til málið. Nevndin fer at viðgera tað, so skjótt sum til ber, segði hann Flakavirki á Sandi undir bygging skjótt — Tað er als ikki »hol í hevdið< at byggja eitt flakavirki á Sandi, so sum virkisleiðarin á flakavirkinum í Skopun herfyri tók til orða í Sosialinum. Tað er tverturímóti av alstórum týdningi, at tær stóru ílegurnar uppá 26. mill. kr. í eina havn á Sandi koma plássinum og fólkinum har býr til góðar. Hetta sigur Eyðun Videre, stjóri í P/f Borgin á Sandi í eini viðmerking til greinina í Sosialinum herfyri. Tíanverri er ikki pláss fyri greinini hesaferð — men vit prenta hana í Sosialinum komandi mikudag. Eyðun Videre vísir annars á, at tað er stórur vilji at fáa eitt flakavirki í gongd á Sandi. Tað er als eingin tverleiki at skaffa ráveru til virkið ella arbeiðsfólk. Sandoyggin kann væl manna tvey flakavirki. Skjótt verður farið undir bygging av virkinum. Lesið í næsta blað Ovast á myndini síggja vit stóru útstykkingina sum fer fram í Vestmanna Havnabygging fer at geva 18 arbeiðspláss Um stutta tíð verður farið undir at útbyggja havnina í Vestmanna. Hetta arbeiði fer at varða í eini trý ár, og hetta tíðarskeiðið verður arbeiði til kanska 16 til 18 vestmenningar. Hetta upplýsir Gunnar Waagstein frá byggifelagnum Lamhauge og Waagstein, sum frammanundan hevur fleiri arbeiði í gongd í Vestmanna. Í fyrstu atlegu verður farið undir at gera veg til havnaøkid. Inni í blaðnum hava vit greinar um havnaútbyggingina og samreðu við nýggja bygdaráðsformannin, Simin Simonsen. Hann sigur m.a., at skatta- prosentið verður helst ikki hækkað í ár. Gongugøtan skal varðveitast! Tað segdu tey flestu havnarfólkini, Sosialurin tosaði við á gongugetuni mikudagin í samband við avgerðina hjá býráðnum um at lata getuna upp aftur fyri bilferðslu í eina royndartíð Summi halda, at getan er ov deyð, m.a. handilsmenn inir. Sum vit hava skilt, er sela teirra ikki minkað, men teir hvukku við, tá ein kanning vísti, at ferðslutrýstið á Miðbýin var minkað, og at útlit er fyri, at tað minkar meira. Vit hava tosað við nøkur fólk Síða 3 Raktur av trolara — fór til botns Seksæringurin Katja fór til botns hóskveld- ið, tá trolarin Hamra- berg sigldi á hann. Hetta hendi á Vestaru vág, tá Hamraberg fór av Havnini til Mið- vágs. Trolarin bar eis- ini við tveir aðrar bátar deksbåtin Seagull og Nordafarsbåtin Karin B. Tað var tó Katja, sum bleiv meinast rakt. Hon brotnaði tverturav, upplýsir politiið í Havn. Tá Hamraberg kom til Miðvágs, bleiv skip- arin avhoyrdur av poli- tinum har. Hann segði tá, at ljósmotorurin sló frá, meðan hann bakkaði frá vestaru bryggju við tí úrsliti, at hann ikki fekk steðgað, fyrr enn hann rakti bátarnar. Hann sigldi síðani yvirum til eystaru bryggju og lá har í ein tíma minst. Skiparin greiddi poli- tinum í Vágum frá, at tað var ikki ætlan sín at stinga av aftaná óhappið, men, at hann ætlaði at boða trygg- ingini frá tí.