Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Farvæl til stavna- mann og fólkaflokk Nú er so samgongan við fólkaflokkin farin í seg- una, og væl er tað. Tað man neyvan vera nakar javnaðarmaður sum græt- ur um at vera sloppin av við fólkaflokkin og hans- ara ótespuliga blaðstjóra sum samgongupartnara. Hendan samgongan hevur frá fyrsta degi verið ein marra. Aftaná valið takkaði | stavnamaðurin fyri tað stóra álit honum var víst, og hetta hóast allar «sosialistarnar«, sum hevdu roynt at jarðleggja hann. Tað skal heldur ikki vera nekur loyna, at vit saman við hamypafólki flest rokna Dagblaðið fyri at vera eitt satt skendsil og skomm fyri okkara annars vánaligu politisku verð. Men tá hetta verður útlagt, sum at vit ræðast hansara útlegging av teirri seinastu sannu« lær- uni, so er hetta ein stór misskiljing. Tað at vera hegravendur og framfera hegravend sjónarmið er tann rættur, sum ein og hver hevur, og sum eingin kann fáa ilt av. Men tað, sum eyðkennir Dagblaðið er, at tað fyri ein og hvenn prís vil berja alt niður, sum ikki samsvarar við hansara sjónarmið. Tað sum hevur eyðkent hetta blað frá tí stavna- maðurin tók við er hatur og vanvirðing fyri annar- leiðis hugsandi, sum er ó- hoyrt í nýggjari tíð her á landi. Sum mangan áður ávíst minnir hetta blað um ring- astu skemdarbleð, sum vit bert hava hoyrt um í lond- um við einaræðisstýri Hatri og vanvirðingin hjá DB gongur lutvíst út- yvir ávísar bólkar í sam- felagnum. Teir hava javn- an verið útsettir fyri mið- vísari hatkampanju. Vit kunnu minnast til skriv- ingina um tey veiku í sam- felagnum og teimum, sum starvast fyri tey. Eisini minnast vit kam- panjuna móti Suðringum og Tveráfólki. Í besta Goebbel-stíli verða veru- leikar bronglaðir og av- skeiklaðir, so teir passa til myndina sum DB ynskir at vísa. Talviðgerðin hjá blaðnum kann enntá til tíðir vera rættuliga skemt- unarsom, men prógvar tó hvussu tel kunnu verða »fabrikerad« til at »prågva« hvat sum helst. Sum tå »progvast« skuldi, at norðingar rinda meira skatt enn suðringar. Brúk var fyri einum lágum inn- tekutali fyri Norðoyar Hetta tal fekst eisini til vega við at lata t.d Mikladais kommunu við 30—40 skattaborgarum fáa somu vekt sum Klaks- víkar kommunu við 2.000 —3.000 skattaborgarum. At talan var um talfalsan av grovasta slag tóku menn ikki so tungt. Tað mest ódámliga við DB er tó tey hatsku og skendsku álopini á privat- persónar. Og her finst einki lágmark. Tey sum ikki standa væl í eygunum hjá stavnamanninum kunnu í minsta lagi rokn- að við at verða úthongd, og annars at verða sjika- nerað og útspilt uppá tað grovasta við teimum ó- kvæmisorðum sum kunnu finnast til endamálið. Og her er bæði talan um bæði vanligar borgarar og meira almennar persónar. Herfyri var tað soleiðis Steinbjørn B. Jacobsen, sum fekk eina bukku- spann yvir seg. Og vert er at leggja merki til, at grundarlagið fyri hesi út- spilling av Steinbjørn var eitt brot uppå 5 (fimm) minuttir av eini sendirød uppá rættuliga nógvar sendingar. Av menniskj- ansligum orsekum skulu ikki nevnast fleiri dømi, men henda viðferð er heilt eyðkend fyri hvat tey kunnu vænta sær, sum eru so frek ikki at vera við- haldsfólk hjá stavna- manninum. Veruleiki er eisini, at Dagblaðið meira enn nakar annar hevur skert skrivifrælsid í Før- oyum. Tað munnu vera fleiri, sum ikki troysta sær ella hava hug ella dirvi at nýta sín demokratiska rætt at fera síni sjónarmið fram, tá hann veit, hvat tann hevur í vænti veikir 6nådi iskjans<. Annar taktikkur í hesi 6- dámligu herferð móti ann- arleiðis hugsandi er at uppfinna lygnir og ósann- indi um tey ikki passa inn í krammið hjá stavna- manninum. Brix-sakin er í hesum sambandi meira á- hugaverd enn fólk kanska hava givið sær fær um Um henda sak er við at fara í gloymskuna kann verða tikið upp aftur, at ein ávísur lærari varð lagdur undir at forfylgja ávísan fólkafloksnæming við ov lágum karakterum. Sum »prégv« um hetta hevði blaðstjórin stílabók- ina við 6-tølunum liggj- andi í eini bankaboks. Seinni kanningar vístu tó, at talan var um falsan. Jógvan Sundstein segði seinni í Oyggjatíðindi, at blaðstjórin var harmur um hesa sak. Men um hann var harmur um nakað, so kundi tað bert sum >yvirmenn- Vera, ti nummarið við 6-tølunum varð avdúkað. Hann vísti í hvussu er ongan harm, tá karakterprotokollin á lær- araskúlanum vísti, at á- kærurnar vóru grundleys- ar. Ístaðin varð gitt, at protokollin var falsað ! Um vit hugsað okkum, at K. B. kanska ikki hevði troystað sær út í eitt sak- armál, og kanska hevði rýmt av landinum, tá hevði við garanti eingin harmur verið á Dagblað- num! Men tá skuldi vist skjótt verið funnið fram til ein annan neyðars for- fylgdan fólkafloksnæm- ing, sum onkur forrendur kommunistur forfylgdi við 6-telum. Tað er heilt vist, at tað er bert K. B. og teimum sum bakkaðu hana upp at takka, at henda forfylging av ikki- fólkaflokslærarum varð steðgað. Her er bert talan um demir frá skrivingini um okkara heimligu viður- skifti. Men vit kunnu skjótt semjast um, at Dagblaðið hevur drigið alla politiska skriving nið- ur í eitt dýki, har eingin virðing er fyri medmenn- iskjum hverki so ella so. Sjálvsagt gevur hetta nakað a atkvødum. Sjålvt Hitler kom til vald- ið á ein lógligan hátt við líknandi framferð. Tíbetur hava hinir flokkarnir ikki enn troystað sær líka langt niður. Ikki allir flokkar vilja hóast alt skaffa sær atkveður fyri ein og hvenn prís. Hevði tað ikki verið so. hevði tað skjótt verið eitt helviti at búð í hesum landinum. Her skal beinanvegin verða rættað ein misskilj- ing. Tey leysatíðindi ganga, at hevuðsstuðulin hjá stavnamanninum er at finna í eini kristnari sam- komu í Havn. Hetta kann bert avsannast. Tað er heiit óhugsandi, at fólk sum bekenna seg til Jesu orð um at elska sín næsta og at hava virðing fyri ødr- um skulu fara at stuðla ein politikk, har hatur og van- virðing fyri medmenniskj- um er í hásæti ! Steða stavnamansins til t.d. fasistiska stýrið í Chile sigur ikki heldur so heilt lítið um tann poli- tikk, sum hann stendur fyri. Áðrenn valið hevði DB greinir um Chile og tað »avreksbragd« Pino- chet, sum annars hevur verið sammettur við Hitl- er, hevði framt við at hava fingið prísveksturin har niður á 20%. Og sum prógv um, hvussu popu- lerur Pinochet er varð víst til ta »folkaatkvødu«, sum var í Chile í fjør. Tann myndin, sum her varð giv- in av viðurskiftunum í Chile fekk føroysku deild- ina av einum altjóða mannarættindafelagsskapi at gera vart við seg, og kom hon við eini lítlari frá- greiðing um mannarætt- indini í Chile. Úrslitið varð, at hesin felagsskapur fekk ta van- ligu skarnbyttuna omaná seg, sum tey fáa ið ikki deila áskoðanina hjá blað- stjóranum. Felagsskapur- in varð lagdur undir at reka erindi fyri Sovjet og kommunistar. Hetta er nú áhugavert. Tí »Pravda« leggur javnan sama fel- agsskap undir at renna er- indi fyri facistar, meðan facistar, saman við Dag- blaðnum, leggja felags- skapin undir at reka erindi fyri kommunistar. Annars meta flest onnur, at hesin felagsskapur uttan mun til hvat land tað er, átalar brot á mannarættindini, og hevur hann eisini fingið friðarheiðurslen = Nobels fyri hetta. Í skrivingini hjá DB um Chile hevur verið sagt, at DB hevur ongantíð annað enn funnist at politikkin- um hjá Pinochet viðv. mannarættindum. Hetta er nú ein spurningur. Hevur tað ikki verið gjørt beinleiðis hevur tað í hvussu er verið gjert óbeinleiðis. Skrivað verður um Chile eins og Land og Folk t.d. vildi skrivað um Sovjet. T.d. kundi verið víst á, at prís- veksturin í Sovjet er enn minni enn tann í Chile, og tá val eru er undirtekan hjá stjórnini enn sterri enn hon var í Chile. Men at sagt bert hetta vildi ikki givid nakra rætta mynd av viðurskiftunum í Sovjet. Í greinini 8. oktober í DB verður víst sagt í einum eykasetningi, at tá slíkt statskvett fer fram, verða vanlig manna- rættindi sett til viks eina tíð. So varð eisini her. At slík sjálvsegd rættindi ikki verða vird av teimum ráðandi mugu øll frælsis- elskandi og demokratiskt hugsandi harmast um og åtala«. Eftir hesum at døma skuldi ein hildið, at mannarættindini í Chile bert vóru skúgvað til viks „eina tid« og nú vóru við at koma í rættlag aftur. Og seinni skínur igjøgnum at fólkaatkveð- an í Chile var heilt fræls, og »andstødan fekk loyvi at agitera móti Pinochet sum forseta«. Hetta er heilt misvísandi, og tíð- indaflutningurin um Chile t.d. prógvar fullkomuliga fascistiska lyndið hjá DB. Tey tíðindi sum stóðu í Dimmalætting 8. januar SOSIALURIN tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. um mannarættindini í Suðuramerika koma við garanti ikki í Dagblaðið. Sagt verður soleiðis um viðurskiftini í m.a. Chile: »Menneskerettigheds- krænkelserne i Chile, Argentina og Uruguay er næsten blevet en institu- tion. Grunden til at antal- let af politiske drab ser ud til at være reduceret skyl- des ene og alene, at disse tre lande gennem år med terrorstyr har klaret at kue det meste af den poli- tiske modstand«. Og her tekur altso DB eina fólka- atkvødu fyri góða varu. Víðari verður sagt, at í hesum londum eru: >frem- deles fængslet tusindvis av regeringsmodstandere uden lov og dom, og forføl- gelse, psykologisk tortur og sikkerhedspolitivirk- somhed i bedste sovje- tiske stil hører til dagens ordning«. Luturin hjá DB at »bøta« um hesi syndarligu Framhald á síðu 6 Julina Dimon farin Tann 13. flogg hálva stong á Tveroyri. Julina Dimon, ella betri kend sum Julina á Bakkanum, slóknað 87 ára gomul. Aftan á eitt langt og innihaldsríkt lív vóru nú árarnar lagdar inn, fjørdurin var rógvin. Mong av teimum yngru kenna kanska ikki Julinu so væl, men hon hevur verið við at forma ta tilveru, sum vit hava í dag. Hon var januar vóru vundin á var ein at teimum, sum á ungum ári bar at tí varða, sum arbeiðararerslan er. Sum stovnari og stjórnarlim- ur í Fiskepigernes Fag- forening, fyrsta kvinnu- liga fakfelag her á landi, kom hon ai kenna tunn 8 isiødu, sum álitisfólk og oddafólk innan fakrorsluna koma út fyri. Hugsa vit okkum 60 ár aftur í tíðina, so kunnu vit hóming av, Ggang GR nu ein hvat hetta kostad. Men hava hevur Julina gavst ikki. Hon ikki bara bar at vardan- um. Hon var við at laða hann, og legði ta gøtu, sum í dag, í mun til tå, er lott at ganga. A Bakkanum verður tómligt nú Julina er farin, og her í Válinum fer nú at tynnast nú aftur ein av teimum gomlu, sum myndaðu bylingin, er farin. Sjålvt um Julina var gomul, var hon greid og klår i ollum til tað seinasta. At siga takk er so lítið, men á gravarbakkanum fara vit eisini at minnast, at uttan tað slóðan, sum Julina og hennara samtíð hava gjort, heuði bygd okkara, — ja samfelagið alt — ikki verið so langt komið sum hon er í dag. Í virðing og takk drýpi eg hevur. Fyri stríði á ungum árum og ikki minni fyri vinarlag í mong, mong ár. Hjá tykkum, sum vóru hennara, er saknurin stórur, men tey góðu minni bera yvir har alt annað gleppur. Eg lýsið frið yvir minni tínum. Sverre